Virðingin fyri veruleikanum

Samfelagslýsing og samfelagsavdúkan í skaldsøgunum hjá Martini Joensen

Bókmentir verða til við ávísar umstøður, í ávísum støðum og tíðum. Tær eru tí ongantíð isolerað fyribrigdi: Antin tað eru háfloygdar yrkingar ella realistiskar søgur, so eru tær partar av samfelagsveruleikanum, og tann, sum vil skilja og tulka bókmentir, sleppur tí ikki undan at skoða tær í samfelagsligum ljósi.

I. BÓKMENTIR OG HUGMYNDAFRØÐI

Eingin hevur greint samfelagið av slíkari heildarfatan sum Karl Marx. Eftir vísindaligum leiðum kemur hann fram til eina heildarmynd av samfelagnum, har allir tættir mannalívsins standa í ávísum sínámillum lutfalli við búskapinum sum grundarlag. Høvuðshugsanin í materialistisku heimsfatanini hjá Karl Marx er, at tað er tað búskaparliga støðið, við øðrum orðum tey evnisligu (materiellu) framleiðsluviðurskiftini, sum treyta alt medvit, alt andligt lív. Tað er ikki medvit okkara, sum treytar okkara samfelagsliga lív, men tvørturímóti okkara samfelagsliga lív, sum treytar medvit okkara. Andligi ella hugmyndaligi yvirbygningur samfelagsins, sum hann vísir seg í gerandislívinum og sum hann er umboðaður í stovnum samfelagsins, lóggávuvaldi, dómstólum, skúlum, átrúnaði ella list, er sprottin av evnisliga støðinum. Men samstundis virka hugmyndirnar aftur á evnisliga veruleikan, ávirkanin gongur báðar vegir, tó so at tað evnisliga setur tær avgerandi rammurnar.

Alt hetta merkir tó ikki, at sambandið millum hugmyndirnar og tann búskaparliga veruleikan er einfalt og eintýtt, og at tær ráðandi hugmyndirnar uttan víðari eru ein sonn mynd av veruleikanum. Í stættasamfelagnum er veruleikin hjá teimum ráðandi ein, hjá teimum kúgaðu ein annar; men búskaparliga valdið hjá tí ráðandi stættini ger, at hugmyndir hennara fáa alment gildi og verða ráðandi hugmyndirnar í samfelagnum. Eitt dømi um hetta er øll tann rúgvismikla lóggávan um privatognarrættin, ein lóg, sum stórt sæð bara hevur negativa merking fyri øll onnur enn ognarstættina, men sum kortini verður vird av flestum samfelagsbólkum. Hetta skal ikki skilj-ast so, at tann ráðandi stættin altíð medvitað breiðir hugmyndir sínar út – oftast er tað ómedvitað, eins og tað yvirhøvur eru ómedvitaðar hugmyndir, sum liggja aftan fyri gerðir og hugsanir okkara um okkum sjálv og samfelagið. Hesar hugmyndir okkara um okkum sjálv og samfelagið ella henda hugmyndafrøði (ideologi) byggir fyri ein stóran part á beinleiðis upplivan av veruleikanum, sum hann kemur til sjóndar á yvirflatuni, men ikki á tey avgerandi orsakasamanhangini, sum liggja undir yvirflatuni. Slíkur yvirflatuskilningur, sum breiðir út yvir veruliga samanhangið í samfelagnum, er oftast til gagns fyri tær kreftir, sum frammanundan hava fyrimun av verandi skipan. Henda nýtsla av orðinum hugmyndafrøði er tann marxistiska, har hugmyndafrøði merkir tað „avskeplaða medvit“, sum forðar okkum í at skilja, hvørjar kreftir stýra samfelagnum. Hetta er sostatt ein onnur merking enn tann vanliga, tá ið hugmyndafrøði merkir savn ella skipan av hugmyndum, sum verða brúktar medvitað og tilætlað, sum til dømis tá ið tosað verður um kristna ella politiska hugmyndafrøði.

Ein sannroynd, sum er av størsta týdningi, tá ið tosað verður um andligan yvirbygning og hugmyndafrøði er, at hóast hugmyndafrøðin í síðsta enda er treytað av teimum evnisligu viðurskiftunum, so er hon ikki sjálvvirkandi endurspegling av búskapinum, men kann broytast og mennast við ávísum frælsi; hon kann, sum ofta er, halta aftan á búskaparligu menningini á nógvum økjum, ella hon kann fara fram um hesa, vísa frameftir og verða stýrandi fyri búskaparmenningina, og eftir marxistiskari hugsan er tað júst innan fyri hugmyndafrøðina – í bardaganum millum satt og avskeplað medvit – at tað endaliga stríðið fyri kollveltingini fer fram.

Listin, bókmentirnar, eru partur av andliga yvirbygninginum í samfelagnum, og tær hava eisini eitt ávíst frælsi mótvegis búskapinum. Men bókmentir eru tó altíð á onkran hátt vitnisburður um samfelag sítt. Tær kunnu vera tað við at staðfesta ta ráðandi hugmyndafrøðina, eins og hin sokallaði lættisoppalesnðaðurin er eyðsæddasta dømið um. Men bókmentir kunnu eisini – og tað er eitt av virðismestu eyðkennum teirra frá kollveltingarsjónarmiði – avdúka hugmyndafrøðina og veita eitt innlit í samfelagsveruleikan, sum gongur longri enn at skræðuni, soleiðis at høpi, sum hugmyndafrøðin breiðir útyvir, koma fram. Hesa avdúking kunnu bókmentir fremja í størri ella minni mun, tí hvussu gløgt eyga høvundurin hevur, verður tað altíð ein partur, hann ikki kann avdúka, av tí at hann sjálvur er treytaður av tí samfelagsveruleika, sum hann stendur mitt í.

Endamálið við hesari grein er at kanna samfelagsfatanina í tí dupultu skaldsøguni hjá Martini Joensen, Fiskimenn og Tað lýsir á landi, hvussu hann við lýsing síni av samspælinum millum samfelag og einstakling, millum búskaparligt støði og andligan yvirbygning avdúkar stættasamfelagið. Tað vil sambært tí omanfyri sagda siga, hvussu honum eydnast at avdúka hugmyndafrøðina í samfelagnum, hann lýsir, nevniliga føroyska stættasamfelagið í 1920-30 árunum, júst teimum árunum, tá ið tann kapitalistiska menningin tekur dik á seg her á landi, samstundis sum heimskreppan ger kúganina og úrnýtingina av lønararbeiðarum serliga sjónska. Óætlað er, um ikki Martin Joensen, sum tann djúpskygdi samfelagslýsari hann er, gevur okkum lykilin til ein part av tí fortíð, sum nútíð okkara eigur røtur sínar í.

Fiskimenn (1946) og Tað lýsir á landi (1952) eru ein heild, skaldsøga í tveimum bindum. Sami høvuðspersónur er í báðum bókunum, og hendingarnar í tí seinnu eru framhald av tí fyrru. Í Fiskimonnum hoyra vit um lívið í keypstaðnum og um borð á sluppini Ørnini, og ørnarmanningin er høvuðspersónur javnt við bygdarmannin Símun. Tað lýsir á landi sigur frá bygdarlívinum við Símuni sum høvuðspersóni, og samanlagt fevnir skaldsøgan tí um føroyska samfelagið

í heild. – Greinin er soleiðis bygd upp, at aftan á hesi inngangsorð verður í II. kapitli, Føroyska samfelagið – søgusamfelagið, greitt frá búskaparligu viðurskiftunum í samfelagnum, søgan lýsir, og søgusamfelagið sæð í mun til føroysku samfelagsmenningina í tíðarskeiðinum. Hetta er grundarlagið undir viðgerðini av hugmyndafrøðini í sam-felagnum í III. kapitli, Máttur kúganar og mótstøðu, sum er høvuðsevnið í greinini. Her er talan um bæði tað „avskeplaða medvit“, sum ger kapitalistiska úrnýting í arbeiðslívinum møguliga, tær kúgandi hugmyndir, um fjøtra tað persónliga lívið – heimalívið og hjúnalívið – og mótstøðukreftirnar, sum liggja bæði hjá hinum einstøku og í stættastríðnum og arbeiðararørsluni. Í IV. og seinasta kaptili, Høvundurin og verk hansara, verða so drignir saman høvuðsniðurstøðurnar av II. og III. kapitli og greindir megintættirnir í menningarsøgu Símunar. Á hesum grundarlag verður roynt at greina boðskap høvundarins, hvussu langt hann røkkur í kritiskari avdúkan av samfelagi sínum og hvar tann kritiska sjónin svíkur í lýsing hansara.

At Martin Joensen ikki hevur verið so høgt mettur sum hann hevur uppiborið, kemst kanska av, at ráðandi bókmentasmakkur stevndi aðra leið enn Martin. Tann gerandisliga og álvarsliga frásøgnin fell ikki altíð í góða jørð. Eitt annars hópin rósandi ummæli av Útráki (1949) sigur m.a. um høvundin, at hann hevur „eina óspilta kanska mest sum ov stóra virðing fyri veruleikanum og sjálvsagdar gávur til at geva honum orð“ (Ole Jacobsen, Útiseti 1950: 137, áherðsla: T. S.). Eingin frágreiðing ella dømi fylgja metingini, sum her er undirstrikað, hon sigur tí ikki so nógv um Útrák, men tess meira um ta áskoðan, sum liggur aftan fyri orðini: At bókmentir eiga at vera til okkurt annað enn at glímast við tann veruleika, sum vit standa mitt í. – Borgaralig hugmyndafrøði býtir tilveruna sundur í avmarkaðar, sínámillum avbyrgdar tættir og sær ikki, hvussu hesir ymsu tættir lívsins hanga saman og treyta hvønn annan. Bókmentirnar eru ein av hesum táttum, og tann borgaraliga fatanrin sær í teimum møguleikar fyri „mentan“ og njóting, men ger lítið av at síggja tær í samanhangi við tann veruleika, sum treytar tær og sum tær eisini ávirka. Listin er ein sunnudagsheimur, har veruleikin er útlagin, ein reinsaður hugsjónaheimur, sum tað ber til at flýggja til og hvíla og styrkja seg í, soleiðis at lættari verður at tola veruleikan. Tað er henda tronga fatan av listini og bókment-unum, sum liggur aftan fyri nevnda ummæli av Martini Joensen.

Tað tykist kanska ov nógv avgjørt at taka eina slintru úr einum tretivu ára gomlum ummæli upp, men hesi somu orðini um „mest sum ov stóra virðing fyri veruleikanum“ vóru aftur at síggja, tá ið bøkurnar hjá Martini Joensen vórðu uppaftur-prentaðar í 1977 (Hans Thomsen, Bókatíðindi Nr. 1 1977), og nú var metingin vorðin galdandi um Martin Joensen í heild. Tí er neyðugt at endurskoða henda pástandin, sum hevur sett sín dám á ta almennu metingina av verkum Martin Joensens. – Tað er ikki minst virðingin fyri veruleikanum, sum gevur skald-søg-um Martins teirra stóra virði. Ikki at hann bara sum myndatólið endurgevur veruleikan, soleiðis sum fløkta samspæl dagliga lívsins vísir okkum hann, men at hann fer undir yvirflatuna og vísir á høpi og orsøkir.

II. FØROYSKA SAMFELAGIÐ – SØGUSAMFELAGIÐ

Búskaparstøði í keypstaðnum

Tá ið skipsfiskiskapurin og fiskatilvirkingin eru vorðin høv-uðsvinnan, trunkast fólkið saman í vinnumiðstøðir, og keyp-staðir vaksa fram. Tað er ein slíkur keypstaður í vøkstri, vit hoyra um í Fiskimonnum, har er vinnulívið í menning og fólk streymar til av bygdunum. Tað er ein maður, stórkeypmaður og reiðari, Kristian Kristiansen, sum eigur handilin og fram-leiðslutólini:

Hann átti stór handilshús og fiskapláss so víðfør sum fleiri gyll-in í jørð, turkihús hevði hann eisini fingið sær, haðani ljóðið frá maskinum hoyrdist, og ein konufólkastreymur fløddi út og inn í heilum.

Fiskimenn 38

Eyðsæð er, at Fiskimenn og Tað lýsir á landi skulu tíðarfestast til nítjanhundrað og tjúguni og byrjanina av tríatiárunum. Ein ábending um hetta er útgerðin á skipunum: maskinskip eru ikki ókend, men Ørnin og skip flest hava ikki maskinu, og m.a. tí ber illa til at tíðarfesta Fiskimenn seinni enn til tjúguni. Tað eru ringar tíðir, og í Tað lýsir á landi hoyra vit, at reiðarin er farin av knóranum. Hetta samsvarar við ta vaksandi kreppuna í tjúgunum við lækkandi saltfiskaprísi, sum kom í botn í 1932. Greitt er, at Fiskimenn gongur frá vári og út á heystið sama ár einaferð tíðliga í tjúgunum, og Tað lýsir á landi tekur við nøkur ár seinni og røkkur um tvey ár fyrst í tríatiárunum.

Samfelagsmenningin í tjúgunum miðar ímóti at fullfíggja ta menning, sum byrjaði við fríhandlinum í 1856: broytingina frá tí nýtsluvirðiskapandi bóndasamfelagnum til kapitalistiskt vøruframleiðandi samfelag við fiskivinnu sum høvuðsvinnugrein. Samfelagsbroytingin speglast týðuliga í hesi talvu yvir lutfallið í teimum ymsu vinnugreinunum í 1911, 1921 og 1930:

1911

1921

1930

%

%

%

Landbúnaður

10,4

7,9

7,0

Fiskiveiða

21,3

26,3

29,2

Landb. og fiskiv.

43,8

36,0

28,4

Handv. og ídnaður

7,5

10,1

13,2

Handil

4,7

5,7

6,7

Annað

12,3

14,0

15,5

Jóansson, Tórður 1975: 34

Sambært talvuni mennast allar vinnugreinar uttan landbúnaðurin, sum gongur aftur. Tey, sum bara liva av landbúnaði, fækkast úr 10,4% til 7%. Bólkurin sum livir bæði av landbúnaði og fiskiveiði er tann fjølmentasti í 1911 og 1921, men í 1930 er hann minkaður úr 43,8% til 28,4%, og tá er bólkurin, sum livir bara av fiskiveiði vorðin tann fjølmentasti, nevniliga 29,2%. Tað er sostatt júst í teimum árunum, skaldsøgan fer fram, at fiskivinnan verður høvuðsvinnan burturav, samstundis sum eisini handil, ídnaður og annað arbeiði økist.

Meðan fólkatalið í Føroyum í øldir hevði staðið í stað, gav tað nýggja vinnulívið møguleika fyri fólkavøkstri, og frá 1921 til 1935 vaks fólkatalið úr 21.352 til 25.744 íbúgvar. Tey stóru arbeiðsplássini, sum fiskiídnaðurin skapar, og skipsfiskiskapurin við øllum, sum honum tilhoyrir, krevja nógv fólk í sama stað, og so við og við verða tað lutfalsliga fleiri, sum búgva í keypstøðum enn smábygdum. Tað eru ikki minst bygdir við góðum skipahavnum og byggilendi, sum vaksa og mennast til keypstaðir. Tvøroyri, sum óivað er fyrimyndin fyri keypstaðnum í Fiskimonnum, er dømi um ein slíkan blómandi keypstað: frá 1860 til 1930 vaks fólkatalið har frá umleið 300 til 2000, ein vøkstur, sum er lutfalsliga nógv størri enn vøksturin í Føroyum í heild – í 1860 búðu 3,8% av føroyingum á Tvøroyri, men í 1930 heili 8,1%.

Í Fiskimonnum eigur Kristiansen handilin, stór fiskapláss og hevur fingið sær turkihús við maskinum. Hann sendir stóra skonnart til Íslands at taka fisk frá skipum sínum, sum har fiska. Og handil hansara fevnir ikki bara um keypstaðin, men røkkur við úthandlum til minst tvær bygdir, sum vit síggja, tá ið Kristiansen sigur við Edvin av Ørnini:

„...Eg havi ofta álagt handilsmanni okkara har heima í bygd tykkara at lata vera at lata út til fólk upp á borg...“

Fiskimenn 57

Og í Tað lýsir á landi hoyra vit, at handilin í bygdini hevur verið úthandil hjá Kristiansen, „gamli handilsmaður“ hevur handlað fyri Kristiansen og fór ikki at handla sjálvur fyrr enn Kristiansen doyði.

Keypstaðurin veksur. Tað eru tey ognarleysu, sum rýma av bygdunum og flykkjast í keypstaðin, har...

...tað var so vælsignað at liva, eitt satt Kánansland, ein vælsignað dagløn at forvinna hvønn tann einasta dag og arbeið at fáa fyri allar hendur, konu og børn, alt árið ígjøgnum...

Fiskimenn 38

Hesi bygdarfólk, menn, kvinnur og børn, bjóða arbeiðsmegi sína fram við handilin og fara upp í flokkin, sum...

...summar og vetur streymaði til handilin eins og ein sildatorva og stóð á rað við skivuna, bíðandi eftir at sleppa at flyta ein mjølsekk ella ein sukurkassa.

Fiskimenn 38

Men hvussu eru so korini hjá tí arbeiðandi fólkinum í keypstaðnum? Goliat, vísmaðurin í keypstaðnum, sigur soleiðis einaferð, tá ið fiskimenn av bygd og arbeiðsmenn í keypstaðnum tráberast um, hvørjir hava harðari arbeiðs- og livikor:

„...Ein treingir til pengar, so leingi hann livir, og tað eru summi fólk, ið svimja í tí slagnum, og onnur eiga einki, síggja ikki oyra, hóast tey hava arbeitt og strítt lívið alt. Tit halda, at keypstaðar-menninir standa seg væl, tí teir hava fastar daglønir; men eg eri nú eini trýsinstjúgu ár og eri føddur og uppvaksin á hesum plássi, og eg eri blóðfátækur.“

Fiskimenn 245

Sambært hesum er tað ikki meira, enn arbeiðarin anir, hóast ta „vælsignaðu“ daglønina og alt arbeiðið, meðan handilsvirkið hjá Kristiansen, sum vit hava hoyrt, stendur í vøkstri. Meirvirðið, virðisvøksturin, sum arbeiðsfólkið skapar við arbeiði sínum, t.e. tað virðið, sum er eftir, tá ið viðhald av arbeiðsmegini er tikið frá, fer sum vinningur eyðvaldsins fyri ein part til íløgur, sum so aftur geva meira arbeiði og størri vinning. Keypstaðarfólkið hevur ikki annað í at velja enn at søkja sær arbeiði hjá keypmansvaldinum. Sum ein keypstaðarmaður sigur í kjaki við bygdarmenn:

„...vit hava onga kúgv á básinum og ongar eplatunnur á loftinum, vit fáa ikki pottin á loft, uttan vit hava pengarnar í lummanum, fáa ikki vent okkum, uttan oyruni skulu út.“

Fiskimenn 90

Men júst tað, at arbeiðsfólkið einki eigur uttan arbeiðsmegi sína, hvessir stríðið millum tey og eyðvaldið og noyðir tey at ganga saman í feløg at stríðast fyri betri korum. – Tað var í 1915, at arbeiðsmenn á landi stovnaðu fyrsta felag sítt, arbeiðsmannafelagið Enigheden, seinni Fylking, á Tvøroyri. Í Fiskimonnum fáa vit kunnleika til arbeiðsmannafelagið í keypstaðnum í frásøgnini um verkfallið, sum verður, tá ið keypmaðurin setur seg ímóti kravinum um lønarhækkan. Tá vísa arbeiðsmenn stættarmedvit og samhald bæði mótvegis keypmanni og fiskimonnum, sum mótarbeiða verkfallinum.

