Vón Williams og klokka Kiljans

Í Det gode Håb og Íslandsklokkuni taka javnaldrarnir
William Heinesen og Halldór Kiljan Laxness báðir evni úr
trý hundrað ára gomlum hendingum og viðurskiftum undir danskari hjálandastjórn í hvør sínum landi, ávikavist Føroyum og Íslandi. Hetta er forvitnisligt og rópar eftir samanburði millum hesi bæði stórverkini eftir tvey høvuðsskald í tjúgundu øld.

Spurningurin um støðuna hjá skaldsøguni sum listagrein ella tekstslag – er tann stóra søgan møgulig í okkara tíð ella er skaldsøgan deyð? – hesin spurningurin, sum m.a. krevur skilmarking av skaldsøguni sum fyribrigdi, verður ikki viðgjørdur her. Milan Kundera sigur um skaldsøguna, at hon er evropeisk av uppruna og hevur uttan slit trúgv fylgt okkum, síðan nýøldin byrjaði, og at tað var tá, at

„the passion to know“, sum Husserl metti var kjarnin í evropskum anda, greip skaldsøguna og gjørdi, at hon fór at rannsaka tað ítøkiliga mannalívið og verja tað móti „the forgetting of being“;... Tað er í hesi merking, at eg skilji og taki undir við Hermann Broch, tá ið hann alsamt tekur uppaftur: Einasta raison d’être, t.e. tilverurættur, hjá nakrari skaldsøgu er, at hon rakar við tað, sum bara skaldsøgan kann raka við. Ein skaldsøga, sum ikki rakar við ein higartil ókendan part av tilveruni, er siðleys. Kunnskapur er einasta dygdin hjá skaldsøguni.

Kundera 1988: 5-6; týð. T.S.

Hetta merkir m.a., at søguligar skaldsøgur eiga at vera annað enn søgugransking, sum er latin í persónar og hendingar til stuttleika. Milan Kundera noktar ikki, at skaldsøgan kann doyggja, kanska er deyð og eingin saknar hana, tí tíðarandi fjølmiðlanna biður um skjót og løtt svør og brýggjar seg ikki um at hoyra frá skaldsøgum, at vitan er torvunnin og sannleik-in smeðin:

The novel’s spirit is the spirit of complexity. Every novel says to the reader: „Things are not as simple as you think“. That is the novel’s eternal truth, but it grows steadily harder to hear amid the din of easy, quick answers that come faster than the question and block it off. In the spirit of our time, it’s either Anna or Karenin who is right, and the ancient wisdom of Cervantes, telling us about the difficulty of knowing and the elusiveness of truth, seems cumbersome and useless.

Kundera 1988: 18

Tað ólíka sum speglar hvørt annað

Viðvíkjandi skyldskapi millum skaldsøgurnar Det gode Håb og Íslandsklukkuna sigur Glyn Jones í bók síni um William Heinesen:

Man har også påpeget et slægtskab med Laxness’ roman Islandsklokken, men dette skyldes nok snarere den ydre omstændighed, at begge romaner omhandler det danske kolonistyre, end nogen virkelig litterær lighed, idet stemningen og opbygningen i de to bøger slet ikke er den samme.

Jones 1974: 201

Við hesum orðum havnar Glyn Jones samanburði millum bøkurnar; og hann ber síðan Det gode Håb saman við bøkur, sum honum tykjast líkjast henni í huglagi og uppbygging, og sum hann veit, William Heinesen hevur lisið. Samanburðurin hevur til endamáls at vísa á beinleiðis ávirkan og bókmentaligt samband millum verk, og tað er í samsvari við ævisøguliga og sálarfrøðiliga háttalag Jones.

Spurdur um menningin í skaldskapinum hjá honum og Halldóri Laxness er sambærilig – eitt nú Nóatún sambærilig viðSjálfstætt fólk og Salku Valku frá 1930-unum, og Det gode Håb við Íslandsklokkuna – sigur William Heinesen, at so er ikki og leggur aftrat, at hann hevur bara hitt Laxness eina ferð (Skyum Nielsen 1984).

Skaldsøgurnar eru vissuliga ólíkar. Og samanburður mín hevur ikki til endamáls at vísa bókmentaligt samband frá teirri eldru til ta yngru, ella samband hjá hesum báðum skaldsøgunum við eitt triðja verk, men lata skaldsøgurnar varpa ljós hvør á aðra, bæði tað sum líkist í báðum bókunum og – ikki minni – munin. Sum nevnt tykist mær tað forvitnisligt, tí so nógv er felags í tí søguligu bakgrundini, evninum sum høvundarnir taka upp, og so nógv er kortini ólíkt í føroyskari og íslendskari søgu. Harumframt vóru bøkurnar skrivaðar at kalla um sama mundið. At bera saman tað, sum á ymsan hátt er sera ólíkt, og á ymsan hátt er bæði líkt og skylt og umskarast so og so – er ofta ein góður máti til at raka við júst tað serstaka, hjartatáttin, í einum verki og hjá tí skaldi og teirri mentan, sum skapaðu verkið.

Søguligar skaldsøgur

Det gode Håb kom út í 1964. Men longu í tjúgunum hevði William Heinesen (1900-1991) sett eina søgu saman um sama evnið, sum ikki varð prentað, og síðan hevði hann javnan arbeitt við evninum, til hann skrivaði Det gode Håb eftir trimum árum; í einum viðtali í 1965 greiddi William frá, hvussu Det gode Håb var vorðin til og segði m.a.:

...bogen er taget op med års mellemrum. Jeg har flere gange været inde på at lave en ny roman over emnet, og det gjorde jeg så for tre år siden. Denne bog er altså skrevet i løbet af tre år.

Søe, Poul Erik 1965: 5

Íslandsklokkan eftir Halldór Laxness (1902-1998) kom upprunaliga út í trimum bindum:Íslandsklukkan (1943), Hið ljósa man (Ljósa moy, 1944) og Eldur í Kaupinhafn (1946). Halldór skrivar í greinini „Høvundurin og verk hansara“ (Vettvangur dagsins 1942) um spurningar, sum stinga seg upp viðvíkjandi sambandinum hjá skaldinum við evni sítt, sína tíð og samfelag. Tað er Íslandsklokkan sum ger um seg í huga hansara, tá ið hann m.a. skrivar:

...ein høvundur er nýfarin undir eina bók, sum hann í átjan ár hevur biðið gudarnar sleppa sær undan at skriva. Høvundurin heldur uppgávuna vera sær ov tunga, hann nøtrar framman fyri øllum hesum stríðandi lívi sum krevur at hann gevur tí mál og form, noktar tvørt og noktar aftur at seta seg í henda váðan – men hann hevur nú einaferð sett seg í veð fyri skapandi megi lívsins og hon heldur á at krevja hann heilan og allan...

