Orðini loga í myrkrinum

– um skaldið Róa Patursson

Orðini loga í myrkrinum
samtalan svíður í tunguni
miðvíst vitandi
samtalan bráðnar á tunguni

Rói Patursson 1985

Rói Paturson, føddur 1947 í Havn og uppvaksin har, er  ein av teimum yrkjarunum, sum í 1960-árunum endurnýggjaðu føroyska yrking, lótu hana upp fyri tí, sum hendi úti í verðini og leiddu æðrasláttin frá ungdómsuppreistrinum í Vesturheiminum inn í hana, eina nýggja veruleikafatan, sum hevði við sær nýggja formliga stremban og nýggjan hugburð til málið.

Síni fyrstu ungdómsár ferðaðist og arbeiddi Rói víða hvar: sigldi úti 1964-65, arbeiddi á Bessastøðum, í Havn og Keypmannahavn; 1968 var hann á vallaraferð í Evropa og var í París, tá ið studentauppreisturin leikaði á. Árini 1970-85 búði Rói fast í Keypmannahavn. Hann fór í skúla, tók HF-prógv í 1974. Í 1985 tók Rói magistaraprógv í heimspeki og flutti sama ár til Føroya. Hann er stjóri á Føroya Fólkaháskúla.

Rói var ungur, eini átta-níggju ár, tá ið hann fór at yrkja og um 14 ára aldur, tá ið yrkingar hansara fóru at koma í 14. September. Tey árini, Rói búði í Keypmannahavn, tók hann lut í mentanarliga og politiska lívinum á sosialistiska veinginum millum føroyskar útisetar. Hann skrivaði í Oyggjatíðindi og Framan og var medritstjóri á Brá.

Rói Patursson fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir 1969. Hann fekk bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins 1986. Rói týddi saman við Heðin M. Klein bókina hjá sámiska yrkjaranum Nils-Aslak Valkeapää Faðir mín sólin, sum Norðurlandahúsið gav út 1992, árið eftir at hon fekk bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins. Í bløðum og tíðarritum í Føroyum og uttanlands hevur verið prentað upprunaligt tilfar eftir Róa og tilfar, sum hann hevur týtt til føroyskt, t.d. í 14. September, Barnablaðnum, Varðanum, Skeggjanum, Framanum, Brá og Café Existens.

Umframt trý yrkingasøvn (1969, 1976 og 1985) hevur Rói yrkt sangirnar á plátuni Spor í sjónum, 1983, eftir Anniku Hoydal. Bók við yrkingum eftir Róa og myndum eftir Amariel Norðoy kom út í 1987.

Fyrsta yrkingasavnið

Tað var ein ungur men ikki óroyndur yrkjari, sum í 1969 gav út fyrsta – navnleysa – yrkingasavn sítt við 15 yrkingum. Meir enn aðrir føroyskir yrkjarar í samtíðini gjørdi hann gerandisdagin í nútíðini, umheimin og heimspolitikkin til yrkisevni. Hann loysir seg frá tí skaldskaparliga arvagóðsinum, har sum fastar umskrivingar, heiti og myndir eru byggikubbarnir, skíggjar stívnaða bókmentaliga orðing og leitar upp tað samtíðarliga. Í yrkingini „Grasið og hin seinasti mohikanin“ hyggur yrkjarin úr stórbýnum aftur at tí farna barndóminum, minnist tann uppreistrarhugaða smádreingin, sum skapti sín egna heim við hugflognum, til veruleikin kom og gav øllum lutum teirra avmarkaða pláss. Ein søga um paradísið, barndómin, rammað inn av nútíðarstøðuni, einari fongsulslíkari støðu í útlondum. Á sín hátt er yrkingin ein arvingi hjá yrkingunum um heimlongsil í útisetu í 19. øld, men himmalvíður munur er á.

Barnaminnini eru ikki tey hjá piltinum, sum fer at reka seyð og fiska síl, men hjá einum, sum hevur sitið innan fyri vindeygað og lisið og fingið møguleikan at smoyggja sær inn í ímyndaðar veruleikar, t.d. sum Robin Hood ella stríðsmaður røttu megin í seinna heimsbardaga. Ein onnur yrking um barndómin er tann yndisliga „Meðan áin rann“ – heitið kundi verið frá Hans Andriasi – ein søga um tíðina, áðrenn klovningur kom millum tilvitsku og umheim:

Millum steinarnar í ánni
runnu fingrar okkara
og vatnið og vit
vórðu sama likam
/.../
Vit vistu
at langt, langt burturi
mátti ein døggperla liggja,
sum var upprunin.

