HAMMERSHAIMB SUM TJÓÐARSMIÐUR

Tjóðskaparhugmyndin gjørdist frá seinasta fjórðingi av
19. øld tann berandi rørslan í føroyskum mentanarlívi.
Hon var fyrireikað gjøgnum tað mentanarvirksemið – bókaútgávu og prentan av føroyskum tekstum – sum fram gjøgnum øldina hevði gjørt føroyskt mál og skaldmentir sjónlig og ítøkilig. Virksemið var íblást av romantiskum áhuga fyri norðurlendskari fortíð og fekk stuðul í skandinavismuni, ið stóð sterk millum norðurlendskar lærdómsmenn í 1830- og 40-árunum. Føroyskir tekstir vórðu prentaðir, fyrst Harpuríma í Svøríki, 1814. Í 1820- og 30-árunum komu fyrstu føroysku bøkurnar út: Sjúrðarkvæði kom í 1822; Matteusar evangelium kom út á føroyskum 1823, og Føroyingasøga á føroyskum saman við norrønum teksti og danskari týðing kom 1832. Føroyskur skaldskapur av mannamunni og føroysk mállæra, sum Hammershaimb hevði savnað, skrivað og greitt til prentingar, kom í árunum 1846-54 á prent í lærdum donskum tíðarritum, Annaler fornordisk Oldkyndighed og Antiquarisk Tidsskrift . Við hesum útgávum hevði føroyskt mál og skaldskapur fingið sína søgu, vóru sett inn í norðurlendskt høpi og vóru vorðin sjónlig.

Hammershaimb prógvaði við tekstunum, hann greiddi til prentingar árini 1846 – 1854, tað, ið hann hevði skrivað longu í Kjøbenhavnsposten í 1845 í fyrstu grein síni um føroyskt mál, har hann mótmælti skrivingini um, at føroyskt var eitt blandingsmálføri av íslendskum og donskum. Við sínum kunnleika til norrønt mál og bókmentir vísti hann, at føroyskt mál og skaldskapur vóru runnin av norrønum, og at tey millum nútíðarmál vóru skyldast við íslendskt og norskt. Teir nevndu tekstirnir eftir Hammershaimb komu sum nevnt á prent í vísindaligum søgutíðarritum. Alt, sum kundi varpa ljós á norðurlendska fortíð, hevði áhuga – sostatt eisini føroyskar sagnir, kvæði og arar munnmentir. At Hammershaimb var sera til-vitaður um ta felags norðurlendsku mentanina, er greitt; hann sigur í innganginum til Anthologiina:

Den omgivende natur med sine fænomener har også her på øerne sat Nordens folkeånd i bevægelse, så at fantasien har lagt liv ind i den døde natur og lokalt i høje, stene, indsøer o.s.v. befolket den med den nu svindende og for nutidens mere materielle blik på omverdenen hendøende folketros åndsfostre i densærligefærøskeopfattelse...

V.U. Hammershaimb 1891, I, XLIV (áherðsla T.S.)

Í 1854 kom á prent í Annaler for nordisk oldkyndighed og historie føroysk mállæra eftir Hammershaimb. Tað er merkisvert, sum Andrew Robert Linn bendir á, at mállæra fyri føroyskt samtíðarmál kom á prent í Árbókum fyri norðurlendska fornfrøði, eins og var tað ein fornlutur. Vissuliga lýsir mállæran føroyskt í samtíðini, men hon ger tað við atliti at broytingum í mun til fornmálið og í samanburði við íslendskt og onnur norðurlendsk mál. Tað føroyska tilfarið er fyrst og fremst áhugavert fyri norðurlendsk samanburðarvísindi á søguligum botni.

Anthologiin – hyrnissteinur í tjóðarbyggingini

Hóast Hammmerhaimb bygdi á søgulig sjónarmið, so var – eins og greinin hann skrivaði ungur í Kjøbenhavnsposten vísir – máláhugi hansara ikki bara søguvísindaligur. Hann var eisini bundin at hugsanini, at fólksins menning var óloysandi knýtt at fólksins egna máli og mentanararvi. Tí var føroyskt mál, skaldskapur og mentanararvur honum ikki bara fornminni, men eisini virði í sjálvum sær, vert at røkja og nýta í starvinum fyri framburði fyri land og fólk.

Hetta er sjónarhornið í krúnuni av verki Hammershaimbs, Færøsk anthologi, sum kom út í 6 heftum frá 1886 til 1891. Her dregur Hammershaimb saman og heldur fram tað arbeiðið við føroyskum máli og bókmentum, sum hann byrjaði í 1846. Tað var „Samfund til udgivelse af gammel nordisk litteratur“, ið heitti á Hammershaimb um at gera eina føroyska „anthologi“ við bókmentasøguligum og málfrøðiligum inngangi. Í formæli sínum sigur Hammerhaimb seg hava verið fegnan um áheitanina, men eisini í iva um uppgávuna; hann heldur, at eins og blómuríkið í Føroyum er berligt, so er tað eins í bókmentunum, tær eru berligar og fábroyttar. Orðið anthologi er grikskt og merkir júst blómusavn, men hevur leingi verið nýtt um tekstsøvn, sum eru ætlað til at geva bókmentaligt yvirlit av onkrum slag, eitt nú yvirlit yvir bókmentirnar hjá einari tjóð. Men Hammershaimb tók við avbjóðingini, og við Anthologiini skapti hann eina heildarmynd av føroyskari mentan, ikki bara sum brot og leivdir av norrønum arvi, men eina heilskapaða, samleikaberandi mynd. Í formælinum nevnir Hammershaimb nógvar frálíkar danskar hjálparmenn; men fremstan nevnir hann Jakob Jakobsen, tá stud. mag., sum hjálpti honum at skriva av, lesa rættlestur; og sum ikki minst gjørdi ljóðskriftina og ljóðskriftardømi umframt orðasavnið í Anthologiini.

