Sigert
Henda bókin er um Sigert (1869-1931) í Kirkjubø, ein av heimsins størstu ferðamonnum. Fyrsta ferð hansara gekk gjøgnum Vestursibiriu, bæði sunnarlaga og norðarlaga, árini 1889-1895. Sigert gjørdi nógvar ferðir, men Sibiruferðina vita vit mest um, tí um hana skrivaði hann stóru bók sína. - Seinni skrivaði hann aðrar bøkur, rit og greinir. - Eftir tær endaleysu víddirnar í Sibiriu var Evropa honum almenningur, sum hóskaðu til styttri stuttleikaferðir - eitt nú fór hann á kosakkarossi úr Keypmannahavn til París á heimsframsýningina aldaskiftiárið.
Her verður sagt frá ferðamanni, føðilandsvini, rithøvundi, røðara, hugsjóna-, ævintýramanni og droymara. Hugsanum hansara um veraldarríkið sum einastu gongdu leið til frið millum øll lond og tjóðir. Vakurleikahøllum til røktan av kropsligari og andaligari heilsu. Ómettandi eygum og lívshugi.
Henda bókin er um Sigert, sum var sín egin.
Dáta um bókina
- Rithøvundur | Turið Sigurðardóttir
- Útgávurár | 1994
- Tøk | Bókin er útseld
- Bólkur | Yrkisbókmentir