Sambandið í hesi yrking millum náttúru og menniskja er av romantiskari rót og minnir um summar yrkingar eftir Chr. Matras. Tað er ikki torført eisini at síggja ta listarligu leitingina í lýsingini. Men meira enn náttúrulýsingar við ívovnari súmbolismu seta kritiskar samtíðarlýsingar dám á savnið. Tær snúgva seg um tey somu evnini sum politiska vinstrarørslan fekst við og venda sær móti kaptalismu og avleiðing hennara: fremmandagerð, imperalismu, kristnari fanatismu og dupultmorali. Í „Forseti vár“ vendir yrkjara-eg’ið sær til ein forseta í kristna heiminum og biður um vápnahvíld eina ávísa nátt, tí tað er ein heilag nátt: tá skal eg’ið uppliva kærleikan. Próvgrundin undir hesi áheitan er, at forsetin kortini bindur frið eina nátt um árið – jólanátt – fyri Jesu skuld, men ger allar aðrar nætur til blóðnætur. Her er ikki bara funnist at kríggi, men eisini hvussu kristindómur verður brúktur til at rættvísgera kríggj.

Kritikkurin av politikki og samfelagsviðurskiftum hevur altjóðligt sjónarhorn; men tað at stríðast fyri frælsi í Føroyum serstakliga, er her eitt gamalt minni um álvarsamt barnaspæl („Grasið og hin seinasti mohikanin“), ikki partur av nútíðini í savninum.

Sterkasti strongurin í hesum yrkingunum er tó lívsgleði og -trá, erotikkur saman við leitan egsins inn í seg sjálvt. Yrkingin „Blómubróðir“ er um rúsin, sett upp sum leiðbeining og ávaring um at hava hógv. Navnið sipar til tey, sum hoyrdu til ungdómsrørsluna, sum tók seg upp á amerikonsku vesturstrondini í 1960-árunum og breiddi seg til Evropa. Tey vórðu kallað „blomsturbørn“, tá ið tey mótmæltu móti Vietnamstríðnum við loysunarorðunum „make love, not war.“ Ein táttur í teirri sermentan, sum spratt av rørsluni, var at roykja hassj, eitt fyribrigdi, sum kemur fyri í einum prosateksti eftir Róa frá somu tíð: „Svanasangur sprittskaldsins“, (Patursson, R. 1969), ein rábleyt mynd av Havnini á nátt við einsemi og lofnaðum ugga. Løtumynd og tíðarmynd er eisini „Vart tú í býnum seinasta leygarkvøld?“ um lívsgleði og villskap, í formi ein staccato-uppreksan, mest av navnorðum.

Málið, orðingarhátturin og rútman í yrkingunum er prosakend, men uppsetingin er í ørindi, oftast ójøvn til støddar. Einstøk stílbrigdi víkja frá prosastíli, eitt nú anaforur (endurtøka av sama orði fremst í tveimum ella fleiri reglum), parallellir setningar, øvugt orðarað, at tað er eitt „lýriskt eg“, sum hevur orðið í flestum tekstum; men fyrst og fremst at tekstirnir eru meira konsentreraðir enn prosa vanliga er.

Á alfaravegi

Annað yrkingasavnið eftir Róa Patursson, á alfaravegi, kom út í 1976. Í tí eru 19 yrkingar, tær flestu eru tíðarsettar; av teimum eru sjey eldri enn fyrra yrkingasavnið, tann elsta frá 1962. Hóast hesar elstu yrkingarnar eru í rættiliga hevdbundnum stíli, eiga tær kortini skaldsligt lív (bara „Móðurmálið“ er tyngd til jarðar av hevdbundnum orðalagi) og konsentratión, sum vísir frameftir.

