ævintýr

Æ. eru sum skaldskaparslag munnbornar søgur um vanlig fólk í einum yvirnatúrligum heimi. Heitið verður nýtt um fleiri sløg av søgum, ið als ikki øll hava sama yvirnatúrliga innihald.
Antti Aarne og Stith Thompson hava gjørt eina skrá yvir heimsins ævintýr. Har eru tey skift sundur í 5 høvuðsbólkar ella týpur. Sum annar munnborin skaldskapur hava ævintýrini ongan kendan høvund ella upprunaligan form. Tey kennast aftur eftir greining av søgugongd og innihaldi, og á tann hátt hava Aarne og Thompson skift tey sundur í týpur hvørja við sínum nummari og stavunum AT frammanfyri. Hesar týpur og høvuðsbólkar eru: I Djóraævintýr (AT 1-299), Ì Eginlig ævintýr (AT 300- 1199), ÌI Skemtiævintýr (AT 1200- 1999), IV Formilævintýr (AT 2000-2399) og V Ymisk ævintýr (AT 2400.2499). Hesin seinasti bólkurin umfatar tey æ., ið høvundarnir ikki fingu at hóska til hinar bólkarnar.
Í øllum vanligum brúki verður oftast hugsað um søgurnar í bólki Ì, tá talan er um ævintýr. Serstakliga kanska undirbólk A, ið verður kallaður Gandaævintýr (AT 300-749). Í hesum bólki eru m.a. tær væl kendu søgurnar um ein fátækan drong, ið bjargar eini prinsessu, sum trøll við níggju høvdum ella onkur onnur yvirnatúrlig vera hevur tikið; í endanum giftist drongurin við prinsessuni og verður kongur. Ella eina fátæka gentu, ið bjargar einum prinsi, sum ofta er umskaptur til okkurt andskræmiligt, og síðani giftist við honum og gerst drotning. Øll liva síðani lukkuliga.
Hóast ævintýr sum skaldskaparslag upprunaliga eru munnbornar søgur, kenna vit tey nú í tíðini best og ivaleyst bert úr ritstjórnaðum, prentaðum útgávum. Charles Perrault (1628-1703) var hin fyrsti at geva út eitt savn við søgum, ið eru ritstjórnað ævintýr. Bókin kom í 1697 og nevndist Søgur og frásagnir úr farnum tíðum við undirheitinum Gásamóðir sigur frá ( Les Contes de ma Mère l’Oye). Millum søgurnar í hesum savni eru so víðagitnar søgur sum Reyðhetta, Tornarósa og Øskufía. Perrault óttaðist bókmentaliga og mentanarliga smakkin í tíðini, lagaði søgurnar til, sum honum tókti best og gav tær út í navninum á 10 ára gamla syni sínum. Bókin gjørdist ómetaliga væl umtókt og var sum frá leið týdd til flestøll fjølment evropeisk mál. Seinni fóru fólk aðrastaðni at savna og skriva upp ævintýr, og summpart við beinleiðis fyrimynd í søgunum hjá Perrault komu serliga í 19. øld fleiri kend søvn við ritstjórnaðum ævintýrum. Kendast eru ævintýrini hjá týskarunum Jacob og Wilhelm Grimm. Eisini í Norðurlondum vaks áhugin, og millum kendastu útgávur eru tær hjá Ewald Tang Christensen í Danmark, Asbjørnsen og Moe í Noreg, og Jóni Árnasyni í Íslandi.
Í Føroyum tók Jakob Jakobsen tráðin upp, og í árunum 1898-1901 gav hann út savn sítt við føroyskum sagnum og ævintýrum. Eisini hann ritstjórnaði søgurnar, sum hann savnaði, so vit kunnu siga, at soleiðis sum vit lesa tær hjá honum, hava tær ikki verið sagdar honum. Hansara ritstjórnan er mest av málsligum slag. Hann flytur munnliga frásøgn í skrift við teimum tillagingum, ið tá eru neyðugar, og hartil reinsar hann frásøgnina fyri útlendskan málburð.
Mangt bendir á, at æ. valla eru gamal skaldskapur í Føroyum. Tað tykist, sum tey eru komin í munnliga frásøgn í Føroyum eftir fólksligum, einahelst donskum útgávum. Men sum væntandi er í munnligari søgulist, hava fólk lagað tey til so við og við, so tey ofta hava føroyskan dám í mongum lutum. Summi teirra eru tó ivaleyst gomul í Føroyum.
Kirsten Brix: “Drongurin, ið burturtikin varð av sjótrøllakonginum”, Varðanum bd. 59 1992, bls. 188-219.
Jakob Jakobsen: Færøske Folkesagn og Æventyr 1899-1901
 EA

ævisøga (da. biografi, av gr. bios lív, og graphein skriva)

Rit um lív um virki hjá einumeinstaklingi. Kann vera skrivað úr ymsum sjónarhornum. Frá turrisligari skráseting av skjalfestum upplýsingum til vísindaliga kanning av tí søguliga og samfelagsliga umhvørvinum hjá tí, sum skrivað verður um, soleiðis at leikluturin hjá viðkomandi og ávirkanin hann hevur havt verða týðuliga lýst. Summar æ. eru skrivaðar høvuðspersóninum til heiðurs og leggja megináherðslu á at rósa. Aðrar æ. eru í høvuðsheitum í skaldsøguformi. Sí eisini *sjálvsævisøga, *ævisøguligt háttalag.
Alain Shelston: Biography. The Critical Idiom 1977.

