Marta Marta vann!!
Skaldsøgan Marta Marta eftir Marjun Syderbø Kjelnæs vann bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri 2025.
Marjun helt hesa røðuna við handanina í Müllers Pakkhúsi:
Fyrst vil eg takka familjuni, Dan og børnunum, Jórun, Kristian og Emil, sum altíð stuðla mær so væl í øllum, og síðani sjálvandi útgevara mínum Ungu Føroyum við Turið Sigurðardóttur á odda, takk fyri góða og gevandi samstarvið seinastu árini! Eisini vil eg takka Guðrið Syderbø fyri sniðgeving av vøkru permuni, umframt Liat G. Netzer, Poul F. Guttesen, Sannu Klein, Brynhild Thomsen og Sannu A. Dahl fyri mongu samrøðurnar um tekstin, ið bóru hann so væl fram á leið.
Eg eri hjartans takksom fyri at hava fingið heiðursløn fyri júst hesa bókina: marta, marta. Hon hevur verið eitt sindur í andgletti hetta farna ári, hon viðger eitt sárt evni og hevur tí kanska verið misskilt, kanska við vilja.
Bókin er um eina unga kvinnu, sum fór í kibbuts fyri góðum tretivu árum síðani og um eina tilkomna kvinnu, sum úr fjarstøðu roynir at fata ræðuleikarnar í umráðnum gjøgnum tíðina og seinastu árini.
Bókin er ein roynd at seta tað medmenniskjaliga í miðdepilin, heldur enn tað mytiska ella tað miðlaskapta, men tað er sjálvandi alt annað enn ein løtt uppgáva. Myturnar um Miðeystur eru jú óteljandi og røkka djúpt inn í aldagamlan átrúnað, ræðslumyndir og fordómar, og á sama hátt er Miðeystur í miðlunum ein javnfjarur heimur, eitt parallelt univers, har ið demagogar og rørslur gera krav upp á frásøgnina, og líkasælir heimsleiðarar leita eftir tí besta ljósinum at trína fram í og vísa seg.
Í bókini marta, marta, royni eg at siga ta stóru søguna í tí smáa, og at finna inn til eina felagskenslu gjøgnum upplivingarnar hjá hesi einstøku kvinnuni.
Munther Isaac, palestinski presturin í Betlehem á Vestara Áarbakka, sum m.a. hevur skrivað bókina Kristus í húsatoftunum: Trúgv, bíblian og fólkamorðið í Gasa, tosar um sálarløstirnar, sum fara at merkja lívið hjá palestinum, nú dustið spakuliga leggur seg, og missurin av fleiri enn tjúgu túsund børnum av álvara gongur upp fyri teimum.
Tað sama tosar jødiska vinkona mín um ( hon sum eitur Lee í bókini ). Jú, sálarløsturin av 7.oktober, fer at merkja ísraelsfólk, tað veit hon, men eitt annað trauma er sannkenningin av tí stóru líðing og sorg, sum tey hava verið atvold til í Gasa.
Og hvar eru vit føroyingar so í hesi líðingarsøgu, sum spælir seg út handan høv? Eiga vit at gera okkum ónáðir av hesum? Ger tað nakran mun, um vit halda nakað? Ávirkar tað okkara samleika, okkara moral, okkara felags føroysku sál?
Megna vit at leggja myturnar og miðlarnar til viks, hyggja í eyguni hvør á øðrum og taka tær sonnu samrøðurnar?
Eg veit ikki. Men bókin marta, marta er ein roynd at tosa heldur enn at tiga, og at siga tað so erliga sum gjørligt.
Takk fyri
- Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
- Dagfesting | 23.10.2025
- Bólkur | Barnabøkur