Tað serliga er við prentmyndini í hesum savninum – burtursæð frá teimum elstu yrkingunum – at bara smáir stavir eru nýttir. Tað man vera fyrstu ferð, at tað er gjørt í føroyskari bók, men Rói hevur í seinni yrkingum hildið fast við henda háttin. Tað gjørdist vanligt við modernismuni tíðliga í 20. øld, at nýroynandi høvundar brutu tær grafisku reglurnar. Modernistiska høvuðsverkið Ulysses (1922) spreingir teir bókmentaligu normarnar í sjálvari tekstuppsetingini; hetta kemur fram t.d., tá ið Joyce endurgevur „tilvitskurenslið“ („the stream of consciousness“) hjá persónum í skaldsøguni sum ein stríðan streym uttan teknseting gjøgnum 40 blaðsíður, har bara sernøvn eru skrivað við stórum stavi og næstan eingi reglubrot eru. Umframt at vera uppreistur móti bókmentahevdini er tað súmbolsk ábending um stríðið móti hierarkiskum skipanum á ymsum stigum – stríðið fyri javnrætti. Í savninum er eitt prosapetti, „Reflex“, sett bara við smáum stavum, men høgt sundur av punktumi aftan á hvønn setning. Uppsetingin speglar innihaldið, sum er kritisk lýsing av einum skúlatíma, har lærarin er einavaldsharri, kúgar næmingarnar og spottar teir síðani fyri at vera ósjálvstøðugir; monotoniin í ordrunum, sum regna niður yvir næmingarnar, er undirstrikað í prentligu uppsetingini. Í dag er tað at bróta vanligu reglurnar fyri lítlum og stórum stavi ella teknseting í fagurbókmentum ein valmøguleiki, sum ikki stingur í eyguni.

Tann orðtakskenda „Arbeiðarin“ (1964) er ein heiðursyrking til alheimsarbeiðaran: „Minnisvarði tín / er heimurin.“ – „Arbeiðarin og vegurin“, prentað í Framanum 4-5, 1974, er ein stolt yvirlýsing, løgd í munnin á arbeiðaranum og stendur í millumtekstasambandi við bíbliutekstir eins og t.d. Jóhs. 14,6 og Math. 6,13. Hon er ein trúarjáttan frá og til arbeiðaramenniskjað: „okkara er ríkið / neyðin og gleðin / okkara spor sprongja øll landamørk,“ og enn eitt dømi um kristindómskritikkin hjá yrkjaranum. Hesar báðar, „Arbeiðarin“ og „Arbeiðarin og vegurin“, vórðu partvíst endurskrivaðar, partvíst lagdar saman á plátuni Vælferðarvísur (1978) hjá Kára P, sum syngur tekstin við egnum lagi. Slík skapandi tulking hjá einum listamanni av teksti hjá einum øðrum er sigandi fyri andan í tí mentanarpolitiska virkseminum í 1970-árunum, har einvís individualisma eina tíð hopaði fyri samstarvi gjøgnum samrøðu, dialog, heldur enn einvegis boðskap.

„Pentagon“ (1969, 1975) stóð í Framanum nr. 9-10, 1970, men nógv longri enn her, hóast eisini tá í fimm pørtum. Yrkingin teingir saman imperialismu og kristindóm í eina samgróna eind. Føroyar eru til staðar í brotum úr fosturlandssangum, ið tykjast at koma úr útvarpinum, í óvæntaðum samanhangi: „sjá tú blánar / & tú rodnar…:“, „teir sigla so væl / í radiobylgjum undan likkudansi.“ Kríggj og kristindómur renna saman í ágangandi virðingarloysi: „Vælkomin í hetta heilaga / skúrið / & tig nummar tað og tað / hygg presturin: / tey toga seg upp úr skotgrøvunum: / harrin er komin / fastløntur...“. Sipað verður til hvítan yvirgang í Afrika við einum føroyskum sitati, soleiðis at kristindómur og imperialisma síggjast sum tvær síður av tí sama: „...frelsarin / hálur sum ein flundra / doypir purluta hár teirra heidnu / tey skrivandi tiga / tey kolldømdu duga ikki.“

Orðini „hálur sum flundra“ eru úr „Boaratáttinum“ (1900) eftir I.P. Gregoriussen, har tað stendur í fyrsta ørindi um enska uttanríkisráðharran Chamberlain: „Hann sat úti á eini fjallatrom / so hálur sum nøkur flundra. / So mjúkur og lúnskur um heimin hann sá, / hann vildi alt eta, fyri eygunum lá, / fyrr skuldu kanónirnar dundra.“

Tað føroyska og tað útlendska rennur saman: „frítt var eystfellið / frá at fara“ – men framhaldið: „fríari er jørðin“, ger tað til spei, tí: „troia í tíggju ár / pentagon & kreml / tatoveraðir heilar...“. Soleiðis verður tað „trygga“ føroyska tikið inn í eina lýsing av heimsumfatandi ruðuleika og harðskapi; samstundis heldur tann tankaleysa rutinan fram: „gerandisdagur / drív á / elska aftaná arbeiðstíð...“. Ráðaloysið ella mótmæli mótvegis hesi ræðandi støðuni kemur fram í síðsta setningi, sum stendur og blaktrar einsamallur: „men vit eru livandi“.

