Sonettur um málning, myndamál úr telduheimi

– "tímar og rek" eftir Carl Jóhan Jensen

Men mítt barn, um blómur
tú vilt vinna eingin eigur,
mást tú klúgva huga tíns
brøttu bjargaleiðir

Karsten Hoydal

Carl Jóhan Jensen (f. 1957) er uppvaksin í Tórshavn.
Hann hevur útbúgving frá Fróðskaparsetri Føroya og
Háskóla Íslands í norrønari málfrøði og skrivaði høvuðsritgerð á Føroyamálsdeildini um tann partin av skaldskaparmálinum í føroyskum kvæðum, sum kallast kenningar.

Carl Jóhan Jensen er sera bókligur yrkjari – yrkingar hansara nørast av øðrum bókmentum og mentanarúrdrátti. Eins og Rói Patursson er hann hugtikin av spurningunum, sum tann modernaða málheimspekin setur, men meðan Rói leitaði eftir hini at vísa seg einføldu orðingini fyri fløktar, nýggjar samanhangir, so ger Carl Jóhan Jensen øvugt og fer langar leiðir burtur frá vanligum máli, bæði setningafrøðiliga og í orðatilfari. Hann dregur inn norrøn orð og ger sjálvur nýggj orð. Hugmyndaheimurin fevnir um norrønan og evropeiskan miðaldaskaldskap til nýggjastu hugtøk í telduheiminum. Í teirri føroysku bókmentasøguni eru tað orðafínsmiðir sum Regin Dahl og annars tann uppskrivaði skaldskapurin av manna munni – kvæði og skjaldur – sum Carl Jóhan Jensen hevur tikið til sín; ikki tann romantiski og realistiski skaldskapurin, sum er meginparturin av nýggjari skaldskapi.

Áhugin fyri miðøldum hevur veri vaksandi í Evropa tey seinastu tíggju árini og t.d. Umberto Eco hevur bent á ymsar samsvaranir millum miðøldir og okkara tíð, eitt nú skúlaspeki – skolastikk – miðaldanna og eisøguligu strukturalismuna í nýtíðini. Carl Jóhan Jensen sýnir stóran áhuga fyri miðalda heimspeki og norrønum miðaldaskaldskapi, ikki minst drottkvæðum og teirra serliga skaldskaparmáli, kenningunum.

Mál um mál

Metamálsligar og metaskaldsligar hugleiðingar, t.e. hugleiðingar um mál og skaldskap, sum tær ið eyðkenna Carl Jóhan Jensen og Róa Patursson, eru nógv frammi í nútíðarskaldskapi. Ymsar orsøkir kunnu vera til tað, eitt nú trýstið á tann málsliga miðilin, bókina, frá tí fjøldarframleidda mentanarídnaðinum gjøgnum sjónvarp og myndbond. Rói Patursson sigur („Hvat er at yrkja, Líkasum 1985):

hvat er at yrkja

/.../

tað er at

/.../

vera kirurgur og klokkari
grava sína egnu grøv
eta fysikk og kemi til døgurða
misbrúka móðurmálið
til tað flennir í kíki...

(áherðsla T.S.)

Í hesi yrking eftir Róa Patursson síggja vit trygt álit á lívsevni móðurmálsins. Men samstundis ásannan av, at yrkjarin megnar ikki at vika móðurmálið, ella sum tað stendur í teirri longu yrkingaklingruni „Sólareyganum“ (Líkasum): „ongin ræður á summarsins veldugu orðum“, v.ø.o. er móðurmálið, sum vit tulka okkum sjálv og umheimin á, ein sjálvstøðug vera og setur við látri sínum mark fyri tulkingarmøguleikunum hjá tí einstaka málnýtaranum.