Halldór Laxness 1992

At Det gode Håb og Íslandsklukkan báðar vóru so leingi í umbúna, kann hava havt ymsar orsøkir. Høvundarnir hava báðir lagt áherðslu á, at í verki, sum sigur frá fortíðini, fáast rithøvundar altíð eisini við samtíð sína, og at tað er æðraslátturin í samtíðini, sum gevur verkinum lív. Um tað, hvussu eitt yrkisevni verður til, sigur Halldór Laxness:

Við sjálvum yrkisevninum er tað sum við forminum. Samtíðin, tað livandi lívið rundan um høvundin og í barmi hansara, noyðir yrkisevni upp á hann, sum hann allarminst hevði grunað, sum hann kanska hevur flýggjað undan í nógv ár...

Halldór Laxness 1992

Um tað at skriva um samtíðina í skaldskapi, sum fæst við fortíðina, sigur William Heinesen m.a.:

Det færøske samfund er et klistret samfund. Det er næsten umu-ligt at være forfatter her. Derfor henter færøske forfattere ofte deres emner i en tidligere tid. Så har man friere hænder, det er behageligere. Man kan udmærket kritisere nuværende forhold selv om man henlægger handlingen til en tidligere tid, som jeg selv gjorde i Det gode Håb.

Skyum-Nielsen 1984:103, áherðsla T.S.

Det gode Håb og Íslandsklokkan hoyra til tekstslagið søguliga skaldsøgu; tað er skaldsøga, sum lýsir persónar og hend-ingar í farnari tíð og endurskapar søguligu bakgrund teirra. Í okkara føri snýr tað seg um hendingar, persónar og umhvørvi í 17. og 18. øld. Men tað er einki at ivast í, at skaldsøgurnar Íslandsklokkanog Det gode Håb eisini standa við báðum beinum í 20. øld, at tær eru um yvirgang og einaræði í samtíðini. Og tað er trúligt, at tær ósambærligu royndirnar av gongdini í samtíðini – haruppií tvey heimsstríð umframt stórar rembingar og broytingar á heimavølli – hava gjørt tað alt annað enn lætt hjá høvundunum at fáa fastatøkur á fortíðini, sum teir ætlaðu sær at viðgera – júst av tí at tað farna lýsist ikki uttan í ljósinum frá løtuni nú. Her kann liggja nakað av orsøkini til, at hesar skaldsøgurnar vóru so leingi í umbúna og í gerð.

Við sínum sterku nútíðartilsipingum eru hesar báðar skaldsøgurnar í samsvari við hugmyndirnar hjá marxistiska ungarska bókmentafrøðinginum Georg Lukács um ta søguligu skaldsøguna; hann metti ta søguligu skaldsøguna, sum stóð í blóma í tretivunum, at hava avgerandi týdning sum mótstøða móti fasismuni.

Tíðarlýsing

Det gode Håb og Íslandsklokkan hava nógv felags evnisliga í tíðarlýsing síni. Í báðum skaldsøgunum fer yvirvaldið, embætismenn hjá danska einavaldskonginum, bæði veraldligir og kirkjuligir, harðliga fram móti tí líðandi almúguni. Í hesari kúgan av almúguni draga yvirstættin í landinum og danska embætisvaldið í mongum føri eina línu. Men landsins gamla yvirstætt, ognarstættin, er komin á fallandi fót. Í Íslandsklokkuni hevur henda yvirstættin enn ein leiklut og roynir at halda fast við rættindi síni at stýra og døma í landinum. Í Det gode Håb er hon fallkomnari enn so, eingin stirðil er eftir í henni. Í báðum søgunum verða stór og smá lógarbrot revsað ógvuliga strangt, annaðhvørt tað er ímóti einahandlinum ella ognarrætti og lunnindum hjá yvirstættini. Kirkjan krevur ,rætta‘ – ortodoksa – trúgv, sum hevur í sær treytaleyst lýdni móti bæði veraldliga og kirkjuliga yvirvaldinum; men um somu tíð blómar pátrúgv og gandakynstur, sum ofta eru einastu hjálparráðini, ið standa tí neyðstøddu almúguni í boði. Bremarhólmur, heinging og píning koma fyri í báðum bókum. Tó verða gandakellingar og -kallar ikki brend í Det gode Håb sum í Íslandsklokkuni; munurin er í samsvari við tað, vit vita úr søgu Føroya og Íslands. Lýsingin svarar til ta døkkastu tíðina í søguni hjá báðum londunum, í Føroyum nevnd Gablatíðin eftir feðgunum von Gabel, ið hvør undan øðrum høvdu Føroyar í leni, og sum Det gode Håb eisini sigur frá.

Tað sannsøguliga og tað týpiska

Staklutir í teimum sannsøguligu heimildunum fáa frá báðum høvundunum fría viðferð, verða boygdir undir heildina og undir listarliga endamálið. Teir tætta og styrkja tað einstaka, so-leiðis at tað varpar ljós á tað týpiska og almenna í søguni. Hetta er í samsvari við tað sum Georg Lukács skrivar um realismu og viðferðina av heimildum í søguligum skaldsøgum:

Tað sum sær út sum ótømandi uppáfinningarsemi hjá teimum miklu realistisku høvundunum – og tann søguliga skaldsøgan er eitt heilt serstakt dømi um hetta – kemst av, at teir handfara tilfar sítt so frítt: Teir kenna menniskjuni, sum lív fólksins skapar, nóg væl til at teir kunnu geva hugflogi sínum leysar teymar og kortini ikki fara frá sannleika hins eyðmerkta, týpiska; teir eru nóg kunnigir við lív fólksins til at duga at finna upp á hendingar, sum lata tann djúpasta sannleikan koma fram greiðari og skilligari enn í gerandislívinum sjálvum.

Lukács 1976: 303, týð. og áh. T.S.

V.ø.o. tann ,djúpasti sannleikin‘ kemur týðuligari fram í fríu framseting skaldsins enn í sjálvum hendingum lívsins; mótsetningin til hesa frælsu viðferðina av heimildum í teirri listarligu umskapanini av veruleikanum kallar G. Lukács ,dyrkan av sannroyndum‘ og um hana hevur hann hesi hørðu orðini: „The ,cult of facts‘ is a miserable surrogate for this intimacy with the people’s historical life. And for this surrogate to dress itself up in belles lettres and to pass off a smooth or mannered prose as epic only aggravates the situation...“ (Lukács 1976: 303).

Høvuðspersónur í Det gode Håb er Peder Børresen, danskur prestur í Havn. Hansara levnað hevur verið soleiðis, at allar dyr eru honum læstar í teimum miðstaddari pørtunum av kongsríkinum. Í Íslandsklokkuni er høvuðspersónurin Arnas Arnæus, ein høgt settur íslendskur mentamaður í Keyp-mannahavn við tveimum høvuðseykapersónum, Snæfríð Íslandssól og Jóni Hreggviðssyni, sær við lið.