Setur yrkingin „Pentagon“ spurnartekin við tilverugrundarlagið undir føroyskari tjóðskaparligari mentan, so byggir yrkingin „Nationalisma“ føðilandskærleika á einum øðrum støði, nevniliga tí alment menniskjaliga – sum hjá hvørjum einstøkum kortini hevur sín uppruna í einum ávísum stað á jørðini:

tað aldar og brýtur
í atlantshavinum
hjartað arbeiðir róliga
og hóvliga skilji eg
/.../
Flenna og sláast og lúgva
elska og rudda og arbeiða
/.../
Gráta og skræða klæðini av sær
fara í song saman ella ikki
hoyra útvarpið og slatrast
/.../
mítt hjartagrípandi
móðurland
pyntað við alskyns beistagerðum
blomstrandi við reinasta
kærleika

Hetta gerandisliga lívið verður sett í alheimssamanhang, har bæði samfelags- og náttúrulógir ráða:

róliga mala gongustjørnurnar
hóvliga broytist tímalønin
við høgg og slit
hvørvur føðilandið

Tað er eyðkent fyri yrkjaran soleiðis at „rudda“ í hugmyndafrøðini, her tí tjóðskaparligu: í staðin fyri mýtufongda fortíð setur hann gerandisdagin, løtuna; í staðin fyri stórmenni, smámenni og børn; í staðin fyri kappabrøgd, arbeiði og rudding, í staðin fyri ævinleika, endaligleika. Hann leitar sær fótafesti í tí ítøkiliga, setur spurnartekin við tjóðskaparligu hugmyndafrøðina. Men eins og teir gomlu leggur hann fyri við at staðseta móðurlandið.

Útiseta, heimlongsil og ferðarhugur eru ein høvuðstáttur í hesum savninum eins og tí fyrra. Men tað er heimferð, sum er lokamálið fyri burturferðini í tí vøkru „Góðtúrur“, sum sameinir lýsing av kærleiks- og ferðartrá og endar við orðunum: „...koma heimaftur / við grøðandi orðum / og lívshuga.“

Nøvn

Tað fyrsta vit koma til, tá ið vit skulu lesa eina bók, er navnið á henni, har byrjar skilmarkingin og tulkingin hjá lesaranum, hann fær ta fyrstu kotuna at halda seg til. Hesa hevdina í bókmentaskipanini fer Rói um á sín egna hátt. Fyrsta savnið var navnleyst; á tann hátt fara yrkingarnar eins og snarveg til lesaran; tær smúgva sær í hesum uttan um bókmentastovnin og verkshugtak hansara, sum sigur, at eitt bókmentaverk má hava navn, ikki ólíkt lógini, ið krevur, at fólk skulu skrásetast við navni, so at tað ber til at hava eftirlit við teimum.

Annað savnið, „á alfaravegi“, játtar við navninum samband sítt við tær fólksligu rørslurnar í 70-árunum, alfaravegur er fyri øll. Hetta kann eisini síggjast í sambandi við ta málsligu kósina, sum Rói Patursson valdi, at taka sær støði í nútíðarmáli og talumáli.

Triðja bókin, Líkasum, hevur heiti av einum talumálsorði úr einum av teimum avmarkaðu orðaflokkunum, sambindingarorðum, sum ikki hava merkingarinnihald sjálvir, men sum áseta lutføllini millum tey merkingarberandi orðini í hinum óavmarkaðu orðaflokkunum. Eitt av „amboðsorðunum“, sum verða brúkt at skapa merking við. Heitið gevur okkum tey boð, at sjónarhornið í savninum er heimspekiligt og málsligt. Orðið „líkasum“ bindur fyribrigdi og orð saman gjøgnum samanburð, og at lýsa og greiða frá júst gjøgnum samanburð av ymsum slagi hevur frá elstu tíðum verið ein tann mest nýtti hátturin í skaldskapi eins væl og í dagligum máli.

