Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

babba/mammubørn

Svenska yrkingasavnið pappa-mamma-barn, ið hevur fingið góða móttøku og nógva umrøðu bæði í Svøríki og Danmark, har tað eisini er komið út, er nú útkomið á føroyskum.

Yrkingasavnið eitur eftir barnaspælinum, ið oftast verður kallað mammubørn á føroyskum. Men her er pápin settur frammanfyri, babba/mammubørn, tí her eigur hann sjónarhornið.

Savnið snýr seg nevniliga um at gerast pápi.

Tað byrjar við fótnotu 0, ið er drykkjuspælið “Eg havi ongantíð...” og vísir inn í tekstin, har meira og meira verður avdúkað, jú longri mann kemur inn í bókina – júst sum í spælinum.

Fyrri parturin eitur babba [ˈpapːa], seinni parturin mamma [ˈmamːa] og parallelt sum fótnotur er barn [patn].

Í fyrra parti sýnist alt at vera gott, og setningarnir byrja við “eg havi”. Í seinna parti verður alt vent við, og nú byrja setningarnir við “eg havi ongantíð”, og so við og við kemur ymiskt undan kavi, sum kann lata upp fyri samrøðum um, hvussu lívið broytist, tá mann gerst foreldur. Her verða orð sett á sterkar kenslur sum stúran, samvitskubit, ørkymlan, ræðslu og øði.

Savnið er áhugavert á ymsan hátt, bæði viðvíkjandi evninum, men eisini formliga, eitt nú við fótnotum, har barnið er framíhjáframleiðsla av pápa og mammu, og við ljóðskrift, skráli og barnamáli.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Jonas Rasmussen
  • Upprunamál | Svenskt
  • Týðari | Sanna Andrassardóttir Dahl
  • Útgávurár | 2019
  • ISBN | 978-99918-872-8-9
  • Tøk | Ja
  • Bólkur | Skaldskapur í bundnum máli