Høvuðspersónar í søguligum skaldsøgum mugu vera „søguligir“ á avgerandi hátt. Peder Børresen og Arnas Arnæus hava sínar fyrimyndir í Lucasi Debes, sum kom úr Danmark og gjørdist prestur í Havn (1623-1675), og Árna Magnússyni (1663-1730), handritasavnara, skrivara í kongliga skjalasavninum í Keypmannahavn og fyrsta professara í danskari fornfrøði. Men Børresen og Arnæus eru als ikki sannsøguliga neyvar myndir av nevndu monnum, tó at teir læna týðandi eyðkenni frá teimum. Í staðin eru teir umboð og miðlar fyri søguligar drívkreftir í sínari tíð; og á tann hátt, og ikki við at ,dyrka sannroyndir‘, koma høvundarnir gjøgnum høvuðspersónarnar framat við søgutulking síni. Her kunnu vit aftur kveita at hugmyndunum hjá Lukács um realismu; hann sigur um hetjurnar í skaldsøgunum hjá Walter Scott:

Tað er uppgáva teirra [t.e. høvuðspersónanna] at fáa samband í lag millum teir mótsetningarnar, sum fylla skaldsøguna við stríðnum sínámillum og sum við samanbresti sínum listarliga orða eina stóra kreppu í samfelagnum.

Lukács 1976: 36, týð. T. S.

V.ø.o. er tað uppgávan hjá høvuðspersónunum at vera miðlarar, kveik ella katalysatorar, fyri andstaddar kreftir í samfelagnum. Í Íslandsklokkuni stendur Arnas Arnæus millum Snæfríð Íslandssól og Jón Hreggviðsson og tey møtast ígjøgnum hann: Snæfríð Íslandssól, yvirstættarkvinnan sum vil ofra alt fyri valdið og heiðurin hjá ætt síni; og Jón Hreggviðsson, tann ognarleysi almúgumaðurin við ókúgandi lívsvilja.

Í beinleiðis framhaldi av tí omanfyri siteraða sigur Lukács:

Gjøgnum hendingagongdina, sum høvuðspersónurin stendur mitt í, verður funnið eitt uttanveltað øki, har sum menniskjansligt samskifti fæst í lag millum teir andstøddu, stríðandi samfelags-máttirnir.

Lukács 1976: 36

Arnas Arnæus er maðurin, ið vegna útbúgving og mentan sína er komin høgt í samfelagnum sum kongligur embætismaður, men støða hansara er treytað av vælvild á hægsta stað; hann svarar til ta høgt útbúnu millumstættina í dag, sum livir av at selja tí almenna ella borgaraskapinum sína serfrøði. Hann er atvoldin til, at hini bæði hittast og til at stríðið, sum tey stríða sínámillum, fær øll tey fjølbroyttu brigdi, sum tað fær.

Børresen í Det gode Håb umboðar sum prestur eisini eitt so-vorðið neutralt, felagsmenniskjansligt øki og er miðlari millum samfelagsliga andstaddar kreftir. Hann er sálarhirði og leið-beinari hjá almúguni eins væl og yvirvaldinum og hevur sína gongd hjá báðum pørtum; hann stendur saman við almúguni, men tá ið mótsetningarnir harðna og almúgukvinnan Anna Løwe gevur Cattorp kommandanti eitur, má Børresen vegna embæti – og samvitsku sína – røkta hann; tí hóast Cattorp er ein djevul í menniskjulíki, so er hann eisini menniskja í guds mynd, og hann er embætismaður einaveldisins eins og Børresen sjálvur.

Um vit einaferð enn kveita til bókmentafrøðingin Lukács, so sigur hann um ta listarligu framsetingina av andstøddum kreftum og leiklutin hjá høvuðspersónum í teirri søguligu skaldsøguni:

Við tað at tey, sum standa á odda fyri hesum stríðandi máttum [vegna andstaddar samfelagskreftir] altíð eru ovurhugaðir floks-herjar hvør sínumegin, er vandi fyri, at stríð teirra gerst lítið ann-að enn ein ytri mynd av sínámillum oyðing og als ikki kann hugtaka lesaran og vekja samkenslu hansara. Her er tað, at høv-uðspersónur sum er miðalmaður [the mediocre hero] verður umráðandi fyri bygnaðin.

Lukács 1976: 37, týð. T.S.

Her avmarkast samsvarið millum høvuðspersónar í søguligum skaldsøgum, sum Lukács tulkar tað út frá skaldsøgunum hjá Scott, og høvuðspersónarnar í skaldsøgunum, sum er til umrøðu her; tí Arnas Arnæus og Børresen prestur eru neyvan miðalmenn, „mediocre“, men á sín hátt stórmenni, hóast teir á ongan hátt eru lýtaleysar hetjur. Á hin bógvin miðla teir eins og høvuðspersónarnir hjá Lukács millum mótsetningar, bæði vegna samfelagsstøðu sína og vegna intellektuella lyndi sítt til at síggja nógvar ymiskar síður á flestum fyribrigdum.

Stætt og tjóðskapur

Stórur stættamunur er í samfeløgunum í skaldsøgunum í samsvari við tíðina, sum tær lýsa: jarðarogn og embæti hava við sær lunnindi og framíhjárættindi; samsvarandi eru tey ognarleysu rættindaleys og liva av náði, sbr. t.d., at Jón Hreggviðsson er uppisitari á eini vánaligari jørð, sum kirkjan hevur í umsjón; og havnarfólk, kollektivi eykahøvuðspersónurin í Det gode Håb, eru hálvavegna trælir undir danska embætisvaldinum og føroysku bóndunum. Í Íslandsklokkuni eru undir liðini á hesum mannamuninum tjóðskaparmótsetningar millum íslendskt og danskt annar høvuðstráðurin. Innihaldið í tjóðskaparkensluni er ymiskt alt eftir úr hvørjari stætt persónarnir eru, sum talan er um. Tað er helst Arnas Arnæus, sum rúmar teimum margtýddu tjóðskaparmótsetningunum: hann er meira enn eina ferð nevndur „mestur Íslendinga“, men han svíkur Snæfríð – „sól Íslands“ – og giftist donskum „flagdi“ – til tess at bjarga tí einasta Íslandi, sum er til í hansara huga og er goymt í skinn-bókunum; nøkur av teimum dýrmætastu bløðunum eru goymd og verða funnin júst í kroysuni hjá Jóni Hreggviðssyni. – Í Det gode Håb liggja tjóðskaparmótsetningar ikki uttaná, men eru kortini til staðar í veftinum í skaldsøguni. Meira um tað seinni.

Tann 20. aldar nútíðin, sum bøkurnar eru vorðnar til í og sum, eins og fyrr sagt, fortíðin – tað umber seg ikki – verður tulkað útfrá, eyðkennist eins og gamla tíðin av stórum stætta-muni hóast í øðrum hami. Stættastríð, kollveltingar, kjak um hvørt tær kúgaðu stættirnar eiga at vinna sær rættindi við harðskapi ella samráðing, yvirgangur frá ráðandi stætt, hug-myndamisbrúk, eyðkenna øldina. Somuleiðis tjóðskaparlig frælsisstríð um allan heimin, eisini í Íslandi og Føroyum. Í Íslandsklokkuni finna vit tjóðskaparligu hugmyndafrøðina, sum tók seg upp í Vesturheiminum um 1800 og um 1940 hevði fingið størsta aktualitet í Íslandi við kravinum um politiskt fullveldi samsvarandi sjálvstøðuga tjóðskaparliga mentanarliga samleikanum; soleiðis eru krøv og spurningar samtíðarinnar tulkað inn í lýsingina av einari eldri tíð.