Inngangurin

Fremst í Anthologiini skrivar Hammershaimb inngang í 6 pørtum; hann byrjar við ytri viðurskiftum, landafrøði og náttúru, fer so til búsetingina; síðan gevur hann yvirlit yvir søguna, og yvirlitið endar við at nevna ta nýggju læraraútbúgvingina í Føroyum, sum Hammershaimb sjálvur virkaði fyri at fáa í lag; fjórði partur er um lív og yrki fólksins í samtíðini; fimti partur um tað andliga lívið, alrahelst um kvæðini; í sætta og seinasta parti av innganginum kemur hann til kjarnan í samleikanum, málið, og javnsetir staðsetingina hjá føroyskum máli millum íslendskt og norskt landsmál við ta landafrøðiligu staðsetingina hjá Føroyum millum Noreg og Ísland.

Mállæran

Annar partur av Anthologiini er mállæran. Wimmer professari gjøgnumgekk og rættaði mállæruna frá 1854. Eftir rættingum Wimmers og norrønu mállærubók hansara ritstjórnaði Jakob Jakobsen mállæruni, sum hon nú stendur í Anthologiini. Í samanburði við mállæru Hammershaimbs frá 1854 vísir henda mállæran eina gongd fram móti standardisering. Hetta hevur Andrew Robert Linn víst í greining av mállærum Hammershaimbs frá 1854 og 1891, sum bygt verður á í tí, sum her verður sagt um mállæruna í Anthologiini. Eitt eyðkenni er, at í útgávuni frá 1854 er høvundurin sera sjónskur og skrivar í eg-formi, men í 1891 er hetta broytt til ópersónligan stíl yvirhøvur. Í mállæruni frá 1854 byrjar formælið hjá Hammershaimb soleiðis:

Det sprog, hvis udseende jeg her har søgt at skildre, tales kun af 8-9000 mennesker og kaldes af dem, der tale det, føroyskt...

Hammershaimb 1854:233

Hann skrivar til dømis soleiðis, í fyrstapersónsformi, um tey sterku sagnorðini:

Disse inddeles som i islandsk i sex klasser; samtlige ord af denne bøjning, jeg hidtil har fundet i det færøiske, har jeg meddelt...

Hammershaimb 1854:255

Í Anthologiini frá 1891, hinvegin, er ópersónligur stílur komin í staðin fyri fyrstapersónsstílin, og dømið ljóðar nú:

Udsagnsordene inddeles i 6 klasser med aflyden som skelne-mærke. Hovedkendemærkerne for disse 6 klasser er følgende selvlyd i fortid...

Hammershaimb 1891: XCVII-XCVIII.

Fyrstapersónsorðingin í fyrru útgávuni avdúkar sín subjektiva uppruna, meðan tann seinni, ópersónligi, formurin sigur frá einum objektivum veruleika.

Mállæran er lítið broytt síðan 1854, men hon er sett inn í spildurnýtt høpi: Við innganginum øðrumegin og tekstsavninum og orðalistanum hinumegin fær mállæran kropp. Anthologiin er staðfesting av einum føroyskum veruleika, og tað er nóg mikil próvgrund fyri einari føroyskari standardmállæru. Tað nýggja høpið saman við teimum smáu broytingunum gera munin millum eina reint akademiska lýsing og eina mállæru, ið býður seg fram við myndugleika sum standardmállæra. Tað verður m.a. gjørt við at leggja dent á samtíðina og ta innaru eindina í málinum, vi greiðum, avgjørdum flokkanum og við at avmarka frábrigdini. Í mállæruni frá 1854 stendur t.d. mitt í tí langa formælinum, at tað eru trý høvuðsmálføri í Føroyum; í Anthologiini byrjar mállæran harafturímóti við einum broti við yvirskriftini Málførini, og har stendur, at málførini kunnu býtast í tveir høvuðsbólkar. Sjálv upprunafrøðiliga stavsetingin dregur fram skyldskapin millum føroyskt og fornnorrønt. Í tí eldru mállæruni verður nógv gjørt av at bera føroyskt saman við fornnorrønt og vísa á tær einfaldanir, sum eru hendar í føroyskum. Í Anthologiini er sjónarhornið annað, har er sjáldnari víst til fornnorrønt ella onnur norðurlendsk mál – samanum-tikið er føroyskt í mállæruni frá 1891 lýst sum eitt sjálvstøðugt mál og ein søguligur veruleiki, óheftur av málfrøðinginum og tulking hansara.