„Vit koma at nokta tykkum at arbeiða“, segði arbeiðsmannafel-agsformaðurin. „Tað er okkara partur at innskipa kol og salt. Vit streika, og arbeiðsmannafelagið hevur viðtikið, at eingin, hvørki limur ella ikki limur má taka hond í lønandi arbeiði, so leingi streikan varar.“

Fiskimenn 248

Hóast ørnarmenninir bróta streikuna, kemur seinni upp, at hon var ikki til einkis, men endaði við lønarhækkan.

Í fiskahúsinum arbeiðir ein hópur av kvinnum, gentur og giftar konur úr keypstaðnum og gentur av bygd, ið eru komnar at vinna sær livibreyð á sama hátt sum bygdarmenn, ið eru við sluppum úr keypstaðnum. – Fyrsta arbeiðskvinnufelagið í Føroyum varð stovnað í 1922, tað var Fiskepigernes fagforening á Tvøroyri. Í Fiskimonnum hoyra vit í veitslurøðuni hjá formanni tess, at felagið við verkføllum hevur vunnið fiskagentunum betri kor og styrkt stættarmedvit teirra:

„...vinna vit ikki okkara rætt við góðum, so leggja vit arbeiðið niður, streika.“ „...vaska ikki ein stert og breiða ikki ein murt. Og sovorðna makt hevur konufólkið nú í hesum plássi, at alt arbeiðið steðgar.“

Fiskimenn 119

Men hóast hesi djørvu orð er tað so sum so við rættinum hjá konufólkinum, og løn teirra er uppaftur lægri enn mannfólkalønin. Fyri arbeiðarar og fiskimenn hevur tað tann týdning, at teir hóast alt ikki eru á botninum – har er konufólkið. Og soleiðis skal tað vera – tað heldur í hvussu er fiskirótin á Ørnini, Sigmundur:

„Tit konufólk, sum arbeiða í fiski, hava størri ársinntøku enn vit, sum liggja uppi á Suðurlandinum og hava konu og børn at føða.“ /.../„Lúsa konufólk skulu hava líka so nógva løn sum mannfólk.“

Fiskimenn 246

Her skal bara viðmerkjast, at sjálvur eigur Sigmundur hvørki konu ella børn. – Sambært omanfyri sagda verða fiskagenturnar fyri tvífaldari kúgan: Sum lønararbeiðarar verða tær fyri kapitalistiskari kúgan og samstundis sum kvinnur fyri patriarkalskari kúgan. Tær ungu fiskagenturnar, sum bara eru sínir egnu uppihaldarar, klára seg so dánt fíggjarliga, men hetta búskaparliga frælsið hjá kvinnum í lønararbeiði er tó bara fyribils. Flestar giftast tær, og halda tær fram at arbeiða sum giftar konur, er arbeiðsbyrði teirra við húsmóðurstarvinum dupult, og løn teirra er so lág, at tær verða kortini fíggjarliga ófrælsar, um tær eiga børn. Halda tær uppat at arbeiða og verða húsmøður burturav, verða tær uppaftur bundnari fíggjarliga. Tá ið Sára giftist fær hon uppihaldara, men hvat letur hon í staðin? Stutt eftir brúdleypið eru tey nýgiftu í keypstaðnum og ferðast.

„Eg fái kanska nakrar krónur frá tær“, bað Sára spakuliga og dró Símun út móti durunum. Hon var so mjúklig í eygnabránum og á málinum.

Tað lýsir á landi 47

Tað búskaparliga frælsið, hon neyt sum fiskagenta, er rokið, og hvussu nógv av persónsfrælsinum í somu ferðini?

Sum fyrr sagt, arbeiðir meginparturin av keypstaðarfólkinum hjá keypmanninum, men eisini út á bygdirnar toyggir keypmansvaldið seg. Haðani koma gentur at arbeiða í fiskahúsinum og manningarnar á sluppir Kristiansens. Skipstúrarnir eru tveir um árið, tríggjar til fýra mánaðir hvør. Tíðliga um várið fara teir á Suðurlandið og koma aftur mitt um summarið. Einar fjúrtan dagar verður steðgað heima, áðrenn teir fara seinna túrin. Tá fara teir á Eysturlandið, og ofta er liðið langt út á heystið, áðrenn teir sigla heim. Á út- og heimveg eru fiskimenninir í keypstaðnum eina stutta tíð, og um vetrarnar eru teir heima í bygdunum, rógva út á smábátum og selja fiskin til handilin ella úthandilin. Áðrenn teir fara avstaðaftur, velta teir, so konurnar kunnu seta eplini niður, tá ið tann tíð kemur, og millum túrarnar hava teir so dánt tíð at skera torvið, sum konur og børn so syrgja fyri at fáa turt. Nógvir teirra eiga eisini nóg nógva jørð til at hava kúgv og nakrar seyðir. – Sostatt hava fiskimenn av bygd yvirhøvur fjølbroyttari útvegir at lívbjarga sær enn keypstaðarfólkið. Skipsfiskiskapurin er vissuliga ein aðaltáttur í stríði teirra fyri útkomuni, men kortini er ójavnt, hvussu týðandi hann er, við tað, at millum fiskimenn eru bæði ognarleysir uppihaldarar og jarðarmenn. Hóast teir hava somu kor umborð, so spjaðir tann stóri munurin á umstøðunum, teir koma úr: summir hava bara avrokningina at dúva uppá, meðan aðrir eiga fullan hjall av kjøti; harafturat eru teir úr ymsum bygdum og eru bara saman ein part av árinum. Tann spjadda búsetingin og tey ójøvnu korini eiga sín stóra part í, at teir eru óupplýstir um stættastríðið og skilja ikki støðu sína í tí; teir hava ikki somu møguleikar at røkja medvit sítt og víðka fatan sína sum arbeiðsfólkið í keypstaðnum, ið arbeiðir og livir saman við somu kor. Fiskimenn halda lítið um felag sítt:

Eitt lúsafelag, fiskimenn høvdu – tosaðu teir – sum var so nógvar ferðir verri enn einki, og sum hevði snýtt teir undir eyguni./.../

Soleiðis hevði altíð verið, fiskimenn fingu aldri nakran mann, teir kundu líta á.

Fiskimenn 40-41

Miðstýringin í arbeiðarastríðnum ger, at fiskimenn skilja ikki seg sjálvar sum ta virknu megina í hesum stríði, fyri teimum er stættastríðið bara spurningurin um at fáa tann rætta mannin í formanssessin at berjast fyri seg.

Føroya Fiskimannafelag varð stovnað í 1911 til at umboða fiskimenn mótvegis Skiparafelagnum, stovnað 1896, og serliga Reiðarafelagnum, stovnað 1909. Lønarlagið var tað, at fiskimenn áttu ágóðan av einum frammanundan fastsettum parti av fonginum. Oftast var manningarparturin ágóðin av triðingi av bruttoveiðini, eftir at ymiskur kostnaður var drigin frá, t.d. agn og lóður. Endamálið hjá Fiskimannafelagnum var ikki minst at stríðast fyri, at so stórur partur sum gjørligt av teimum virðum, fiskimenn skaptu, skuldi koma teimum sjálvum til góðar. Tað er vituligt, at áður høvdu fiskimenn staðið veikir, um teir vildu mótmæla treytunum, sum reiðararnir settu, men Fiskimannafelagið vísti seg skjótt at vera eitt nýtiligt amboð.

Í fyrsta sáttmálanum millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið frá 1912 varð frábýtisrætturin[1] tryggjaður fiskimonnum. Hetta er rætturin hjá manningini at ráða yvir tí parti av veiðini á einum túri, sum líknast henni eftir sáttmála gjørdum framman undan túrinum millum manning og reiðara. Tað er sjálvur saltfiskurin, sum verður býttur. Tað er eyðsæð, at ein meginmunur er millum hetta og so tað, at reiðarin eigur fiskin (sum so fer sínar krókutu vegir, til reiðarin einaferð sendir síni uppgerð, „so og so nógv kg à so og so nógv, tygara avrokning so og so nógv“). Frábýtisrætturin gjørdist aðalvápnið í stríðnum við reiðaran – tað var jú næstan ógjørligt at hava eftirlit við sølu hansara. Ætlaðu fyrimunirnir av frábýtisrættinum vóru at fáa ávirkan á prísin og eftirlit við prísi og vekt, men ofta var nógv stríð og lítil vinningur av at nýta frábýtisrættin, tí fiskimenn høvdu onga sølusamskipan, og reiðararnir høvdu síni sambond á marknaðinum. Tað er tó greitt, at frábýti júst kundi koyra reiðaran av knóranum, tí hóast fiskurin ofta var ringur at selja, so fekst eitt bráðfeingislán upp á fiskin. Í tjúgunum varð ofta tosað um at býta frá, men sjáldan varð tað gjørt. Kortini hevði frábýtisrætturin ovurhonds stóran týdning sum pressión og til samanhalds. Tær fáu ferðir, býtt varð frá, hevndi reiðarin seg ofta við at koyra manningina ella forsprakkararnar av, men so blokkeraði Fiskimannafelagið straks og hevði javnan sigur. Og so bjargaði frábýti við hvørt fiskimansinntøkum, tá ið reiðarin fór av knóranum.

Sum altíð á snørisskipum er sjálvdráttur á Ørnini, manningarparturin verður býttur eftir, hvussu nógv hvør hevur drigið, t.e. eftir lipputalinum. Avrokningarnar eru tí ójavnar, og tá ið Edvin beint aftan á heimkomuna biður um at fáa pening útgoldnan, sigur reiðarin:

„Biður tú um 50 krónur, hevur tú drigið fyri so mikið?“

Fiskimenn 56

Teir einastu, sum hava fasta løn, eru skipari, bestimaður og kokkur. Sjálvdrátturin stuðlar upp undir kapping millum mana, kapping, ið kann gerast beisk og eitrandi sum t.d. millum Símun og Sigmund.

Símun hevði vunnið...

Hann hevði brotið svøvn – vakt eyguni út á kinn, sum hann hevði lovað – ligið og slotað eftir hvørjum murti, um stokkin kom... – og so galt alt baksið bara tað, at teljingin segði hann hava 50 toskar meira enn næsti maður.

Fiskimenn 33

Fiskimenn hava ymsar skyldur í sambandi við raksturin av skipinum, sostatt eru teir ikki leysir, tá ið teir koma heim aftan á ein túr uppá tríggjar til fýra mánaðir, men noyðast at landa fyri einki:

„Ja, er tað ikki harmiligt, at vit skulu standa og landa her fyri púra einki...“

Fiskimenn 89

sigur ein av ørnarmonnunum.

Arbeiðstreytir eins væl og løn og vøruprísir, alt er hetta í valdi Kristiansens. Vit fáa innlit í arbeiðstreytirnar í tilvísanini her omanfyri um, at fiskimenn landa fyri einki, og aðrastaðni síggja vit stríðið, teir hava við at fáa Kristiansen at lata sámiligar skaffigreiður og proviant umborð. Við tað at avrokningin kemur seint, noyðast fólk at taka ein stóran part av ágóða sínum út í vøru – fyri keypmansins prís. Kristiansen letur so lítið sum møguligt av løn í reiðum peningi til at fáa hámarksvinning av arbeiðarunum, nevniliga bæði av arbeiðsvirðinum, teir skapa, og vinningin hann sum keypmaður fær av at lata løn teirra ganga beint inn í handilin. Vald Kristiansens verður undirstrikað við, at hann loyvir sær at finnast at, hvørjar vørur fiskimanshúskini taka út úr handlnum (Fiskimenn 57), og geva monnum ábreiðslu fyri at keypa frá øðrum enn honum ( Fiskimenn 54).

Í søgusamfelagnum er eyðvaldsskipanin á tí stigi, at hon er enn umboðað av tí persónliga valdinum hjá tí einstaka kapitalistinum. Sum handilsmaður, fiskahúseigari og reiðari, við øðrum orðum bæði handils- og framleiðslueyðvald, hevur Kristiansen buktina og báðar endar í búskaparlívinum í keypstaðnum og fyri ein part bygdunum nærhendis. Og Kristiansen hevur sjálvur eftirlit við arbeiðsgongdini frá tí hægsta til tað lægsta: hann situr við høvuðsbókini, men tað er eisini hann, sum gjøgnumgongur listan yvir skaffigreiður til Ørnina og hyggur eftir, um pakkhúsið er stongt um kvøldið. Eyðvaldsmenningin og sundurbýting hennara av arbeiðsgongdini í óteljandi avmarkað øki er stutt á leið komin upp á seg. Hetta ger sítt til, at arbeiðsfólk og fiskimenn uppliva samskifti síni við Kristiansen sum treytað av persónligum eginleikum hjá hinum einstaka og ikki sum lutgjørd, sum samskifti millum kapital og arbeiðsmegi.

Búskaparstøði í bygdini

Í tí gamla bóndasamfelagnum lá høvuðsdenturin á framleiðslu av nýtsluvirði; framleiðslutólini vóru lítið framkomin, og tí var eykaframleiðslan, framleiðslan av vøru í lágmarki. Henda skipanin kravdi ikki sum eyðvaldsskipanin støðugt øktan vinning við tilhoyrandi støðugt øktari úrnýting av arbeiðsmegini. Tann lítla eykaframleiðslan setti mark fyri úrnýtingini av arbeiðsmegini, og húsbóndavaldinum fylgdi ábyrgd fyri vælferð arbeiðsfólksins. Í hesum støðuga samfelagi føddist hvør einstakur í eina ávísa samfelagsstøðu: summi vóru fødd til jørð, onnur ikki. Stættamunurin var stórur, men hann var støðugur, og tí var ikki tann samanbrestur millum stættir, sum kapitalistiska samfelagið við sínum harðnandi stættamótsetningum hevur við sær.

Heimbygdin hjá Símuni er søgustaðið í Tað lýsir á landi. Har er tað gamla samfelagið ikki horvið, hóast tað nýggja trokar á í ymsum líki: motorbátur, trúarrørslur og nyggjur handilsháttur. Tað er enn nýtsluvirið, sum setur dám á framleiðsluna, hóast nakað verður framleitt av søluvøru. Enn anir hugsjónin hjá tí gamla bóndasamfelagnum um at vera sjálvbjargin í sum flestum lutum.

Stættamunurin í bygdini stavar av tí ójavnt býttu jørðini. Osvaldur, sum er fluttur til bygdina og stríðist við at rudda sær nakað av dyrkilendi, heldur jarðarbýtið vera órættvíst: summi eiga meir enn tey eru ment at røkja, onnur eiga einki.

Hann hvíldi seg niður á jarnbrotið og fór at hyggja oman í hin slætta og dyrkaða bøin.

Hatta var eydna hjá monnum at eiga slíkan bø, hugsaði hann. Har skuldi ein ikki møða lívið úr sær at rudda burtur grót og eyr. Slík stykki sum hasi veltu seg sjálv – og tó lógu tey í órøkt. Hygg hatta stóra flatið hjá Heimastovubóndanum og fløtturin hasin breiði hjá Garðabóndanum, haki hevði ikki verið í í mannaminni.

Var tað ikki ein himmalsins órættur at lata hesar menninar sleppa at sita við sína jørð? Teir høvdu so nógv, at teir komust ikki út fyri at gera nakað við tað.

Tað lýsir á landi 163

Tann fátæki bygdarmaðurin eigur, tá ið væl er, kúgv og nakrar seyðir.

...Kristian í Heimagerði var fátækur traðarmaður, ið stríddist við at bjarga sær lívið í einari kúgv og nøkrum seyðakleyvum og halda sær sessin í summar- og vetrarbáti.

Tað lýsir á landi 102

Útróðurin hevur stóran týdning, men tað eru ikki allir, sum eiga bát. Tað eru serliga bøndurnir, sum eiga bátarnar, og menn eins og Kristian í Heimagerði mugu dúva uppá at sleppa til útróðrar við øðrum. Eigarin fær bátspart framíhjá, men annars fáa bátsmenninir javnt. Tað er sostatt ikki sjálvdráttur sum á sluppunum og tí heldur ikki tann sama harða kappingin sum har. – Somu menn eiga jørðina og bátarnar. Símun er ein teirra, og hann klagar ikki.

Báðar kýrnar tugdu og traðkaðu í básin. Nei, hann kundi ikki klaga. Tey høvdu bæði landið og sjógvin. Báturin hevði givið væl av sær hetta heystið.

Tað lýsir á landi 108

Tað er sostatt alstórur munur á korunum hjá bygdarfólkinum, á Símuni og Kristiani í Heimagerði. Men eykaframleiðslan er ógvuliga avmarkað – arbeiðið miðar fyrst og fremst móti egnari nýtslu, minni móti vøruframleiðslu – og tí er lítið av beinleiðis eyðráni í bygdini. Í fríum handilsskapi kann liggja eyðrán, tá ið keypmaðurin leggur meira á vøruna enn tað, sum svarar til kostnað og arbeiði hansara. Hetta verður „gamli keypmaður“ lagdur undir (Tað lýsir á landi 256), men tað er, eins og illgrunin um, at Símun tekur ov stóran bátspart ( Tað lýsir á landi 95-96), óprógvaðar ákærur. Tey ójøvnu korini í bygdini stava fyrst og fremst av jarðarbýtinum. Hóast landbúnaðurin er í afturgongd og bøndur lata jørð sína liggja í órøkt, er jarðarogn enn sum fyrr grundarlag undir stórum stættamuni í bygdini.

Kapitalistiska samfelagið við teimum støðugt vaksandi stættamótsetningunum hevur við sær, at kapping verður tað, sum setur sín dám á øll viðurskifti millum manna – nevnd er tann harða kappingin á skipunum. Í tí støðuga samfelagnum bóru viðurskifti manna meira dám av samarbeiði og tí sterka felagsskapi, sum enn loðar uppi við bygdarsamfelagið og kemur til sjóndar, tá ið á stendur. Í brúdleypi Símunar kemur hesin samhugur fagurliga fram.

Dansurin tekur hann upp í felagsskapin. Suðið frá briminum kemur inn í stovuna, bygdarlagið, støðin, fjøllini eru sum ein heild fyri honum, og er tað, sum hann ger brøðraskap við alt, sum tað er. Hann hevur ofta kent hesa felagsskapskensluna í dansinum, men ongantíð so sterka sum í kvøld /.../

Ringurin snýr sær sum eitt band, gólvið bognar. Brúðarparið skal verða dansað og kvøðið at liva saman gott og ríkt lív. Øll bygdin er fró uppi í hesum mikla mysteriinum.