Í Det gode Håb er tað ikki á sama hátt tjóðskaparliga hugmyndafrøðin við kravinum frá 1946 um politiskt fullveldi sum ófrávíkiligari fylgju av sjálvstøðugum tjóðskaparligum mentanarligum samleika, ið verður tulkað inn í fortíðarlýsingina. Har eru onnur rák. Bjargingarvónin, brævið sum Børresen smuglar til stjórnarhøvuðsstaðin í landsuðri, haðani umbótin eigur at koma við rættvísari og mannbetri embætismonnum, er ein parallellur til heimastýrislógina frá 1948, av summum kallað „Frælsisbrævið mikla“, av øðrum dømt í sand og øsku.

Frásagnarháttur

Frásagnarháttur er ikki nakað, sum bara er útvortis og skilt frá evni og tema ella boðskapi í tí, sum sagt verður frá. Frásagnarhátturin er á integrerandi hátt partur av heildini; tá ið høvundurin velur frásagnarhátt, tekur hann eisini avgerð um temað, boðskapin og evnið.

Det gode Håb er søgd í fyrsta persóni, formliga subjektivasti frásagnarhátturin, og søgumaður er Børresen: skaldsøgan er brøv hansara til ein gamlan lestrarvin, prest í Noreg. Tað er tørvurin fyri at orða seg, sum fær Børresen at skriva, men rit-eftirlit – sensurur – ger tað ov hættisligt at senda brøvini og tí eru eingi svør. Sjónarhornið í Góðu Vón er fullkomiliga bundið at Børresen, eftirgáan, úrvali og tulking hansara. Bara í einum brævi til fútan, sum kemur Børresen í hendur, er Børresen beinleiðis lýstur av øðrum enn sær sjálvum.

Søgumaður, ið ger dúgliga vart við seg, er sera vanligur í skaldskapi Williams, ein søgumaður við træðrum til skald-skap á manna munni, sum í Føroyum helst stendur í væl meira beinleiðis sambandi við tær modernaðu bókmentirnar enn hann ger í stórsamfeløgunum í Vesturheiminum. Á hin bógvin er her talan um brævaskaldsøgu, sum er ein gamal listarformur í evropeiskum bókmentum.

Lesarin av Góðu Vón er í hondunum á Børresen. Hann verður okkum sjónligur og sera menniskjansligur við dygdum og vommum. Myndugleiki hansara sum søgumaður styrkist av, at hann er sjónarvitni til tær nógvu av hendingunum – summar frættir hann um; hin vegin minnir hann okkum alsamt á veikleika sín. Á henda hátt ger hann bæði: styrkir álitið hjá lesaranum á trúvirði sítt og letur upp møguleika fyri at hugsa sær aðrar tulkingar og áherðslur enn hansara. Søgumaðurin er hægsti myndugleiki í skaldsøguni; men um somu tíð hevur myndugleikin eitt mark, tí søgumaðurin er sjálvur partur av søguni.

Frásagnarhátturin í Íslandsklokkuni er triðjapersónsfrásøgn, formliga objektivasti frásagnarhátturin. Søgumaðurin stendur uttan fyri og oman fyri frásøgnina. Høvuðspersónarnir eru lýstir við nøkrum fáum týðuligum eyðkennum sum einstaklingar og verða, sum tað líður á søguna, umboð og tekin fyri hugmyndirnar, sum taka tøk í skaldsøguni. Hetta er frásagnarhátturin í íslendingasøgum, og við at velja skaldsøgu síni hann undirstrikar høvundurin ta lovprísan av fornbókmentunum, sum er grundtónin í Klokkuni.

Tann objektivi søgumaðurin í Klokkuni letst ikki at vera alvitur; men hann hevur til eitt vist fullan myndugleika, sum lesarin má geva seg undir:

Henda sama dag, tá ið tey, sum áttu uppafturtikið mál á Ting-vøllum við Øksará ella vóru stevnd til at vitna í slíkum málum, bíðaðu eftir kongsins súpan, er tað at frætta úr Brøðratungu, at húsfrúgvin reis úr rekkju og bað húskallarnar fara eftir hestum, tí hon ætlar at fara. Teir søgdu, at bóndin var uppaftur riðin heim-anífrá, og at eingi ríðingarross vóru eftir.

Hon segði:

Tit minnast hestin, sum stóð bundin við hestasteinin og eg bað tykkum fletta.

Teir flentu hvør móti øðrum.

Íslandsklokkan 308-309

Her er sagt frá úr erva og uttanífrá og á tann hátt, at søgu-maðurin vísir okkum søguna, t.e. hann sigur frá tí, sum eitt vítt skoðandi yvirmenniskjaligt eyga kundi sæð, men sigur t.d. ikki frá hugsanum; á henda hátt byggir Klokkan upp realismuillusjón sína: søgumaðurin sigur frá tí, sum tað ber til at síggja, ikki frá ,ímyndaðum‘ hugsanum o.s.fr. Út frá tí ,vísta‘ má lesarin sjálvur knýta saman hendingar, gera niðurstøður og tulka. Søgumaðurin borðreiðir bara tær objektivu hendingarnar; tað er lesarin, sum tulkar og skilur út frá teimum objektivu lýsingunum.

Landafrøði og tjóðskapur

Landafrøðin í skaldsøgunum báðum er ólík, og tann munurin hevur samband við grundvallarhugsanir teirra um tjóðskap og samleika.

Tá ið Det gode Håb byrjar, er Børresen nýkomin til Føroya; tann frásagda tíðin røkkur eisini um siglingina og ódnarveðrið á veg til Føroya, men søgan fer øll fram í Føroyum – brøvini eru skrivað har. Tó, sjónarringurin í skaldsøguni er víðari: brøvini eru skrivað til vinmannin í Noreg. Ísland kemur inn í myndina við handilsskipum úr Danmark til Íslands og øvugt, sum koma inn í Føroyum; t.d. smuglar Børresen kærurit sítt móti embætismonnunum við skipinum „Håbet“, sum er ávegis til Danmarkar úr Íslandi, og tíðindini um fall Gabels berast við „Concordiu“, skipi íslendska felagsins (s. 329). Sostatt røkka markini á søgu-samfelagnum um dansk-norska einavaldsríkið, sum Føroyar og Ísland eru uppií.