Michael P. Barnes liggur í grein frá 1998 á sama bógvi sum A. Linn. M. P. Barnes ber eisini Hammershaimb saman við Ivar Aasen, og ein niðurstøða er, at Hammershaimb metti, at honum nýttist ikki at gera stórt annað enn kortleggja framburð og bendingar í samtíðini og seta tey í ein norrønan skrivligan form. Tað er hetta, hann er virdur fyri: at hava skapað tað føroyska skriftmálið. Ivar Aasen, harafturímóti, fór eftir at hann hevði savnað eina rúgvu av ólíkum frábrigdum av norskum, undir at samskipa hetta tilfarið til norskt „landsmál“. Arbeiðið hjá Hammershaimb var í høvuðsheitum at útvega ein stavsetingarnorm. Men hann valdi kortini millum bendingar, sum kappaðust sínámillum, har tað var neyðugt, opinlýst ella tigandi. Meginreglan tykist hava verið at velja teir formar, sum stóðu fornnorrønum næst, hóast teir týðuliga vóru á fallandi føti og næstan horvnir úr málinum. Men hann tók ikki, tað nakar veit, formar við, sum vóru fullkomiliga horvnir úr málinum.

Tekstsavnið

Miðleingjan í Anthologiini er tekstsavnið, býtt sundur í tveir høvuðspartar, A: bundið mál, t.e. kvæði, vísur og tættir; B: óbundið mál við teimum ymsu sløgunum av frásøguskaldskapi á manna munni.

Síðst men ikki minst – bæði í A og B eru dømi sum umboða nýggj tekstsløg á føroyskum máli.

A: bundið mál

Í hesum partinum er fjølbroytt úrval av kvæðum, vísum og táttum. Úrvalið er gjørt sum framhald av eldri kvæðaútgávum hjá Hammershaimb, tí einki av kvæðunum í Færøiske Qvæder I-II frá 1851 og 1855, er við. Fýra av teimum 38 kvæðunum í Anthologiini høvdu tó verið prentað áður íAnnaler for Nordisk Oldkyndighed og Antiquarisk Tidsskrift. Viðvíkjandi handfaringini hjá Hammershaimb av kvæðatekstum í útgávuarbeiðinum, bendir Chr. Matras á, at Svend Grundtvig hevði funnist at útgávuni av Sjúrðar kvæðum, tí Hammershaimb tók burtur úr fleiri ólíkum uppskriftum og fekk eina heild burturúr. Hetta helt Sv. Grundtvig vera óvísindaligt, og Hammershaimb tók partvíst eftir hesum í 2. bindi. Men sjálvt í Anthologiini, har hann roynir sum best at fylgja ráðum Sv. Grundtvigs og prentar ein tekst, orkar hann ikki at leggja tað burturúr altíð, sum vakurt er í øðrum tekstum. Sostatt er útgávustarv hansara ikki lýtaleyst. Men, heldur Chr. Matras fyri, ongar útgávur av føroyskum kvæðum eru nýtiligari hjá teimum, ið skulu undirvísa í teimum, enn tær hjá Hammershaimb, „… kanska er tað ikki at harmast um, at kvøðið verður eftir hansara tekstum“ (Chr. Matras 1973: 81-82).

Aftast í partinum við bundnum máli finna vit undir yvir-skriftini „Nye digte“ tríggjar yrkingar frá nýbrotinum í føroyskum skaldskapi í 1870-árunum eftir kend skald, ið høvdu yrkt um móðurmálið, fólkið og landið: „Føroya mál“ (Hvat kann røra hjartastreingir) eftir Fríðrik Petersen, „Føroyar“ (Føringar, sum her nú koma saman) og „Vesturætt“ (Úr øllum ættum koma vindar) eftir Rasmus Effersøe. Sera slættisliga standa bara byrjanarstavirnir hjá yrkjarunum undir sangunum, F.P. og R.E., og ongar upplýsingar um, hvar ella nær sangirnir eru vorðnir til.

B: Óbundið mál

Í partinum við óbundnum máli eru tey munnligu tekstsløgini orðatøk, gátur og fyrst og fremst sagnir; eisini eru tvey nýggj tekstsløg í føroyskum høpi: bíbliutekstir á føroyskum og har-umframt tíggju tekstir eftir Hammershaimb sjálvan við teirri felags yvirskriftini „Folkelivsbilleder.“

Við støði í talaðum føroyskum og skaldskapi av manna munni skapar Hammershaimb her føroyskt prosamál. Chr. Matras tekur til:

Tá ið hann hevjaði skriftmálið upp um marknagarð bygdamála, og tá ið hann við sagnauppskriftum sínum og við „fólka-lívsbílætunum“ skapaði føroyskt prosamál...

Chr. Matras 1973: 82

Tað sama sigur Jóhan Hendrik W. Poulsen:

Vit síggja í sagnatekstunum føroyskt óbundið mál verða til. Ein stílføst hond myndar burtur úr hinum munnliga evninum reint og fulltikið bókmál á haldgóðum norrønum botni. At Hammers-haimb í heilum hevur arbeitt evnið, sæst tá sagnirnar í hesi bók og í Anthologiini verða samanbornar: fleiri eru smábroyt-ingarnar, allar til tess at svarva stílin og gera hann fastari og beinraknari.

