SKALDSKAPURIN – VAKURLEIKIN – VERULEIKIN

Skaldskapurin – vakurleikin – veruleikin eru stór og tung orð; serliga tá tey sum her standa í bundnum formi. Í yrkingini „Merkisveitsla“ hevur Karsten Hoydal sagt so:

Til eru orð so stór,
at tey stadna í ongum hjørtum,
køld men mjúkleitt sum kavadeyði
leggjast tey sum klaki í sinnið,
men stokkut skal lagna teirra verða,
koma skal toybilsdagur
við lýkku og sólskini bjørtum.

Til eru orð so blúgv og smá
sum sáðkorn
orð sum fáa fólk at gráta
heit tár, sum inneftir seta
og loysa gróður í sinninum.

Hoydal, K. 1972

Tað er tó helst soleiðis, at tey smáu og tey stóru orðini eru sínámillum treytað. Tørvur er tí eisini á teimum stóru. Tá ið eg nú skal leggja til miðis í skaldskapinum, so havi eg hini bæði, vakurleikan og veruleikan, sum eitt slag av ýti – sum tó í støðufesti helst líkjast ýtunum, sum í einari tiltiknari søgu vóru skorin í borðstokkin á útróðrarbátinum.

Hóast hetta, so tykjast mær hesi hugtøkini, ,vakurleiki‘ og ,veruleiki‘ – so ymiskliga sum tey hava verið skilt í ymiskum tíðum og umhvørvi – vera tætt knýtt at skaldskapinum og gagnlig sum bakgrund, tá ið roynt verður at greiða frá gongdini í eitt nú føroyskari yrking í tjúgundu øld.

Vakurleikahugtakið er í nýggjari tíð klovnað í eitt alment vakurleikahugtak og eitt vakurleikahugtak fyri listina; tað verður ikki longur kravt, at yrkingar skulu vera vakrar í vanligari merking, ella um ,tað vakra‘ í vanligari merking, men heldur nýskapan, originalitetur, samsvar millum form og innihald, „saltið í rúkandi døgurðapottinum“, við orðum Jóanesar Nielsen (Jóanes Nielsen 1985), okkurt sum fær hárini at reisa seg – ella nervarnar at leggja seg.

Veruleikahugtakið er ikki minni knýtt at teimum søguligu umstøðunum á hvørjum sinni og ikki minni fjøltáttað; tað ber til at hyggja at sambandinum millum skaldskap og veruleika frá mongum ymiskum sjónarhornum. Meina vit við tann búskaparliga veruleikan? Spyrja vit t.d. um, annaðhvørt kaldakrígsárini ávirkaðu føroyska yrking og á hvønn hátt? Ella hugsa vit um, antin virksemið hjá yrkjarum í Eysturevropa hevur verið uppií at gera glasnost til veruleika? Ella kanska søguna um móttøkuna av føroyskum skaldskapi, veruleikan um sambandið millum lesararnar og yrkingarnar?

Tað er greitt, at um alt hetta verða fleiri spurningar enn svar. Eg fari, tá ið eg her haldi føroyskan skaldskap upp móti veruleikanum uttanum, ikki at halda meg til eitt sjónarhorn, eitt nú tað samfelagsbúskaparliga, men bera við ymiskt, sum tykist at hava týdning í hvørjum føri.

Rák í skaldskapi og í teori um skaldskap – bókmentafrøði – eru tætt samanknýtt og sínámillum ávirkað; og bæði fyribrigdini verða til í samspæli við politikk, samfelag og hugmyndafrøði. Romantikkurin, sum gjørdi, at vit fingu okkar fyrsta nýføroyska skaldskap, var ein andligur streymur, sum ikki bara nam við skaldskap og list, men heimspeki, náttúruvísindi, politikk; samfelagsliga verður hann til í samspæli og mótspæli við menningina hjá borgarastættini og ídnaðarsamfelagnum.

Romantikkurin var ein ómetaliga sterk rørsla, og hóast hann langt síðani er farin úr gildi sum heilskapað hugmyndafrøði og heimspekiskipan, so standa varandi spor eftir hann í hugmyndaheimi okkara. Tað er tann romantiski skaldskapurin, sum um nakar er fólkaogn. Hann er ikki eintýddur, og hann endurnýggjar seg á síni longu ævi: við J.H.O. kom nýromantikkur, klassisisma, sýmbolisma. Janus var tann fyrsti „torskilti“ yrkjarin, hann yrkti abstrakt og við so nógvum persónligum ikkisjálvsøgdum sýmbolum og myndum, at hann fór út um tann tá hevdvunna hugmyndaheimin hjá fosturlandsskaldskapinum. Vit síggja tað í orðum sum hesum: „Ver sterk mín sál á mjørkatungu ferð,/ har tættar fylkjast um teg gráar gátur –/ tín barna-flokkur – úttærdur hann er,/ og sárur kennist hans sólsvangi grátur“. Eg taki hetta sum dømi um eitt persónligt skaldamál.