Tað lýsir á landi 20

Tá ið vandi er á ferð, er hjálp at finna í felagsskapinum, sum gongur fram um persónligu illstøðu. Til dømis fer Símun við øðrum eftir lækna til Onnu, gentuna hjá Gunnari, óvini sínum. Og Símun kennir samhugin frá bygdarmonnum sínum, tá ið teir royna at bjarga nýggja maskinbáti hansara úr briminum.

Soleiðis í slíkum umstøðum kundu teir sýna samanhald og hjálp-semi, hugsaði hann.

Tað lýsir á landi 273

Men bygdin er ikki ónortin av búskaparmenningini í tíðini og fylgjum hennara. Gunnar førir nýggjan handilshátt til bygdina: við størri vøruúrvali, marglætisvørum og njótingarevnum miðar hann ímóti at vaksa um nýtsluna og skapa nýggjar tørvir. Eisini Símun brýtur slóð fyri eyðvaldsskipanini sum undangongumaður í maskinbúgvingini av framleiðslutólunum – tað er hann, sum førir fyrsta maskinbátin til bygdar; við maskinbúgvingini verður veiðan størri, nýtsluvirðið verður minni parturin, meðan søluvøran fær størri týdning og bátseigarin størri vinning. – Mótstøðumenninir Gunnar og Símun eru sostatt báðir við til at flyta ta nýggju menning inn í bygdina, sum tekur støðið undan tí gamla lívsmynstrinum. Tí í eyðvaldssamfelagnum, har vøran er tann ráðandi formurin á øllum økjum, har arbeiðsmegin er vorðin søluvøra – uttan nýtsluvirði fyri eigaran – og hvørt handarvik metist í peningi, har er tann gamli bygdarsamhugurin og felagsskapurin óhugsandi. Gamli keypmaður ásannar beiskur broytingarnar í tíðini.

„...tað nýggja, ið kemur er ikki altíð til gagns. Hjálpsemið og geva eina hond, sum fyrr var sett í hásæti, kenst ikki longur. Eg skuldi fáa ein bát drignan hetta kvøldið. Ungir menn stóðu í støðni, men eingin gat givið eina hond. Skaðiligar vørur verða seldar, sum spilla ungdómin. Tað er tað nýggja, vit fáa.

Tað lýsir á landi 255-256

Familjan sum búskapareind

Í tí gamla nýtsluvirðissamfelagnum var familjan miðdepilin fyri framleiðsluni: maður, kona og børn framleiddu heima ein stóran part av øllum, teimum tørvaði. Samfelagið var patriarkalskt, maðurin er høvdið, sigur brúðarvísan, og enn í dag hava menninir seinasta orðið á flestum økjum innan familjuna so væl sum uttan. Fíggjarliga, løgliga og persónliga hava menninir, hvussu illa teir annars hava verið staddir samfelagsliga, rátt yvir konum sínum. Lívið hjá kvinnunum hevur frá gamlari tíð verið merkt av, at tær bóru ábyrgdina av barnauppalingini, røktini av húsfólkinum og øllum húshaldi, og so er enn.

Sum tann kapitalistiska framleiðslan tekur seg fram, minkar týdningurin av nýtsluvøruframleiðsluni heima við hús. Heimalív og arbeiðslív verða meira og meira sundurskild, og hervið missir familjulívið nógv av gamla innihaldi sínum, meðan tað varðveitir annað. Í bygdarhúsinum hevur framleiðslan av nýtsluvørum enn stóran týdning, tá ið søgan fer fram. Í Fiskimonnum síggja vit, at t.d. torvskurður og eplavelting, sum konan hevur um hendur, meðan maðurin er til skips, eru ein ómissandi táttur av búskapinum. Men gongdin er, at nýtsluvørubúskapurin dvínir, meðan søluvørubúskapurin fær meiri og meiri týdning. – Í keypstaðnum verða lágstættarkvinnurnar lønararbeiðarar fyri lægstu løn, sbr. fiskagenturnar, men samstundis er húsmóðurstarvið framvegis teirra „sanna“ starv, og ikki minst tí ber tað til at fáa tær at arbeiða fyri undirløn. Kvinnurnar verða arbeiðarar, men barnauppalingin og húshaldið er framvegis teirra ábyrgd burturav. Tað umber seg ikki, at henda gongdin hevur ymsar djúptøknar avðleiðingar, og í Fiskimonnum verður bent á, hvussu hetta ávirkar fólkaheilsuna. Tá ið Kristin verður sjúk og doktarin kemur til hennara, ger hann sær nakrar hugleiðingar um sambandið millum nýggjan arbeiðshátt og trivnað millum manna:

„...Konurnar eru í fiskinum, og so er maturin rugbreyð, margarin og kaffi. Tann forbannaða, importeraða føðin, sum eg sigi, drepur fólk...“

Fiskimenn 233

Kapitalisman hevur slitið familjuna úr sambandi við fram-leiðsluna, troytir arbeiðsmegina, men tekur ikki ábyrgd av henni. Familjan, sum onga ávirkan ella vald hevur á framleiðsluni, situr eftir við ábyrgdini fyri skapanini og endurnýggjanini av arbeiðsmegini, sum liggur í barnauppalingini og røktini av húsfólkinum.

III. MÁTTUR KÚGANAR OG MÓTSTØÐU

Tann stættin, sum ræður yvir framleiðslutólunum, hevur búskaparliga valdið í samfelagnum; men búskaparliga valdið hjá ráðandi stættini ger, at hugmyndir hennara um seg sjálva, samfelagið og tilveruna yvirhøvur fáa alment gildi og verða breiddar út til aðrar stættir, hóast tær ikki samtykkja við veruleikan hjá hesum stættum, men tvørturímóti eru í andstøðu við tørvir teirra. Hugmyndafrøðin hjá ráðandi stættini lýsir, rættvísger og ævinligger júst tær umstøður og tey viðurskifti, ið gera hana til ráðandi stætt, og skal hon varðveita vald sítt, er útbreiðsla av hugmyndafrøðini neyðug. Hvørjar eru so tær ráðandi hugmyndirnar í søgusamfelagnum? Hvussu verða tær breiddar út, og hvussu tekur arbeiðarastættin ímóti teimum?

Skal kúgan vera møgulig, má minst onnur av tveimum treytum vera uppfylt: antin má kúganin vera so jarnhørð, at uppreistur er óhugsandi – tá er talan um beinleiðis kúgan –, ella má tann kúgaði góðtaka kúganina – her tosa vit um óbeinleiðis kúgan ella hugmyndafrøðiliga kúgan –; oftast er tann óbein-leiðis hugmyndafrøðiliga kúganin neyðug fortreyt fyri ta beinleiðis kúganina. Tann hugmyndafrøðiliga kúganin ella innpotanin (indoktrinering) byggir fyri størsta partin á inngrivin, ómedvitað mynstur, og júst tí er hon so ring at fáa fastatøk á. Kortini er avdúkingin av henni neyðug í stríðnum móti kúganini.

Eyðvaldið – arbeiðararnir

Fyrsta stigið í stríðnum móti kúganini er at gera tann kúgaða greiðan um orsøkirnar og samanhangið í kúganini. Tí er tað eitt høvuðsstríðsmál hjá arbeiðararørsluni at upplýsa arbeiðararnar og vekja stættarmedvit í teimum, og hetta er stríð móti ráðandi hugmyndafrøði, sum byggir á búskaparligu skipanina.

Í Fiskimonnum síggja vit, hvussu reiðarin, ómedvitað og medvitað, breiðir út ráðandi hugmyndafrøði við at vissa fiski-menn um, at vald hansara yvir teirra viðurskiftum er, sum tað eigur at vera. Teir hava nevniliga ikki ta fatan og tann kunn-leika, sum skal til fyri at fáast við mál sum fiskaprís, keyp og sølu. Hesi mál, sum lív teirra hongur í, skulu teir leggja í hansara hendur, tí hann er tann einasti, ið skilur tey.

„Ja, tit sum ikki kenna til handil, halda, at keypmaðurin spinnur gull...“

Fiskimenn 45

„...Tit hoyrdu hvat eg segði tykkum, tann dagin tit komu, at eingin skuldi meina, at ein spann gull av fiskahandli. Har eru útreiðslur uppá, sum tann ókøni einki veit um...“

Fiskimenn 82

„Nú royna tit at skunda tykkum, góðu menn... ja, tit kenna ikki útreiðslurnar...“

Fiskimenn 226

Og umsjónarmaður Kristiansens syngur sama sálm og ger uppaftur meira burtur úr trupulleikunum við at selja fisk enn reiðarin sjálvur, soleiðis at fiskimenn ikki skulu vera í nøkrum iva um, at teir ikki hava høvd til slíkt. Eftir hansara áskoðan er handilsskapur...

...ein stórur vitinskapur, og tann vanligi maðurin kundi ikki hava nakran kunnleika um slíkt.

Fiskimenn 296

Soleiðis birtir eyðvaldið miðvíst upp undir mistreystið, sum fiskimenn hava til, at teir sjálvir kunnu stýra sínum egnu málum. Hetta stuðlar heldur ikki fiskimonnum til at kunna seg við keyps- og sølumál, soleiðis at teir kundu í minsta lagi fylgt við í tí, sum reiðarin gjørdi. Tvørturímóti tykist, sum tað einasta rætta er at leggja alt í hendur Kristiansens.

Mistreystið til egnan mátt, sum verður lagt niður í fiskimenn, ger teir verjuleysar mótvegis eyðráninum, og vanvirðingin fyri arbeiði teirra miðar móti tí sama. Sum nevnt arbeiða teir ókeypis við at landa, og hvat er teirra strev afturímóti vøkunáttum Kristiansens...

„...ja, tit fiskimenn, sum liggja undir Íslandi, hava tað ikki týdligt, men eg og mínir líkar, sum hava við fiskahandilin at gera, liggja í andvekri manga nátt og spekulera...“

Fiskimenn 44

Vøran, sum fiskimenn skapa við arbeiði sínum, saltfiskurin, fær í munni eyðvaldsins mangt háðandi orð, tað vil siga, áðrenn tað hevur fingið klørnar í hann. Fongurin, sum er søktur langt burturi frá heimbygdunum í tríggjar til fýra mánaðir, er einki uttan „stertar“ og „murtar“, sum einki eru verdir og eingin skoytir um, um vit lurta eftir Kristiansen:

„...Marknaðurin er fullur av fiski, rokfullur, og tað er ikki ein „sjel“ sum spyr um fisk. Tað var so nógv betur ongan stert at havt liggjandi...“

Fiskimenn 82

Og við kokkin, sum kemur at biðja um nýggjar skaffigreiður, sigur hann:

„...Hvussu halda tygum, at hesir fiskastertarnir skulu geva inn aftur fyri alt tað, ið fer fyri einki og hvørvur...“

Fiskimenn 157

Umsjónarmaðurin Poul Edvard er sum bergmál av húsbónda sínum:

„...tit skuldu sloppið tykkum av við hesar murtarnar, í lastini liggja, og ikki standa og gána longur.“

Fiskimenn 78

Henda háðandi talan um fiskin samtykkir illa við ótta Krist-iansens um, at fongurin skal gleppa honum av hondum og fragd hansara, tá ið hann hevur vissað sær hesa virðismiklu vøru.

...sigrarin, keypmaður og reiðari Kristian Kristiansen, fór hóvliga niðan aftur og hvarv í mjørkanum. Fyrst hevði hann kortini verið og kagað niður í lastina, sum lá full av stórum fláum av feitum suðurlandsfiski, haðani frískur saltlaki rann niður á banjarin.

Fiskimenn 83

Snildirnar eydnast, og alt er keypmanninum til vildar: fiskimenn sleppa ætlan síni um at brúka frábýtisrættin og selja honum fiskin fyri tann prís, hann bjóðar. Tað vísir seg, at hóast reiðarin gremur seg um ring sølulíkindi og at „tað var so nógv betur ongan stert at havt liggjandi“, so er hann kortini altíð líka óður eftir fiski „sum hin versti eftir sálini“.

Tað er av stórum týdningi fyri eyðvaldið at tryggja sær, at arbeiðandi fólkið ikki heldur saman. Tá ið fiskimenn verða eggjaðir móti landfólki, gloyma teir, at veruligi mótpartur teirra í rættindastríðnum er eyðvaldið. Reiðarin óttast, at fiskimenn skulu styðja verkfallið hjá arbeiðarunum og roynir við góðum úrsliti at spjaða við at smikra fyri fiskimonnum og tosa illa um landfólkið:

„Eg skal siga tykkum tað, at arbeiðararnir í keypstaðnum eru størstir mótstøðumenn tykkara. Tað eru teir við sínum stóru lønum, ið volda, at fiskaprísurin er lágur, og avrokningin um heystið verður lítil./.../

Teir streika fyri at fáa hægri lossingarløn, og tað má sjálvsagt koma upp á aftur vøruna, ið tit skulu keypa. Eg sigi tað aftur: Teir eru mótstøðumenn tykkara. Tað harmar meg, at tit, raskir menn, sum eru blóman í landinum, og sum seta lívið í váða fyri landið, skulu svíða og sita í ringum korum, tí hetta fólkið, sum arbeiðir á landi og einki vágar, krevur høgar lønir.“

Fiskimenn 241, áherðsla T. S.

Eftir hesum at døma er arbeiðsfólkið vanlukkan hjá fiskimonnum – lágur fiskaprísur, høgur vøruprísur, alt er arbeiðsfólkinum at takka. Uppaftur álvarsligari er tað tó, at arbeiðsfólkið hóttir einstaklingsognarrættin...

„...Og vildu vit tikið menn av bygdunum at arbeitt, so nokta teir tað . Teir taka seg saman, síggja tit, og lova at handbera tann avbygdamann, sum vágar at taka hond í nakað her í plássinum. – Tit síggja, at hetta er eitt fullkomið diktatur, ið innført er , ein maður er gjørdur ómyndigur, hann hevur ikki ráð á sínum egna eigindómi.

Fiskimenn 241-242, áherðsla T. S.

Fiskimenn gloypa rakstrarrópini um, at arbeiðsfólkið hevur innført einaræði. Her tekur Andrias undir við orðum reiðarans.

„Ja, hetta er at verða gjørdur ómyndigur“/.../

„Slíkt er óskil at føra inn á landið, tað endar við kríggj alt hetta her, tað verður skjótt, at bæði jørð og seyðir verða tiknir frá ein-um.“

Fiskimenn 242

Við síni villandi propagandu sannførir reiðarin fiskimenn um, at teir mugu standa saman við honum í stríðnum móti arbeiðsfólkinum til at verja ognir sínar. Tað eydnast soleiðis eyðvaldinum at gera fiskimenn virknar í stríðnum fyri tí heilaga einstaklingsognarrættinum – móti menniskjarættinum at liva og arbeiða. Tí venda teir saman bøkum til at verja rætt keypmansins.

Keypmaðurin átti síni skip og sínar brýr, og hann mátti hava loyvi at nýta tað arbeiðsfólk, ið honum sjálvum tykti.

Fiskimenn 242

Hetta er úrslitið, fiskimenn koma til, og tí gera teir ikki eftir áheitan frá arbeiðsfólkinum um at standa saman við sær, men síggja tað sum mótpart sín, júst sum keypmaðurin ætlaði. Seinni tá ið fiskimenn frætta um lágan fiskaprís, er Andrias ikki í iva um, hvør atvoldin er.

„Fólkið í keypstaðnum er tað, ið altíð liggur í buktini og spillir alt fyri okkum. Vit máttu berja okkum úr streikuni fyri at sleppa av-stað, og nú hava tey vunnið og fingið okkum fiskaprísin niður.“

Fiskimenn 291

Tann lítla fatanin av, hvat tað er, sum avger kor teirra, ger, at fiskimenn verða samgongumenn eyðvaldsins og bróta streik-una. Hvussu nógv vantar í fatan teirra, sæst av tí, sum fiskirótin Sigmundur hevur at siga.

„Vit vinna einki av tí, at lønirnar fara upp í keypstaðnum“...„Hatta er bara tvætl. So kunnu reiðarar og arbeiðsfólk vera tað sama, lat tey keglast... eg vil ikki hava hesi heimaneytini her at forða okkum at fara til Íslands at fiska.“

Fiskimenn 244

Sigmundur ger sær onga hugsan um, hvussu tey ymsu stigini í vøruframleiðsluni hanga saman, hann drívur bara á at fiska og er glaður, tá ið hann er bestur. Men hann blandar seg ikki upp í, hvat gjørt verður við fongin, tá ið hann er heimkomin, hugsar ikki um, at tað hevur ávirkan á úrtøkuna hjá honum sjálvum, hvussu tilvirkingin og sølan verða greidd úr hondum. Sigmundur er tann avbyrgdi arbeiðarin uttan stættarmedvit, sum kappast av grimd við felagar sínar og skilur ikki samanhangið í tí kapitalistisku framleiðsluni, hann sjálvur tekur lut í. Tí er hann so hent amboð í hondunum á eyðvaldinum.

Arbeiðararørslan er í søguni umboðað av trimum feløgum: Fiskimannafelagnum, fiskagentufelagnum og arbeiðsmanna-felagnum. Nevnt er, at arbeiðsmannafelagið og fiskagentufelagið hava barst fyri lønarhækkan. Arbeiðsmenninir berjast eisini fyri at tryggja sær rættin til arbeiði sítt og royna at forða fiskimonnum í at bróta streikuna og at fáa teir at standa saman við sær.

Fiskimenninir finnast at sínum felag (Fiskimenn 40-41) og skylda upp á ringa leiðslu, samstundis sum stættarmedvit teirra er lítið og einki. Ein týðandi rættur, sum felagið hevur vunnið teimum, er frábýtisrætturin, ein vinningur, sum vísir at felagið hevur staðið sterkt. Hetta er eitt vápn, sum so var at duga at brúka, og nýtsla fiskimanna av frábýtisrættinum gevur eina hóming av stættarmedviti teirra. – Tvær ferðir tosa fiskimenn um at býta frá, men hvørga ferðina verður tað gjørt. Aftan á vártúrin kunnu teir fáa betri prís hjá øðrum enn Kristiansen. Menn eru á ymsum máli um ætlanina, summir vilja royna hesa nýggju leið, aðrir halda tað vera ov vágiligt, tí tann nýggi keyparin kann bara gjalda ein part í hond. Kristiansen er sum á nálum, nú ið menninir hava hug at ráða sær sjálvir, og heldur eina árinsmikla talu í líki verndarans.

„Tit ætla at býta frá“, helt Kristiansen fyri, og hann tóktist at vera blíðmæltari, enn teir høvdu væntað.

Fiskimenn 81

Hann sigur, at tað er óhugsandi at hækka prísin, sum støðan er – tað hevði verið óðamannaverk – og bendir teimum samstundis á, hvussu frálíka viðferð hann altíð hevur givið teimum, teir hava altíð fingið pening í hond, og hann endar røðuna við at gjara út:

„...Og er tað nakar, ið vantar nakað úr forrætning míni, vóni eg, tað er, hann hevur brúk fyri. Og tær krónur, tit við „rímiligheit“ biðja um, fáa tit eisini“.

