TANN SUM IKKI SIGUR SUM FYRR KANN SIGA TAÐ NÓGV BETUR

Prosabøkurnar hjá Tóroddi Poulsen

Regin Dahl:

Tann hugsan, sum ikki kann berast fram á móðurmálinum, er ikki verd at verða hugsað, segði Rasmus Effersøe onkuntíð.

Føgur og djørv orð; so djørv, at eg ræðist stundum. Men ósvitaligt er tað, at tann hugsan, ið borin verður fram í óreinum skapi, hon er ongum til bata; hon ger bara ilt verri.

Leysasøkk 1944

Tóroddur Poulsen:

Tað søgdu vit ongantíð. Og tí er tað í tøkum tíma, at vit siga tað. Tann, sum ikki sigur sum fyrr, kann siga tað nógv betur. Ongantíð siga vit tað.

Sót og søgn 117

Sum eingin annar ger Tóroddur Poulsen støðugt málið
nýtt fyri okkum. Sum ein sannur elskari handfer hann tað og fær tað at skyggja, darra, hamskiftast og vísa ótømandi fjaldar eginleikar. Spei, sjálvspei, groteskur humor skola burtur sjálvhátíðarligar verjugarðar og trongrúm í tí vanabundna, og sjónarringurin broytist. Tann veruligi humorin fær dýpd frá harminum, og sorg og sút um vantandi skilning og einsemi, sum harav stendst, breddar aftan fyri tann dynjandi skelliláturin.

Skaldið Tóroddur Poulsen, føddur í Havn í 1957, hevur latið ikki færri enn ellivu bøkur úr hondum, síðan tann fyrsta kom í 1984. Tær níggju eru yrkingasøvn, tvær eru prosabøkur Reglur og Sót og søgn. Tað eru tær, sum skulu umrøðast her.

Yrkingasøvn Tórods eru:

Botnfall 1984
Fullir einglar 1986
Heilagt kríggj 1988
Innivist 1989
Navn nam við navn 1991
Villur 1992
Eygu á bliki 1993
Reglur 1994
Steðgir 1996
Sót og søgn 1997
Speispei spei 1999

Longu av fyrstu tíð vóru týdningarmestu eyðkennini til staðar í tekstinum hjá Tóroddi: vanligur gerandismálburður verður kvinkaður við tí úrsliti, at tann tryggi normaliteturin rivnar og vit kaga inn í tað groteska og surrealistiska. Orðini upplivast sansaliga, tey standa, best sum er, úrlatin og hava mist tey mongu løgini, sum hevdin hevur lagt uttan á tey. Frá bók til bók hevur Tóroddur í vaksandi mun gjørt orðini og teirra villa lív í og uttan fyri skaldskapin til tema. Í hondum hansara nøra orðini seg ótálmað og óskilvíst eins og løgin dýr av einum ókendum knøtti og fara at láta við oyrunum: „skaldabøka“, „tjóðskaparnar“ (Villur 1992) og onnur. Orðini eru ikki bara miðil hjá skaldinum, men skaldið er eisini miðil hjá orðunum:

tá tað seinasta orðið
hevur sagt seg úr mær
fái eg mær starv sum steinur

so eg sleppi undan
at vera tann fyrsti
at kasta eftir myndunum
ið orðini hava gjørt

Steðgir 1996

ella:

Tá pensilin einaferð leggur meg frá sær.

Reglur 27

Málarin hevur v.ø.o. ikki treytaleyst vald á penslinum og skaldið ikki á orðunum; tey hava sína egnu tilveru, sum skaldið stendur bæði innanfyri og uttanfyri. Hann velur tey, men hann kann ikki benda tey undir sín vilja: tey hava eina fortíð og ein millummenniskjansligan uppruna og ikki at gloyma sansalig eyðkenni, sum ikki skerast burtur. Tak eitt nú bókarheitið Navn nam við navn (1991), ið krevur at varrarnar nertast og ljóðar næstan sum nammi-nammi-namm. Hetta hevur yrkjarin sjálvur undirstrikað fyri okkum tornomu, tá ið hann umdoypti bókina til Nertandi nøvn. Hvat hendir, tá ið tey røttu orðini koma saman, spyr yrkjarin og fer til verka.

