Viðmerkingar til greinarnar

Bókmentasøguskriving

Greinin, sum er prentað í Frøði nr. 1 2001, var upprunaliga fyrilestur, hildin á Granskingardøgum á Fróðskaparsetrinum 1.-2. oktober 1999. Greinin er í einum lagi um bókmentasøgu sum tekstslag, í øðrum lagi um menningina av føroyskari bókmentasøguskriving.

Føroysk skaldsøguhetja úr 18. øld

Áður prentað í Brá nr. 18 1992. Greinin er um eina robinsonsøgu á týskum frá 1756 við høvuðspersóni úr Føroyum.

Robinson Kruso á føroyskum: Mentan og politikkur

Greinin er áður prentað í 3. útgávu av Robinson Kruso, 1990, Føroya Lærarafelag og Føroya Skúlabókagrunnur góvu út. Eg var biðin um at skriva inngang um fyrstu útgávuna av Robinson Kruso á føroyskum frá 1914. Tá ið eg fór at kanna søguna hjá hesi týðing og útgávu, vísti tað seg, at hon var samantvinnað við politisku støðuna fyrst í 20. øld, og at føroyska útgávusøgan hjá Robinson Kruso er ein søga um norðurlendskt mentanarstríð.

Ein barokkyrking av Oyri

Greinin er ikki prentað áður. Evnið er ein long yrking á donskum frá 1760-árunum eftir Hanus Jákupsson Debes, løgmann á Oyri.

Millum upplýsing og romantikk: Føroyaríman eftir Alexandur Weihe

Greinin er ikki prentað áður. Yrkingin er frá 1850 er kanska elsta metriska yrking á føroyskum.

Hammershaimb sum tjóðarsmiður

Í greinini, sum ikki er prentað áður, hyggi eg at høvuðsverkinum hjá Hammershaimb, Anthologiini, hvussu hon er uppbygd og innihaldi hennara. Á norðurlendskari granskingarráðstevnu í Tempe, Arizona, 1998, hoyrdi eg Andrew Robert Linn, sum serliga hevur granskað Ivar Aasen, halda fyrilestur um mállærurnar hjá Hammershaimb. Hann vísti á, at munurin millum mállæru Hammershaimbs frá 1854 og mállæruna í Anthologiini, sum Jákup Jakobsen ritstjórnaði, er munurin millum reint akademiska lýsing og standardmállæru fyri nútíðarføroyskt. Hesari tulking hansara greiði eg frá í greinini. Eisini lýsi eg myndina av Hammershaimb sum faðir at føroyskum skriftmáli og bókmentum, sum hon birtist í yrkingum og minnisvarðum um hann.

Nýggjar tíðir – nýggjur sangur

Greinin, sum er prentað í Brá, nr. 13/14 1989, var upprunaliga fyrilestur, hildin á Háskúlanum heystið 1988 til minnis um jólafundin 1888. Við støði í tí materialistisku nationalismugranskingini hjá Ernest Gellner og tí hugmynda og mentanarsøguligu granskingini hjá Benedict Anderson tulki eg teir elstu føroysku fosturlandssangirnar.

Tríggjar týskar týðingar Janusar

Greinin, sum er prentað í Varðanum, bd. 64 1997, var upprunaliga fyrilestur, hildin á enskum á ráðstevnu á lærda háskúlanum í Erlangen í 1997. Prentað á enskum í ráðstevnuritinum Salonkultur und Reiselust. Nordische og Deutsche Literatur im Zeitalter der Romantik . 2000. Erlangen. Ritstj. Hubert Seelow. Universitätsbund Erlangen-Nürnberg e. V.

Virðingin fyri veruleikanum

Henda greinin um samfelagslýsing og samfelagsfatan í dupulskaldsøguni hjá Martin Joensen, Fiskimenn, 1946, og Tað lýsir á landi, 1952, kom á prent í Varðanum, bd. 47 hefti 1-2 1980. Móttøkan var blandað, øðrumegin varð greinin róst og fagnað, hinumegin kolldømd sum sovjettisk propaganda.