Carl Jóhan Jensen hevur í sonettuformi gjørt eina keipu-mynd til hundrað ára minnið fyri jólafundin 1888. Yrkingin er øll samansett av brotum, sum hóast avlagað kennast aftur úr ymsum av teimum mætastu tjóðskaparsangunum; sonettu-formurin hinvegin stendur sum beinleiðis mótsetningur til hetta yrkingarslagið. Speiskliga verður víst á tað stirðnaða, sjálvvirkna í tjóðskaparskaldskapinum. Upp ímóti skaldsligu hevdini setur yrkjarin yrkingar, sum stremba eftir at stýra leysar av sjálvvirknum orðalagi, annaðhvørt tað er í skaldskaparhevdini ella í talumálinum, t.d. yrkingin „Hvørkiskyn“ í samnevnda savninum

tað er sum fjørblomstrið fer
    at slíðrast um dreymin
tað er sum hvessist inn
    ið tægrarnar slitna
tað er sum málinum sárkast
    at hvørki er til

Hjá føroyskum yrkjarum streingja sovorðnar hugleiðingar kanska uppaftur meira á, bæði vegna hina – til tað – stuttu føroysku skriftmálssøguna, sum ger, at ov mikið er at gera við at mýkja og byggja út málið á flestum økjum, og vegna tað aldrin helmandi kjakið um málið og røktina av tí. Móðurmálið er sostatt enn eitt aktuelt tema hjá føroyskum yrkjarum, hóast tað í øðrum norðurlondum hoyrir romantiska tíðarskeiðinum til.

Tímar og rek

Tímar og rek (1997) er sætta yrkingasavnið eftir Carl Jóhan Jensen. Yrkingar eftir hann hava verið prentaðar í svenska bókmentatíðarritinum Café existens, og í 1995 kom út savn av yrkingum hansara á íslendskum undir heitinum Hvoruskyn í týðingum eftir Martin Tausen Gøtuskeggja, prentaðum saman við upprunaligu føroysku tekstunum.

Carl Jóhan hevur skrivað tvær bøkur í óbundnum máli, ta lítlu skaldsøguna Seinnapartur (1979) og Rúm (1995). Henda seinna er ein modernistisk frásøgn, sum fevnir víða í tíð og rúmd, søgd á sjóferð millum Føroya og Evropa millum 15. juni og 5. august 1919.

Í Tímum og reki møtast hevd og modernisma. Av teimum 26 yrkingunum eru umleið onnur hvør sonetta og onnur hvør í fríum órímaðum formi við skiftandi longd úr trimum reglum og upp í fýra síður. „Gátusørt“ – eitt nýggjyrði, sum vísir ta hepnu hondina á Carl Jóhan Jensen – er hetta yrkingasavnið ikki.

Sonettuformur

Sonettuformurin setur sostatt sín dám á Tímar og rek. Carl Jóhan hevur áður sett sonettur saman, onkur er í Hvørkiskyni, og fýra stóðu í Brá nr. 19 (1992). Sonetta, sum lítið hevur verið nýtt á føroyskum, er ein hin virdasti yrkingarformurin í evropeiskari skaldskaparhevd. Upprunnin á Sisilia í 13. øld vann hon víðagiti í tí líki, sum italsku skaldini Dante og Petrarca góvu henni. Italska sonettan er 14 reglur, býttar sundur í 2 fýraregluørindi (kvartettir) og tvey tríregluørindi (tersettir); hvør regla hevur 11 stavilsi og endar áherðsluveikt; rímskipanin er oftast a-b-b-a, a-b-b-a og c-d-c, d-c-d. Í samsvari við sundurbýtingina í 2 partar, kvartettir og tersettir, er evnisviðgerðin tvíbýtt: í fyrra parti, kvartettunum, verður eitt evni sett fram, eitt slag av baksýni; seinni partur, tersettirnar, tekur samanum, har verður evnið viðgjørt nágreiniligari, og hugsanin og kenslurnar hjá skaldinum koma týðuligari fram. Seinni eru ymisk frábrigdi vaksin fram í ymsum londum og hevdum, eitt nú shakespearska sonettan, sum er 3 kvartettir og eitt tvíregluørindi. Men tað liggur fast, at sonettur hava 14 reglur og býtast sundur í 2 partar.

Sonetturnar í Tímum og reki eru 2 kvartettir og 2 tersettir. Eitt vanligt frábrigdi uttan fyri Italia er 10 stavilsi í regluni og kallrím, t.e. at rímorðini enda við áherðslustavilsi. Tað er hetta frábrigdið av sonettuforminum, sum Carl Jóhan nýtir: Flestallar reglurnar halda seg innan fyri 9-11 stavilsi, og meirilutin av teimum hevur 10 stavilsi. Allar reglurnar hava kallrím, ein avmarking, sum í sjálvum sær útihýsir nógvum orðingarmøguleikum í føroyskum, t.d. teimum vanligastu bendu formunum av navnorðum, lýsingarorðum og sagnorðum; afturfyri gevur tað høvi til at royna aðrar møguleikar til lítar.