Líkasum

Líkasum kom út í 1985. Í tí eru 19 yrkingar, summar nakrar reglur til longdar, aðrar fleiri síður. Eins og yrkingasavnið frá 1969 er tað skrýtt við myndum eftir Trónd Patursson. Savnið er býtt sundur í sjey partar við rómaratølum I-VII.

Temað í savninum er mál, merking og skaldskapur, uttan í fimta parti, har temað er krígsdubbing. Fyrsti partur hevur beinleiðis málslig motiv. Í hinum pørtunum eru ymisk motiv, t.d. burturferð og heimkoma, men í miðdeplinum stendur altíð problematiseringin av tí málsligu tilverutulkingini. Savnið er alt eitt aftursvar til eyðkennisorðini fremst í bókini: „Grøs og allar urtir tiga, / gleða seg, men einki siga“ eftir Hans Andrias Djurhuus, og svarið er, at alt er mál.

Fyrsti partur er fimm metamálsligar yrkingar. Tann fyrsta, „hvat er at yrkja,“ (prentað í Skeggjanum febr. 1979 í væl longri líki) er spølin, full av tvørsøgnum („tann ið dugir tað lærir tað aldrin“) og andsøgnum („prógva er jørðin er fløt“), spæli við ljóðum („vera kirurgur og klokkari“). Aftan fyri skemtið liggur álvarað í tí at yrkja fjalt.

Í aðru yrkingini, „alfabet“, letur yrkjarin bókstavirnar ein fyri og annan eftir verða rættvísgjørdar sum portur inn í tilveruna: „vilt tú inn í alheimin mást tú hava eitt a.“ Aðrir yrkjarar hava eisini lænt henda formin frá stavingarbókunum, t.d. danska skaldið Inger Christiansen, sum í 1981 gav út yrkingasavnið Alfabet um orð, sum hava byrjanarstav í stavraðsfylgi frá a til n; hjá henni fær hvør bókstavur fleiri orð; byrjanin er soleiðis:

abrikoserne findes, abrikostræerne findes
/.../
alfabeternes regn

Tað er einki løgið, um yrkjarar eru hugtiknir av – og hugleiða um – møguleikarnar, frælsi og avmarkingarnar sum bókstavirnir seta. Í yrking okkara kunnu vit bara undrast og nikka uppi yvir teimum forkunnugu og triviellu orðum, sum alfabetið dregur upp á tráð, og geva gætur, at tað er tað føroyska alfabetið við teimum vanligu altjóðastøvunum c-q-x-z-w uppií, men ikki tí danska å; ð er tikið úr sínum vanliga stað og hevur fingið serliga áherðslu: „... Uttan ð kann eingin liva,“ v.ø.o., tað føroyska skriftmálið er lívstreyt fyri yrkjaran. Mótsetningarnir frá teimum gomlu móðurmálsyrkingunum millum føroyskt-danskt eru ikki her. Í staðin er talan um føroyskt og altjóðamál í sambýli.

Triðja yrkingin, „orðini“, leggur dent á tað eyðkenni orðanna, at tey eru bundin at einum konteksti og einum veruleika, sum broytist, og tí broytast tey og ala fram nýggjar merkingar, sum ikki lata seg stýra – tað er hetta orðatakið „ofta leypa trøll í orð“ merkir; í hesum liggur nakað av tí poststrukturalistiska lyndinum til burturav at skoða málið sum eina sjálvstøðuga skipan uttan fyri ávirkan frá tí einstaka. Men at uppliva hetta bæði á persónligum og politiskum stigi er ein partur av at gerast vaksin.

Fjórða yrkingin, „mynd og bílæt“, er um, at ein tilvand, idealiserandi tilverutulking ikki (longur) hóskar til veruleikan. Yrkingin er formað sum ein mynd í rammu: fýra tær fyrstu reglurnar eru uppafturtiknar til endans í øvugtum raðfylgi; miðjan í yrkingini er sjálvt „bílætið“.

Fimta yrkingin „á flogi“ er um skaldskapin, lýstan sum ein forfjónaðan ravn, hansara lagnu og kor á okkara døgum.