Fiskimenn 82

Aðru ferð tað kemur upp á tal at nýta frábýtisrættin er, tá ið umsjónarmaður Kristiansens kemur til Íslands við stórari skonnart at taka fisk frá sluppunum. Men eisini hesaferð gevast fiskimenn á hendur til stóran lætta fyri ørindadrong reiðarans. Trupulleikarnir av at taka søluna í egnar hendur tykjast óvinnandi, og ognarrættur reiðarans kastar langan skugga; tá ið samanum kemur, halda teir hann eiga allan fiskin. Hetta kemur væl fram í tí, sum Andrias svarar til áðurnevndu røðu keypmansins.

„Tað er hvørt orð rætt tygum siga,“...„og mær hevur ongantíð dámað hetta. Tað hevur sínar trupulleikar at býta frá, og hví skulu tygum, sum eiga skipið, ikki fáa fiskin, tað haldi eg vera rætt og rímiligt.“

Fiskimenn 83, áherðsla T. S.

Hesi orðini samtykkja við ta inngrónu, kúgandi hugmyndafrøði, sum skapar ótta fyri reiðaranum og virðing fyri framíhjárættinum, sum ognin av framleiðslutólunum gevur honum. Tann óbeinleiðis kúganin, hugmyndafrøðin, forðar teimum í at nýta rættin, sum felag teirra hevur vunnið teimum.

Yvirhøvur træla menn uttan at hugsa um, at nakað kundi verið øðrvísi, og teir ákæra ongan uttan seg sjálvar fyri fátækdømið og skuldabyrðarnar. Men við hvørt kann reiðin hvessa hugsanina...

„Hetta er ikki prísur at bjóða nøkrum, úr hasum fæst ein av-rokning, sum er at líða hungur av, skal ein ikki koma í skuld til reiðarans. – Men tað er kanska tað, ið ætlanin er – –“

Fiskimenn 290

Tá ið kúganin veksur sum her við lækkandi fiskaprísi, vakna við hvørt kreftir, ið kunnu gerast hættisligar fyri eyðvaldið. Við orðum Trotskys er tað afturhaldssemið, sum vekur fjøldina til mótstøðu og ger hana kollveltingarfúsa: arbeiðarastættin letur um seg ganga, at partur hennara er lítil, um hann bara er tann sami, sum hann hevur verið. Mótstøðan og kollveltingarmegin vakna, tá ið hon heldur seg missa tað lítla, hon hevur. Hetta hoyrir til undirstøðuna undir allari kúgan, og fyri at halda hesum hættisligu kreftum niðri má eyðvaldið tí fáa tað at síggja út, sum parturin hjá arbeiðarunum er óbroyttur. Og Kristiansen dugir at slætta sjógv: ein óvæntaður framíhjábiti ger undurverk, og lyfti um neyðsynjarvøru upp á borg fáa hvørja hugsan um órætt at guva burtur.

...hann heitti á ein krambakall og ba hann geva monnunum øl og sigarir. Hetta kom dátt við. Hava ætlað sær í land við tveimum so uppøsandi málum sum fiskaprísir og klagan um knappan, fyri ikki at siga ongan mat – hungur – á heimferðini... Hvør skal kunna standa fyri slíkum... at hann ikki goymir vrei orð...

Fiskimenn 43

Til at skilja, hví tað er so lætt hjá reiðaranum at seta arbeiðarar upp móti hvørjum øðrum við innantómum rakstrarrópum, eins og tá ið hann øsir fiskimenn upp móti teimum streikandi arbeiðsmonnunum, og hví tað er so lætt hjá honum at sláa vápnini úr hondunum á fiskimonnum, forða fyri frábýti og køva alla mótstøðu, má havast í huga tann krepputíð, sum hendingarnar fara fram í. Í kreppu veksur kappingin millum arbeiðarar, og samanhaldið hevur tí verri kor enn í góðum tíðum. Tí hava arbeiðarar í krepputíðum nógv meira enn annars brúk fyri upplýsing til at klára at standa ímóti klovningi og spjaðing. Og tað er felags fyri øll hesi dømini um viðurskiftini millum reiðara og fiskimenn, at tey vísa fákunnu, tvørrandi upplýsing og stættarmedvit sum atvold til, at fæloysingarnir verða sum voks í hondum eyðvaldsins.

Kirkjan og rørslurnar

Átrúnaðurin er ikki bara eitt fyribrigdi, sum nemur viðurskiftini millum menniskja og Guds, men ávirkar eisini beinleiðis og óbeinleiðis viðurskiftini millum menniskju og millum samfelagsstættir, sum Martin Joensen týðuliga vísir í skaldverki sínum.

Kirkjan hevur í øldir samarbeitt við veraldliga valdið, so ikki er løgið, um hugmyndir hennara samtykkja við tær hjá veraldligu valdastættini, og at boðskapur hennara stuðlar upp undir at varðveita ta ráðandi skipanina, eisini á tí veraldliga økinum. – Í keypstaðnum í Fiskimonnum stendur prýðiliga bygd kirkja, styðjað av fjøldini á plássinum: „ – gávur vórðu latnar. – Kristian Kristiansen stóð ikki aftastur“ (Fiskimenn 163).

Í keypstaðnum má kirkjan kappast við ymsar trúarligar rørslur, meðan hon í bygdini hevur einarætt til trúnna, og tann beinleiðis átrúnaðarliga ávirkanin frá kirkjuni verður í søguni lýst gjøgnum bygdarkirkjuna. Soleiðis sær Símun kirkjuna brúdleypsdag sín:

Alt var so álvarsamt í hesi kirkjuni. Hon var sum sjógvurin og hagin. Hon var dimm og ómálað. Símun hevði altíð hildið, at hon hóskaði best til heystið og veturin. Einki var til prýðis inni. Altartalvan hekk hálvmyrk har frammi. Tú sást kámliga tað, ið á henni stóð. Myndin var sum ein hóman av onkrum álvarsmiklum, fjarum og grípandi./.../

Inn í hetta kirkjuhúsið hjá bygdini, sum var illa røkt, vóru komnar álvarsstundir og hátíðarstundir. Kirkjan stóð í sínum einsemi bæði sum ein ótti og ein vernd. Teimum lyftum, tú gavst frammi við altarið, kundi tú ikki leypa frá, tá ið tær tykti best at vera.

Tað lýsir á landi 15-16

Eins og í frumligum átrúnaði kemur óttin fyri kreftum tilverunnar týðuliga fram í hesari upplivan Símunar av kirkjuni, men skjól er eisini í henni, og hon veitir moralska kjølfestu. Í kirkjuni er alt reglubundið og óvikandi. Trúaríðkanin er bundin í fastar formar og halgisiðir, sum hava loyndarfulla merking, eitt nú sita mannfólk høgrumegin í kirkjuni, konufólk vinstrumegin, og soleiðis eru reglur um alt. – Sjálvur trúarboðskapurin er ikki høvuðsmálið, deknurin er eins torskiltur og ótýðuligur og tann loyndarfulla altartalvan. Tað kemur best fram í frásøgnini um altargongdina hjá Elsepu, móður Símunar, hvussu trúgvin og siðirnir eru eitt. Ein føst tíð gongur ímillum hvørja ferð, hon fer til altars at fáa syndafyrigeving. Halgin byrjar longu, tá ið hon fer at hyggja sær at altarsklæðunum, og sum tíðin nærkast, veksur trúareldhugi hennara og kemur í høvdina, tá ið hon tekur ímóti breyðinum og víninum. Høvundurin sigur um vana-bundnar hendingar:

Tað verður ofta sagt, at tað, ið tær viðurferst, og sum tú luttekur í fleiri ferðir, gerst vanabundið og kensludeytt. Men ikki er tað so. Nettupp at tað tekst uppaftur, og tú hevur verið í tí áður, ger tað meiri skakandi.

Tað lýsir á landi 215

Tað er endurtøkan, sum skapar siðin. Við endurtøku fæst fram hugtøling – suggestión – og loyndarfull merking. Hetta eru týdningarmikil eyðkenni við trúaríðkanini og ein stórur partur av gildi hennara. Vit fylgja Elsepu inn at altarinum og síggja, hvussu hugtølingin veksur, til hon er komin hálvavegna í hugførslu – trancu. Og ávirkanin veksur fyri hvørja ferð.

Beinanvegin ein stórur sálarótti skalv í henni, hvørja ferð hon fór at búgva seg til hetta heilaga og loyndarfulla, og hesin sálaróttin ella sálarskelvan – um tað navnið hóskar betur – vaks og ikki minkaði, sum ferðir hennara inn til altarið í kirkjuni øktust.

Tað lýsir á landi 216

At kirkjan heldur so fast við siðirnar hevur ávirkan út um sjálvan átrúnaðin og stuðlar upp undir afturhaldsemi alment. Tann fast formaða halgisiðaskipanin í kirkjuni byggir á valdi og undirgivni: gudstænastan er stýrd av presti ella dekni, sum eru millummenn millum hins alvaldandi Guds og eyyðmjúkt kirkjulið. Kirkjan speglar sostatt eitt samfelag við fámentari yvirstætt og fjølmentari undirstætt – og glæman av ævinleikadámi kirkjunnar kastast aftur á verandi samfelagsskipan.

Kirkjan hevur sína beinleiðis trúarligu ávirkan, men sum longu nevnt røkkur óbeinleiðis ávirkan hennara út um átrúnaðin og nemur í roynd lívsøki flest. Hetta skínur ígjøgnum t.d. í uppfatanini, sum arbeiðarastættin hevur av ójavnaði í samfelagnum. Tann myndin, fiskimenn hava av reiðaranum, er soleiðis formað av trúarhugmyndum.

Fyri mongum fiskimanni var hann eisini meir enn ein vanligur reiðari og keypmaður. Tað var nógv prestaligt við honum; og maðurin, sum steig inn um gátt hansara, kendi rúmið sum ein halgidóm og mannin í tí sum settan av teirri stóru forsjón.

Tað lýsir á landi 36-37

Her sæst týðuliga ávirkanin frá kirkjuskipanini við tí óvikandi trúnni á hin einvalda harran. Í lýsingum av Kristiansen og umhvørvi hansara verður ofta sipað til átrúnaðin.

Kantórið var víðført sum eitt slátur, tómligt, bara eitt øgiliga stórt borð í miðjuni í rúminum, og so hingu óførar medaljur innrammaðar á bróstinum, so tignarmiklar sum altartalvur.

Fiskimenn 53

Tað er líka tungt fyri kokkin at fara við umbøn til reiðaran sum fyri Elsepu at ganga inn at altarinum.

So mátti verða skrivað upp alt tað, ið havast skuldi, og kokkurin ganga ta kendu og tungu leið til halgidómin, kantórið í handli Kristian Kristiansens.

Fiskimenn 156

Bøkur Kristiansens, har skuldirnar standa uppskrivaðar, leiða hugan til bók Harrans, sum goymir syndir mannanna.

Teir kendu seg, við at síggja hesar svørtu ógvuligu bøkur verða handfarnar, sum vera komnar fyri dómara sín og skuldu hoyra allar syndir upplisnar.

Fiskimenn 56

Eins og maðurin er sekur fyri Gudi vegna arvasyndina, so er fæloysingurin sekur fyri keypmanninum fyri skuldir sínar, og tað er líka ógjørligt at sleppa frá báðum. Men tað er ein uggi, at øll eru felags um tær.

Keypmaðurin var so langt burturi og so høgt uppi, skuld hjá honum var eins og synd, nakað sum hoyrdi til mannaættina, og sum øll vóru felags um.

Fiskimenn 185

Á ymsan hátt kemur tað væl við hjá reiðaranum, at fiskimenn skylda honum, tí meðan so er, er lítið væntandi, at teir seta krøv fram. Og fyri teimum at vísa seg er tað av reinari góðsku, at reiðarin keypir fiskin frá teimum og letur konurnar keypa upp á borg.

...allir skuldu kenna og smakka, hvat fráger[ð]armaður reiðari teirra Kristian Kristiansen var, ið av vælvild keypti fiskin og læt konurnar fáa upp á borg heima...

Fiskimenn 95

Eins og gud er miskunnsamur móti tí syndugu mannaættini, sýnir reiðarin fiskimonnum, sum eru skuldabundnir honum, „vælvild“. Uppfatan teirra av valdsharranum byggist í stóran mun á samsvaranini, sum teir meira ella minni ómedvitað síggja millum Kristiansen á kantórinum og Várharra í kirkj-uni. – Óttin og virðingin fyri valdinum, sum frá kirkjuni verður førd yvir á tað veraldliga, og tað eisøguliga – ahistoriska – ævinleikasjónarhornið, sum eisini verður ført frá átrúnaðinum yvir á veruleikan og fær hann at sýnast óbroytandi, er við til at halda fiskimonnum føstum í kúganini.

Aðrar andligar kreftir eru í andstøðu við kirkjuna og boðskap hennara. Tað eru rørslurnar, sum júst í søgutíðarskeiðinum hava stóra framgongd.

Tær vinnuligu broytingarnar í seinnu helvt av nítjandu øld og fyrstu ártíggjunum av teirri tjúgundu høvdu við sær politiskar og mentanarligar rembingar. Tað nýggja vinnulívið kravdi størri politiskt rásarúm, meiri upplýsing, nýggjan kunnleika, og tær nýggju lívsumstøðurnar gjørdu, at gamla andaliga støðið ridlaði, og tørvur vaknaði eftir at finna nýtt støði. Í átrúnaðinum kemur hetta til sjóndar í rørslunum, sum berast til Føroya, og tí stóru undirtøku, tær fáa. Baptistarnir ella Brøðrasamkoman, sum kom úr Onglandi í 1865, byrjar at vaksa av álvara í tjúgunum, sum er søgutíðin í Fiskimonnum, og hevur sína samsvaran í skaldsøguni. Høvuðseyðkennið í mun til kirkjuna er, at Brøðrasamkoman boðar persónliga frelsu fyri hin einstaka og leggur stóra áherðslu á tað persónliga møtið við Gud. – Ein onnur rørsla, Heimamissiónin, kom úr Danmark í 1904. Hon stóð og stendur innan fyri kirkjuna, men vil si'bøta og styrkja trúarlívið. Felags fyri hesar báðar rørslurnar er leikmanna-boðskapurin, tað, at prædikumenninir eru ólærdir. Hetta var nakað nýtt, tí í kirkjuni eru tað prestarnir, embætismenn við serligari útbúgving, sum boða læruna.

Rørslurnar verða ikki í søguni nevndar við navni, men alment sum „rørsla“ og „kristiligt felag“. Tó er greitt, at talan er um Heimamissiónina og Brøðrasamkomuna, ið er ein av teimum andkirkjuligu rørslunum, sum her verður lýst:

Fyriuttan hetta, sum her er nevnt, vóru samkomuhús hjá øðrum rørslum, sum høgdu niður í kirkjufelagið... Har kunngjørdist eitt falskt evangelium, fólkið dúraðist í svøvn, og hvør sál var leidd beint út í „fortapilsi“. Tey leitaðu eisini fiskimannin upp og royndu at bjarga honum bæ'i frá øllum tí ringa, keypstaðurin hevði at bjóða, og so eisini frá teirri ranglæru, hann var uppvandur í heima í bygdini.

Fiskimenn 164

Av tosinum um, antin Páll man vilja, at barnið hjá dóttur hansara verður doypt, skilst, at talan er um baptismu. Men sum sagt, eru rørslurnar ikki navnnevndar í søguni, mótsetningurin er millum kirkjuna og rørslurnar í heild, og tað er skiljandi, tá ið hugsað verður um, at munurin millum Heimamissiónina og Brø'rasamkomuna var nógv minni tá enn seinni.

Kirkjan sum stovnur og veraldliga valdið draga, sum longu nevnt, hugmyndafrøðliga sæð eina línu. Tað er tí greitt, at tað ikki er tað væl fyrikomna eyðvaldið, sum reiðarin umboðar, ella tann gamla ognarstættin, bøndurnir, sum fylla rørslurnar. Teir hjálpast við kirkjuna. Rørslurnar eru á sín hátt uppreistur móti ráðandi skipan og eru millumstættarrørslur, sum eisini røkka inn í arbeiðarastættina.

Styrkin hjá rørslunum liggur ikki sum hjá kirkjuni í siðum og formfastleika, men í persónligari trúarsannføring og vitnisburði. Gudstænastan í samkomuhúsinum hevur fólkaræðisligari form enn í kirkjuni.

Páll Ólason var vanur at siga, at samkomuhúsið var fólksins hús, har slapp ein fram við hugsan síni og, tá ið andin beyð honum, at vitna.

Fiskimenn 164

Her kann ein og hvør uttan mun til støðu og útbúgving reisa seg upp og vitna. Eingin prestur er við einarætti til boðskapin, millumliðurin millum Guds og menniskju er ryktur burtur, og fólk tulka sjálv sína trúgv. Hetta má kallast ein smeitur fyri trúnna á ósvitaligt yvirvald. Umframt kravið um persónliga støðu til trúnna seta rørslurnar strangar siðareglur á ávísum økjum, t.d. viðvíkjandi øllum stuttleikalívi og kynslívinum. Hesi siðsemiskrøv, sum eru uppaftur strangari enn tey, kirkjan setur, styrkja sjálvsvirðingina hjá rørslufólkunum. Tey, sum uttanfyri standa, síggja í hesum nýggja sjálvsáliti sjálvgleði og hugmóð, t.d. sigur kokkurin á Ørnini:

„...eg skilji ikki tað, at øll skulu prædika, øll vera prestar, hvussu skal tað vera vorðið? Heldur ikki síggi eg, at hesir, sum siga seg vera umvendar og vera bereiddar til at fara hiðani, nær tað skal vera, eru djarvari at doyggja – ella í vandum – enn eg og aðrir, sum teir kalla óumvendar og fortapilsins børn.“

Fiskimenn 19

Ein týðandi táttur í nýtulkanini hjá rørslunum er trúgvin á, at tú fært løn fyri rætta trúgv og rættan atburð í hesum lívi. Hetta er eitt langt lop frá tí kirkjuliga „sæl eru tey fátæku“, og eisini er her gingið burtur frá lagnutrúnni, sum ikki tulkar veraldliga óeydnu sum revsing Guds, og sum annars hevur sterkar røtur bæði í fiskimonnum og bygdarfólki. Men rørslumaðurin Páll dregur beina linju millum húsagang og gudloysi.

„...Kristiansen var gudleysur maður, ein lógdyrkari, og hygg, alt hjá honum týndist.“

Tað lýsir á landi 235

Ringur fiskiskapur er fyri honum bein avleiðing av skeivari trúgv. Hann sigur við óhepna skipara sín:

„...Á ja, eg hevði varhugan av, at eydnan fór ikki at fylgja okk-um/.../Jú, ávaringarnar kunnu vera so mangar. Og tær eru í teirri ætlan, at vit skulu flyta okkum á ta rættu leiðina...“

Tað lýsir á landi 235

Røtt trúgv er á hin bógvin vísasti vegurin til veraldliga vælferð; Páll vísir á Sofus, trúarfelaga sín.