Og sjónin vil eisini hava sítt:

Tími ikki at lesa upp. Stavirnir síggjast ikki tá teir koma úr munninum

Reglur 96

Orðini kunnu taka ein á bóli, tá ið tey stúgva seg saman undir tølandi merki rímsins:

Rímið kann fáa teg at siga slíkt tú ikki meinar

Reglur 22

Reglur

Eitt høvuðsverk hjá Tóroddi Poulsen er Reglur, Eitt Brotsverk (1994), fyrsta prosabók hansara. Hon er skaldskaparfrøði ella poetikk og samstundis er hon skaldskapur. Hon viðger listskapan, mentan, list- og bókmentaumrøðu, málkjak, trúgv.

Formur

Reglur hava sín sera orginala ytra form, sum er partur av merking teirra, „boðskapinum“. Hyggja vit at innihaldsyvirlitinum, sæst, at bókin hermir eftir vísindaligum ritgerðum: Fyrst kemur „Inngangur“, síðan sjálv ‘ritgerðin’, og hon er í tveimum: „Reglur“ bls. 11-129, og „Eitt brotsverk“ bls. 13-128 – v.ø.o. eru hesir báðir partarnir flættaðir hvør inn í annan. Á bls. 130 kemur síðani „Niðurstøða“, sum er fýra 4-regluørindi, og til endans „samandráttur“ í tveimum 4-reglu-ørindum.

Tað gerst kortini skjótt greitt, at tað strangvísindaliga innihaldsyvirlitið er ein keipumynd, ið ger gjøldur burtur úr, at vísa seg, stak objektivari skriving um eitt nú evnið, ið Reglur snýr seg um, nevniliga skaldskap og skaldskaparfrøði.

Uttan fyri tann hermetiska formin, sum innihaldsyvirlitið vísir, er fremst í bókini „Fororð“, ein stutt skaldslig kunning um og fyrireiking til tað, sum aftaná kemur, og undir fororðinum stendur „á Hvørvismessu“ 1994! – ein keipumynd av tí føroyska mótanum at nýta ta anakronistisku tíðarfestingina við teimum gomlu messudøgunum, her við einari íspunnari messu. Undir fororðinum eins og uttan á permuni stendur „T. Poulsen“ í gásareygum. Gásareygu hava tann leiklut at lyfta tekst fram á serligan hátt, eitt nú til at vísa, at t.d. eitt orð ella setningur skal metast eftir serligum fyritreytum, eitt nú fremmandaorð ella orð, ið ikki eru alment viðurkend; somuleiðis sernøvn og harumframt sitat. Men at seta navnið á yrkjaranum í gásareygu uttan á bókini og undir fororðinum fellur uttan fyri vanliga nýtslu. Var tað navnið á bókini, sum stóð í gásareygum, so var tað sambært vanligum reglum. Men her eru leiklutirnir viðvendir: Verkið, bókin, hevur eina sjálvsagda tilveru uttan nøkur gásareygu, men tilvera skaldsins – sum skald – er til kanningar! Er tað skaldaverkið, sum skapar skaldið og ikki øvugt, eins og Michel Foucault sigur í greinini „Hvat er ein høvundur?“

Vinstrumegin á tittulblaðnum í bókini stendur eitt yvirlit yvir fyrri verk hjá Tóroddi við útgávuári; árstølini eru røtt, men øll sjey yrkingasøvnini eru umafturdoypt og hava fingið nýggj nøvn, sum merkja um leið tað sama sum upprunaligu nøvnini! – sosatt er alt á ferð, eisini tær gomlu yrkingarnar eru á fullari ferð móti umskapan eins og lívið! – eyðvitað í andsøgn við tann „vísindaliga“ hamin, sum kallar slíkt heimildafalsan og krevur neyvar stavrættar tilvísingar.