Líkskari 1952

Byggingin í bókini er tann, at fýra sonettur, tvær fremst og tvær aftast, við felagsheitinum „líkskari 1951“ ramma savnið inn. Harnæst er yvirhøvur onnur hvør yrking sonetta, og onnur hvør yrking í fríum formi; hetta ger savnið regluligt og fjølbroytt í senn. „Rammusonetturnar“ hava heiti og motiv sítt frá einum málningi eftir S.J. Mikines (Jákupsson, Bárður 1990:105). Umframt felags heiti hava sonetturnar hvør sítt nágreinandi undirheiti: „við svartari flugu“, „við bláari flugu“, „við gulari flugu“ og „við reyðari flugu“, heiti sum m.a. rógva fram undir, at talan er um fýra ymiskar upplivanir ella tulkingar av málninginum og eisini líkjast myndatitlum og minna ikki sørt um tað lagið í impressionistiskari myndalist at mála sama motiv á morgni, kvøldi, degi og nátt og soleiðis fáa fýra ymiskar myndir, tí ljósið, sum er grundfyritreytin, er ongantíð eins. Samsvarandi eru tær fýra rammusonetturnar við støði í mikinesmálninginum m.a. ein sannkenning av, at møguleikarnir fyri tulking eru óendaligir. Í sambandi við tær nevndu sonetturnar er tað vert at hava í huga, at motivið er ein málningur, eitt listarverk, v.ø.o. nakað sum longu er tulking.

Bera vit saman hesar fýra sonetturnar, so ganga somu ella skyld fyribrigdi gjøgnum tær, men forskotið og við frábrigdum, tær eru umskiplanir, forskjótingar, hvør av aðrari; til dømis tvær tær fyrstu reglurnar í teimum fýra yrkingunum:

við svartari flugu:
    og luftin var eitt segl. Ein svarfør kjós,
    sum fylgi gongur groypt í dúkin.leyst.

við bláari flugu:
    tí luftin er ein lind hamskift krop.
    tá fylgið steðgar og alt í einum sær...

við gulari flugu:
    er mark fyri tí sum luftin veit av
    tá fylgið fer um flatan. leyst. stygt.

við reyðari flugu:
    er luftin ein legd ið fyllist av frygd
    tá fylgið kemur niðan. svart. leyst.

Dentur liggur, ymiskt ella samstundis, á tí ítøkiliga í málning-inum, t.e. sjálvum løriftinum („groypt í dúkin“, „um flatan“), á søguni sum málningurin sigur frá (t.d. „fylgið kemur niðan“) ella hugmyndafrøðiliga innihaldinum (t.d. „er mark fyri tí sum luftin veit av“).

Fyrri partur av sonettunum (kvartettirnar) eru myndir og varhugar við støði í tí nevnda mikinesmálninginum, tíðarliga uttan fyrivarni skiftandi millum nútíð og tátíð.

Tersettirnar taka upp annan tátt. Straks kemur flugan úr undiryvirskriftini (ávikavist tann svarta, bláa, gula og reyða) og er órógvandi til staðar gjøgnum báðar tersettirnar. Í yrkingini „við svartari flugu“ situr, flýgur, surrar hon og trokar seg inn „millum linsu og sjónvegg.“ Á sín hátt umboðar hon umheimin, sum altíð er onkustaðni – órógvandi – til staðar og ávirkar listina. Hon, sigst, verður eitt „bákn“, ella tekin, um tíð „sum krøkist gjøgnum mót og tákn“; eg lesi „mót“ í merkingini ‘møti’ (sbr. ‘veðramót’) og „tákn“ sum íslendska orðið fyri ‘tekin’. Hyggja vit aftur at felagsheitinum, so er tað tíðarfest, nevniliga 1951; vit hava nevnt fyrivarnisleysa skiftið millum tátíð og nútíð í kvartettunum. Tað ber sostatt til at benda á eina linju av tíðarásetingum gjøgnum yrkingina: fortíðin (1951) og nútíðin (tá ið hann hyggur at málninginum) umskarast í kvartettunum (blandingur av málfrøðiligari nútíð og tátíð); í tersettunum verður flugan, sum er uttanfyri, men kortini í myndini, eitt samanfatandi tekin fyri tíð og tíðarmót. Í „við bláari flugu“ er flugan í tersettini sett í samband við tað, sum ógildir „ta innanlygnu mynd“ (lygna = spegilsblankur blettur á sjónum; yrkjarin tykist hava gjørt lýsingarorðið ‘lygnur’ = slættur, kyrrur, eftir íslendskari fyrimynd), v.ø.o. ger myndina ógilda við hennara innaru logn ella friði. Í triðju og fjórðu rammusonettuni er flugan í tersettini sett í samband við eina nøgd av fyribrigdum, frá dreymi um hond, ið „kastar upp í tómið stjørnur“ – tann hevdbundna myndin av himninum – , til norrønu myndina av Heljum: „eitt gólv./ eitt loft av ormum“, sum vit kenna úr Vøluspá:

Sal sá hon standa
sólu fjarri
Nástrondu á
norðr horfa dyrr:
falla eitrdropar
inn um ljóra
sá er undinn salr
orma hryggjum.

Tær fýra yrkingarnar leggja dent á ymisk merkingarløg og tulkingarmøguleikar í motivinum „líkskari 1951“; almennari orðað liggur í hesum ásannanin av margtýdninginum (polysemi’-ini) í málsligum og eisini myndlistarligum teknum, t.e. evnunum hjá teknunum at bera meira enn eina merking, alt eftir samtekstinum ella samheinginum.

At júst hesar yrkingarnar ramma savnið inn ger, at hinar yrkingarnar mugu tulkast út frá tí yvirskipaða boðskapinum, sum ramman sendir út. Umframt tað, sum sagt er omanfyri um yrkingarnar, er sjálvur sonnettuformurin ein partur av boðskapinum; at velja henda formin er ein viðurkenning av teirri hámentan, sum hann eigur rót sína í; tað strikar eisini undir form og formkynstur sum ómissandi lut í yrking eins væl og í aðrari list. Tær fýra rammuyrkingarnar hava tí fyrimynd sína í tí formstrangasta í evropeiskari skaldskaparhevd. Samstundis vísa tær í motivi og titli til grundleggjaran av føroyskari yrkismynda-ist, Sámal J. Mikines.

Yrkingar í fríum formi

Tað er ein lætti at koma frá teimum bundnu sonnettunum til yrkingarnar í fríum formi. Serliga tað, at í sonnettunum enda allar reglur við áherðslustavilsi, gevur – umframt tær málsligu avmarkingarnar – eina tunga, avhøgda rýtmu. Eisini sjálv skriftmyndin av sonnettunum er merkt av hesum við næstan beinari høgramargu. Hetta er alt øðrvísi í hinum yrkingunum, sum hava skiftandi rýtmu.

Av yrkingunum í fríum formi er tann longsta „eind“, sum fyllir fýra síður. Reglurnar eru ójavnar, tær flestu stuttar, summar bara eitt lítið einkisligt orð sum „til“, „og“ ella „bert“. Hetta eru hugleiðingar um hugtakið „eind“, sbr. yvirskriftina, og tríggir møguleikar eru settir upp; teir tríggir partarnir eru býttir sundur við orðinum „ella“, sum stendur einsamalt millum fyrsta og annan part og annan og triðja part. Byrjan og endi ramma yrkingina inn við, at næstfyrsta regla í yrkingini, staðsetingin „á hálvfarnum vegi“, er uppafturtikin í síðsta parti og kvøldmyndin við mánanum somuleiðis.

Yrkingin byrjar sum ein keipumynd av tí friðsælu „Einki er sum summarkvøld við strendur“ eftir Chr. Matras:

einki er sum kreppukvøld við strendur

Slík avlagandi eftirgerð av viðurkendari yrking má skiljast sum atfinning móti teirri skaldskaparhevd, sum henda yrking hoyrir til. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Carl Jóhan Jensen ger viðmerking til ikki bara Chr. Matras, men nýføroyskan skaldskap.

Í fyrsta parti spyr yrkjara-eg’ið – staddur „á hálvfarnum vegi“, órógvaður av mánaeyganum eitt „kreppukvøld við strendur“ – hvørt tann eindin, sum hann tykist at uppliva, er

...eindin ið lyftist
sum andalætt grót
og sang gjøgnum rúmdirnar
alt er sum heima.
er alt. ið er.