„Tú sært, at eydna og vælferð fylgja hesum fólkum. Hygg at Sofusi á Hamri. Einum manni sum væl gongur í hond hjá. Økir um handil, vísir dugnaskap í fiskasølu og ver'ur ein av teimum monnunum, sum eiga framtíðina á hesum landi.“

Tað lýsir á landi 235

Trúgvin á, at tey eiga signing Guds í hesum lívi fyri rætta trúgv og rætt levnað, gevur rørslufólkunum eitt áræði og sjálvsálit, sum styrkir tey samfelagsliga. Tann trúarliga samstøðan millum fólk í somu rørslu verður víðkað út til búskaparliga samhjálp. Trúgvin verður ein eggjan til at hevja seg búskaparliga, við tað at veraldlig eydna er tekn um, at tú ert á rættari leið í Guds eygum. Soleiðis fær Páll Ólason moralska og fíggjarliga styrki gjøgnum rørsluna til at hevja seg úr arbeiðarastættini upp í smáborgarastætt: hann verður nevniliga best sum er reiðari við hjálp frá einum múgvandi trúarfelaga. Hjálpin er vís – um tú ert í tí røttu rørsluni. – Aðrir rørslumenn, ið verða nevndir á navni, hoyra til millum- og smáborgarastættina: Bestimaðurin á Ørnini er íðin trúboðari, Sofus á Hamri er ein rørslumaður í stórari búskaparligari framgongd, og pápi Astrid er smiður og sum handverkari betur fyri enn arbeiðarar og fiskimenn, sbr. eisini tað, sum Sára sigur, tá ið Símun og Astrid eru komin at kennast:

„Hann man verða uppvartaður á onkrum fínari støðum“...„Hevur tú ikki hoyrt, at hann er farin at ganga við Astrid, hini fínu stásdukkuni hjá Lávusi, smiðinum. Nú er hann sjálvandi umvendur og fer at prædika sum øll hini.“

Fiskimenn 237

Oddamenninir í rørslunum eru úr smáborgara- og millumstætt, partvíst hava tey júst við andligum og handligum stuðli frá rørslunum hækkað í samfelagsstiganum. Tey strongu siðakrøvini og agin í rørslunum eru í samsvari við tey krøv um arbeiðssemi, sparsemi og hógv, sum smáborgarastættin má lúka fyri at halda seg oman fyri arbeiðarastættina og møguliga náa longri upp. Og trúgvin á, at rættur atburður verður løntur her og nú og ikki bara í ævinleikanum, er moralsk staðfesting av atburði, sum førir til búskaparliga framgongd.

Rørslurnar, sum umfata tær lægri stættirnar, smáborgarar og arbeiðarar, eru uppreistur móti ráðandi trúarhugmyndum, og ávirkan teirra røkkur til búskaparlívið. Men samhjálpin innan rørslurnar fylgir reglum stættasamfelagsins og kemur ikki fjøldini til góðar, men teimum einstøku, sum megna at hevja seg upp um fjøldina.

Illbirtil eggjar til uppreistur

Gunnar kemur umborð um summarið, tá ið Ørnin fer á tann seinna túrin. Tað verður beinanvegin greitt, at hann er ikki sum hinir menninir: hann hevur verið úti í verðini, og hann lesur bøkur. Manningin ógvast yvir ta stóru bókakistu, hann hevur við sær og ógvast ikki minni, tá ið hann gávumilt gevur teimum lut í lesnaði sínum, hvørja ferð, hann sleppur til tað. Gunnar er ein fremmandur fuglur, og øll tala hansara er í andstøðu við vanliga hugsan umborð.

„Bíblina og tað, sum fólk kalla Várharra ella Gud, eri eg komin burturfrá... eg havi fingið kunnleika um, at einki er til – einki av sovorðnum ónatúrligum, sum tey biltu okkum inn fyrr.“

Fiskimenn 187

Hann er hugtikin av darwinskari náttúrufrøði og avnoktar út frá henni alt yvirnatúrligt vald. Átrúnaðin skilmarkar hann sum samfelagsfyribrigdi og kúganaramboð.

„...Alt hetta tvassið, sum teir standa og prædika um, hava prestar og slíkir funnið uppá fyri at ríka seg upp. Teir hava villleitt fólk og fingið fólk at trúgva upp á seg, og so hava teir styðjað ríkmannin og havt religiónina at køva fátækramannin við..“

Fiskimenn 188

Eisini á øðrum økjum er Gunnar víðgongdur í áskoðanum. Sum tann einasti av fiskimonnum talar hann um at fara í samhugaverkfall við landfólkinum í keypstaðnum. Hann mótmælir eisini teirri skilvísi, sum fiskimenn eta upp eftir reiðaranum, at hægri arbeiðslønir av sær sjálvum føra við sær lægri fiskaprís.

„Fiskaprísurin er lágur, hóast ongar streikur eru, hatta er bara sovorðið, teir hava at bera seg undan við.“

Fiskimenn 291

Gunnar er ein teirra, sum vilja nýta frábýtisrættin í staðin fyri at taka ímóti tí, sum reiðarin bjóðar. Hann lýsir fyri monnunum, hvussu keypmansvaldið eyðrænir teir og hvussu yvirstættin livir í yvirflóð fyri teirra stríð.

„...Nú, meðan vit liggja her sum trælir... sita teir, ið verða ríkir av okkum, og drekka whisky...“

Fiskimenn 260

Eftir hansara áskoðan er tað bert egið gagn, ið stýrir gerðum reiðarans, og hann nýtir hvørt høvi til at bera fram kollveltingarboðskap sín: „tað var uppreistur og kollvelting ið Føroyar trongdu til“ (Fiskimenn 296), sigur hann.

Móttøkan, sum hesin víðgongdi boðskapur fær, er sum vera man ikki góð. Menn hava ikki álit á hesum manni, sum hevur „verið í útlondum og hevði bøkur við./.../ tað kundi vera rætt mangt, ið hann segði, men eingin helt við honum“ (Fiskimenn 244), greiðir høvundurin frá, tá ið Gunnar vil hava fiskimenn at styðja verkfallið hjá landfólkinum. – Tá ið Gunnar eggjar til at býta frá, fær hann kortini viðhald frá onkrum einstøkum, og tað ikki millum teir vánaligastu, men frá Ólavi (Fiskimenn 291). Kollveltingartos Gunnars fær somuleiðis lítla undirtøku. Tó hoyra vit einaferð Dánjal, ein av manningini, minnast á orðini hjá Gunnari, tá ið søgur eru farnar at ganga um, at Kristiansen er á húsagangi.

„...Gunnar, sum tú mintist plagdi at tosa um kollvelting umborð í „Ørnini“, hevði vist allan rættin: best er, at alt rapar avstað, so kemur okkurt nýtt aftur.“

Tað lýsir á landi 56

Gunnar gevur monnunum lut í tí, sum hann hevur lisið og upp-ivað á ferðum sínum. Men óttin og fákunnan millum menninar ger, at tos hansara fær ongan skilaligan kritikk – tað verður alt blankt avvíst. Kunnleika sín hevur hann ikki minst úr bókum, og lestur er, sigur Mortan í Húsi, rokskipari og reystmenni, „ein pínandi last, sum er sum ein sótt og ger fólk ørt í høvdinum“ (Fiskimenn 281). Og tos hansara móti yvirnatúrligum vekur ótta og mótvild, menn vilja verja sína trúgv – og pátrúgv. Skiparin heldur fyri:

„...Eg vildi ynskt, at hin versti kom og tók í herðatoppin á honum og kroysti hann niður í kolakjallaran. So kundi hann fingið at vita, um nakað var til ella ikki.“

Fiskimenn 281

Gunnar vil eirindaleyst beina fyri øllum gomlum, tað nyttar einki, hvørki í sær sjálvum ella sum støði undir nýggjum. Støða hansara til kirkjugarðsmálið í Tað lýsir á landi er eyðkennandi fyri hugsan hansara alment: „Alt tað gamla skuldi verið sópað burtur“ ( Tað lýsir á landi 143), heldur hann fyri.

Gunnar er í orði talsmaður fyri somu hugmyndir, sum aðrastaðni í søguni eru støði undir kritiskum lýsingum hjá høvundinum: hann er greiður yvir eyðránið og talar fyri, at tað arbeiðandi fólkið skal taka valdið, hann vísir á, hvussu átrúnaðurin verður brúktur til at „styðja ríkmannin“ og „køva fátækramannin“. Egni atburður hansara er tó á ongan hátt í samsvari við tey føgru orðini. Hann boðar óavmarkað frælsi, men atburður hansara móti øðrum eyðkennist av misbrúki og kúgan: hann spælir eitt lívshættisligt spæl við „vinmanninum“ Jóhan umborð á Ørnini. Gentan, sum hann livir saman við, líður undir fordøming bygdarfólksins av hesum óvígda samlívi, meðan hann reypar av „frælsinum“ í sambandinum. Í kappingini við Símun um at gerast oddamaður í bygdini eru eingi vápn ov grov fyri hann, sum tað vísir seg, tá ið hann øsir Osvald til at seta eld á eina sátu, sum stendur beint uttan fyri hjá Símuni.

Við Gunnari verður víst, at føgur orð og hugmyndir ikki eru til nakað gagn uttan virkan og gerð fylgja við. Lýsingin av honum í Fiskimonnum sum løtum og sjálvgóðum reypara og menning hansara í Tað lýsir á landi til rættiligt illmenni kann tó ikki uttan víðari síggjast sum avnoktan av teimum hugmyndum, hann hevur á munni, men ein ávaring um, at fremmandar hugmyndir eins og kollveltingarhugmyndin lætt kunnu misbrúkast, sum tá ið Gunnar rættvísger sjálvsøkni og kúgan av øðrum við frælsiskravi sínum.

Familjan í eyðvaldssamfelagi – kvinnur í mannfólkasamfelagi

Í hesi umrøðu um kúgandi hugmyndafrøði og mótstøðu móti henni er einki sagt um kvinnur. Hetta hevur sína orsøk í veruleika skaldverksins: søgan er um mannfólk, teirra stríð, kapping og samarbeiði. Arbeiði teirra hevur samfelagsligan týdning, og samvera teirra hevur týdning í sær sjálvum. Sjónarhornið í frásøgnini er mansins, og tí verða kvinnurnar næstan bara lýstar í mun til menninar, t.d. hitta vit fiskagenturnar bara, tá ið tær hava frí, tí tá eru fiskimenn saman við teimum. Kvinnurnar eru antin møður ella systrar, konur ella gentur hjá monnunum, við øðrum orðum, knyttar at heimalívi teirra. Tað er heima við hús, vit hitta tær – eisini tær, sum arbeiða úti – og tað er har, hugmyndafrøðin staðsetur tær.

Átrúnaðurin við sínum mynstri av valdi og undirgivni verður fyrimynd fyri onnur viðurskifti eins og viðurskiftini millum reiðara og fiskimenn. Men átrúnaðurin er í sínum lag bara ein partur av og treytaður av siðmenning okkara, sum er patriarkalsk. Í tí patriarkalsku siðmenningini liggur valdið hjá faðirímyndini, antin tað nú er familjufaðirin, húsbóndin, arbeiðsgevarin, prestur ella sjálvur Várharra, sum umsitur faðirvaldið. Tað patriarkalska valdið er sostatt vald mansins yvir kvinnum, dreingjum og øðrum monnum, sum ikki eru í valdastøðu. Hugtakið patriarkat hevur serliga verið brúkt um tað óskerda húsbóndavaldið í tí gamla bóndasamfelagnum og er eina týðuligast í tí klassisku lensskipanini; samfelagsskipanin er nú ein onnur, men tann patriarkalska valdaskipanin er í gildi enn í dag, hóast hon nú kemur til sjóndar á annan hátt og meira óbeinleiðis enn fyrr. Tað gamla stættasamfelagið er avloyst av eini nýggjari kúgandi skipan, nevniliga tí kapitalistisku, sum lagar tey inngrónu patriarkalsku mynstrini eftir tørvi sínum fyri hámarksvinningi gjøgnum úrnýting av arbeiðsmegini. Her er ikki minst tað fasta arbeiðsbýtið millum kynini týdningarmikið.

Sambært patriarkalskari hugmyndafrøði hoyra kvinnur til heima við hús, og hesin hugsanarháttur er ráðandi, hóast kapitalistisk menning flytur framleiðsluna út um familjuna og sendir kvinnur í arbeiðarastættini út á arbeiðsmarknaðin. Tann lívseiga hugmyndin um kvinnur sum húsmøður ger, at tað ber til at seta kvinnur í ringasta og lægst lønta arbeiðið – húsmóðurstarvið og ikki lønararbeiðið er jú teirra „sanna“ starv, og arbeiðið uttan fyri heimið metist sum hjáputur. Henda metingin av kvinnunum kemur týðuliga fram frá Sigmundi:

„Tit konufólk, sum arbeiða í fiski, hava størri ársinntøku enn vit, sum liggja uppi á Suðurlandinum og hava konu og børn at føða“/.../ „lúsa konufólk skulu krevja líka so nógva løn sum mannfólk.“

Fiskimenn 246

Samstundis forðar lønararbeiði teimum í at røkja húsmóður-starvið, sum so má liggja á láni í arbeiðaraheimum. Tá ið Símun vitjar systrina, Kristin, er hon beint komin úr fiski og umber seg fyri tað ringa hússetrið, men uttan at kritisera umstøður sínar, tí hon eins og aðrar kvinnur gongur undir tað hugmyndafrøðiliga okið, sum styðjar og varðveitir samfelagsskipanina.

„...Her er so ófjøsaligt inni. Katrin, ólukkudýrið, skal vera inni; men hon er so ung enn og kann ikki krevjast nógv av henni.“

Fiskimenn 63

Arbeiðarabørnini kunnu reka fyri vág og vind, tí hugmyndafrøðin sigur, at kvinnurnar, sum eru í lønararbeiði allan dagin, hava uppalingarskylduna. Samvitskan loynir seg ikki, tá ið Kristin tosar um synir sínar.

„Ungt er“, ....„og gongur og válar úti allan dagin, so svangt er, tá ið kemur innaftur, ikki eru teir rættirnir, ið fær heldur, ein breyðbiti við margarini og einum følvi av sukuri uppá.“

Fiskimenn 64

Páll, maður hennara, skal hava umsorgan hennara eins og børnini.

„Hevur tú fingið tær nakað?“ spurdi hon mannin og fór hálv-skjálftandi at hyggja at eldinum. „Tú hevur ikki givið pápa tínum nakað drekka?“ spurdi hon dóttrina.

Fiskimenn 68

Húsmóðurskyldan hvílir tungt á Kristin, ikki minst tá ið hon er løgst av tuberklum og skal á sjúkrahúsið. Hon lítur ikki manninum nógv til innanhýsis, neyvan at røkja seg sjálvan og hvaðna minni børnini. Orsøkin er, heldur Kristin við beiggjan, ikki evnaloysi, men...

...tí hann sum mannfólk ikki dugdi og hevði handalag at leggja til rættis allar hesar heimspurningar, ið bert ein kvinna og ein móðir kann loysa. Og so umbar hon hann: at hann altíð hevði verið so skikkaður, at hann ikki var vanur at skeinkja sær ein kopp av drekka.

Fiskimenn 235, áherðsla T.S.

Kristin hevur mist heilsuna av dupultum sliti, ikki bara í fiskinum, men eisini heima við hús aftan á arbeistíð, meðan maðurin hevur gingið á møti um kvøldið. Og nú, hon skal á sanatoriið, gremur hon seg – ikki um seg sjálva, men um børnini og mannin, ið jú ikki kann gera nakað við spurningar, sum „bert ein kvinna og ein móðir kann loysa“. Soleiðis er Kristin sjálv við til at bera ta hugmyndafrøði, sum kúgar hana.

Lívið hjá arbeiðarakvinnum er ótrúliga strævið, við tað at arbeiðsbyrði teirra er tvífald: útiarbeiði fyri undirløn og haraftrat tann fulla ábyrgdin av at røkja hús, mann og børn. – Henda tilvera hevur lítið felags við kvinnuleiklutin í yvirstættini, sum frú Kristiansen er dømi um. Uppgávan hjá henni er at skapa tær røttu rammurnar um familjulívið við tí endamáli at undirstrika og styrkja sjálvsfatanina hjá stættini. Hon stýrir húsarhaldinum, og tað er serliga hon, sum hevur umsorgan fyri, at børnini fáa útbúgving, sum hóskar til stættarstøðu teirra. – Eisini í smáborgarastættini, tað er millum tey, sum sjálv eiga síni framleiðslutól uttan at hava onnur í arbeiði, eru ofta ráð til, at kvinnurnar eru heima. Tær hava tá valið millum at arbeia úti ella ikki, meðan arbeiðarakvinnurnar hinvegin ikki kunnu „velja“ at vera heima. Astrid hoyrir sum dóttir ein væl fyrikomnan smið til smáborgararnar, og tað er einki, sum bendir til, at hon arbeiðir úti. Eisini í smáborgarastættini er tað uppgávan hjá kvinnunum gjøgnum uppalingina og familjulívið at forma ta stættarligu sjálvsfatanina. Tað eru ikki minst tær, sum seta hugsjónirnar hjá stættini í verk, hugsjónir, sum skulu avmarka hana frá arbeiðarastættini og nærka hana borgarastættini. Símun hugsar soleiðis um Astrid:

...hann visti, at hon lærdi at spæla orgul. Hann mátti hálvlæa. Orgulspæl, tað skuldi hin gamli faðir vita av, at hann ætlaði at taka sær konu, sum talaði á møtunum, var prestur, lærdi at spæla orgul og sjálvandi nýtti nógv av tíðini til at brodera og tílíkt, sum tey har heima kallaðu fínt, ónyttugt starv. Faðir roknaði tey konufólk dugulig, sum kundu vera uppi í mannfólkaarbeiði, tað var tann gamla bygdaáskoðanin. Vera uppi í várarbeiðinum og heystarbeiðinum, bera torv burtur og ganga til neyta. Vask og húsligt starv livdi ein ikki av. Men her var onnur áskoðan komin fram.

Fiskimenn 230

Her kemur væl fram munurin millum ta gomlu familjuna í bóndasamfelagnum, sum framleiðir nýtsluvirði eftir egnum tørvi, og ta nýggju familjuna, sum er røktarstøð og í teimum hægri stættunum harumframt statusmerki, sum skal styrkja stættarmedvitið. – Ambitiónirnar hjá hini orgulspælandi Astrid ganga ígjøgnum mannin, hon ætlar sær, tí tað er gjøgnum hann, hon í framtíðini skal fáa stættarstøðu og identitet.

„Hevur tú ikki ætlað at læra til skipara, tað má vera ringt av vera vanligur fiskimaður altíð. Vart tú skiparalærdur, kundi tú fingið skip at føra...“

Fiskimenn 208

Tað er ikki bara kvinnan, ið er læst føst innan fyri tey trongu mark, sum samfelag og siðaarvur seta henni. Maðurin noyðist eisini at laga seg eftir kynsbundnum krøvum, sum merkja ófrælsi eisini fyri menn í patriarkalskum samfelagi. Sum umrøtt eru kvinnur sambært ráðandi hugmyndafrøði ikki uppihaldarar, hóast tær í roynd uppihalda sær sjálvum og familjum sínum. Afturfyri setur hugmyndafrøðin treytaleyst krav til mannin um at lúka uppihaldaraskylduna. Vit síggja hesa hugmyndafrøði í verki, tá ið Sigmundur í rópandi mótsøgn við veruleikan skjýtur seg undir skylduna at føða konu og børn – hvørki eigur hann – til at verja rætt sín at fáa hægri løn enn kvinnurnar.