Hammershaimb 1969: Formæli

Her verða víst tvey dømi um sama tekstbrot um Húsfrúnna í Húsavík, øðrumegin frá 1846 og hinumegin úr Anthologiini (1891).

Frá 1846:

Stokkahúsini, hon bigdi sàr, komu heil rekandi úr Noregi, til-skorin so at tey strax kundu reisast; einki vantaði á uttan ljóvarabogin; stovan hear kallaðist „stóra stova“ og vàr eitt stórverk. Grótgàrðurin, hon làt gera um kirkjugàrðin, stendur enn; veggirnir í hoylàðuni, grundin àf neystinum (“skeiðis toftir"), tàð steinsetta túnið millum húsana, allt minnir enn um húsfrúnna í Húsavík.

Frá 1891:

Stokkahúsini, hon bygdi sær í Húsavík, komu rekandi heil úr Noregi, tilskorin so at tey strax kundu reisast; einki vantaði á uttan ljóarabogin; henda stovan kallaðist „stóra stova,“ og hon var eitt stórverk. Grótgarðurin hon læt gera um kirkjugarðin, stendur enn; veggirnir í hoyløðuni, grundin av neystinum („skeiðs toftir“), tað steinsetta túnið húsanna millum, alt minnir enn um húsfrúnna í Húsavík.

Sum sæst, sera smáar eru broytingarnar.

Fólkalívsmyndirnar fevna um eitt breitt úrtak av føroyskum lívi í starvi, stuttleika og hátíð, soleiðis sum heitini á teimum eisini benda á: „Kvøldseta“, „Váring“, „Sodnhúsið“, „Á bønum í hoyna“, „Grindaboð“, „Brúdleyp“, „Útróður“, „Fjallgonga“, „Búreisingur“ og „Desasneið.“ Formurin er algildandi við fá-um persóns- og staðanøvnum. Frásøgnin er lætt idealiserandi og skrivað á málinum í standardmállæruni á blaðsíðunum longri frammi Anthologiini.

Í grein um Hammershaimb og føroyskt skriftmál sigur Símun av Skarði (2000:170), at tað tykist sum menn hava ivast, um føroyskt mál var so heilskapað, sum tað var í teimum fyrstu søgnunum, ið Hammershaimb gav út. Onkur helt, at hann mundi hava pyntað málið eitt sindur, at hann mundi hava flutt tað í ein eldri form enn tann, ið varð nýttur á fólkamunni. Hammershaimb svarar sjálvur hesum ivanum í formálanum til føroysk orðtøk, ið vóru prentað í Antiquarisk Tidsskrift (1849-1851:271); har sigur hann:

Hvad der især har bevæget mig til at ønske nogle færøiske ord-sprog her trykte, er hensyn til selve sproget; i kvæderne nemlig findes mange uregelmæssigheder, som det almindelige tale-sprog på Færøerne ikke har, opkomne dels for rimets skyld dels ofte ved senere forvanskning. I de folkesagn, som jeg har meddelt på Færøisk i forrige hæfte af tidsskriftet og som følge af dette, har jeg søgt at gengive talesproget, som det nu er, med alle dets ejendommeligheder; men hvis nogen skulde tvivle om jeg havde været tro i at gengive disse, da kan jeg henvise til ordsprogene, som jeg ikke kan have forandret eller arkaiseret; den faste form, hvori ordsproget er støbt, og hvormed det frem--træder, må derfor vist anses for det pålideligste ved under-søgelsen af sproget.

Tilsamans eru fólkalívsmyndirnar ein ávís lýsing og tulking av føroyskum lívi. Tað at nútímansgerðin av føroyskum vinnu- og samfelagslívi í samtíðini ikki sæst aftur í tekstunum, er í samsvari við, at tjóðskaparlig hugmyndafrøði hevur lyndi til at finna fyrimynd sína í einari óbroytandi mynd av einari ávísari, idealiseraðari fortíð – „bóndasamfelagnum“.

Tað verður lagt fyri við „Kvøldsetu“ í roykstovu bóndans, ið er lýst sum ein smámynd av føroyska samfelagnum, har tann skaldskapur og mentan – kvæini og søgurnar – ið eru høv-uðstáttturin í Anthologiini, eru sett í sítt rætta høpi. Hinar fólkalívsmyndirnar taka okkum við út í bøin, hagan, til út-róðrar, í grind, brúdleyp, og vit hoyra, hvussu ein maður byggir sær hús. Í summum teirra eru kvæði og dansur ein partur av frásøgnini: kvøldsetukvøðing og -frásøgn, grindadansur og brúðardansur.