Annar partur er tvær yrkingar um at fara burtur/út í skaldskapin og at koma heimaftur og síggja alt við øðrum eygum. Tann fyrra, „hann so gjørdi“ er ein søga í episkari tátíð um ein drong, sum ger seg til reiðar og fer út í verðina, sum bíðar eftir at hann skal koma at yrkja um hana, meðan tíð er – eins og drongurin í ævintýrinum, sum fer út í verðina at leita eftir eydnuni. Samstundis er lýsingin ein rættiliga gjøgnumførd mynd av smádreingi, sum ger seg til reiðar at fara út at skreiða á skíðum, áðrenn kavin bráðnar.

Í seinnu yrkingini í hesum partinum, „heimkomu“, kemur drongurin heimaftur, men kennir seg ikki heima: „líkasum tá eg seti meg / við hitt gamla vindeygað / og síggi at fjallagreinin / ikki sær soleiðis út / sum eg síggi hana.“ Royndirnar, tað broytta perspektivið, gera hann tilvitaðan um, at ein og hvør tulking er relativ.

Triði partur er fýra yrkingar: tvær hugsanarsamar kærleiksyrkingar, ein yrking um at menniskjuni eru felags um síni kor, og ein endurskrivað „skapanarsøga“ við 1. Mósebók sum millumteksti – enn eitt dømi um, hvussu týdningarmikil Bíblian er sum millumtekstur hjá skaldinum.

Tann fyrsta, „nocturne 1“, er fyri ein stóran part bygd upp av avskeplaðum orðingum úr tí hevdbundnu kærleiksyrkingini. Jógvan Isaksen uppfatar hana sum bert spei um triviellu kærleiksyrkingina, men hon kann heldur lesast sum eitt harmljóð hjá eg’num um sorlaðan kærleika, soleiðis at upploysingin av hevdbundnu orðingini lýsir hjálparloysið hjá eg’num, samstundis sum hann heitir á mótpartin um saman við sær at royna at fáa sum frægast burturúr. Tann sundurhøgda orðingin myndar tað misfarna kærleikssambandið.

„Nocturne 2“ er eitt slag av mótyrking til ta fyrru; hon ásannar, at alt er bara til í broyting og at tað er neyðugt at halda fast í hesa vitan, hóast tað pínir – øll fyribrigdi innihalda sín mótsetning.

Í „regni“ fáa orðini hjá dóttrini yrkjaran at hugsa um verðina sum eina eind, har vit øll eru bundin hvørt at øðrum til gott og ilt.

Fjórði partur er fýra yrkingar. Hann tekur fyri trý høvuðsnøvn í evropeiskari mentan: Marx, Freud og Tarzan og harumframt parið mann og konu, alt viðgjørt við humori. Í Marx-yrkingini verður ásannað at marxistisk vísindi eru ikki algild, men søguliga avmarkað – stóru politisku hugmyndakervini hava mist gildi.

Í yrkingini um Freud verður eisini víst á avmarkingar: „analysan eldist /.../ sigmund svevur...,“ v.ø.o., eisini sálarfrøðingurin droymir og skotrar tað forbodna burtur. Yrkingin er bygd sum associatiónir, sum júst er ein virkisháttur hjá ótilvitaða sálarlívinum, sum sálargreiningin leggur dent á. Tvær ferðir er setningurin „kenn teg sjálvan“ endurtikin. Orðini vóru støði undir gomlu griksku mentanini og vóru skrivað uppi yvir inngongdini til halgidómin í Delfi. Hóast hesi boðini verður í yrkingini og savninum yvirhøvur spurnartekin sett við ta klassisku subjektfatanina.

Yrkingin „maður & kona“ viðger „mótsetningarnar“ mann og konu sum stívnaðar klisjéir. Hjá konuni liggur leiðin tó út í okkurt nýtt. Uppsetingin við &-merkinum minnir speiskliga um partafelagsheiti við føstum lógum og reglum. Í fjórðu yrkingini, „greystoke“, er tað ovurmansliga lýst sum keipumynd.