– seinasta reglan er uppafturtikin nakrar ferðir í 1. og 2. parti í frábrigdinum „alt er. ið er.“ Fyrsti partur av yrkingini heldur fram at nevna og dýpa ymiskt, sum fær yrkjara-eg’ið at uppliva „eind“, eitt nú „fjøltrygd og teldi“ umframt trúarligur varhugi, sum kemur fram í tilsiping til sálmin „Upp alt, ið Harrin hevur gjørt“, sum Brorson yrkti og Chr. Matras týddi til føroyskt: „festir á notulegg“.

Í øðrum parti er boðið „eindin í oyggjunum“ – og her fylgir lýsing ella hugleiðing um kreppuna hjá eg’num – og hjá Føroyum. Við umskriving úr skjaldrinum „Kall og Svein ungi“ er bjargalínan – tað, sum heldur uppi – her

ein flatlendskur
DNA-smílskur
hosnatráður
og sjálvur eg á endanum

Síðan er lýst „eindin í havinum“, sameiningin millum lagnuna hjá havinum og samfelagnum øðrumegin og búskaparligar og lógarligar atgerðir hinumegin – víst gjøgnum málsligar atgerðir í yrkingini, m.a. metaforisku møguleikarnar í orðum sum „skrædl“, „ugga-“:

veðhald
fyri genum
sum
evnast
til
blóð
miðvíst
og
táknir [sic!]:
útkomu
við lóg
um skrædl
og uggaleyst
viðbragd

Tað er, sum vit síggja, ein óunnilig eind, sum talan er um. Við tí í huga er tað skiljandi, at triðja og síðsta hugleiðingin er bønin um nakað annað enn slíka eind:

sigl óeind
sigl fram úr myrkri.

– her finna vit heldur ikki tað endurtikna „alt er. ið er“ úr 1. og 2. parti, her verður biðið um nakað nýtt. – Við teirri tilsipingini, sum hesar reglur gera til eina aðra, ikki minni kenda, yrking eftir Chr. Matras, nevniliga „Sigl, oyggj, fram úr mjørka“, er tað tøkt at tulka „óeind“ sum eitt nevni fyri tær Føroyar, sum yrkjarin ynskir sær – í ljósinum frá teimum óheilagu „eindum“, sum yrkingin hevur lýst í 1. og 2. parti. 3. partur, niðurstøðan, vísir fram eftir til tað ókomna og líkist í tí einari yrking, sum eitur „málhvarv“ og sum endar:

... kýpist málið
mánavegin um
okkurt
ið eingin enn hevur sagt.

Mál og minni

Tvey eyðkenni gera yrkingarnar torlisnar: annað er orðatilfarið við sínari blanding av sjáldsomum gomlum og nýgjørdum føroyskum orðum og orðasamansetningum og tey íslendsku orðini. Hitt, sum hevur samband við tað høvuðsrákið í modernistiskari yrking at skýggja ta skilligu, stigskipaðu og eintýddu merkingina, hevur meira at siga; tað er, hvussu orðini eru skipað sínamillum; orða- og setningaskipanin fylgir ikki normalmálsligum reglum um orsøk og fylgju, yvir- og undirskipað; eitt annað eru tey óvanligu deixisviðurskiftini: fornøvn verða nýtt, uttan at tað kemur fram, hvønn tey vísa til; skift verður uttan fyrivarni millum nútíð og tátíð. Hesi eyðkennini í málburðinum eru sambærilig við upplivingarformarnar í tí ótilvitaða sálarlívinum, eitt nú í dreymi, har fortíð og nútíð eru sama tilverustig og eitt annað skilvísi ræður enn vøkuskilvísið.

Málið er enn sum fyrr tema hjá Carl Jóhan; tað er tað bæði gjøgnum tann serstaka málburðin og við beinleiðis umrøðu av tí. Tann málsliga merkingarskapanin er ein avbjóðing, sum tað, ið „hevur einki navn enn“, setur.