Landafrøðin í Íslandsklokkuni er ein onnur. Miðdepil henn-ara er bæði í Íslandi – og har eru Tingvøllir brennidepilin, staðurin hjá tí forna lóggávu- og dómstinginum, altinginum – og kongs- og stjórnarstaðnum Keypmannahavn; politiska stríðið stendur ímillum hesar báðar miðdeplarnar, og lýsingin ímyndar støðuna: samband er ímillum tær fallkomnu og niðurrapaðu tingmannabúðirnar á Tingvøllum og ta glæsiligu borgina hjá íslandskeypmanninum í Keypmannahavn (Íslandsklokkan 141-143). Skaldsøgan røkkur í frásøgn síni haraftrat til Hollands og Týsklands umframt til Svøríkis, Amerika og Rom – men til Føroya og Noregs hevur hon eingi ørindi.

Hesin munurin á sjónarringi og landafrøðiligum umhvarvi er knýttur at teimum ólíku meginhugmyndunum og frásagnarháttunum í skaldsøgunum. Frásøgnin í Vónini hevur sín avmarkaða landafrøðiliga sjónarring, ið er knýttur at eg-søgumanninum Børresen í samsvari við hansara lív og virkisøki. Harafturímóti er triðjapersónssøgumaðurin í Klokkuni stað-settur uttan fyri og oman fyri søgu sína, men søgupersónar hansara fevna um víðar vegir í virki og levnaði sínum.

Íslandsklokkan brúkar landafrøðina til at bera fram hugmyndina um íslendskan tjóðskap og eyðkenni og leggja hann á mátistokkin hjá hinum mentaða heimi. Hugtøkini ,íslendingur‘ og ,íslendskur‘ ganga sum reyður tráður gjøgnum skaldverkið. Jón Hreggviðsson ferðast gjøgnum fleiri lond, og harav vaknar tilvit hansara um at vera íslendingur. Arnas Arnæus leitar eftir íslendskum bókum í bókasavni Vatikansins, hjartanum á hinum mentaða heimi. Aftur og aftur verður tað íslendska sett fram sum sannroynd – og um somu tíð sett spurnartekin við hugtakið og innihald tess. Sum mótsetningur íslendingsins stendur fyrst og fremst danin og harnæst týskarin.

Til samanburðar eru hugtøkini ,føroyingur‘, ,føroyskur‘, ,dani‘ og ,danskur‘ næstan ikki til í Det gode Håb. Í brøvum sínum til vinin í Noreg nevnir Børresen onkuntíð „landsens gamle tunge“ í sambandi við vísustubbar á donskum við føroyskum íblandi, sum hann sendir vinmanninum. Fyri søgu-manninum Børresen presti er hugmyndin um tjóðskap í nútí-armerking ikki til. Fyri honum er fólk – umframt at vera „menneskenes børn“ (s. 326) – tegnar einavaldskongsins. – Hjá summum persónum í Góðu Vón kemur fram mikil ættarstolt-leiki. Røðan hjá løgmanni, Jógvani Poulsen bónda, er besta dømið um tað (s. 305-308); har rósar hann sær av forfedrum sínum, sum hann sigur vera nógv mætari enn ættirnar hjá teimum donsku embætismonnunum; øði spinnur í fútan, og í svari hansara, sum Børresen endursigur, eru ,føroyskur‘ og ,danskur‘ mótsetningar: „han [Joen Poulsen] ...pralede af sin slægt som en tåbe, og i sit storhedsvanvid ville vurdere en færøisk fæstebonde og kronens lejlænding højere end en god og dygtig dansk proviantmester...“ (s. 309). Orðadrátturin er so láturligur, at speiski høvundarhugburðurin mótvegis erpni løgmansins av fedrum sínum eins og væl harratjóðardramblæti fútans er eyðsýndur. Í ógvuliga lítlan mun er tjóðskaparligt tilvit merkingarbærur táttur í persónslýsingunum. Men duldur høvundarhugburður viðvíkjandi tjóðskapi liggur kortini í skaldsøguni, eitt nú í tí at versta illmennið, Cattorp kommandantur, ber týskt navn, og týsk orð sløðast í máli hansara (s. 268). Í hesari nýtsluni av týskum navni og máli liggja tilsipingar til heimsbardagarnar á sama hátt og í fleiri øðrum bókum hjá Williami Heinesen, har høvuðkambar og yvirgangskroppar ofta bera ensk og týsk nøvn. Her dregur høvundurin upp tjóðskaparligt og moralskt mark, ikki millum Føroya og Danmarkar, men millum týskarar og tegnar danakongs.

Det gode Håb staðsetur Føroyar í útjaðaranum á tí gamla dansk-norska einavaldsríkinum. Íslandsklokkan staðsetur Ísland mitt í tí mentaða heiminum ella sum Rómaborg Norðurlanda.

Humanisma

Arnas Arnæus og Børresen eru humanistar. Arnas er beinleiðis mótstøðumaður hjá tí ráðandi rætttrúnni, hann er skynsemishyggjumaður og sær tað relativa í øllum. Hann tekur katólska trúgv fram um ta luthersku av mentanarligum orsøkum.

Tey humanistisku virðini, sum Arnas hámetir, eru knýtt at skynsemi, mentan, list og rættvísi. – Børresen heldur seg til ,orðið‘, sum góðum lutherskum presti sømir, men revsigleðin og pátrúgvin, sum loða uppi við ta ortodoksu samtíðina og hennara trúarsiðir, eru honum fremmand. Tað er honum í holdið borið at nýta skynsemi sína, og eins og yndishøvundur hansara, Montaigne, hevur hann ognað sær størri sjálvs-kunnleika enn samtíðin yvirhøvur. Tað stuðlar upp undir umberandi lyndi hansara, sum mildar hansara sterku rættvísiskenslu. Atburðurin hjá Børresen og Arnasi móti almúguni og vesalavættum eru dømi um humanismu teirra. Arnas kemur til Íslands at kanna dómar og ógildir nógvar órættvísar dómar yvir fátækrafólk. Hann sær ikki sum yvirvaldið í Skálholti fátækdømi sum revsing fyri syndugt lív ella sum lagnu givna av gudi og sum ávaring fyri tey betur støddu. Hann vil, at sama skynsemi og harvið sama rættvísi skal galda fyri rík og fátæk. Børresen kemur til Føroya og verður prestur hjá embætismonnum og fátækradýunum í Havn; hann kundi søkt um embæti úti á bygd, men ger tað ikki, tí hann finnur kall sítt millum havnarfólk. Longu hetta ger hann illgrunaverdan í eygunum á veraldligum og kirkjuligum yvirvaldi; tí bæði yvirvaldið í Havn og bøndurnir á bygd halda seg vita, at ognarloysingarnir í Havn hava ongum at takka fyri vesaldóm sín uttan synd síni. Humanistiski kristindómur Børresens liggur í tí, at hann stendur saman við almúguni, sum hann setur dirvi í til sjálv at berjast móti kúganini. Við hugtøkum úr seinni tíðum ber til at kalla háttalag hansara borgaraligt ólýdni og stimbran av virksemi hjá fjøldini, ella grasrótarvirksemi. Á hin bógvin verður tann humanistiska løgfrøðin hjá Arnasi brúkt til fyrimuns fyri almúguna, men hetta virksemi fer fram úr erva og verður almúguni til lítið gagn í roynd: hann ógildir dómar yvir fátækradýr: tey verða náðað, men harvið missa tey brotsverk sítt og samstundis vónina um miskunn og olmussu og standa eftir við ongum.