Greinin er skrivað út frá marxistiskari bókmentafrøði – hugmyndafrøðikritikki ella ideologikritikki – sum var eitt ógvuliga sterkt rák á lærdu háskúlunum í Norðurlondum í 1970-árunum. Dentur varð lagdur á at síggja mentalutir, harímillum eitt nú bókmentir, sum samfelagslig fyribrigdi. Mett varð, at tað einstaka bókmentaverkið var altíð onkursvegna partur av samfelagnum, sum tað var sprottið úr. Í fyrsta tíðarskeiðinum hjá bókmentafrøðikritikkinum, tá ið mótsetningarnir vóru settir sera hart upp, vóru bókmentir býttar sundur í tær, sum vóru stuðlar hjá kapitalistiska samfelagnum, og tær, sum mótmæltu móti hesum samfelagnum. Søren Schou, sum metir um hugmyndafrøðikritikkin í nýggjari bók um bókmentafrøði ( Litteraturens tilgange. 2001. Gads Forlag) heldur, at á ymsan hátt er hugmyndafrøðikritikkurin enn viðkomandi, tí hann setti spurningar um bókmentir sum virðisútsøgn, um teirra fjølbroytta samband við samfelagið og um ta lívsáskoðan, sum kemur fram í bókmentaverkinum; at svarini ofta vóru ov einføld, merkir ikki, at spurningarnir vóru óviðkomandi ella skeivir.

Grein mín um Martin Joensen einfaldar og bólkar avgjørd persónarnar í stættir og tulkar persónar og hendingar út frá tí. Hon varpar sterkt ljós á avgerandi mótsetningar í skaldsøgusamfelagnum og varpar av tí sama skugga á onnur viðurskifti, sum tey, ið hava við einstaklingin at gera.

Vón Williams og Klokka Kiljans

Greinin, sum er merkt av áhuga fyri postkolonialari bókmentagransking, er áður prentað í Brá, nr. 20 1993. Uppruni hennara er fyrilesturin „ Íslandsklukkan og Vonin blíð“, sum eg helt á Halldórsstevnu í Reykjavík 12.-14. juni 1992 í sambandi við nítiára føðingardag Halldórs Laxness 23. apríl sama ár. Fyrilesturin er prentaður í ráðstevnuritinum Halldórsstefna 12. – 14. júní 1992, 1993. Reykjavík. Ritstjórar: Elín Bára Magnúsdóttir og Úlfar Bragason. Stofnun Sigurðar Nordals gav út.

Aðrar greinar, sum eg havi skrivað um Íslandsklokkuna, eru „ Íslandsklukkan som poetisk modstand“, prentað í ráðstevnuritinum Literature as Resistance and Counter-Culture. Papers of the 19th Study Conference of the International Association for Scandinavian Studies. 1993. Budapest. Ritstj. András Masát. Hungarian Association for Scandinavian Studies; „Íslandsklokkan“ í: Føroya Landsbókasavn. Ársfrágreiðing 1992. 1993. Tórshavn; og „Inngangur“ í: Halldór Laxness: Íslandsklokkan. Sigurð Joensen týddi úr íslendskum. Skúlaútgáva við inngangi og frágreiðingum eftir Turið Sigurðardóttur. 1997. Føroya Skúlabókagrunnur og Ungu Føroyar. Í skúlaútgávuni er 1. partur av skaldsøguni. Øll Íslandsklokkan kom út í týðing eftir Sigurð Joensen í 1996 hjá Ungu Føroyum.

Skaldskapurin – vakurleikin – veruleikin

Upprunin til greinina er fyrilestur á hátíðarhaldinum fyri Fróðskaparsetri Føroya á 25 ára føðingardegi í mai 1990. Í broyttum og longdum líki varð fyrilesturin fluttur í Útvarpi Føroya í november 1990. Eitt sindur broyttur kom hann á prent í Setursriti. Hon fekk hug á deyðum manni. Fýra bókmentaligar greinir . 1991. Tórshavn. Ritstj.: Malan Simonsen. Føroyamálsdeild.

Í greinini royni eg at greiða frá menningini í føroyskum skaldskapi í bundnum máli í megindráttum og at knýta skaldsligu menningina saman við samfelagsligu, t.e. vinnuligu og politisku, menningina

Orðini loga í myrkrinum – Um skaldið Róa Patursson

Greinin er áður prentað í Braga, nr. 1, 2000. Hon er eitt sindur broytt og longd her. Hetta er ein roynd at lýsa skaldskapin hjá Róa Patursson.

Jóanes Nielsen – ein premodernaður samtíðaryrkjari

Greinin er áður prentað í Braga, nr. 1, 2001. Tað eru yrkingasøvnini hjá Jóanesi Nielsen, ið eru til umrøðu. Her er greinin longd við einum broti um savnið Brúgvar av svongum orðum frá 2003.

Sonettur um málning, myndamál úr telduheimi – Tímar og rek eftir Carl Jóhan Jensen

Greinin er áður prentað í Braga, nr. 1, 1999. Hon snýr seg mest um yrkingasavnið Tímar og rek frá 1997.

Tann sum ikki sigur sum fyrr kann siga tað nógv betur – prosabøkurnar hjá Tóroddi Poulsen

Greinin er áður prentað í Braga, nr. 2, 2000. Evnið er prosabøkurnar Reglur, 1994, og Sót og søgn, 1997.