Uppihaldaraleikluturin er sostatt ein partur av persónleikanum hjá manninum. Gera kapitalistisk kreppa og eyðrán at torført ella ógjørligt er fyri arbeiðarar at lúka hesa skyldu, ja, so verður orsøkin ofta funnin hjá konunum, við øðrum orðum í familjuni sjálvari. Keypmaðurin, sum ger alt til at sáa ósemju millum arbeiðarar á sjógvi og landi, roynir somuleiðis at seta konu og mann upp móti hvørjum øðrum – soleiðis brúkar eyðvaldið tað patriakalska arbeiðsbýtið millum kynini til at spjaða fæloysingarnar:

„Ja, ikki stendur so væl til, konurnar, konurnar“...

Fiskimenn 55

heldur Kristiansen fyri. Og fiskimaðurin Andrias tekur uppaftur dýrari til.

„...mangur kemur illa fyri og serliga í hesum tíðum – konurnar hava størstu atvoldina, tað havi eg altíð sagt, sparin kona er gull verd – ...“

Fiskimenn 105

Vit síggja fleiri av ørnarmonnunum í mun til uppihaldara-skylduna, til dømis Ólav, sum ongan kappingarhugin hevur og tí helst ikki fer at hava lætt við at átaka sær hesa skyldu...

„Nú verður tað, eg biði um dóttur tína,“ svarar Ólavur./.../

„Tú skemtar…,“ ristir Andrias við høvdinum... „Ov stór líka-gyldugheit,“ heldur hann, „hvussu skal ein maður, sum stendur soleiðis við snørið, fáa fisk. Hann spotta við konufólki. Sovorðnir menn kunnu einki gera við konu og børn.“

Fiskimenn 255, áherðsla T.S.

Ólavur veit, hvat tað vil siga fyri lønararbeiðaran at átaka sær uppihaldaraskylduna. Sum umstøðurnar eru, kann ein arbeiðari ella fiskimaður ikki føða hús sítt einsamallur. Soleiðis sigur Ólavur frá pápa sínum, sum noyðist at „ræna“ sínar synir: hálvvaksnir fara teir til skips at hjálpa pápanum at bera byrðarnar og standa so sjálvir á berum, tá ið teir skulu seta búgv. Kokkurin við sínum tunga húsi knógvar undir tí treytaleysu uppihaldaraskylduni, sum hann ikki kann lúka uttan at skuldabinda seg í stórum. Skiparin hevur lænt honum pengar og kann tí traðka á honum, sum hann vil.

„Tey skuldu longu verið seld, sett á auksión“, rópaði hann, „boðin upp, hatta tjúkka heima og allur riðilin. Nøra børn upp á jørðina, eg og aðrir við mær mugu føða. – Kristiansen eigur so nógv hjá honum, at hóast bæi hann og dreingirnir aftrat træla alla sína tíð, so munar tað ikki petti...“

Fiskimenn 103

Tað er greitt, at eins og tað kemur væl við fyri eyðvaldið, at uppalingin og endurnýggjanin av arbeiðsmegini verður røkt ókeypis av kvinnum innan fyri familjuna, so er tað eisini hent fyri eyðvaldið, at fíggjarliga ábyrgdin fyri tí einstaka arbeiðaranum liggur hjá familjuni, í staðin fyri at eyðvaldið hevði ábyrgdina av vælferðini hjá arbeiðsmegini. Tað er tí skiljandi, at reiðarin styðjar uppfatanina av familjuni sum búskaparligari eind, og tí vil hann hava Edvin at gjalda skuldir pápans við avrokning síni.

„Tú mást styðja pápa tín“... „Børnini eru til tað at styðja og hjálpa foreldrunum, tá ið tey verða tilkomin.“

Fiskimenn 57

Víst er tað gott, at børn hjálpa foreldrum sínum, men her er tað eyðvaldið, sum vinnur við at uppihaldaraskyldan liggur hjá familjuni burturav, fyrst og fremst hjá manninum, men í roynd eisini konu og børnum – hóast konan ikki metist sum uppihaldari, í hvussu er ikki, meðan hon eigur nakran mann.

Maðurin er bundin av uppihaldaraskylduni, men hann hevur tó eisini eitt lív uttan fyri familjuna og ein identitet, sum er bundin at arbeiði hansara úti í samfelagnum. Hvussu við kvinnunum? Tað er greitt, at her er munur stættanna millum. Í borgarastættini, tí útbúnu millumstættini og smáborgarastættini er plássið hjá kvinnuni heima við hús, hóast hon kann velja at arbeiða úti í styttri ella longri tíð. Høvuðsuppgáva hennara er barnauppalingin og at skapa eina virðiliga rammu um familjulívið, møguliga gjøgnum mentanarligt ella kristiligt yrki, sbr. Astrid, sum „talaði á møtum, var prestur, lærdi seg at spæla orgul og sjálvandi nýtti nógv av tíðini til at brodera og tílíkt...“ (Fiskimenn 230). Men sum forsyrgdar og fíggjarliga ósjálvstøðugar fáa hesar kvinnur allan identitet sín gjøgnum mannin – tí hevur tað avgerandi týdning fyri Astrid, um drongur hennara verður „vanligur“ fiskimaður alt lívið, ella hann verður skipari. Tann persónliga kúganin, sum fylgir tí búskaparliga ósjálvbjargninum, ger, at hon ikki metir menniskjavirði sítt eftir sær sjálvari, men eftir manninum. Hetta borgaraliga familjumynstrið skapar hugmyndina um kvinnuna sum hjálparleysa uttan fyri heimið og „kvinnulyndið“ sum „barnsligt“ og „sakleyst“.

Kvinnumyndin hjá borgarastættini og býarsmáborgarunum verður eins og aðrar hugmyndir hjá ráðandi stætt breidd út til aðrar stættir, hóast hon als ikki hóskar til veruleika teirra. Í arbeiðarastættini hevur tann borgaraliga kvinnumyndin tað við sær, at hon ger tað møguligt fyri arbeiðarar at uppfylla sín patriarkalska leiklut sum tann sterki og ráðandi; sum „vernd-arar“ hjá „veikum“ kvinnum fáa teir endurbót fyri veiku støðu sína og stættarkúganina, teir verða fyri uttan fyri familjuna. – Hugmyndin um ta hjálparleysu kvinnuna styrkir mannin í trúnni á uppihaldaraskyldu sína, og soleiðis styrkir samspælið millum kynini og leiklutir teirra tað galdandi mynstrið fyri familjuna og støðu hennara í samfelagnum.

Sum ognarmaður hevur Símun eina støðu í bygdini, sum formliga svarar til smáborgaran í keypstaðnum, men fram-leiðsluumstøðurnar eru heilt aðrar, og kvinnumyndin hjá býar-smáborgaranum hóskar als ikki í bóndahúsinum. Kortini ognar Símun sær kvinnuhugsjónina hjá ráðandi stættum keypstaðarsamfelagsins, soleiðis sum hon er formað av búskaparligu umstøðunum hjá hesum stættum. Tað er eyðsýnt, at hann kennir seg støðugt drignan at tí „barnsliga“ og „sakleysa“, hann finnur í kvinnum sum Astrid og íslandsgentuni; og eisini Sáru roynir hann at trýsta inn í hesa myndina. – Sum kona Símunar fær Sára eitt virkisøki, ið krevur dugnað og áræði. Arbeiði hennara er fjølbroytt bæði innan- og uttandura, ikki bara mat- og reingerð, men eisini torvarbeiði og neytagonga – hvør arbeiðsgevarin er, síggja vit, tá ið hjúnini eru á keypstaðarferð. Símun metir Sáru høgt fyri dugnaskap hennara, men kortini...

„Eg fái kanska nakrar krónur frá tær,“ ...Hon var so mjúklig í eygnabránum og á málinum. Tað var hetta barnsliga í eygunum, sum atdrigið hann hevði...

Tað lýsir á landi 47, áherðsla T. S.

Símun finnur nóg nógv av tí „barnsliga“ – hjálparleysa – í Sáru til at kenna uppihaldaraleiklut sín og harvið identitet sín sum maður váttaðan. – Men hvussu hóska arbeiðarakvinnurnar til ta borgaraligu myndina av „kvinnuni“ sum forsyrgdari og hjálparleysari? Hvussu við „kvinnulyndinum“ hjá teimum, sum hava tvífalda arbeiðsbyrði? Símun gevur hesa mynd av systur síni, arbeiðarakvinnuni Kristin:

„Nei, hon er ikki so blúgv og barnslig, sum hon var. Hatta, ið hendi við Katrini, haldi eg, broytti hana so nógv. Hon hevur mist nógv at álitinum til Páls.“

Tað lýsir á landi 226

Símun sær orsøkina til, at Kristin er broytt, í ódugnaskapi Páls: hann hevur hvørki lúkað skyldur sínar sum faðirvald ella uppihaldari. Men sannleikin er, at tað er ógjørligt fyri arbeiðarakvinnuna at seta ta borgarligu kvinnuhugsjónina í verk og yvirliva – líka ógjørligt sum tað er fyri arbeiðarar at lúka ta hugmyndafrøðiliga kravið um at vera faðirímynd og uppihaldari við sóma, antin tað er Páll, sum sigst at vera latur og ódugnaligur, ella tað er ørnarkokkurin, ið stríðist sum eitt beist. – Magda er arbeiðarakvinnan, sum ikki boyggir seg undir yvirstættarhugmyndina um kvinnur. Við atburði sínum ger hon mótstøðu móti kynsleiklutunum: hóast gift heldur hon fast við fíggjarliga sjálvbjargni sítt og arbeiðir í fiski, meðan maður hennara, Dánjal, gongur heima og heldur hús. Magda verður søgd at vera „manslig“, og bæði hon og maðurin eru láturlig í fólkaeygum. Samfelagið kann ikki lata um seg ganga, at hesi bæði ikki fylgja teimum óskrivaðu reglunum um, hvat kynini eiga at vera og gera og tekur tey tí neyvan fyri fult.

Samfelagið setti, tá ið søgan fer fram, eins og tað enn setur, kynslívinum ávís trong mark. Í tí kristnu siðalæruni er kynslívið eitt mein, sum livast má við; tað fær sítt pláss í hjúnabandinum og ikki aðrastaðni. Lóggávan styðjar hetta sjónarmið, sum eisini samtykkir við, at uppalingar- og uppihaldsskyldan liggja á tí einstaka burturav. Og hugmyndin um hjúnabandið sum treyt fyri kynslívinum er ráðandi millum manna; tað síggja vit dømi um, tá ið Jomfrúin ákærir ein mann fyri at hava brotið lyfti sítt til hennara um giftarmál, og Magda styðjar hana.

Magda... lovaði, at fór vinkonan til sýslumannin, so skuldi hon fylgja við, tí hon hevði sætt hansara atferð, og hvat tey høvdu havt saman, tað ið lógin absalut mátti siga skuldi enda við giftarmáli.

Fiskimenn 211

Tá ið lógin „absalut“ má siga, at fríggingin skal enda við hjúnabandi, so hongur tað saman við, at ábyrgdin fyri nýggjum samfelagslimum liggur hjá familjuni. Men búskaparligar broytingar hava við sær broyttan atburð og gera so við og við nýtt siðalag møguligt. Tann harða fordømingin hevði ítøkiligt samband við fíggjarliga spurningin, sum tók seg upp kring móður og barn uttan uppihaldara. So við og við hava fleiri gentur fingið betri møguleikar fyri fíggjarligum sjálvbjargni gjøgnum útbúgving og betri løn, og samsvarandi minkar tann moralska fordømingin av tí ógiftu mammuni.

Men hvussu gongst so við at halda kynslívið innan fyri tað mark, sum samfelagið loyvir – og tolir? Keypstaðurin er fullur av ungum arbeiðsfólki, og samskifti millum fiskagentur og arbeiðarar á sjógvi og landi seta sín dám á keypstaðarlívi. – Bygdargentur, sum eru komnar til keypstaðin at arbeiða í fiski, hava møguleika at liva sítt egna lív, burtur frá foreldrum og teimum strongu siðakrøvum, smábygdin setur. Nógvar teirra búgva í fiskahúsinum, har tær ráða sær sjálvum, og Sára, sum leigar hjá eini konu, sum krevur frið um kvøldið, heldur at betri hevði verið at búð í fiskahúsinum. Í keypstaðnum er dansur, fiskagenturnar skipa fyri veitslu, og fiskimenninir vitja dúgliga í fiskahúsið, tá ið teir eru heima, hoyra vit. Slopnar undan faðirvaldinum og enn ikki komnar undir mansvaldið í hjúnabandinum tykjast hesar ungu arbeiðarakvinnur eitt stokkut bil at njóta eitt frælsi, sum ger at tær kunnu møta monnum á jøvnum føti. Men frælsið kann lætt fáa ein bráðan enda, og tá eru tað genturnar, sum fáa sviðan av tí, sum sá út sum leikur á jøvnum føti. Andrias lýsir vandamálið frá sjónarmiði pápans, og hann vísir greitt, hvussu hættisligur kynstørvurin er í ráðandi samfelagsskipan.

„...Nei, eg ræðist fyri at eiga døtur, tær verða einum bara til synd og fortreð.Vilja sleppa út og koma soleiðis inná aftur foreldrini...“.

Fiskimenn 352

Kynstørvurin brýtur sær rás, hóast kynslívið verður forboðið av kirkju og lóg og fordømt av hugmyndafrøðini. Og barnburðarevnini gera, at tað patriarkalska samfelagið dømir kvinnurnar strangari enn menninar. Kvinnurnar taka sjálvar undir við fordømingini av kynslívi sínum – Signa heldur lítið um gentuna, Símun beiggi hevur fingið sær, og orsøkin er, sum hon sigur við mammuna:

„Hon sigst at hava gingið við øðrum. Tygum vita, hvussu lívið er har, hon kemur frá...“

Tað lýsir á landi 6

Eisini fiskimenninir, sum sjálvir eru so nógv í hóslag við fiska-gentunum, vanvirða tær, hóast teir ikki sýnast at halda seg sjálvar falla í virði av sambandi sínum við tær. Gunnar hevur sína egnu áskoðan um genturnar í fiskahúsinum og heldur fyri, at har er „frískligt, og har veitst tú, hvat tú fært. Men hjá hinum, ið apar seg at vera fínt og betri enn hini, nørist falskheit og vesaldómur“ (Fiskimenn 259). Ørnarmaðurin Edvin er kortini ikki í iva um, hvat hann skal halda um genturnar í fiskahúsinum.

„...tað havi eg sæð, at í fiskahúsinum er eitt hundalív, har kemur alt slag, og har man vera ringt at velja sær gentu burturúr.“

Fiskimenn 260

Tá ið Símun sær Astrid fyrstu ferð, ber hann hana í huganum saman við fiskagenturnar.

Tað mundi vera munur á gentum... Vandist ikki upp við fiska-plássatos ella gekk og dansaði millum fyllskapin hvørt kvøld. Ein sum lítast kundi á, og sum ein á einsligum vaktum umborð kundi hugsa sær lá rein og smæ[ð]in og svav søtan svøvn.

Fiskimenn 172

Tað ráðandi siðalagið ger, at Símun dugir ikki at hugsa sær nakran millumveg millum tann fullkomna „reinleika“ og svartasta ólevnað. Astrid, sum Símun her sær sum fullkomnan mótsetning til fiskagenturnar, hevur í roynd ein annan kynsatburð enn hesar. Sum kvinna í smáborgarastætt fær hon støðu sína gjøgnum mannin; hon gongur tí inn fyri at lógbinda kynslívið, og hon og Símun trúlova seg við brestin.

Tann søgupersónur, sum verður harðast rakt sum kynsvera, er Katrin, ið verður við barn sekstan ára gomul og verður fordømd fyri tað. Tað er nóg ringt, at drongurin – reiðarasonurin – svíkir hana, men nógv tyngri at bera er útskúgvingin og vanvirðingin, sum hon verður fyri. Tí ynskir hon, at hon átti drong við havsins botn – so var hon einkja og ikki vanvird. Mótstykki til hesa lagnu og næstan líka døpur er lagnan hjá Signu; aftan á fyrstu roynd sína av ástarlívinum heldur hon seg vera við barn, giftist og livir síðani í eydnuleysum hjúnabandi. Her er tað óttin, sum noyðir Signu í hjúnabandið. – Katrin verður, eftir at hon er komin fyri barn, mett sum ein skarðaður koppur. Tos hennara um at fara burtur at læra fær onga undirtøku, men afturfyri mest sum skumpar familjan hana í føvningin á tí fyrsta dreinginum, sum býður seg fram. Tað vil so væl til, at Kári er hampadrongur og góður við Katrin, men tað er eyðsæð, at hon hevur einki val, fangi av umstøðum sínum og kúgandi siðalagi samfelagsins sum hon er.

Hon [Katrin] skuldi verið glað, hugsar hon. Kanska hann [Kári] er góður við hana?

Tað lýsir á landi 98

Kluftin millum siðalagið og kynstørvin sáar spit og illgruna millum kynini, sum báðir partar líða undir. „Menn eru ikki at líta á“, ella – sum Katrin sigur – „allir menn eru beist“, er niðurlagið hjá kvinnunum, eins og „konufólkum skal eingin trúgva“ hjá monnunum.

Hvussu eydnast tað so í hjúnabandinum, sum lógbindur kynslívið, at gera kynstørvin óskaðiligan fyri samfelagsskipanina? Kynslívsmynstur samfelagsins kúgar mann og kvinnu, men so fátækur og kúgaður maðurin enn kann vera, so stendur hann tó yvir konu síni. Har er hann eigarin, hon ein av ognum hansara.

...at taka annars mans konu, var sum at fara inn um mark at stjala...

Tað lýsir á landi 200

Men kortini er eitt av tí, sum eyðkennir hjúnabondini í søguni mest, ótrúskapur og helst óttin og illgrunin um ótrúskap makans. Fiskimenn plágast av longsli eftir konum sínum, men ikki minni av ótta um, at tær eru ótrúgvar.

Allar konur vóru ótrúgvar, søgdu teir ungu./.../Hvør einasta kona skuldi hava onkun, meðan maðurin var burtur.

Tað lýsir á landi 247

Gunnar, sum heldur uppá tað óavmarkaða frælsið, góðkennir ikki „ótrúskap“ sum hugtak; han vil hava fríar ræsur fyri kynslívið og er tí hættisligur fyri hjúnabondini í bygdini. Men hann er dømi um, at frælsi uttan ábyrgdarkenslu verður til kúgan av øðrum, og hann setur við atburði sínum gentu sína í ótolandi støðu. – Eisini Símun og Sára kenna hjúnabandið sansa at – serliga tá ið kuril er á tráðnum. Símun droymir um Astrid, eisini eftir hann er giftur við Sáru.

Hann hevði tráað eftir Astrid øll hesi árini... Hann hevði viljað átt hana. Vóru tey tvey eini, og hon var honum til vildar, hevði hann helst tikið hana.