Fimti partur er tvær yrkingar ímóti herdubbing. Savnið er frá tíðini, tá ið kalda kríggið var hart, neutronbumban var tað nýggja vápnið, atomvápn vóru í hópatali. Friðarrørslur stríddust fyri avdubbing. Tann fyrra yrkingin, „tekstur um okkara tíð“, gongur út frá einum gomlum teksti frá einari aðrari tíð, prosapettinum „Tindarnir“ eftir Hans Andrias Djurhuus. Teksturin hjá Hans Andriasi er um yrkjaran I.P. Gregoriussen. Teksturin hjá Róa nýtir tann hjá Hans Andriasi um I.P. Gregoriussen sum støði, umskrivar hann, dregur upp krígsdubbingarorðasnildirnar í 80-árunum og prikar hol á tær. Tað er neyvan av tilvild, at júst ein tekstur um I.P. Gregoriussen er støði í hesari yrking hjá Róa móti herdubbing: tann eldra yrkingin „Pentagon“ hevur ta antiimperialistisku „Boarastríðið“ hjá I.P. Gregoriussen sum millumtekst. Seinna yrkingin í hesum partinum, „yrking móti skansunum“, hevur í orðunum „allar urtir skríggja“ millumtekstasamband við eyðkennisorðini eftir H.A. Djurhuus fremst í bókini.

Sætti partur er ein yrking, „sólareygað“, tann longsta í savninum og høvuðsyrkingin, sum samanfatar tað mesta av skaldskapinum hjá Róa. Hon er býtt sundur í tríggjar partar, sum kunnu sigast at vera um gongdina frá barndómi um ungdóm til ta búnu sannkenningina. Hóast margtýdd, ber til at siga, at byggingin er sum í tí klassisku menningarskaldsøguni: byrjar heima, heldur síðan út í heimin og lívið og endar heima aftur men í broyttum líki, við vunnari sannkenning. Byrjanin: „kenna dagin sum hann er / eiga heimin uttan orð,“ stendur á sama stigi sum tær tigandi urtirnar hjá H.A. Djurhuus, men tað er so skjótt, at „orðini tey smella / gnístandi í krossvegin“, og „míni orð til tín / kastast / í málleysum leiki / í ytru rúmdini / millum mínar varrar.“ Yrkingin er ein veldig ferð gjøgnum ymsar dimensjónir gjøgnum málið, gjøgnum alheimin, og móti endanum: „vit fylgjast / gjøgnum yvirferð / og undirgang / leiðin heim / í støðugari umskapan...“

Afturkomandi myndin í yrkingini er „sólareygað“, tekin og fyritreyt fyri lívi og tilviti. Rútman er skiftandi, viðhvørt suggestiv við stuttum eins bygdum reglum við endurtiknum byrjanarorðum; viðhvørt longum reglum við róligari rútmu; samsvarandi skiftir stílurin millum uppreksan og associatiónir øðrumegin og útdjúpandi, nágreiniligar lýsingar hinumegin. Náttúrumyndir av dreymakendari surrealismu, sansaligar býarmyndir, margtýddar hugleiðingar um og persóngerðir av málinum. Her eru „eg“ og „tú“ og „vit“ og „jesus“ og „dionysos;“ staðið er „paradís“, „utopia“, „rúmdin“ – og „jørðin:“

gjøgnum henda
umskapandi
undirgangin
koma góðir dagar
og góðar nætur
til tey heimleysu
á jørð

Sjeyndi partur er ein yrking, „árstíðir“, í fýra pørtum. Umframt yvirskriftina hava partarnar hvør sær heiti og talmerking frá 1 til 4: „1. skærur vindur“, „2. gomul kvinna“, „3. ongin rósa“ og „4. observatorium tusculanum“. Tulka vit yvirskriftina, byrjar yrkingin byrjar um heystið og endar um summarið.

Heystyrkingin, „1. skærur vindur“, er 4 reglur. Hon nýtir hevdbundnar myndir av heystinum: vindur, heystlig bløð; heystið sum skifti frá einari støðu til aðra: „nú heilsa vit farvæl“. Men hon broytir hevdina grundleggjandi, tí tann fullfíggjan, sum tann hevdbundna heystyrkingin sigur frá, er ikki at finna her; her er tvørturímóti trot ella mangul, tí tey, sum farvæl aftan á samveru, hava ikki staðið við, hvørji tey eru: „vit“ heilsa farvæl „uttan at geva okkum til kennar“. Lesa vit árstíðirnar inn í ta hevdbundnu merkingina tíðarskeiðini í menniskjalívinum, so er heystið tíðin, tá ið deyðin nærkast, og tá verður tað uppaftur álvarsamari at siga farvæl á henda hátt. Fyrsta reglan um ljósið, sum blaðar í „teimum heystligum bløðunum“ kann lesast sum leitan eftir merking og roynd at tulka. Sum miseydnað samband millum tvey minnir hetta ørindi um yrkingina „nocturne 2“ í III.