Drúgvast av fólkalívsmyndunum er „Grindadráp“, ið er staðsett í miðjuni sum tann fimta av tíggju myndum. Evnið er tað, sum heitið sigur, men temað er tað føroyska samfelagið sum samfelag, ítøkiliggjørt við reglum, siðum og samskiftisskipan fyri alt tað avmarkaða landafrøðiliga økið Føroyar. Í hesari fólkalívsmyndini eru nøkur staðanøvn nevnd. Sostatt er nevnt, at grindin verður rikin til Havnar, inn um Tinganes og hildin til á Havnar vág; á henda hátt verður samanfall millum staðin, har hendingin fer fram og høvuðsstaðin og stjórnarmiðdepilin í Føroyum. Átta hundrað hvalir leggja beinini, sýslumaður merkir fongin og so verður býtt. Ímeðan grindamenninir bíða, dansa teir og halda seg soleiðis heitar í sínum vátu kørmum. Síðan fær hvør sín part, og menn aðrastaðnifrá kunnu fara heimaftur, syngjandi sálmar til Guds, rógvandi teir søkkladnu bátarnar. Dentur er lagdur á, at hvørt manskykt í grindaøkinum fær part, eins og dentur er lagdur á spenningin, knossið og tað væl skipaða sam-arbeiðið. Frásøgnin sum heild er ein mynd av einum væl virkandi føroyskum samfelagi

Við Hammershaimb eru vit komin til nútíðarliga tulking av tíð og staði, sum er sambærlig við hugmyndina um tjóðina. Til samanberingar kunnu vit hugsa um lýsingina hjá Lucasi Debes av Føroyum í 1673, hansara premodernaðu samantvinnan av fortíð og samtíð og ta óvísindaligu landafrøðina í hugleiðingum hansara um sonevndar flotoyggjar í útjaðarum av Føroyum. Hjá Hammershaimb eru sovorðin fyribrigdi sett har, tey hoyra heima eftir nútíar hugsan nevniliga sum fólkatrúgv í sagnum av mannamunni.

Í Ársbók Førja Bókafelags, Fyrsta ár, 1900, tekur Hammershaimb í greinini „Hitt føroyska Bókafelagið“ saman um menningina av føroyskari skriftmálsmentan. Hann sigur, at tað mesta er farið fram í hansara livitíð:

… fyrr enn fyrst í mínari ævi veit eg einki vera prentað í før-oyskum máli utan nökur orð og fáar reglur í J. Landts „Be-skrivelse over Færøerne s. 436-37; og henda bókin var prentað 1800; nökur føroysk orð í R. Rask „islandsk grammatik“ ár 1811. Men tá komu trý ár eftir at eg var føddur, størri bøkur á føroyskt: Lyngbys „færøiske Qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans Æt“, 1822, J. H. Schröters „Matthæi evangelium, på færøisk og dansk“ 1823. Síðan kom C. C. Rafns útgáva af „Færeyíngasaga“ við føroyskari týðing 1832, „Færøiske Trylle-formularer“ frá amtmanni Plöyen og smásagnir av mær í „Annaler for nord. Oldkyndighed“ 1846. Tað var alt, sum tá var prentað í føroyskum máli; men hyggið nú, hvat mongd av føroyskum bókum síðan er komin!

Hammershaimb, V.U. 1900:24-25

Hvør ber, sum hann roynir, og við sínum ríka útgávustarvi á baki sigur Hammershaimb, at nógv er kostað í Danmark fyri føroyskt mál, danskarar hava hjálpt okkum at fáa eitt bókamál, og hann heldur fram um gongdina í bókaútgávu:

Føroyingar streva nú til at verða sjálvbjargnir í málsakini og sjálvir at bera kostnaðin, sum krevst fyri at fáa ein bókaskatt, og nú prentast føroyskar avísur í Havn: „Føringatíðindi“, „Fugla-frami“ og „Dúgvan, og Føringafeløgini í Havn og Keyp-mannahavn hava latið prentað skúlalærara J. Pálssons bíbliusögu og útgivið eina sálma- og vísubók við útvaldum sálmum og mongum góðum vísum – alt yrkt av Føroyingum, fyri ein stóran part ólærdir menn av almúgvuni.

Hammershaimb, V.U. 1900: 25-26

Um menningina í føroyskum máli sigur Hammershaimb:

Tann føroyska tungan, sum áður var bundin, tá ið nakað álv-arsamt skuldi sigast, er nú losnað og kann í móðurmálinum tala og skriva um alt, hvat til hugs kemur og hjarta rørir; her kemur nú ein trá til at lata tað mál ljóða og koma fram á prent, sum í meira enn 300 ár hevur verið tipt og ligið ónýtt sum skriftmál, men sum tó roynist enn at hava dygd og góð evni í sær til út-viklingar; tað tykist, sum føroyska tungan hesa longu tíðina hevði bert ligið í dvala, men nú er vaknað og roynir seg, hvat hon er ment at vinna sær aftur.

Hammershaimb, V.U. 1900: 26

Hammershaimb heldur, at tíðin er komin, at føroyskt verður fullfíggjað lærugrein í skúlanum, bæði munnligt og skrivligt:

Ynskiligt tykist mær nú, at realskúlin í Havn kundi fingið loyvi til at taka Føroyamálið upp í tað, sum har skal lærast, at børnini skuldu læra at lesa føroyskt so væl sum danskt og royna at fáa í lag at brúka móðurmálið í skrift.