Tað lýsir á landi 349

Sára minnist við sakni tað fría lívið í fiskinum. Hon berjist ímóti girndini til aðrar menn, hóast stundum av hálvum huga.

Mundu kvinnur altíð berjast ímóti av fullum huga, um tær vóru giftar?

Tað lýsir á landi 93

hugsar Sára, men tekur seg aftur í hugsanini:

...hon hevði ikki loyvi at hugsa soleiðis. Hon hevði fingið góðan mann, sum hon eisini var góð við.

Tað lýsir á landi 93

Soleiðis berjast bæði Símun og Sára móti tráan síni og royna at laga hana eftir hjúnabandinum. Serliga fyri Sáru, sum hevur latið seg kúgað minni enn mangur annar, er tað torført; hon rembist í hjúnabandsfjøtrunum, men Símun vónar, at tað eru ráð fyri tí.

Hon hevði verið gæsin og rúsandi sum genta, hon var ikki spekt enn. Hví fekk hon ikki barn, tað hevði spekt hana og fingið hana at støðast.

Tað lýsir á landi 276

Kynstørvurin leitar út um markið, sum samfelagið setur honum og sum roynt verður at laga hann eftir. Er tað ikki nóg mikið við vígsluni, so skal barnið við tí ábyrgd, sum tí fylgir, rubba bandið so, at avbyrgingin av kynslívinum í hjúnabandinum er tryggjað.

IV. HØVUNDURIN OG VERK HANSARA

Hvat vil høvundurin siga okkum? Og hvat sigur verkið okkum? Nær er høvundurin kritiskur í samfelagslýsing síni, og nær tað er veruleikin, sum er so ágangandi, at lýsingarnar uttan vilja og vitan høvundarins goyma í sær kritiska avdúking av honum? Tað er hetta, sum Engels sipar til, tá ið hann tosar um „sigur realismunnar“, eitt hugtak, sum marxistiskir bókmentafrøðingar seinni hava tikið upp: hin gløggi og sannføri høvundurin dregur í lýsing síni av persónum, hendingum og viðurskiftum fram tann kjarnan, sum er avgerandi fyri samfelagsmenningina í tí tíðarskeiði, talan er um á hvørjum sinni. Soleiðis kann hann ofta skapa lýsingar, sum ganga ímóti medvitaðu áskoðanum hansara, og lýsingarnar kunnu tí siga lesaranum annað og meira enn tað, høvundurin setti sær fyri. Men hvør er so tann heildarmynd og -fatan av samfelagnum, sum kemur fram í verkinum, og hvar stendur høvundurin? Til at svara hesum spurningum skulu vit hyggja eftir, hvørjar eru niðurstøðurnar av hugmyndafrøðigreiningini í III. kapitli; men til at fáa greiðu á støðu og fatan høvundarins mugu vit eisini taka aðrar tættir í skaldverkinum við, nevniliga teir tættir í persónssøgu Símunar, sum kasta ljós á samfelagsmynd høvundarins.

Tað er ein miðvíst kritisk lýsing, sum givin verður av vinnulívinum í keypstaðnum og korum arbeiðsfólksins har. Høvundurin var sjálvur runnin upp í einum øðrum slag av samfelagi, nevniliga bygdini eins og Símun, sum við síðuna av manningini á Ørnini er tann einstaki persónur, ið oftast eigur sjónarhornið í frásøgnini og er tann, sum stendur høvundinum næstur. Bæði høvundurin og Símun síggja keypstaðin uttanífrá sum gesturin, Símun ivingar- og atfinningarsamur, men kortini við vón um, at har er okkurt fyri hann, høvundurin við kritiskum víðsýni og yvirliti, bæði tí hann kennir annan samfelagsform – bygdina – og tí hann er upplýstur og tí sær brekini. Sum fram kom í III. kapitli, er stættastríðið tann avgerandi miðdepilin í frásøgnini um Kristiansen og arbeiðsfólk hansara á sjógvi og landi. Stættakúganin verður fyrst og fremst gjørd ítøkilig gjøgnum samskifti millum ørnarmanningina og reiðaran, og allan vegin kemur fram tann sterki samhugur, høvundurin hevur við teimum kúgaðu. Soleiðis sigur hann um kokkin á Ørnini, sum liggur á børu í lugarinum og skal flytast á sjúkrahús.

...nú lá hann sum bardagamaður, ið fallin er á slagvøllinum. Ein bardagamaður, sum fór at stríðast lívsins stríð, áðrenn hann fekk prestahondina á høvdið.

Fiskimenn 270

Stríðið móti skuldunum og armóðini er vónleyst, so leingi sum fiskimenn ikki halda saman móti eyðráninum. Men til tess krevst stættarmedvit, og tað er óhugsandi uttan upplýsing um samanhangið í kúganini. Í III. kapitli kom fram, hvussu høvundurin miðvíst avdúkar ta vantandi upplýsingina um samanhangið í kapitalistisku úrnýtingini, vankunnleikan, sum ger, at fiskimenn síggja lønarhækkan í keypstaðnum sum størstu hóttan móti sær, meðan teir ongantíð spyrja um part eyðvaldsins av køkuni. – Í lýsingini av arbeiðsmannaverkfallinum gevur høvundurin hinvegin dømi um stættarmedvit og samhald. Arbeiðsmenninir gera støðu sína greiða fyri fiskimonnunum: at teir streika fyri hægri løn, tilskila sær rættin til tað arbeiði, sum er teirra livibreyð, og tí nokta øðrum at gera hetta arbeiði, so leingi streikan varar. Fiskimenn bróta streikuna við harðskapi, men høvundurin undirstrikar styrkina í skipaðum stættastríði við at lata teir frætta til Íslands, at lønirnar eru farnar upp í keypstaðnum, samtíðis sum teir fáa tíðindini um lækkandi fiskaprís. – Í sambandi við verkfalsbrotið eins og í øðrum lýsingum av stættastríði og -kúgan vísir høvundurin á kúgandi hugmyndir, sum gera eyðránið møguligt; her er ikki minst týðandi hugmyndafrøðin um, at ognarrætturin til framleiðslutólini gevur Kristiansen óreingjandi og óskert avgerðarvald yvir arbeiðsmegini og framleiðsluvirðunum – sum fiskimenn siga: „Keypmaðurin átti síni skip og sínar brýr, og hann mátti hava loyvi at nýta tað arbeiðsfólk, ið honum sjálvum tykti“, og „hví skulu tygum, sum eiga skipið, ikki fáa fiskin; tað haldi eg vera rætt og rímiligt“. – Kritiska støða høvundarins til hesar hugmyndir fiskimanna, sum ganga ímóti teirra egna frama, verður okkum greið, tá ið vit síggja hesa hugmyndafrøði í mun til tey trongu kor, sum lønararbeiðarar hava á bygd og í bý.

Sum greint er frá (Familjan í eyðvaldssamfelagi – kvinnur í mannfólkasamfelagi), vísir høvundurin á ta tvífaldu kúganina av arbeiðarakvinnum í lønararbeiði: kapitalistisku kúganina, sum úrnýtir tær eins og menninar, og ta patriarkalsku, sum ger, at konufólkalønin er lægri enn mannfólkalønin. Og hann vísir klárt á tað høpisleysa í hesum, bæði við Sigmundi og hansara grundgeving fyri hægri mannfólkaløn og við fiskaarbeiðinum hjá Kristin við tí stóra barnaflokkinum. – Ein annar táttur í kvinnukúganini, sum høvundurin vendir sær ímóti, er tað patriarkalska siðalag, ið setur strangari krøv til kvinnur enn menn um aga í kynslívinum. Tann vandni Símun, persónurin ið stendur høvundinum næstur, kemur við at granska seg sjálvan fram til tað falska í reinleikakravinum, sum verður sett til kvinnur:

Hann hevði tráað eftir Astrid øll hesi árini – eisini eftir at hann hevði gift seg við Sáru/.../Hvat var so at døma?

Tað lýsir á landi 349

– Soleiðis verða ymsir tættir samfelagsins vístir í kritiskum ljósi, men hesin kritikkurin hevur sína avmarking frá høvundarins síðu, sum seinni verður umrøtt.

Í greiningini av átrúnaðinum varð drigið fram, hvussu kirkjan og rørslurnar verða lýstar í samspæli við búskaparlívið. Vit sóu, hvussu høvundurin vísir á ta ávirkanina, sum tann óvikandi valdaskipanin innan kirkjuna hevur á stættakúganina. Hann vísir á, hvussu fiskimenn framman fyri reiðaranum kenna seg sum syndug menniskju framman fyri Gudi og hvussu hetta heldur teimum føstum í kúganini. – Í lýsingini av rørslunum verður víst á eitt meira beinleiðis samband millum andligt og búskaparligt lív. Við trúnni á løn her og nú fyri rættan atburð geva rørslunar teimum kúgaðu eina vón, har sum kirkjan gevur steinar fyri breyð. Eydnu og framgongd tulka tey sum merki um, at tey eru á Guds veg, men høvundurin vísir kritiskt á, at tey ofta týða tey „tekin“, tey halda seg fáa, eftir egnum tykki, sum tá ið Páll greiðir skipara sínum frá, at hann ikki hevur fiskieydnu, tí at Gud vil vísa honum, at hann er í „skeivum flokki“ – týðingin hjá Pálli av „tekninum“ verður her til tvingsul av hinum. Og høvundurin vísir við Pálli, at eisini í rørslunum eru tað albogarnir og tað at duga at snúgva sær, sum um ræður. Syndafyrigevingin er fyri Pálli ein lættkeypt vøra.

Jú, Gud hann fyrigav syndirnar, um tær vóru stórar og tungar sum fjallið. Tí skuldini slapp ein lættliga frá.

Tað lýsir á landi 239

– Við at vísa á, hvussu átrúnaðurin óbeinleiðis og beinleiðis ávirkar viðurskifti á búskaparliga økinum og øvugt, víðkar høvundurin lýsing sína av stættakúganini og bendir á, at tann búskaparliga kúganin er flættað saman við og treytað av kúgan á øðrum økjum. – Vit koma nærri inn á støðu høvundarins til átrúnaðin í umrøðuni um persónligu menning Símunar og ta høvundarstøðu, sum liggur í hesi menningarsøgu.

Tann broytingin í frásøgusjónarhorni, sum verður frá Fiski-monnum til Tað lýsir á landi, speglar tann stóra munin, sum er millum høvundarstøðuna í báðum bókunum. Í Fiskimonnum er sjónarhornið vítt: tað umfatar alla ørnarmanningina. Símun er bara ein av fjøldini, og týðandi hendingar sum verkfalsbrotið fara fram, uttan at hann verður nevndur. Samstundis fáa vit meira at vita um hugsanir hansara enn tær hjá nøkrum øðrum einstøkum persóni. Hoyrandi til ta gomlu ognarstættina í bygdini stendur Símuní útjaðaranum av stættastríði fiskimanna og er ofta uttanveltaður í stríðsmálum teirra, sum vit síggja í hugsanum hansara um frábýti.

Símun hevði lítið og einki sagt um hetta, teir stríddust um. Hann var soleiðis meintur í hesum, at fór hann at siga nakað, so fór tað at vera bæði við og ímóti.

Fiskimenn 81

Her umboðar Símun bara eitt sjónarmið við síðuna av avdúkingini hjá høvundinum av stættakúganini, sum m.a. forar fiskimonnum í at nýta frábýtisrættin. Símun stendur høvundinum nær í Fiskimonnum; ein stóran part av keypstaðarlívinum og fólkinum har uppliva vit beint gjøgnum Símun. Men kortini eru teir ikki ein og hin sami, høvundurin hevur víðari sjónarring enn Símun, og virðismetingar teirra eru ikki tær somu. Meðan Símun leitar sær eftir lívsstøði í rørslunum og aftan á vónbrot sítt vrakar tær, er høvundurin allan vegin speiskur mótvegis teimum og tekur ongantíð undir við teimum. – Í Tað lýsir á landi er Símun vorðin heilhugaður sum kirkjufólk. Samstundis er hann vorðin høvuðspersónur burturav, høvundurin avmarkar í stóran mun sjónarhornið til hansara, og samanfall verður í høvuðsheitum millum sjónarmiðini hjá teimum báðum, Símuni og høvundinum. Høvundurin stendur sostatt aftan fyri Símun í kirkjutrúgv hansara. Fyri at gera greitt, hvat tað er, Símun leitar eftir í rørslunum, hvat kirkjan síðan gevur honum og hvussu hetta hongur saman við høvundarhugburðinum, skulu vit fylgja Símuni gjøgnum rørslurnar til hansara heilhugaðu kirkjutrúgv.

Sjólívið hevur rykt Símun upp úr upprunaliga umhvørvi hansara og trýst hann ínn í ein nýggjan búskaparligan veruleika, sum vekur spurningar um hansara gamla støði. Ikki minst trúarspurningurin trokar á. Símun er kirkjufólk av gomlum vana, men tað eru nógvir tørvir, sum kirkjan við sínum stívnaðu siðum ikki nøktar. Uppvøksturin í einum kenslukøldum heimi, har pápin livdi fyri arbeiðið, og mamman sat inni og stúrdi, hevur sett sín dám á hann, og hann stendur ráðaleysur, tá ið onnur vísa kenslur sínar.

Símun vildi sagt okkurt. Hann vildi ugga, men tað var sum vanligt. Her galt um kenslur, um sálarrørslur, og tá sat hann stummur

Fiskimenn 319

Hansara innibyrgdu kenslur koma upp á gos í tí nýggja yðjandi umhvørvinum, og hann verður drigin at teimum kensluløddu rørslufundunum. Honum leingist eftir at vera ein av teimum, sum opinlýst lata seg upp, og ikki longur goyma alt inni við seg sjálvan.

Hesir menn, vitnisburð bóru fram, høvdu ivaleyst upplivað nak-að – tað kundi ikki annars liggja so raðið fyri ólærdum monnum, og teir kundu ikki hava dirvi at treða so fram í stórari mannamúgvu, uttan teir høvdu havt – sum teir søgdu – eitt møti við Jesus. Hann visti ikki – hansara hjarta mundi vera so harðvunnið, hann var ikki blotnaður nógmikið at taka ímóti frelsuni og finna henda friðin.

Fiskimenn 17-18

Astrid, sum er „frelst“, verður genta Símunar og setur sær fyri at leiða hann „til trúgv“. Høvundurin vísir við speisemi á, at skiparadreymarnir, sum Astrid droymir fyri Símun, eru ikki minni týðandi fyri hana enn tann „ætlan Guds“, at hon skal føra hann á „rættan veg“. Men Símun verður tikin við av eld-huga hennara.

...hann kundi standa fram, nær tað skuldi vera, og siga seg vera frelstan mann.

Fiskimenn 229

Vissuliga er hann frelstur, á tann hátt, at ástarsambandið við Astrid gevur honum høvi at lata upp fyri innibyrgdu kenslum sínum. Tí er narribrævið frá henni eisini endabresturin á umvendingini, og tá ið vit skiljast frá Símuni í Fiskimonnum, hevur hann vent rørsluni bakið.

Hann hugsaði um Astrid og brævið og um svágin Páll og eitt og annað, sum hann hevði móti hesum fólkunum, ið skuldu vera so kenslurík og altíð áttu so nógv og glógvandi orð.

Fiskimenn 320

Tað ógvisliga kensluútlátið í rørslunum má skiljast sum ein avleiðing av kúgan av menniskjansligum tørvum. Vit síggja, hvussu Símun við sínum innilæstu kenslum leitar til rørslurnar, og áðrenn úti er, verður Signa, sum livir eynduleyst hjúnalív, umvend. Men høvundurin trýr ikki á hesi kenslugos sum nakað, ið ber framá, meira at siga ivast hann – eins og Símun aftan á vónbrot sítt – um rørslufólkini, ið „skuldu vera so kenslurík,“ eru sonn í atburði sínum. Rørslurnar verða sostatt vrakaðar sum loysn av persónliga vandamáli Símunar.

Tá ið Símun var um at gerast rørslumaður vóru, sum víst, ytri umstøður avgerandi – hann var sum hvør og ein rótslitin einstaklingur, sum rørslurnar kalla til persónlig møti við Gud og frelsu, og sambandið við Astrid gjørdi haraftrat, at loysnin av kenslukreppu hansara tóktist at liggja í umvendingini. – Tað liggur djúp skilvísi í tí, at tá ið Símun í Tað lýsir á landi knýtir seg fast til kirkjuna, er tað um somu tíð, sum samfelagsstøða hansara broytist: hann tekur við jørðini frá pápanum og fær samstundis eisini vald og ábyrgd. Pápin heldur fyri í brúdleypinum:

„Ja, hann fer at taka upp bátarnar og alt annað. Eg tveiti ikki mínar ognir burtur. Tær hava verið í góðum hondum mong ættarlið.“

Tað lýsir á landi 27

Sum vit hava víst á (Kirkjan og rørslurnar), eru kirkjan og hugmyndir hennara um óvikandi vald og undirgivni ein stuðul fyri samfelagsskipanina, sum eisini byggir á vald og undirgivni. Uttan mun til persónligu upplivanir sínar hoyrir Símun tí sambært viðføddu framíhjárættindum sínum til í kirkjuni.

So við og við verður Símun medvitandi um seg sjálvan sum lið í tí óslitnu ketu, sum ættin formar við øllum sínum siðaarvi, og sum høvur yvir ættini ber han ábyrgd av trivnaði hennara. Tað sterka sambandið við kirkjuna er ein partur av hesum siðaarvi, og Símun, sum fyrr hevur verið kirkjufólk av gomlum vana, finnur nú stuðul í kirkjuni og gerst verji hennara. Við hugleiðingum Símunar um ættarfaðirin, sum bardist við tey fornisku og vann við kirkjunnar hjálp, vísir høvundurin, hvussu týðandi táttur kirkjan er vorðin í lívinum.

Og hygg, har kom kirkjan undan! Tornið stóð so myrkt móti loftinum. Símun hugsaði um søguna um ættarfaðirin, sum bardist á fjallinum móti hinum heidna. Tað stóð til taps hjá honum, men so kom kirkjan undan... Tá vann hann...

Tað lýsir á landi 356

Tvær ferðir minnist Símun hesa søgu (Tað lýsir á landi 126 og 356), og harvið fær hon stóra áherðslu. Sigast kann, at Símun tekur sær ættarfaðirin til fyrimynd og setur sum hann álit sítt á kirkjuna, men harumframt at hann í víðari týdningi velur at byggja á tann gamla siðaarvin.