Heima og heiman

Teir báðir høvuðspartarnir í bókini, „Reglur“ og „Eitt brotsverk“, hava hvør sín søgupall.

„Reglur“ er fyrstapersónsfrásøgn, í høvuðsheitum avmarkað til kiosk við Eystaru bryggju í Havn; frásøgumaðurin avgreiðir viðhvørt í kioskini og er viðhvørt í rúminum aftan fyri avgreiðsluna og hoyrir tað, sum fer fram hinumegin. Inn í hugleiðingar hansara um fyrst og fremst orðini, málið, skaldskapin og skapan hansara koma orðaskiftið millum kunda og avgreiðslufólk, endurgivin partvíst á ávísum bygdamálum.

Hin parturin, „Eitt brotsverk“, fer fram í Svøríki; fyrstapersónsfrásøgumaðurin er føroyingur, ið fæst við at mála, og teksturin snýr seg um at mála. Samstundis snýr hann seg um at skriva júst „Eitt brotsverk“ – um mál og skaldskap eins og „Reglur“. Eins og kioskin í „Reglum“, so er myndaskapanin her tað ítøkiliga staðið, sum hugleiðingarnar spretta úr. Teksturin er settur upp sum ein surrealistisk dagbók við tíðarfestingunum „Vetur“, „Vár“, og aftur „Vetur“, síðan „Heyst“ og so „Vár“, harnæst „Kvøld“ o.s.fr. Spælt verður við samanfallið millum orðini „mála“ og „mál“.

Grotesk lívs- og listaáskoðan

Skaldskapurin og skaldskaparfrøðin í Reglum verða til í sera kropsligum rúmi. Kropsligir tørvir gera vart við seg og verða nøktaðir óatskilt frá tí skaldsliga. Og skaldskapurin verður lýstur gjøgnum myndburðir, sum byggja á likamið og tess virksemi. Á tann hátt verður eitt øki – skaldskapurin – sum siðbundið verður idealiserað og lyft upp um tann ítøkiliga og kropsliga veruleikan, flutt niður ájavnt við eitt øki av lívinum, sum siðbundið er lítilsmett og bannlýst – kroppin; v.ø.o. verður tignarskipanin útjavnað.

Ta liggur sera nær at seta hesi og onnur eyðkenni í Reglum í samband við karnivalismu og groteska lívsáskoðan eins og M. Bakhtin, undangongumaður í russisku formalismuni, nýtir hesi hugtøk í verkum sínum um Dostojevskij og Rabelais.

Bakhtin vil vera við, at vivendingin av øllum stigskipanum, sum eyðkennir fólksliga karnivalsmentan – samanblanding hennara av heilagum og veraldarligum, hábornum og láturligum – liggur aftan fyri ‘opin’ tekstasløg, t.d. skaldsøguna. Karnivalskar bókmentir lata fleiri, ymiskar, røddir reka myndugleikan hjá almennu mentanini úr hásæti; tær eru samrøðukendar og margraddaar. Ein týðandi táttur í karnivalismuni er tað groteska, sum setur tað ósambærliga saman og setur tað kropsliga í hásæti.

Tann fólksliga groteska lívsáskoðanin hevur eyrfornar røtur, men stóð sambært Bakhtin í hægsta blóma í karnivalsmentanini í miðøldum. Orðið groteskur var leingi nýtt niðrandi um taðð sum var høpisleyst, ónatúrligt ella andskræmiligt og láturligt í senn, bæði í bókmentum og myndalist. Hjá Bakhtin er tað groteska eitt meginhugtak í kanningini av verkum Rabelais og søgu látursins.