Hammershaimb, V.U. 1900:24

Øll vóru ikki samd við Hammershaimb, tá ið hann í Ársbók Førja Bókafelags,1900, segði, at tað stóð væl til hjá føroyskum, og teir b´qðir Rasmus Effersøe og Jóannes Patursson skrivaðu ímóti (Hans Jacob Debes 1982: 367-369).

Tjóðarsmiður: Ormsbani, urtagarðsmaður og dómkirkjuprestur

Hammershaimb er uttan iva tann týdningarmesti føroyski „tjóðarsmiðurin“ í 19. øld. Høvuðsverk hansara, Anthologiin, setur fram ein heilskapaðan føroyskan samleika. Mállæra hansara í tí standardiseraða sniði, dr. Jakobsens gav henni, mitt í einum ríkidømi av skaldskapi og mentan og – ikki minst – við framløgu av føroyskum samtíðartekstum, vísir ein trí-víðan føroyskan veruleika við fortíð, samtíð og framtíð í einum týðuliga avmarkaðum rúmi.

Tá ið Anthologiin kom út, var hon størsta og fjølbroyttasta útgávan av føroyskum teksti, sum enn var útkomin. Tann menningin, sum Antologiin gjørdi møguliga, gekk seint. Hví so var, fæst ein hóming av í hesari frásøgnini í Føringatíðindi okt. 1891, s 1:

Tað hevur títt verið sagt, tá ið ein og annar hevur havt á máli, at tað var ov stór skomm, at vit Föringar ikki skuldu duga so mikið sum at lesa okkara eigna mál, at tað var ikki so lætt at læra seg tað sjálvur, tí at tær bökur ella skriftir, ið prentaðar eru uppá Föriskt, eru ov sverar at begynna við, tó undantikin ein partur av „Færøsk Anthologi“, men hon er so dýr, at tey fægstu hava ráð til at fáa sær hana.

Hammershaimb gjørdist tjóðarhetja. Málfrøðingar eru enn upptiknir av arbeiði hansara. Her skal verða nortið við yrk-ingar og minnisvarðar sum tulka týdning hansara í samtíðini og eftirtíðini.

Yrkingar til skilnaðarveitslu 1893: Rasmus Effersøe, Jóannes Patursson og S.M. Zachariasen

Rasmus Effersøe yrkti til heiðursveitsluna summarið 1893, tá ið Hammershaimb, sum búði í Danmark á gamalsaldrinum, seinastu ferð var í Føroyum. Yrking Rasmusar ber málið saman við eina dýrabara urt og Hammershaimb við urtagarðsmann. Myndin av Hammershaimb er eyðkend av mildi: „Nú Vensil rádni hjá okkum er/ – hjartað man tað kenna -/ dúgvan oljublaðið ber...“, og kenslan fyri honum er merkt av virðing og takksemi: „Tú gamli, vit vilja tíni leiðbeining fylgja...“

Til avstaðferðina hjá Hammershaimb hetta summarið yrkti Jóannes Patursson „Vensil legði at Føroya landi“. Jóannes sigur um Hammershaimb: „Brandin út úr fjalli søkti, /okkum gav til handa.“ og ber sostatt málið saman við vápn – ein lut, ið kann verja ella týna. Men í orðum yrkjarans „Sigl í friði, gamli maður“, „Takkaður veri tú, gamli maður“, og „Far tú væl í Harrans frið, Gud hann goymi teg“ (Jóannes Patursson 1966: 90-91), sameinast mildi við og takksemi bardagamyndina.

S. M. Zachariassen yrkti eisini Hammershaimb til heiðurs í 1893. Hann lýsir Hammershaimb í inniligum og fólksligum orðum sum tann, ið gróv „Arvin“ „upp úr dunga“, birti ljósið, ið „næstan var sløkt“ og „sáddi í Føringins barm“ sáð, ið ikki følnar, „tí spírurnar tær eru harðar“. Kenslan er takksemi og trúskapur, sum sæst her í síðsta ørindi: „Títt navn stendur prentað so væl inn í bók, / enn betri í Føroyafólks minni;/ um vegurin gekk gjøgnum eldgrúgvukrók, vit fylgja við hjarta og sinni“ (S. M. Zachariasen 1972:55).

Yrking til áttati ára dagin 1899: Símun av Skarði

Símun av Skarði yrkti „Fólkið í Føroyum fróðskap ei kendi“ til áttati ára føðingardag Hammershaimbs 1899. Í yrkingini er myndin sjónsk av málinum sum fjaldum gulli, ið dreki goymir og hetja bjargar: „... drekan drap hann,/ dýrgripin vann hann...“. Eisini her er myndin samansett av tí reysta kappanum og tí vinsæla manninum: „Føroya fólk tí/ fegin minnist/ kappan kringa/ kæra vinin...“ (Símun av Skarði 1998:19-22).