Vónin og klokkan

Klokka og skip við vón í navni sínum eru tey magnmiklu høvuðssýmbolini í skaldsøgunum og standa bæði fyri samskifti og boðbera. Mótsetningar teirra eru avbyrging, og tøgn – hon, sum er tyngst av tungum, eins og føroyska máliskan sigur. Tvær yrkingar seta hesi sýmbolini í víðari samanhang innan fyri skaldskapin hjá hesum báðum høvundunum: „Stóð eg við Öxará“ (1944) eftir Halldór Laxness og „Håbets klokke“ (1953) eftir William Heinesen.

Yrking Halldórs um tá ið íslendska lýðveldið varð stovnað á Tingvøllum í 1944 er trý ørindi:

Stóð eg við Öxará
hvar glymur foss í gjá;
góðhesti úngum á
Arason reið þar hjá,
hjálmfagurt herðum frá
höfuð eg uppreist sá;
hér gerði hann stuttan stans,
stefndi til Norðurlands.

Úr lundi heyrði eg, hvar
hulduljóð súngið var;
fanst mér ég þekti þar

þann sem sló kordurnar:
alheill og orðinn nýr
álfurinn hörpu knýr,
ástvinur eingum jafn
alfari úr Kaupinhafn.

Stóð eg við Öxará
árroða á fjöllin brá
kátt tók að klíngja og fast
klukkan sem áður brast,
alskærum ómi sló
útyfir vatn og skóg.
Mín klukka, klukkan þín,
kallar oss heim til sín.

Yrking Williams varð yrkt, tá ið høvuðsstaðurin í Norðurkorea, Pyong-Yang, varð oyddur í Korea-stríðnum (1950-1953). Fyrsta ørindi av fimm í yrkingini hjá Williami er soleiðis:

Pyong-Yang! Pyong-Yang!
Uforglemmelige klang!
Uforglemmelige klokke,
sprængt i splinter gang på gang,
men dog aldrig bragt til tavshed –
stadig synger den sin sang,
håbets vilde, stolte sang!

Og tvey tey seinastu:

Hør: vi genopstår af døde
når i broderskab vi samles
for at kæmpe imod galskab,
for i fred at bygge sammen!
Sådan lyder klokkens kalden,
dagen lang, natten lang,
fra det fjerne Pyong-Yang!

Sådan lyder klokkens kalden,
håbets nye simple sang.
I al verdens knuste klokker
bor den samme unge klang.
Alle klodens hjerter banker,
dagen lang, natten lang,
takten til den store fjerne
men udræbelige sang.
Håbets klokke! Håbets klokke!
Pyong-Yang! Pyong-Yang!

Báðar yrkingarnar lovsyngja eini klokku og ljómi hennara, sum tær herma eftir í rími og rýtmu, men stórur munur er á, hvat ljómurin sigur; hjá Halldóri Laxness er hann gleði- og sigursljóð aftan á endað stríð; hjá Williami Heinesen er hann vónarljóð mitt í – og hóast – størstu neyð.

Yrkingin hjá Halldóri Laxness er um íslendskt tjóðarfrælsi; mótsetningarnir, íslendskt og danskt, leggur yrkingin í nøvnini á politisku tyngdardeplunum: Öxará, t.e. Løgberg og Tingvøllir, og Keypmannahavn, og yrkingin vísir soleiðis mynd av tí íslendska sjálvstýrisstríðnum í nøtarhylki. – Harafturímóti er yrk-ingin hjá Williami Heinesen um vápnað stríð og oyðing av stríðsávum, sum fer fram langt burturi – um tað ber til at kalla nakað stað fjarskotið nú á døgum. Navnið Pyong-Yang rennur saman við tann góða klokkuljómin, sum merkir vón, lív og brøðralag. Men tær oyðandi kreftirnar eru ikki navnnevndar og ei heldur skilmarkaðar sum mótsetningur til tær góðu kreftirnar. Brøðralagið sum klokkuljómurin boðar, gongur tvørtur ígjøgnum sovorðnar mótsetningar.

Í yrkingunum síggja vit sostatt ein mun samsvarandi mun-inum á skaldsøgunum báðum. Í Íslandsklokkuni er Ísland tyngdardepilin, haðani allir aðrir staðir verða skoðaðir; Keyp-mannahavn og forni miðdepilin fyri íslendskt sjálvstýri, Ting-vøllir, eru andstaddir pólar í tvídrátti. Í yrkingini er hetta stríðið lokið, gleðin ræður, og við beinleiðis tilsiping til Ís-landsklokkuna stendur: „kátt tók að klíngja og fast/klukkan sem áður brast“. – Í Det gode Håb eru tjóðskaparligu mót-setningarnir ikki í forgrundini, hóast sum nevnt ein gráði av sovorðnum mótsetningum hómast í hendinga stað, og landafrøðiliga heimsmyndin hjá skaldsøguni er avmarkað til markini á dansk-norska kongsríkinum. Manngóðar og mannvándar kreftir eru týdningarmestu kreftirnar, men tær eru altíð samtvinnaðar og altíð sínámillum treytaðar í Det gode Håb. Og í yrkingini um Pyong-Yang røkkur orðið „vit“ eftir øllum at døma um báðar teir stríðandi partarnar!: „Hør: vi genopstår af døde/ når i broderskab vi samles...“.

Spei

Í Íslandsklokkuni er ríviligt av spei, men aftanfyri býr harm-urin, sorgarleikurin, hansara tóni verður sligin í byrjanini, tá ið klokkan verður brotin. Jón Hreggviðsson kann vera láturligur, men neyvan Snæfríð ella Arnas Arnæus. Tey eru tignarlig og harmrunnin. Í Det gode Håb eru humor og tað groteska harafturímóti vovin saman við tað tignarliga, t.d. í lýsingini hjá Børresen av sær sjálvum á veg til Føroya; prestur hevur drukkið illa á ferðini, men nú nærkast hann landi og sínum nýggja kalli og fær samvitskubit:

Se, da det dæmrede af dag stod din gyselige gamle ven og ex-cappellan, mag. Peder, med besvær og mangfoldig sukken ud af sin køje og stred sig nøgen og med klaprende tænder ud på dækket. Her skaffede han sig en vandpøs og overøste sig flere gange med den syltige sø, og under dette våndede han sig og råbte som en druknende; men hans råben gik efterhånden over i grådfyldt tale og sang, og skipper og mandskab, som med stor undren overværede denne ceremoni, hørte ham råbe, idet han kastede pøsen fra sig og med løftet nakke gik tilbage til kahytten: „Jeg haver lyst til at gøre din vilje, min Gud! og din lov er i mit inderste!“

Det gode Håb 11

Høvuðspersónurin í Vónini kann verða vístur so groteskur uttan at missa álvara og tign sína, m.a. tí at lýsingin er sjálvs-lýsing, v.ø.o. sjálvspei; tað var øðrvísi, um tað var ein objektivur triðjapersónssøgumaður, sum helt høvuðspersónin fyri gjøldur – tá hevði trúvirði hansara mótvegis lesaranum ikki boðið bøtur.