Tað groteska vendir sær móti øllum, sum er snøgt, endaligt, liðugt, móti einum og hvørjum almennum sannleika og lidnum loysnum viðvíkjandi lívs- og heimsfatan. Groteskt sipar til samanbrestin millum ósambærlig fyribrigdi, at ov nógv verður gjørt av ella at ónatúrlig ella bannlýst fyribrigdi verða sett fram í realistiskum búna uttan blygdan.

Reaktiónin hjá móttakarum/lesarum kann vera ymisk, frá at øtast og vamlast til at njóta ella vísa meinfýsni – ella alt hetta í senn. Í tí fólksliga groteska er láturin við yvirlutan. Endamálið við groteskari framseting er ofta at avdúka hykl, tabu og fordómar í samfelagnum og at vísa á alment menniskjaligar til-verutreytir. Harav dyrkanin av tí kropsliga og øllum kropsstarvsemi, øllum sum stendur út úr likaminum og øllum opum. Endatarmurin er miðdepilin í tí groteska, hann sum er útgongdin úr likaminum, ringvøddin, ið knýtir likamið at ævigu ringrás lívs og deyða og markið, har likamið og umhvørvið renna saman. Í hesum samrunanum, har mørk verða brotin niður, fer tað groteska fram. Í groteskari líváskoðan er búkurin bæði vøgga og grøv. Har kyknar nýtt lív, sum seinni skal doyggja og rotna, og haðani kemur skarnið, tøðini, ið lív sprettur av.

Tað er henda groteska fatanin av ringi lívs og deyða, sum skaldskaparfrøðin í Reglum byggir á. At eta og drekka og fáa tað av sær aftur við tí goragangi, ið fylgir tí, er eitt javndømi við andliga og listarliga skapan:

...fiskasuppan var frálík. Hon er komin til verðina á sama hátt sum henda bókin: tú tekur tað tú sjálvur hevur upplivað, og tað sum málið upplivir við tær

Reglur 7

Sót og søgn

Onnur prosabókin hjá Tóroddi, Sót og søgn (1997), heldur fram formliga og viðvíkjandi tema, har sum Reglur endar. Ringrásin er her eins og har galdandi skaldskaparfrøði – „Meiningin við øllum er at fara inn og koma út aftur“ (Sót og søgn bls. 5) – men tað merkir ikki, at alt er skaldskapur og list; tað krevjast ávísar fyritreytir bæði hjá yrkjarum og lesarum:

Tú mást duga at yrkja, áðrenn tú skrivar skaldsøgur. Duga at lesa yrkingar, áðrenn tú lesur skaldsøgur.

Sót og søgn 20

Tað seinna mestur eitt sip til ummælarinnur, tað fyrra eitt leysliga innpakkað sip til aðrar bókskrivarar. Eisini her er skrivingin og tær metingar, sum verða gjørdar, meðan hon fer fram, samanflættaðar brotmyndir av ítøkiliga umhvørvinum. Eisini her er kroppurin við, tað skrivaða verður ikki til uttan um hann og hansara lívfrøðiligu tørvir. Men tó er minni áherðsla á tað groteska her enn í Reglum.

Veðrið játtar yrkingini ein pensil, sum kitlar títt andlit. ... Kropp-urin er ein hurð til himmalin. Tá tú letur hana upp, er einki har. Vónandi er tað ikki so.

Sót og søgn 78

Í Sót og søgn er ikki so nógv gjørt burtur úr ytru byggingini sum í Reglum; hon hevur kortini „Inngang“ fremst eftir høvundin og „Eftirgang“ aftast, men hann er eftir skaldbróðurin Jóanes Nielsen. Annars er bókin ikki býtt sundur í kapittul ella partar. Hon er sett saman av stuttum og longri brotum í prosa, stuttum og longri yrkingum, summar við yvirskrift, aðrar ikki.