Broytingin í høvundarhugburðinum, sum verður millum fyrru og seinnu bókina, speglast í lýsingini av broyting Símunar. Meðan Símun í Fiskimonnum leitar til rørslurnar, er høvundurin, sum víst her frammanfyri, sera kritiskur mótvegis teimum, bæði sum andligari loysn fyri Símun og sum stuðli fyri tað lágstættarfólk, ið setur vón sína til teirra. Og eisini kirkjan fær kritikk í Fiskimonnum, við tað at høvundurin har vísir á, at kirkjuarvurin við síni guddómligu valdaskipan skapar fyrimynd fyri búskaparlig kúgingarmysntur eins og tað, at fiskimenn uppliva seg mótvegis reiðaranum sum syndarar framman fyri hinum altvaldandi. Men tá ið Símun í Tað lýsir á landi knýtir sterk bond til kirkjuna, kemur eingin kritisk høvundarrødd, nú eru sjónarmiðini hjá Símuni og høvundinum tey somu. Sum tað sæst í umrøðuni her frammanfyri um sambandið millum Símun og kirkjuna, er tað fyrst og fremst trúskapurin móti tí gamla, sum telur og sum er ein dygd í sær sjálvum, meðan ikki verður spurt eftir innihaldinum í hesum gamla arvi. Kirkjan er nú vorðin ein grundstuðul í lívinum; kritisk greining av henni er eingin, meðan mýstikkurin í hesum siðaarvi verður idealiseraður, sum í altargonguni hjá Elsepu (Kirkjan og rørslurnar). – Lýsingin av samrunanum millum Símun og kirkjuna – tað æviga – og harvið søguna og fedrarnar, eftir at hann hevur tikið við framíhjárættindum sínum, gevur okkum eina idealmynd av honum og bygdini og breiðir út yvir støðu hansara, sum er størsti ognarmaður í einum samfelag, har stættarmunur byggist á jarðarogn. Kritikkurin av tí ójavna ognabýtinum í keypstaðnum hevur onga samsvaran í bygdarlýsingini. Høvundurin, sum avdúkaði ta hugmyndafrøðiligu kúganina í eyðvaldssamfelagnum í keypstaðnum, setur í bygdarlýsingini fram eina samfel-agsmynd, har hugmyndirnar hjá yvirstættini, soleiðis sum tær eru formaðar av búskaparumstøðum hennara, verða gjørdar alment galdandi.

Eisini lýsingin av Gunnari speglar klovningin í samfelagsskilningi høvundarins. Vit fáa varhugan av, at Gunnar upprunaliga hevur verið ætlaður sum málgagn hjá høvundinum, sum menningarboðberin, ið fær vanvirðing samfelagsins, sbr. at tá ið manningin vrakar hugmyndir hansara, er tað ikki við skilaligum kritikki, men av illtrúgv til alt fremmant og persónligari illvild – „tað kundi vera rætt mangt, ið hann segði, men eingin helt við honum“. Maðurin við bókakistuni er upp á forhond dømdur av almannahugsan – ein má minnast tað, sum Martin Joensen sjálvur sigur um, hvusu hansara lesingarhugur varð umtóktur, tá ið hann vaks upp:

...Mær dámdi væl at lesa í óvitaárunum, og atstøðurnar vóru hópin góðar at fáa fatur á bókum... Men har sum ivaleyst í øðrum plássum varð tað hildið at vera ein skomm at hava góðan lesingarhug. Tað var ein last og spilti hugin til annað nyttugt arbeiði. Ein mátti so stjala seg til at lesa og tveita bókina frá sær, tá ið onkur kom.

Chr. Matras 1973: 119

Sama vanvirðingin og fordømingin av bókalestri og upplýsing møtir Gunnari og er, sum vit síggja, tikin beint úr tí, sum høv-undurin sjálvur hevur upplivað. Skiparin sigur tað bart út: „Lestur, ein pínandi last, sum er sum ein sótt og ger fólk ørt í høvdinum“. Lýsingin av ábyrgdarloysi Gunnars styðjar óbein-leiðis hendan dóm, men sum víst í III. kapitli eigur uppreistrar- og atfinningartos hansara samsvaran í lýsingunum av stættamótsetningunum í keypstaðnum og kúgandi valdi átrúnaðarins. Men sum eisini kom fram í III. kapitli verður Gunnar ikki so fjøltáttaður, sum mangt bendir til, at høvundurin upprunaliga hevur ætlað, nevniliga við at lata hann umboða upplýsing og framburðshug mótvegis vantandi upplýsing, trongskygni og afturhaldsemi hjá fiskimonnum og samtíðis við honum vísa á, at eitt er at boða nýggjar hugmyndir, annað er at seta tær í verk. – Men tá ið høvundurin verður minni kritiskur í samfelagslýsing síni, verður ikki pláss fyri tí tvítýdda kritikkinum frá Gunnari. Og tá ið hann kyknar upp aftur í Tað lýsir á landi, er hann tí vorðin sjálvur ormurin í Paradís, sum „dró til sín mann og kvinnu“. So dyggiliga tekur høvundurin undir við Símuni og tí, hann umboðar, at fíggindi hansara verður óndur burturav – og harvið merkingarleysur sum atfinnari. Tann idealmynd, sum høvundurin vil vísa av bygdini, tolir ikki tann kritikk, sum ein fjølbroyttari Gunnar møguliga kundi givið.

Hvat er tað so, sum skal verjast móti spilluni frá Gunnari, sum er ein hóttan móti hjúnabondum, spillir ungdómin og onnur við brennivíni, freistar til óhógv og leti og spottar Gud og góðar menn? Tað er bygdarmentanin, sum høvundurin sjálvur hevur røtur sínar í. Víða hvar í søguni uppliva vit saman við Símuni hesa mentan í samanhaldinum og hjálpseminum millum bygdarfólkið. Sterkast kemur hon til sjóndar í upplivanini hjá Símuni av brúðardansinum, sum høvundurin lýsir so: „Dansurin tekur hann upp í felagsskapin... bygdarlagið, støðin, fjøllini eru sum ein heild fyri honum/.../ Brúðarparið skal verða dansað og kvøðið at liva saman gott og ríkt lív. Øll bygdin er fró uppi í hesum mikla mysteriinum.“

Tað er henda mentanin og hesi lívsvirði, sum Símun og høvundurin vilja varðveita. Men ber tað til? Bygdarmentanin er sprottin úr tí gomlu samfelagsskipanini við teimum fram-leiðsluháttum (Búskaparstøði í bygdini), sum har ráddu. Í framleiðsluni var høvuðsdenturin á nýtsluvirði, meðan sølu-virðisframleiðslan var í lágmarki og somuleiðis tað beinleiðis eyðránið. Jarðarbýtið er fyrndargamalt, og tann stættamunur, sum stendst av tí, er støðugur. Hetta eru høvuðseyðkennini á støðinum undir tí mentan, sum verður idealmyndin og loysnin hjá høvundinum. Og ætlast kann, at tað eru hesi eyðkennini, sum gera, at hann ikki er kritiskur mótvegis bygdarsamfelagnum: har fer ikki fram veruligt eyðrán av lønararbeiði sum í keypstaðnum, og stættabýtinum í bygdini, sum eigur fornar røtur, er høvundurin vaksin upp við. Men nýggir, kapitalistiskir framleiðsluhættir, sum seta søluvirði fram um nýtsluvirði, og nýggj samfelagsskipan eru farin at máa støðið undan bygdarmentanini – hjálpsemið er horvið millum tey ungu, sigur gamli keypmaðurin. Símun vil berjast ímóti hesari gongdini. Kirkjugarðsumvælingin, sum hann stendur á odda fyri, er eitt sýmbol upp á vilja hansara at halda fast við tað gamla.

Hann fór at halda seg til gamla rás. Tey høvdu trátt hana fyrr og vóru komin heilskapað úr berginum. So mundi hon vera gangandi enn, um hon var skrudd burtur í støðum.

Tað lýsir á landi 293

Men Símun er sjálvur við til at bróta nýggjum hugsanarhátti slóð. Motorbátur hansara er partur av tí maskinbúgving av framleiðslutólunum, sum gera økta søluvøruframleiðslu og harvið kapitalistiskt eyðrán møguligt. Símun tekur sostatt lut í tí menning, sum longu hevur merkt bygdina við hugmyndafrøði eyðvaldssamfelagsins. – Handligur framburður á gomlum mentanarstøði er tann hugsjón, sum Símun og høvundurin vilja byggja á; men tann bygdarmentanin var sprottin av einum ávísum búskaparstøði, og tá ið hetta støði missir gildi sítt við tað, at kapitalistiskir búskaparhættir eru vorðnir ráðandi í samfelagnum, so er støðið eisini tikið undan tí gomlu bygdarmentanini.

Keypstaðarsamfelagið lýsir høvundurin við kritiskum eygum uttanífrá. Men tá ið vit koma til bygdina, sær høvundurin samfelagið við eygum Símunar úr tí rúma sessi, hann hevur, og lýsingin er tí ókritisk. Men frásøgnin hevur sína rót í veru-leikanum, og virðingin fyri honum og tey sterku upplivingarevnini hjá høvundinum gera, at lýsingin avdúkar kúgan, sum høvundurin ikki medvitað kritiserar. Slík lýsing er dømi um tann „sigur realismunnar“, sum talað varð um fyrst í hesum kapitli, og vit síggja hann bæði í familju- og hjúnabandslýsingunum og í bygdarlýsingini.

Tað verður greitt gjøgnum søguna, at tað ójavna jarðarbýtið gevur bygdarfólkinum ójøvn kor. Vit hoyra um Kristian í Heimagerði, ið er „fátækur traðarmaður, ið stríddist við at bjarga sær lívið í einari kúgv og nøkrum seyðakleyvum“, og gamli Elias hevur heldur ikki nógv millum hendurnar. Sagt verður frá, einaferð Símun er inni á gólvinum hjá Eliasi og konu hansara, og „Hjúnini høvdu etið nátturða. Tey høvdu etið turran seið og havt tunna drekkingarsúpan afturvið“ (Tað lýsir á landi 265). Áður hava vit fingið eina lýsing av hjallinum heima hjá Símuni, har „saltaður og turrur matur fleiri ára gamal... sodnaði upp og tornaði burtur“ (Fiskimenn 147). Ikki verður tó av høvundinum bent á nakað samband millum annan vegin ta tunnu drekkingarsúpanina og hin vegin, at so nógvur matur er samansavnaður í einum stað. Einasta orsøkin, sum givin verður til fátækdømið hjá Eliasi, er „óeydna“. Høvundurin greiðir frá:

Elias er ein av óeydnismonnunum í bygdini, hann hevur ikki eydnu, hvørki við heidnum ella kristnum, men hann ber tað við tolni.

Tað lýsir á landi 18

Tann einasti í bygdini, sum vit vita heldur jarðarbýtið vera órættvíst, er Osvaldur. Men Osvaldur er ónøgdur við so mangt: sum lærdur smiður fær hann einki arbeiði í bygdini, hann er giftur til, hjúnaband hansara er ringt, og hann øvundar sváginum, Símuni, jørðina og leggur hann undir at vilja gera systrina arvaleysa. Henda almenna ónøgdina og aggið, sum Osvaldur hevur til Símun, mann høvundar, taka broddin av atfinning hansara av ognarviðurskiftunum í bygdini. Eins og Gunnar verður Osvaldur merkingarleysur sum atfinnari. – Tað ójavna jarðarbýtið í bygdini og stættamunurin, sum tí fylgir, verða ikki fyri kritiskari avdúking eins og stættakúganin og eyðránið í keypstaðnum. Men tann sannføra frásøgnin ger, at stættamunurin kemur fram, hóast høvundurin vil síggja bygdar-samfelagið sum heilskapað og tulkar mannamunin út frá eydnu og óeydnu, dugnaskapi og ódugnaskapi.

Skaldsøgan vísir (Familjan í eyðvaldssamfelagi – kvinnur í mannfólkasamfelagið), hvussu tann kapitalistiska úrnýtingin brúkar tað gamla familjumynstrið og teir patriarkalsku kynsleiklutirnar. Arbeiðarakvinnurnar koma út á arbeiðsmarknaðin sum bílig arbeiðsmegi, og saman við ábyrgdini fyri húsarhaldi og barnauppaling verður arbeiðsbyrði teirra dupult. Søgan gevur okkum innlit í, hvat tað vil siga í eyðvaldssamfelagnum, at fíggjarliga ábyrgdin fyri samfelagsborganunum liggjur hjá familjuni burturav – lýsingin av kokkinum er í sær sjálvari eitt mótmælisróp móti hesari skipan. Tað kapitalistiska samfelagið hevur slitið framleiðsluna úr sambandi við familjuna, úrnýtir arbeiðsmegi hennara, men átekur sær ikki ábyrgdina fyri henni; familjan, ið sum slík einki vald hevur á framleiðsluni, situr eftir ikki bara við tí menniskjansligu, men eisini tí fíggjarligu ábyrgdini. Hetta gevur lægsta rakstrarkostnað fyri kapitalismuna og samtykkir tí við reglu hennara um hámarksvinning. Høvundurin kritiserar ikki familjuna sum stovn, men vísir kor hennara við harðnandi úrnýting í kapitalistiskari kreppu. Men samstundis avdúkar hann óbeinleiðis við lýsingum sínum av arbeiðarafamiljum, sum sita avbyrgdar hvør sær við byrðum, tær ikki orka at lyfta, hvussu familjuskipanin fremur og økir ta kapitalistisku kúganina.

Tað eyðkennir grunnar og veruleikafjarar ástarsøgur, at tær oftast enda við brúdleypi. So er ikki her, tí brúdleypið er mitt í søguni, nevniliga fremst í Tað lýsir á landi, og høvundurin fer ikki uttan um at lýsa vandamálini í tí dagliga samlívinum millum tvey menniskju. Hjúnabandið hjá Sáru og Símuni er viðbrekið, og tað sama er at siga um øll tey mongu hjúnabondini í søguni: tey eru øll frá tí elsta til tað yngsta tvingandi og full av trupulleikum. Einasta undantakið eru Magda og Dánjal, sum ikki eru tað týpiska parið: tey giftust seint, eru barnleys og fylgja ikki kynsleiklutunum, men hava lagað teir eftir sínum persónligu tørvum. – Í hesum samfelagi, sum bannar kynslív uttan hjúnaband, er hjúnabandið tvingsul, sum tó er meira og minni eyðsýntur. Høvundurin er kritiskur, tá ið hugmynda-frøðin opinlýst noyðir fólk í hjúnaband. Hetta hendir Signu, sum heldur seg vera við barn; tá ið hon kemur eftir, at so er ikki, er lýst í kirkjuni og ov seint at setast aftur. Barnloysi hennara í hjúnabandinum verður so ein undirstrikan av tí høpisleysa í giftingartvingslinum. Fyri Katrin, ið hevur átt leysingabarn, er Kári tann bjargandi eingilin, hon er „fallin“ og kann bara endurreisast við, at ein maður vil gifta seg við henni. Her verður Katrin fyri óbeinleiðis tvingsli, sum høvundurin ikki vísir í kritiskum ljósi. – Týdningarmesta hjúnabandið í søguni, tað hjá Sáru og Símuni, er ikki íkomið at ytri tvingsli, men av fríum vilja. Kortini trívast tey illa, bæði kenna seg bundin, og Símun plágast harumframt av ótta um, at Sára er ótrúgv. Hann hugsar nógv um tað neyðuga í, at hjún eru opin og hava álit hvørt á øðrum, soleiðis at tey kunnu tosa saman um vandamálini í hjúnabandinum, men hetta er eitt ideal, sum honum ikki eydnast at fremja. – Í endanum av søguni er ein linni í hjúnabandi teirra aftan á, at spenningurin er útloystur gjøgnum tær vandamiklu hendingar, tey hvørt sær hava tikið lut í, barnburðin og doktararóðurin. Hesin skáin kann tó ikki hugsast at vera meira enn fyribils, og tann loysnin, sum skal vísa framá, er møguleikin fyri, at Sára er við barn – vit minnast, hvat Símun hugsaði í ótryggleika sínum: „Hví fekk hon ikki barn, tað hevði spekt hana.“ Eisini Sára bindur nú vónir sínar til barnið: „Kanska ein annar friður kom á ein, tá ið barn var komið“ ( Tað lýsir á landi 360). Loysnin á hjúnabandsvandamálunum er sostatt barnið, sum bindur bandið enn fastari, ein loysn, sum ikki stendur sterk mótvegis hjúnalívslýsingunum í søguni. Tann mynd, sum høvundurin medvitað vil geva við at lata barnið vera framtíðarvónina um eydnu, er í mótsøgn við lýsingarnar av kúganini og óeydnuni, sum tvingsulin í hjúnabandinum hevur við sær, og realisman hjá tí kenslunæma, gløgga høvundinum sigrar sostatt medvitaða boðskap hansara.

Í Fiskimonnum er tað ein opin og kritiskur høvundur, sum sigur frá við framúrskarandi evnum til at seta fram eina fjølbroytta mynd av samfelagsveruleikanum. Víðskygni hansara kemur best fram í, at hann bindur seg bara fyri ein part til Símun sum frásøgumiðdepil, ørnarmanningin sum slík eigur sjónarhornið í frásøgnini javnbjóðis Símuni. Men tannróttøka, kritiska høvundarstøðan broytist til afturhald í Tað lýsir á landi. Símun verður nú maður høvundarins uttan fyrivarni, og bygdarsamfelagið verður fríðkað, ikki tí at høvundurin medvitað vil fríðka, men tí at ójavnaðurin í bygdini er ikki so stórur og sjónskur sum í keypstaðnum, og tí at hann er partur av tí siðaarvi, høvundurin er vaksin upp við. At byggja nýtt á tí gamla verður loysnin. Men til tess at byggja hesa utopi er neyðugt at einfalda bygdarveruleikan. Tað ger høvundurin við at avmarka seg til sjónarhorn Símunar í høvuðsheitum og avnokta persónarnar, sum settu fram avbjóðandi sjónarmið (Gunnar), og sum finnast at bygdarsamfelagnum (Osvaldur). Men virðingin fyri veruleikanum, sum kemur fram í sterkum lýsingum, vinnur á tí medvitaðu ætlanini hjá høvundinum. Tí verður tað greitt, at tað samfelagið, sum Símun og høvundurin droyma um at byggja á gomlum støði, er óhugsandi. Annan vegin vísir tann avdúkandi realisman hjá høvundinum, at tann nýggja tíðin við sínum kapitalis-tisku framleiðsluháttum hevur sett síni fyrstu spor í bygdini: Símun er motorbátseigari og økir soleiðis um søluvøru-framleiðsluna, handilin veksur, vørusamfelagið er í ferð við at vinna á nýtsluvirðisbúskapinum, og hin eftirsketni lesarin má tí spyrja seg sjálvan, hvussu tey gomlu, dýrmætu mentanarvirðini kunnu trívast í tí nýggja heimi, sum veksur fram í bygdini. Hinvegin er tað greitt, at brek og órættvísi eru ov stór í tí gamla samfelagnum til at tað ber til at breiða út yvir tey. Tann heimur, sum er heilskapaður fyri yvirstættini í bygdini (Símuni), má fyri øðrum vera mótsagnakendur. Og kanska eisini fyri Símuni. Hóast teir vansar, sum liggja í hjúnalívinum, verður ein avgerandi loysn við søgulok funnin í barninum og hjúnabandinum, sum treytar tað; men heiðurlig veruleikalýsing ger, at vansarnir og kúganin í hjúna- og familjulívinum kunnu ikki krógvast. Soleiðis sigrar realisman í list Martin Joensens, eisini har sum kritiska sjón hansara ikki røkkur at, og úrslitið er ein djúpd, sum bara størstu rithøvundar megna at skapa.



[1] Upplýsingarnar um frábýtisrætt hevur Sigurð Joensen (1911-1993) givið mær.