Træðrir frá mentanarvinum

Speiið og tað groteska magnast, tí at vit áður í brævi til fútan hava hoyrt, hvussu Børresen sær út:

...Peder Børresen, sum nu skal være hyrde for jeres forvildede får deroppe, ...er en gammel mand på over fyrretyve år og ganske lav og bred av vækst og med et rødt og håret og meget hæsligt vædderhoved og glupsk og ilter i blikket som en panter...

Det gode Håb 9

Í hesari lýsingini er ikki ringt at síggja líkskap við Trónd í Gøtu, sum Føroyingasøga sigur hann vera á at líta:

Tróndur var stórur maður av vaktrarlag, reyðhærdur og reyð-skeggjaður, frøknutur, grefligur í ásjón...

Føroyingasøga 5

Tað spillir ikki samsvarið, at Børresen verður sagdur at vera lágvaksin, tí hóast Føroyingasøga sigur Trónd vera stóran, so er Tróndur í fólkahuga í Føroyum júst lágvaksin og breiðvaksin og mótstøðumaður hansara Sigmundur hávaksin – soleiðis hava myndlistarmenn sæð teir. Tróndarbráið á Børresen er tí heldur tikið úr føroyskari søgn enn úr Føroyingasøgu.

Um somu tíð er Børresen kristsmynd, har hann ákallar Gud av fullum móði og gevur seg undir vilja hansara, og ikki minni, tá ið hann ferðast sum sálarhirði millum skøkjurnar í ølstovuni Kobbanum í Havn. Men samstundis er nakað av tí minniligasta í lýsingini av presti strev hansara fyri at bjarga ikki bara sálum sóknarbarnanna frá helviti, men likamum teirra frá spískasteini, myrkastovu, skansaarbeiði og neyðtøku, eitt dømi um at høvundurin játtar foldarlívinum alsk og virðing.

Men Børresen er knýttur at øðrum søguligum fyrimyndum enn Tróndi og Kristi. Í Varðanum, 1944, skrivar William Heinesen greinina „Ein gandakallur“ um Guttorm í Múla. Hann minnir á, hvussu føroyingafelagstíðin vakti ans fyri søgu og mentan og soleiðis fekk „Menn her heima“ at kenna seg sum eina „fólka-eind“. Men, heldur William, sum frá leið fór rørslan mest at starvast politiskt, og aðrir partar av andslívinum lógu á láni. Tað gjørdi, at teir menn, sum vórðu drignir fram úr søguni, mest vóru slíkir sum høvdu politiskt tilknýti, fyrst og fremst Tróndur og Sigmundur, meðan aðrir, líka nógv verdir, lógu gloymdir. Um Trónd sigur hann: „Tað er valla nakar í søgnunum, ið er so livandi avmyndaður sum tann vísi og huligi Tróndur í Gøtu /.../ fólk, ið eins og Tróndur sermerkjast av miklari maktgirnd uttan lag og máta – og gandakynstri...“ (s. 123), og, heldur William, søga okkara eigur – ov – nógvar menn sum sipa til teir døkku tættinar í Tróndi: Regin í Toftum og fleiri aðrar. Uppímóti setur William ein annan sterkan mann, sum honum tykist dámligari og heldur Guttormi í Múla á lofti, sum „kanska meiri enn nakar annar lýsir føroyskt sinni og fólkalyndi...“. Hann er „ein av teimum gandakøllunum, ið ikki hava verið sjáldsamir her hjá okkum líka síðani Tróndar dagar. Men hansara gandur var av einum ljósari og stuttligari slag“ (s. 124) – hann nýtti kunstur sín til at hjálpa og ikki at gera mein. Um Guttorm í Múla stendur hjá Jakob Jakobsen: „Lágur maður var hann á vøkstri, men góður stirðil var í honum kortini“ – vit síggja, at til útsjóndar er Børresen samansettur av Guttormi og Tróndi. Sagt er frá, at Guttormur gjørdi sjónhvørvingar í Havn, einaferð nógv fólk lá og bíðaði eftir førningi úr handlinum: tá læt hann tey síggja ein hana bera ein tólvalnastokk í nevinum. Børresen ger ikki sjónhvørvingar á sama hátt, hann heldur seg til bønina; men tann neyðstadda almúgan stundar so tráliga eftir undurverkum, at hon sær tey henda og ognar Børresen tey, eitt nú at reka út illar andar, ið eru sum murran. Áðrenn langt um líður, eru bæði høg og lág sannførd um, at Børresen dugir meira enn at mata seg, hóast sjálvur veit hann seg einki gera uttan at seta lít sín á Gud – tað ,yvirnatúrliga‘ liggur í hugtøling ella suggestión, eins og søgnin um Guttorm í hvussu er partvíst rør framundir. Í søgnini er eisini m.a. sagt frá, at Guttormur beindi ein niðagrís burtur, sum plágaði viðareiðisprest, seyg føturnar á honum, so hann kom upp í tussarak og neyvan var mentur at ganga. Í Góðu Vón fær Børresen nýstigin á land at hoyra um niðagrísin, sum píndi undanmann hansara í embætinum, men Børresen er rationalistur og veit einki um niðagrísar: „Hans Joensen, hvad er en nidgris?“ spyr hann, og álitismaðurin, deknurin, greiðir honum samvitskusamur frá uppruna, útsjónd og atburði niðagrísins, at „denne Belsebubs dægge lå ved fodenden i hans [prestsins] seng og pattede hans tæer!“ o.s.fr. (s. 22-23).

William Heinesen metir soleiðis um gand Gøtu-Tróndar og Múla-Guttorms:

Tað er himmalvíður munur á tí dapra og hátíðarliga maninga-leiki í Sandvík, har Tróndur manar tann druknaða Sigmund fram, og tí leiki, har Guttormur kemur aftur frá vælloknum verki, klæddur í harra Klæmints svidna ornát/.../ Guttormur, hesin før-oyski bóndin, hvørs megi ikki fyrst og fremst var ríkidømi, kroppsstyrki ella støða í samfelagnum, men var av andligum slag, í tátíðarinnar lagi, kemur til sjóndar í árunum stutt aftaná 1600./.../ Ja, Guttormur umboðar enntá eitt slag av humanitet, um vit so kunnu siga, ið hvussu er eitt lyndi, ið avgjørt er dámligt og positivt, og sum vissuliga ikki er minni føroyskt enn tað myrka og valdsmannakenda lyndið, ið kemur til sjóndar í teimum flestu av hinum gomlu søgnunum.

