Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Jákupsvegurin

Í Jákupsvegnum greiðir Bergljót av Skarði frá tí vallaraferðini, sum hon og systrar hennara Inga Rósa og Turið fóru til Santiago de Compostela og Fisterra í 2010. Leiðin lá úr Runsival og tvørtur um Norðurspania. Gingið varð við ryggsekki á baki og gist í pílagrímaherbergum, eina nátt í hvørjum stað. Tað spennandi var ikki minst ferðin sjálv og tað at halda á ókunnguar leiðir hvønn morgun. Svenska Karin Boye sigur tað soleiðis:

/…/
Víst hevur mál og meining okkar ferð,
men tað er leiðin sjálv, sum virðið er.

Ein stokkut náttarhvíld er besta mál,
í skundi bróta breyð við nýkynt bál.

Á støðum, har tú svevur einans ferð,
er svøvnur tryggur, dreymur sangir ber.

Til brots! Til brots! Tín dagur út seg býr.
Tað aldrin enda fær, títt ævintýr.

Úr formæli
Hesin bóklingur er ein ferðafrágreiðing frá okkara pílagrímsferð á vári 2010 eftir Camino de Santiago, Jákupsvegnum. Tað var ein ógloymandi uppliving, sum vit fegin vilja luta við øll, sum tíma at lurta. Vónin er, at frágreiðingin eisini skal vera íblástur og leiðbeining til komandi pílagrímar. Kanska vit skuldu gjørt eitt pílagrímsfelag í Føroyum? Allar upplýsingar eru grundaðar á okkara egnu royndir, sjálvsagt sera subjektivar. Turið hevur skrivað inngangin Vallari far fram um vøll. Bergljót hevur skrivað bloggin, teir partarnir eru við skákskrift. Dagbókin er samanskriving av dagbókum, tí er onkuntíð skifti í sjónarhorni.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Bergljót av Skarði
  • Útgávurár | 2011
  • ISBN | 978-99918-820-5-5
  • Tøk | Ja
  • Bólkur | Yrkisbókmentir