Trý stig í føroyskari yrkingarlist

Tað hevur ofta verið sagt og av røttum, at tann bundni skald-skapurin hevur verið megintátturin í føroyskum bókmentum. At prosabókmentir fingu seinni fótin fyri seg, eru Føroyar einki eindømi um. Nú er gróður í føroyskum prosabókmentum, vit hava átt og eiga stórar prosahøvundar.

Men tað byrjaði við bundnum skaldskapi, og tað er honum, ið hugt skal vera at her. Støði hansara er tann lívkvæma kvæðamentanin, samgrógvin lívi fólksins.

Tá ið sangskaldskapurin tók seg upp seint í 19. øld, vann hann sær pláss, ikki so nógv í bókahillum, sum vóru fáar í stovum hjá fólki, men sum sungin skaldskapur í tí nýggja veruleika, sum gav seg til kennar – á fólkafundum, á Føroya Fólkaháskúla –; hesin skaldskapurin skapaði tær myndirnar av vakurleika landsins, søgu og vónum fólksins – ella skaldanna – sum hava verið berandi í okkara tjóðskaparsamleika og átt sín part í at gera okkum tað, vit eru.

Vit kunnu enn kvøða og dansa, men sum skaldskapargrein eru kvæðini deyð, tey endurnýggja seg ikki. Heldur ikki fosturlandssangirnir endurnýggja seg, men eru ein føst stødd stórt sæð og hava sín fasta leiklut, á tjóðskaparligum hátíðardøgum, sum kórsangur, í veitslum o.s.fr.

Fosturlandssongurin legði støðið undir tann skaldskapin, sum fylgdi í fótafari hansara, tí fosturlandssongurin setti í orð ein føroyskan samleika, sum tað at yrkja á føroyskum hoyrdi uppí; við støði í hesum skaldskapi frá tjóðini og um tjóðina til hennara sjálvs, kundi einstaklingurin, skaldið Janus Djurhuus, taka seg burturúr og yrkja – á føroyskum – í einum nýggjum, persónligum stíli, sum var ávirkaður av evropeiskum og norðurlendskum skaldskapi. Evnið hjá honum er fjølbroytt, ofta tjóðskaparligt, men frá sjónarhorninum hjá tí ivandi ella vónsvikna einstaklinginum: „Var hon stygd burtur, hin stolta ørn, ið fræls um tindarnar mól?“ o.s.fr. Hann yrkir ikki fundarsangir til ávís, kend løg; harafturímóti yrkir hann í fjølbroyttum kynstrigum ørindisløgum fyrstu yrkingarnar, sum ikki eru ætlaar til at syngja, men at siga fram fyri lurtarum ella lesa í einrúmi, innantanna.

Hervið er skaldskapurin farin at vera nakað, sum tann einstaki hevur inni við seg sjálvan.

Nú er nomið við 3 stig í føroyskum skaldskapi og veruleika tey seinastu stórthundrað árini:

Tað fyrsta er kvæðini, ofta høvundarleys, sum í dansiring-inum savna einstaklingarnar til eina eind, ið vendir sær til sín sjálvs sum eind; ein kollektivur og heilskapaður formur – ringurin – sum nýggjar seg uppaftur gjøgnum uppafturtøku, tilsvarandi veruleikanum í tí sjálvhjálpna jarðyrkjusamfelag-num, sum livdi sítt lív og endurnýggjaði seg í einari gongd bundnari at ársins ringi. Kvæðini sjálv eru samgrógvin partur av teirri upprunaligu eindini av kropsrørslu, tónleiki og frásøgn, sum forngrikkar kallaðu orkestisku eindina.

Í øðrum lagi kemur sangskaldskapurin, sungin av mannamúgvu á fólkafundi og av næmingaflokki í háskúlastovu, ikki lítandi hvør at øðrum í ringi, men øll hyggjandi sama veg – frameftir, svarandi til framburðsstrevið og framburðsvónirnar, ídningina og kapitaliseringina í samfelagnum. Sangirnir læna løg síni, og sangir eftir nógvar ymsar yrkjarar eru savnaðir saman í bók.