Í miðdepli er eitt yrkjaratilvit, sum vit kenna úr Reglum og øðrum bókum Tórodds, fult av hvøssum speii og sjálvsspeii, ein kritisk høvuðsrødd, hóast aðrar røddir tosa uppií. Teksturin, listuliga skrivaður, kyknar úr endurminningum, upplivan og eygleiðing úr umhvørvinum, mest í Keypmannahavn, men eisini í t.d. Havn, Reykjavík og París.

Yrkingar, ørstuttar søgur; einrøður, sagdar við ymsum røddum og á ólíkum máli; t.d. á bls. 120 eggjar ein einrøða til at pína og løsta skaldið á ræðuligasta hátt; ella bls. 111-112, har ein føroysk kvinna, sum hevur búð í Danmark í yvir 30 ár sigur lívssøgu sína við sínum egnu orðum. Í støðum samrøður, ofta keglandi ella uttan sínámillum fatan; tað er ikki tilskilað, hvør sigur hvat, t.d. bls. 13, 14, 15, 110, 117.

– Hvor kommer du fra?
– Færørne...
– Hvad laver du?
– Skriver...
– På hvilket sprog?

Sót og søgn 177

Eitt annað slag av útsøgn, sum bókin brúkar nógv, er hittinorðið, t.d:

Tað hevur altíð verið vandamikið at sagt sína hugsan. Men at siga meiningina hjá øðrum – kopisma er vandaleys.

Sót og søgn 117

Ein táttur í viðgerðini hjá Sót og søgn av tí at skriva og yrkja er nøkur hampiliga long brot um rithøvundin Antasiu, sum situr við telduna, meðan hon hugsar um menninar í lívi sínum, Hámus sum hon kríggjast við, og Vindmar, sum hon saknar. Hon hevði tó ikki skrivað so góðan skaldskap, um hann var heima; tá hevði hon gjørt ein góðan døgurða í staðin, men einsamøll fær hon sær fiskabollar úr dós og skrivar (bls. 121-122). Tað var hon, sum droymdi, at hon skrivaði...

Verkið. Tað stóra verkið, sum skuldi gera allar aðrar føroyskar bókmentir upp aftur meiri virðisleysari [sic] enn tær frammanundan vóru.

Sót og søgn 59

Tað (sjálvs)ævisøguliga er javnan til staðar, antin frásøgumaðurin møtir T.P. á trappuni ella vit hoyra um ein, sum er úr Havn og skal skriva nøkur frábrigdi yvir tekstir eftir skald, ið eins og Tóroddur búðu undir Varða í Havn:

Hann skuldi skriva eina variatón yvir misbrúkta byrjan eftir Varðafress. Og eina droymda variatión eftir annan Varðafress. og ein triðja; …

Tann fyrsta variatónin byrjar: Langt úti á tí kyksilvurlíknandi gólvinum...

o.s.fr. Framhaldið er meira beinleiðis týðing av byrjanini áDe fortabte spillemænd. Tað droymda frábrigdið eftir annan Varðafress er yvir Feðgar á ferð og er skaldsøgan í stytstu tulking, ið hugsast kann:

Tað liggur satt at siga ein kúgv á firði Seyrs. Hon sveimar og ætlar sær líkasum til havs, áðrenn fólk var á fótum morgunin eftir.

Sót og søgn 92

Her demonstrerar Tóroddur enn eina ferð ringrásarskaldskaparfrøði sína frá Reglum: tekur tvey høvuðsverk hjá føroyska bókmentastovninum, súlundar og endurskapar tey opinlýst. Varitiónin yvir skaldsøguna Feðgar á ferð er eisini liður í kanningini hjá Tóroddi av tekstsløgum og hvussu tey virka. Hann hurrar í báðum prosabókunum nógv um, hvørji tekstsløg tær bøkurnar ikki hoyra til; Í innganginum til Sót og søgn sigur hann m.a. um hugsanir sínar viðvíkjandi „slag“ í sambandi við ta bókina, at hon er ikki bókmentir, hon er ikki „framhøld“ av Reglum, og at ætlanini, hann eitt skifti hevur havt um at skriva eina siðbundna skaldsøgu, hevur hann slept, tí at hann helt at tann skaldsøgan fór at vera alt ov forútsigilig (bls. 5-6).

