Inngangur

Greinarnar í hesi bók eru flestar skrivaðar tey seinastu umleið fimtan árini og sprotnar av undirvísing og gransking míni á Fróðskaparsetrinum. Onkur teirra hevur eldri røtur. Bókin er ætlað næmingum á Fróðskaparsetrinum og aðrastaðni og øðrum, sum hava áhuga fyri bókmentafrøði og bókmentasøgu.

Tær fimtan greinarnar í bókini fevna um tekstir og evni frá 18. - 20. øld. Tríggjar teirra eru ikki prentaðar áður. Hinar hava staðið í bókum og tíðarritunum Frøði, Brá, Varðanum og fýra tær seinastu í Braga. Aftast í bókini eru viðmerkingar og upplýsingar um, hvar greinar hava verið prentaðar áður.

Meirilutin av greinunum er um skaldskap í bundnum máli, nakrar um óbundið mál. Greinarnar viðgera á ymsan hátt føroyskar bókmentir og mentan, m.a. út frá hugtøkum sum barokkur, klassisisma, upplýsing, romantikkur, modernisma og postmodernisma. Týðingar eru ein avgerandi partur av bókmentasøguni. Yrkingatýðingar verða neyvlisnar og víst, hvussu mentanarsøga og -politikkur eru samantvinnað við týðingar- og útgávusøgu; samfelagsfrøðilig og mentanarsøgulig bókmentafrøði er eisini umboðað av marxistiskum hugmyndafrøðikritikki og postkolonialum sjónarhorni. Søgulig men eisini bókmentafrøðilig sjónarmið eru frammi í grein um bókmentasøguliga skriving fram til 1980-árini; í hugleiðingum um trý høvuðstíðarskeið í bókmentasøgu okkara er sjónarhornið tvífalt, øðrumegin støðan hjá bókmentum í samfelagsmenningini, hinumegin innara menning bókmentanna. Eg havi viðgjørt dømi um skrivaðan skaldskap fyri 1876 við træðrum til norðurlendskar bókmentir; ljós er varpað á starvið, sum fór fram í 19. øld til at skapa føroyskt skriftmál - fyritreytina fyri føroyskum bókmentum – umframt tann sýmbolska týdningin, ið er ognaður Hammershaimb. Tann heimkunniga skaldskapin frá síðsta fjórðingi av 19. øld – støðið undir nýføroyskum skaldskapi – tulki eg út frá nýggjum nationalismuástøði og bókmentafrøðiligum háttalag. Aftast í bókini eru viðgerðir av modernistiskum og postmodernistiskum tekstum, kveiktar av rákum í bókmentafrøði í skrivandi løtu.

Greinarnar í hesum savni bera dám av lýsinum í teimum tíðum, tær vóru skrivaðar í, tær elstu í øðrum ljósi enn tí, sum skínur í dag. Tað er mín vón, at tær ymsu greinarnar eisini varpa ljós hvør á aðra og skapa nýggjar sambindingarmøguleikar soleiðis, sum tær standa saman í hesi bók.

Turið Sigurðardóttir,

á Føroyamálsdeildini

summarmáladag 2004