Í Tímum og reki er telduheimurin ein grundtreyt, sum tilveran verður livað ígjøgnum, eins og náttúran í romantikkinum var støðið undir heimsfatanini. Fyribrigdi í telduheiminum verða lýst við fyribrigdum úr náttúruni: tíðindi sirma inn á netið, sum skrædnar. Her er náttúran tað kenda og verður nýtt til at lýsa lívið við telduna og á alnetinum. Í øðrum førum („samrøða millum sál og likam“) er tað øvugt: myndir úr telduheiminum verða nýttar til at lýsa tað ókenda – menniskjað:

tú ert samgildið, sum ger meg
    og teldubant nervar á óvirkin minni

Við teldu- og fjølmiðlaorðunum – forrit, skíggi, teld o.o – tekur savnið upp nakað av tí mest aktuella orðatilfarinum í málinum, og hesi orðini eru væl at merkja ikki sjálvgjørd men úr veruleikanum uttan fyri yrkingarnar. Hetta veruleikasambandið er ein styrki í savninum. Telduorðini fáa eyðvitað eykamerkingar í tí nýggja høpinum. Daglig orð sum minni, ið hava fingið sítt pláss í telduheiminum, eru eisini virkin í yrkingunum. Samansetingar sum gloymiteld, minnisvídd, tekstógildi og teldurek eru partur av handfaringini hjá yrkjaranum av nútíðarveruleikanum:

teldurek á heysti

eg lesi tey úr tíðindum
norðlýsi ið svívur
aftur inn á skíggjan
eg lesi tey úr tíðindum
kjósina ið stoytist
sum verøldir í minnið.
netið ið skrædnar
av forvitni um einki
eg lesi tey úr tíðindum
ið sirma gjøgnum nálir
og skriva lágt í samskifti
um mynsturkensl sum hvarv.
eg lesi tey úr tíðindum
sum tekstógildið forritar
og rekir inn í gloppið
áðrenn tíðin bindur ringin
og stevið javnast út.
eg lesi tey úr tíðindum
sum leyvið bóru frá.

Skaldskaparmál og annað mál

Tað ber til at skoða mál úr ymsum sjónarhornum. Eitt er tað søguliga ella diakrona – tá verður hugt at, hvussu málið er broytt gjøgnum tíðirnar. Yvir av tí stendur samtíðarliga ella sýnkrona sjónarhornið, ið verður nýtt, tá ið málið verður kannað sum fyribrigdi í samtíðini. Eitt annað sjónarhorn, tað samfelagsliga, dregur ikkimálsligar tættir uppí; tá verður málið skilmarkað sum ein skipan ella „sáttmáli“ í einum samfelag um orðamerkingar, stíl, úttalu o.s.fr. Ein partur av hesari skipan er so aftur skaldskaparmálið, málnýtslan, sum hevur hevd í skaldskapinum og sum á ávísan hátt víkur frá tí almennu málskipanini; eitt av frávikunum er, at skaldskaparmálið ofta varðveitir gomul løg í málinum, sum eru farin úr nýtslu í tí almennu málskipanini; uppaftur summi orð hava ongantíð livað aðrastaðni enn í skaldsligum máli; orðatilfar eins væl og stílur fylgir ávísum óskrivaðum reglum í skaldskaparhevdini og víkur á ymsan hátt frá tí almennu málnýtsluni. Skaldini gera síðani uppreistur móti tí hevdvunna skaldskaparmálinum.

Tímar og rek vendir sær í málsligu uppgerð síni burtur frá bæði dagligum máli og hevdbundnum skaldskaparmáli, inn í fornligari, bókmentalig løg av málinum, sum verða umskapað og endurnýggjað. At Tímar og rek eisini hava greitt samband við føroyska samtíð, vísa tey mongu týdningarmiklu føroysku nýggjyrði á telduøkinum, sum vit finna í savninum.

Avbygging og nýbygging

Tá ið yrkjarin – og tað kann tykjast halgibrot – brúkar eina dapra mynd eftir Mikines í „flugufrábrigdum“ sínum, ella hann yrkir um „avboðanardag Mariu“ og aðrar grundleggjandi hugmyndir um tað kvinnuliga – umframt Mariu eisini Evu, Gunnløð og „halgikvendi í helviti“ – so er tað liður í roynd hansara at avbyggja – dekonstruera – og loysa sundur vanabundna tulking av mýtum, hugsjónum og hugmyndum, sum eru avgerandi tættir í mentan og samleika okkara.

Eins og hann í málviðferðini tambar og slítur ta hevdbundnu málskipanina, so ógildir hann ta hevdbundnu hugmyndaskipanina. Hann tekur sær støði í mentanararvinum, men liðar allar tulkingar av honum sundur. Eftir stendir avbjóðingin til lesaran, eitt landslag av gátuløddum myndum, ókent og kent í senn.