Sót og søgn er sambært sær sjálvari ikki bókmentir; og hon avnoktar, dømir í sand og øsku, er keipa og travesti av flestum bókmentaligum tekstsløgum. Serliga skaldsøgan verður happað, men yrkingin sleppur at kalla snikkaleys:

Tann einasti eg ræðist er Guð. Tí eg síggi Hann ikki. Fanan síggi eg, hvar eg so vendi mær. Hann ræðist meg. Og hann er keðiligur sum ein skaldsøga. Eitt tjúkt lag av støvi liggur á hornum hansara. Havi hoyrt, at Guð lesur yrkingar...

Sót og søgn 78

Helst meinast her við sokallaðar hevdbundnar skaldsøgur, eitt tekstslag, ið liggur ógvuliga fjart frá prosabókum Tórodds.

Ljóm-tátturin

Ein av persónunum í „ikki-bókmentaverkinum“ Sót og søgn hevur eyknevnið kettukitlari – eitt orð sum á tórodskan hátt biður um at verða sagt hart; yvirhøvur er ljóm-tátturin ein týðandi táttur í báðum prosabókum Tórodds. Ljómtátturin hoyrir annars í hevdbundnari viðferð av tekstsløgum til yrking, men ikki til prosa. Eitt annað dømi um, at ljómurin hevur stóran leiklut, er ein travesti av einum náttúrufrøðiligum teksti eins og t.d. Fuglabókini eftir Mikkjal á Ryggi ella kanska einum teksti við nógvum nýgjørdum fuglanøvnum; men tann sum ikki kennir tær hevdbundnu fuglalýsingarnar kann kortini lesa hesa sum eina innbjóðing til hugflogið:

Møsnúlin er minni enn dyngváppan. Hann er sprøklutur, men hevur ikki so nógvar veingir. Og fjaðrarnar kunnu teljast á tveimum hondum. Tí flýgur hann so misjavnt. Frammanifrá kann nevið tykjast at vera heldur stutt, men hyggur tú frá síðuni, er tað ikki so galið kortini. Klørnar eru átøkar klónum á hundi í dreymi. Um náttina situr mjøsnúlin [sic] onkustaðni og sæst ikki so væl í myrkri, men, tá tað lýsir í, er hann líka lættur at bera eyga við sum alt, ið sæst. Á sumri leita summir til lýggjari lond, eitt nú Føroya. Reiðrið líkist dyngváppureiðri. 7 egg plaga at liggja har, eitt til hvønn dag í vikuni. Bøgan er størri enn steggin. Ungarnir eru bláir við ljósareyðum prikkum. Vit ynskja teimum vælkomnum hendavegin.

Sót og søgn 74

Orðaloysari

Eg fann teg nú aftur, nú andi tín / teg loysa úr fjøtrum bað.

Christian Matras 1938

Skal eg hava henda partin við? Vísa hvussu eg geri, tá eg sleppi orðinum leysum úr fongslinum í býnum Patos, har sprelskir desperados ganga hjólbeintir og endurgeva tað, onnur sleva, tá tey eru smá.

Sót og søgn 100

Prosabøkurnar hjá Tóroddi gera sína egnu heild av brotkendum modernaðum margfeldi og eru í list og komopleksiteti ájavnt við aðrar modernaðar vesturlendskar bókmentir. Hjá Tóroddi er (upp)loysingin lívsjáttandi heldur enn kynisk og nihilistisk, sum hon annars kann vera. Tað er tí, at hansara groteska realisma hevur láturin við og skíggjar kortini ikki ræðuleika og vanda.