Yrking frá 1902: Kvívíks-Jógvan

Kvívíks-Jógvan yrkti eina langa, bragdliga vísu til Hamm-ershaimb í 1902. Yrkingin varð send Føroyingafelag í Keyp-mannahavn og lisin upp har, meðan Hammershaimb sjálvur var hjá. Hon kom sama ár á prent í Búreisingi . Í yrkingini er Hammershaimb hin óhelmandi stríðsmaðurin fyri føroyamáli. Yrkingin nevnir týðing Schrøters úr Nýggja Testamenti, sum ikki vann frama, og heldur fram:

Próstin tók verkið tað dýra,
øðrum sinni tí mundi stýra;
um Føroya land læt fregna,
upptekna
alt, ið minni lá,
fornir greiddu frá.
Hendi nú og tá,
øll orðtøk, søgn og kvæði
so raðið
samlar saman í tí sama lagi.

Fagnan á nítiára degnum: Símun av Skarði og Janus Djurhuus

Til nítiára dagin 1909 sendi Símun av Skarði hetta fjarritið til Hammershaimb:

Heilsa tær trúlyndir landar,
heilsar tær fólkið alt fegið!
Tú kveikti ljósið, sum randar
havsbrún á rísandi degi.

Janus Djurhuus yrkti til níti ára dag Hammershaimbs tvey ørindi. Fyrra ørindið byrjar „Fáir finnast frægir her á foldum“ og slær fast, at menniskju flest leggja einki varandi eftir seg, tey eru skjótt gloymd eftir sín dag. Seinna ørindi ger Hamm-ershaimb til undantak frá hesi reglu og tulkar lív hansara sum náðigávu forlaganna til Føroya: „Mildar veittrar tendraðu ein vita, Føroyum stjørnuleið frá øld til øld.“ Janus lýsir ikki Hammershaimb sum ormsbana, so væl sum honum annars dámar at nýta ta myndina í skaldskapi sínum. Mildi stavar frá yrkingini. Chr. Matras tók seinni undir við orðunum hjá Janusi Djurhuus um navnið, sum er ritað í klett:

When the poet J. H. O. Djurhuus, in his poetic homage on the occasion of V. U. Hammershaimb’s 90th birthday (1909), pointed out that his name had been carved into the rocks, one did not then feel and still does not feel today that it was an exaggeration. Hammershaimb’s work gave rise to the linguistic renaissance represented by the literature that followed in its wake in the course of less than a century and by practically all cultural manifestations in the Faroe Islands during the more recent period.

Chr. Matras 1971: 407

A. C. Evensen um Hammershaimb 1911

Í greinini „Um føroyskt mál. Ein eftirskrift„ sigur A. C. Even-sen.

V. U. Hammershaimb, sum á sínum eldri dögum gav út Før-oyinga sögu (O: Tróndarbók) í føroyskum máli og varðaverkið „Færøsk Anthologi“ (1891) við orasavni av Jakob Jakobsen, er av rættum kallaður „Føroya skriftmáls faðir“. Teir menn, sum fyri hann frá J. C. Svabo og niður eftir hövdu skrivað føroyskt, hövdu flestallir hvör nýtt sína stavseting, og lagt úttöluna í síni bygd til grundar. Hammershaimb valdi ta stavseting, sum nú hevir vunnið hevd í Føroyum og sum aftur knýtir tann slitnaða tráðin við miðaldar føroyskt skriftmál. Frá Hammershaimb mugu nútíar føroyskar bókmentir telja sín uppruna; hann kveikti tann huga, ið nú finnst til at reisa tað fallna mál aftur á føtur, hann lærdi okkum at brúka tað og skapti virðing fyri tí í okkara eygum og fremmanda manna.

A. C. Evensen 1911: 461

Gudmund Bruun um Hammershaimb 1912

Eisini í sanginum hjá Gudmundi Bruun til málið, „Norrøna mál! Ljódliga kínir tú okkara sál“ frá 1912 er Hammershaimb tjóðarhetja. Her er lærdómsmaðurin Hammershaimb lýstur myndaliga sum kongur ella alvaldur, ið útnevnir riddarar. Svørðið, sum riddaraslag verður givið við, er fjøðurpennur, og bragdið er at geva málinum „riddara“tign sum skriftmál, ið kann bera eina hámentan uppi:

Føðilands mál!
Børn tíni goymdu teg fagurt í sál;
alt, hvat ið fedrarnir áttu, tey goymdu,
varðveittu skattin og einki tey gloymdu,
Til Vensil próst setti fjøður á blað,
gav tær aftur riddaraslag.

Minnisvarði til hundrað ára minnið 1919;

yrking: Mikkjal á Ryggi

Í 1919, tá ið 100 ár vóru liðin frá tí, at Hammershaimb varð føddur, gav felagið Varðin út Smáskriftir 2. Í ritinum var tilfar um og eftir Hammershaimb: grein eftir Símun av Skarði, „Hammershaimb og móðurmál okkara“, essayið „Samljóð og misljóð“ eftir Hammershaimb, áður prentað í Búreisingi 1902, og yrking um Hammershaimb eftir Mikkjal á Ryggi.