Heinesen, W. 1944: 125 og 126

Tað stuttliga og gerandisliga og manngóðskuna – humanitetin – hava Børresen og Guttormur í Múla, eins og William sær Guttorm, felags. Men Børresen gongur longri: ofrar tryggleika og vælferð sína fyri vesalingarnar, og tá kemur imitatio Christi hansara í brennidepilin. Í triðja lagi umboðar tróndarbráið á Børresen ein latentan tátt út um tað stuttliga og ljósa hjá Guttormi og óskyldan við ta kristiligu mann-góðskuna. Mótsetningarnir í lýsingini av Børresen birta spenningin í skaldsøguni: lesarar sum kenna Føroyingasøgu og eru aldir upp við myndunum av Sigmundi og Tróndi sum umboðum fyri andstaddar kreftir: útlendska kúgan mótvegis føroyskum sjálvræði, teir síggja tilsipanina til Trónd í lýsingini av Børresen í hesum ljósinum. Lesarar, sum ikki kenna føroyskan sagnaarv ella tulkingina hjá føroyskari tjóðskaparrørslu av Føroyingasøgu, munnu hefta seg meira við imitatio Christi Børresens. Ókunnleiki um teir føroysku tættirnar í tekstinum stuðlar upp undir, at lesarin sær skaldsøguna í høvuðsheitum sum boðskap um alheimsbrøðralag í øllum tíðum og allastaðni, umleið sum boðskapin í yrkingini Pyong-Yang, og minni sum viðgerð av ávísum søguligum føroyskum viðurskiftum; men hon er bæði.

Íslandsklokkan sum modernað skaldsøga integrerar forn-bókmentirnar sum slíkar í sínar ymsu fláir, eitt nú sjálvan stíl sín. Men serliga ber til at síggja Njál og søgu hansara sum undirtekst í lýsingini av lagnu Arnas Arnæusar – hon er á mangan hátt samrøða við Njáls søgu. Her verður bara mint á tey longu og at kalla úrslitaleysu rættarmálini, sum báðir standa fyri: Njál til at forða blóðhevnd og tryggja frið, Arnæus til at fremja rættvísi, og samdømið millum Njál, ið letur seg brenna inni og Arnæus, ið glatar ást sína til bøkurnar og einki ger til at bjarga teimum úr eldinum.

Tilsipanirnar, sum óbeinleiðis verða gjørdar til mentanararvin: føroyskan sagnaarv og høvuðsheimildina um elstu søgu føroyinga, og krúnuna í íslendskari søguskriving, Njáls søgu, magna skaldsøgurnar og árinsmegi teirra. Men týdningurin og leikluturin hjá mentanararvinum er hvør sín í bókunum: Í Íslandsklokkuni er hann tema, høvuðsdrívmegi og rættvísgering, upphav og endi. Í Góðu Vón eru træðrirnir til skaldskap og mentanararv í persónslýsing Børresens og tilvísanin til Montaigne, føroysk kvæði og tættir o.a. bara ein táttur í heildini; ikki høvuðstáttur ella -tema.

Søgan og nútíðin

Íslandsklokkan er skrivað í einari lagnuløtu í íslendskum sjálvstýrisstríði og tekur avgjørda støðu til tað; haðani stavar „den pudsigt indædte danskfjendtlige holdning“ (Sønderholm 1981: 225), sum skaldsøgan hevur verið løgd undir. Human-isma verksins er óloysandi bundin at íslendskari tjóðskapar-hyggju og ósambærligu stættamótsetningum hennara.

Í Det gode Håb eru tjóðskaparmótsetningar ikki ótreytaðir og ikki í forgrundini. Undirtekstur gevur ábending um øðru-megin føroyska tjóðskaparhyggju og hinumegin patriotismu vegna danska kongsríkið, meðan humanisman sum slík er við yvirlutan á yvirflatanum. Sambært henni eru tær illu kreftirnar til allastaðni, men verða hættisligastar, tá ið tær eru knýttar at stórum valdi. Tað serstaka og týdningarmikla í Det gode Håb er m.a., at vesalingarnir eru virknir og standa saman í stríðnum móti órættvísum valdsmonnum. Afturímóti eru vesalingarnir ein apatiskur flokkur í Íslandsklokkuni, kastibløka hjá valdsmonnunum, við Jóni Hreggviðssyni sum undantaki: hann umboðar alt tað, sum almúgan eigur av lívsmátti og -vilja. Børresen er andligur oddamaður hjá teimum ognarleysu í Havn, men virkna mótstøða teirra móti kúganini er samvirkandi við og fyritreyt fyri stremban hansara eftir at vinna orrustuna, sum geisar í tí stríði, sum ikki endar.

Munurin á hugburðinum, ja høvuðshugmyndini í bókunum, gongur aftur í teimum áðurnevndu yrkingunum. Í Íslandsklokkuni eru Tingvøllir og Keypmannahavn andstaddir pólar í tvídrátti; í yrking Halldórs er stríðið lokið, sbr.: „kátt tók at klíngja og fast/ klukkan sem áður brast“. Í Góðu Vón eru manngóðu og mannvándu kreftirnar týdningarmestu kreftir-nar, men altíð samantvinnaðar og sínámillum treytaðar; og í yrkingini um Pyong-Yang verður sagt „vit“ um teir báðar stríðandi partarnar: „Hør: vi genopstår af døde/ når i broderskab vi samles...“

William Heinesen vendir sær týðuliga frá teimum tjóðar-byggjandi mýtunum um Gøtu-Trónd, sum ikki minst Jakob Jakobsen, doktari, birti í. Tað er umráðandi fyri William Heinesen at fara aftur um tjóðskaparrørsluna, eftir at hon var vorðin politisk, og finna eina persónslýsing, sum rørslan ikki hevur brúkt, og hann finnur Guttorm í Múla. Vit síggja eisini, at William Heinesen í grein síni í Varðanum 1944, meira enn hálvthundrað ár eftir at føroyingafelagsrørslan knæsetti orðið tjóð, ikki nýtir hetta orðið men í staðin nýtir orðið fólka-eind („menn her heima komu at kenna seg sum eina fólka-eind“. W. Heinesen 1944: 123), ið minnir um orðið „folkesamfund“ frá 1948, eitt nýggjyrði í Heimastýrislógini, ein einkisigandi samanbræðing, gjørd til høvið og ikki til í donskum orðabókum. Støðan hjá Williami Heinesen millum føroyska mentan og danska mentan í Føroyum - sbr. t.d. anglo-írskar høvundar sum Joyce, Synge o.fl. - ger hann til ein miðlara millum Føroyar og Danmark. Trýstið frá tí størra landinum og mentan tess elvir í hansara føri til harmonisering av donskum og føroyskum samskiftum. Tað føroyska krýddaríið í máli hansara kann síggjast sum eitt sýmbolskt móttrýst móti ávirkanini frá teirri valdameiri mentanini: føroyskt mál trokar seg har inn á danskt og krevur rúm í tí danska, kannar sær tað danska og setur tí treytir í einari sýmbolskari politiskari atgerð.