„2. gomul kvinna“ umboðar vetur í „árstíðum“ í samsvari við hevdbundið myndamál av aldurdómi. Hesin parturin er eitt langt ørindi við kritikki av tekniskt framkomna samfelagnum, har tey gomlu verða gloymd. Í trimum reglum, ið byrja við somu orðum, verður manandi spurt, um tað ikki er ólógligt og ósømiligt at bera seg so at móti teimum gomlu. Ørindið endar við uppafturtøkum við frábrigdi:

tey gomlu tey gloyma
tey gomlu tey gloyma
tey gloyma tey gomlu

sum geva kenslu av teimum broytingum, sum alsamt fara fram og at tað ikki verður steðgað á til at taka tey gomlu við í felagsskapin; samstundis eru setningarnir tvítýddir, tey gomlu verða ikki bara gloymd, men gloyma og flyta seg soleiðis sjálvi burturfrá; á tann hátt snýr ørindið seg eisini um tey eksistensiellu korini.

„3. ongin rósa“ umboðar várið; hesin parturin er trý ørindi, ójøvn til støddar, og hann minnir um „regn“ í III, har orðini „tað regnar í allari verðini“, sum so ofta er tikið til, standa. Yrkingarsnildirnar endurtøka og uppreksan við frábrigdum er tann sama sum har, men „3. ongin rósa“ er styttri og hevur lættari dám, hon nevnir t.d. ikki søguligar ræðuleikar men er almenn. Boðskapurin er tann endurtikna humanisman hjá Róa, at menniskjað skapar sjálvt sín heim; menniskjað er ikki náttúra, men ein tilvitandi skapningur, ið skapar allar merkingarnar í sínum alheimi.

Í „4. observatorinum tusculanum“ eru vit komin til summarið í hesi árstíðayrkingini. Heitið vísir til rúmdargranskingarstøðina hjá danska stjørnufrøðinginum Ole Rømer (1644-1710), sum stóð har, sum nú eitur Albertslund í Keypmannahavn. Ole Rømer máldi ferðina á ljósinum, og hugmyndin um drálan ljósins stavar frá honum. Í hesum partinum við fýra ørindum við longum reglum er ein tríggjar ferðir endurtikin boðsháttur, sum eggjar lesaranum til at stjala; fyrst í øðrum ørindi:

stjal summarið og kynd upp við fúkandi stjørnum
stjal summarið og noyð ljósið at drála

Tá ið vit hugsa um, at gjøgnum alt yrkingasavnið er støðug broyting, hvarv og gloymska, men eisini umskapandi undirgangur, eitt høvuðstema, so er nærliggjandi at lesa siteraðu reglurnar omanfyri útfrá tí nevndu humanismuni hjá Róa, sum gevur menniskjanum fulla ábyrgd av søgu- og merkingarskapan í alheiminum. Eggjanin „stjal summarið og noyð ljósið at drála“, sum er endurtikin í síðstu reglu, goymir í sær tað neyðuga paradoksið og utopiina at kanna sær og fáa fastatøkur á alheimi í broyting.

Tær seinastu útgávurnar hjá Róa av skaldskapi hava ikki verið yrkingasøvn men tvær millumlistarligar útgávur: Tónleikaplátan Spor í sjónum, 1983, har Annika Hoydal syngur egin løg til tekstir hjá Róa. Og bók, sum kom út í 1987, samansett av yrkingum hjá Róa og listaverkum hjá Amariel Norðoy [1] . Hesar útgávurnar, onnur undan Líkasum og hin beint aftaná, kunnu sigast at vera partur av framhaldandi royndum hjá modernismuni at kanna og bróta hevdbundin mørk og at loysa skaldskapin frá stirðnaðari bókmentasiðvenju og avbyrging, til nýggja samvirkan við aðrar listagreinir.


[1] Um tekstirnar eftir Róa Patursson í nevndu bók hevur Idar Stegane skrivað stutt í greinarstubbanum „Innskot om dikt av tre nordiske lyrikarar“ í: Rolf Reitan (ritstj.). 2000. Veien ved verdens ende – Festskrift til Jens Cramer. Aarhus Universitet.