Yrkingin hjá Mikkjali á Ryggi byrjar við orðunum „Løg-maður átti so góðan ein garð.“ Í hesi longu yrkingini setur Mikkjal fram úgreinaða lýsing av Hammershaimb í líki Sjúrðar Sigmundarsonar, ið vinnur gullið, t.e. málið, og vegur ormin. Gripurin, sum hetjan bjargar, hevur grøðandi mátt og verur gitin víða um heimin; men, ikki minni, hann er til gagns fyri fólkið: „Hevjaði hann gull og grøðistein; /gamal gripur so geislandi skein, / – fróir um heimin tað fregna – / brandar á Buðlungs borgarlið, / lýsir upp smáttu og sodnhús við; / so gott mundi okkum gegna“ (áherðsla T.S.).

Greinin hjá Símuni av Skarði er røða, sum hann helt 2. februar 1919 um Hammershaimb á Háskúlanum, har hann bar hann saman við drongin í ævintýrinum, ið vinnur kongsdóttrina:

... myrkur mjørki hevði ligið oman yvir øllum, so at útheimurin hevði ongan kunnleika havt um andligu dýrgripir okkara – neyv-an føroyingar sjálvir heldur. Men Hammershaimb er eins og unglingin í ævintýrinum, sum hevur sett sær fyri at útloysa og vinna til brúður kongsdótturina, ið situr fjøtrað í gandi hjá trøllum. Hann kennir loyndarorðini, sum gandurin brestur fyri, og hann hevur lokið tær treytirnar, ið á vórðu lagdar, so at trøllini hava mist valdið yvir kongsdótturini; hon er leys og fræls.

Símun av Skarði 2000:153

Hann ber eisini Hammershaimb saman við sigrandi riddara, ið hevur gjørt eitt bragd, sum vinnur honum virðing bæði burturi og heima.

Aldarminnisárið fyri Hammershaimb, 1919, reistu føroy-ingar minnisvarða á føðingarstaði hansara á Steig í Sandavági. Í steinin er høgt hetta ørindið úr Regini smiði:

Ormur er skriðin av gullinum
frá man frættast víða.
Sjúrður setist á Grana bak
hann býr seg til at ríða.

Minnisvarðin frá 1948

Annar minnisvarði varð reistur fyri Hammershaimb í Havn niðan fyri gamla Landsbókasavnið í 1948. Janus Kamban hevur høgt steinin. Á einari síðu stendur: „1846 legði V. U. Hammershaimb lunnar undir móurmál okkara“; á aðrari síðu er mynd av dansiringi; á triðju síðuni standa tvær tær síðstu reglurnar í yrkingini eftir Janus Djurhuus til Hammershaimb frá 1909: „Mildar veittrar tendraðu ein vita/ Føroyum stjørnuleið frá øld til øld“; og á fjórðu síðuni er mynd av frásøgumanni millum fimm áhoyrarar. Fólkini á myndunum á minnisvarðanum eru øll menn. Tað er neyvan í samsvari við lutin, sum kvinnur eiga í at goyma ta gomlu munnligu mentanina. Hinvegin er ta í samsvari við, at føroyskar kvinnur langt upp í okkara tíð hava verið lítið sjónligar í teirri almennu myndini hjá føroyingum av sær sjálvum. Janus Djurhuus avdúkaði minnisvarðan á føðingardegi Hammershaimbs, á mariumessu ella 15. mars, og gav tá í røðu hesa myndina av Hammershaimb:

Tá ið eg skal nýta eina mynd ið lýsir Hammershaimb og verk og virki hans, so rennur fram fyri meg henda: Ein lítil maður við fínum mildum andliti stendur fyri háaltarinum í tí dómkirkju, ið eitur Føroyar. Hann lesur messuna á føroyskum máli fyri Føroya fólki. Á altarinum brenna nógv ljós ið tær mildu veittrar tendraðu, sum góvu honum vit og megi til at vísa Føroya fólki á ta leið, ið ber móti stjørnunum.

Í tí treysti, at henda messa aldrin tagnar men altíð samlar Føroyingar so leingi Føroyar standa avdúki eg minnisvarðan fyri Venceslaus Ulricus Hammershaimb – Føroya andliga stór-menni.

J. H. O. Djurhuus 1988:75

Skriftmálið, sum var avgerandi fyri føroyskt „tjóðarsmíð“, fann sína heimild og rætttvísgering í føroyskari munnmentan, henni, sum Hammershaimb leggur fram í sýnisbók síni, Anthologiini. Tað er eyðsæð, at hann hevur lagt dent á at gera úrvalið fjølbroytt, men hann hevur eisini valt tað fagra og bæriliga burturúr og lopið tað, sum bar á brá at vera óvandaligt, um, eitt nú í úrvalinum av táttaskaldskapi. Stílin í sagnunum arbeiddi hann, til hann var sterkur og heilskapaður.

Tann munnligi skaldskapurin, sum Anthologiin gjørdi atkomuligan, gjørdist bæði tema og evni í føroyskum skriftbókmentum frá byrjan. Men føroyskt ritmál fann eisini próvgrundina fyri sínum lívsrætti í føroyskum lívi – siðum og lívsháttum í tí líki, teir eru tulkaðir í fólkalívsmyndunum hjá Hammershaimb, ikki minst felagsskapinum, sum kemur til sjóndar í tulking hansara av grindadrápinum.