ævisøguligt háttalag

Tað søguliga sjónarhornið spyr altíð um, hvussu og hví tingini henda. Og spyrja vit eftir bakgrundini fyri einum skaldverki, so er tað rímiligt, at áhugin vendist at persóninum, sum hevur skapað verkið, høvundinum, lívssøgu, persónsmensku hansara. Hetta er æ.h.; lív og skaldskapur verða granskað sum ein heild. Ofta verður megináherðslan løgd á lívssøguna, skaldskapurin kemur í aðru røð. Lyndið og persónsmenskan hava stundum verið lisin burtur úr verkunum, sum tá ið G. Brandes skrivaði sína stóru bók um Shakespeare út frá verkum hansara. Øvugt kann granskarin, sum Saint- Beuve, byggja stórar partar av skaldalýsing síni upp av privatum ævisøguligum tilfari. Men í báðum førum verður gingið frá verki til persónsmensku. Verkið verður ikki upplivað sum eitt sjálvstøðugt fagurfrøðiligt fyribrigdi men sum eitt menniskjansligt skjal. Við at lesa verkið og kanna bakgrundina fyri tí koma vit fram til menniskjað handan verkið. Romantikkurin, sum mótsett klassisismuni tók tað sermerkta fram um tað almenna, dyrkaði hugmyndina um, at summi fólk, serliga listafólk, vóru flogvit og høvdu størri innlit í tilveruna og lógir alheimsins enn vanlig fólk. Tey kundu hjálpa øðrum at fata veruleikan, vakurleika, hugsjónir. Skaldini sjálv vóru uppaftur áhugaverdari enn verk teirra. Skaldverkini vóru vitnisburður um persónsmenskuna meir enn um skaldskapin. Bara gjøgnum upplivan av einari livandi, virknari persónsmensku vinna bókmentagranskararnir á mál. Standa teir við tekstum eftir ókendar høvundar, lata teir vera at greina teir ella skapa út frá verkinum eina mynd av einari persónsmensku, hvørs eyðkenni teir síðani lesa úr verkinum. Standa teir við tekstum eftir kendar høvundar, leita teir allastaðni eftir kunnleika um persónsmensku yrkjarans, ikki bara ta skaldsligu men eisini ta privatu.
Tann almenna lívssøgan er eins gomul og tann málsliga mentanin og er sprottin av tørvinum fyri at minnast tey farnu. Av minnunum hjá ættini spratt ættarsøgan; sum staðfesting av ríkiseindini og kongstignini spruttu kongasøgurnar; halgimennasøgurnar váttaðu tað innara høpið í kirkjuni og skuldu læra kirkjuliðið upp í dygdum. Felags fyri hesi sløgini av ævisøgum er, at tær eru lýsingar av dygd, “hagiografiir”. Tær áttu ikki at siga frá persónum, sum teir vóru, men frá teimum eyðkennunum, sum bólkurin teir hoyrdu til metti at vera umráðandi og verd at minnast. Tí eru ævisøgurnar góðar heimildir um menniskjahugsjónir í ymsum tíðum hjá ymsum bólkum. Óbeinleiðis kemur virðismetingin eisini fram í úrvalinum av persónum, sum ævisøgur vórðu skrivaðar um. Tær vórðu sjáldan skrivaðar um yrkjarar. Teir høvdu ikki nóg stórt sjálvstøðugt samfelagsligt virði til at verða heiðraðir við ævisøgu. Teir vóru bundnir at sínum verndarum, skrivaðu um og fyri teir. Eingin ævisøga er um Shakespeare úr hansara samtíð. Ikki fyrr enn verndaraskipanin var burturdottin og yrkjarar vóru viðurkendir í samfelagnum, fóru yrkjaraævisøgur at stinga seg upp.
Spurningurin um, hvussu lív yrkjarans setur dám á verk hansara, hoyrir heima í tíðini frá og við romantikkinum. Um eldri høvundar vita vit ofta sera lítið; ei heldur geva teir seg nógv til kennar í verkum sínum. Og hóast vit vita nógv um yrkjaran Holberg t.d., so finna vit ikki nógv spor av ævisøgu hansara í eitt nú skemtileikunum, hann skrivaði. Øðrvísi verður seinni, tá ið yrkjarum verður elvt til at dyrka og orða sítt egna kenslulív í skaldskapinum og skriva um sínar egnu lívsroyndir. Fáar yrkjaraævisøgur eru eldri enn frá 19. øld, og tað var eisini tá, at æ.h. í bókmentagransking varð skapt. Um miðja 19. øld loysti æ.h. av álvara høvdið; tað var um tað mundið, tá ið positivisman gjørdi vart við seg, í Fraklandi serliga við teimum navnfromu Sainte-Beuve og Hippolyte Taine.
Í 20. øld hava nýggj rák vunnið fram í bókmentaligari ævisøguskriving. Ávirkan frá sálarfrøði og sálarsjúkufrøði hevur broytt stórar partar av ævisøguligu bókmentagranskingini. Tað ger m.a., at tann breiða anekdotiska frásøgnin, sum frá fyrstu tíð eyðkendi yrkjaraævisøguna, hevur vikið fyri sálarfrøðiligum lýsingum.
Frá bókmentafrøðiligum sjónarhorni er orsøk til at vera varin við at søkkja seg niður í ævisøguligar upplýsingar um skaldverk. Sovorðnar upplýsingar kunnu vera áhugaverdar, men kunnu eisini lættliga órógva veruliga fatan av verkinum. Tað jaliga liggur strangt tikið bara í, at ævisøgulig vitan kann nýtast til at kanna, hvussu tilfar úr veruleikanum verður umformað til skaldskap. – Í føroyskari bókmentagransking er stórtøknasta dømið um æ.h. bøkurnar hjá Hanusi Andreassen um J.H.O. Djurhuus.
C. A. Sainte-Beuve: Kritikker og portrætter 1946. L. Edel: Literary Biography 1957. Johan F. Jensen: Nykritikken 1962.