Triðja stigið er yrkingin, sum stendur fyri seg sjálva uttan dans og sang, lisin av tí einstaka, hart ella innantanna; um fyrstu prentaðu yrking Janusar, „Summarnátt“ (1901), hevur Rikard Long sagt soleiðis:

Her var skaldskapur – ikki sum vant orð borin fram av einum tónalagi, men orð, ið bóru seg sjálv í einum fríum, reinum kynstri, goymandi mið sítt í sjálvum sær: ein roynd uppá at byggja ljóðsterk, tónandi orð upp um hugstórar myndir til eina ljómandi heild, á somu tíð talandi til huga og oyra. – Her var gjølla ein nýggjur tóni, eitt nýtt ljóðlag (rytma), liðiligt og treystligt á somu tíð, skiftandi frá ørindi til ørindi…

Tættir av menningini hjá nútíðaryrkingini

Tað er greitt, at ummælarin ger ikki bara vart við, at her er eitt nýtt slag av skaldskapi á ferð, men at hann fagnar tí. Tað, sum hann serliga bendir á, er tann nýggi formurin: ikki uppafturtøka av sama ørindislag ørindi eftir ørindi, men støðugt skifti, soleiðis at yrkingin fær eina rýtmu, sum er serstøk fyri júst hana; hon hóskar ikki til nakað lag, sum er til frammanundan; skal hon syngjast, má hon hava sítt egna lag; til samsang hóskar hon ikki; men rýtman og orðini hoyra saman, „goymandi mið sítt í sjálvum sær“ – í formvakurleika sínum, sum ,innihaldið‘ er óloysandi bundið at.

Eg nevndi í áðni nakað um veruleika kvæðanna í dansi-ringinum og samfelagnum, sum bundið er at árstíðaringinum; og um veruleikan hjá tí lovprísandi og boðandi songskald-skapinum í vekingar- og fundatíðini, tíðini tá ið kapitalistiska ídnaðarsamfelagið varð bygt upp.

Hvør er so veruleikin hjá yrkingini, sum „goymir mið sítt í sjálvum sær?“ Gjølligar kanningar av føroyskum skaldskapi og umhvørvi hansara – eitt nú kanningar úr bókmentasosio-logiskum sjónarhorni og meira heildskygdar kanningar – í fyrru helvt av tjúgundu øld vanta. Men tað ber kortini til at benda á ymiskt, sum er nýtt í mun til hini bæði fyrrnevndu stigini: hetta nýggja yrkingaslagið er lagt fram í bløðum, tíðarritum og í nógv ár í sera ótøttum yrkingasøvnum – fyrsta persónliga yrkingasavnið á føroyskum, t.e. við yrkingum eftir ein yrkjara, kom í 1914. Tað var Yrkingar eftir Janus Djurhuus. Hesar yrkingar sanna ikki lívsmegi og tilverurætt sín við at gerast partur av tí, sum í hvussu er ein ávísur bólkur av fólkinum tekur til sín og syngur saman ella við at verða skipað í ólavssøkudansi; men viðurkenningin kemur sum ummæli, skrivað av serkønum persóni. Fyrsta einsmansyrkingasavnið kallar í sínum lagi fram nýggja ritgenru, t.e. fyrsta veruliga bókarummæli, nevniliga í Tingakrossi hjá Kristini í Geil, sum áður hevði umrøtt einstakar yrkingar hjá Janusi, prentaðar í Búreisingi og Jóla- og nýársbók beint eftir aldaskiftið. Tað sum annars higartil hevði verið skrivað um útgivnar føroyskar bókmentir og skaldskap, hevði verið sum tíðindi um nýggjar bøkur – ikki bókmentaliga metandi.

Til hesa menningina í føroyska bókmentastovninum (ella við einum almennari orði: bókaheiminum) svarar eitt sund-urgreindari samfelag, serkunnleikasamfelag. Janus er okkara fyrsta stóra lærda skald, hann yrkir burtur úr evropeiska og norrøna lærdómi sínum – og at skilja hesar fláirnar í yrkingum hansara krevur lærdóm av lesarunum; til at uppliva málmklongin, molldunið og várláturin krevst ikki klassiskur lærdómur, men opnir sansar og sinni.

Yrkingar Janusar komu út sama ár, sum bardagi brast á millum tey stóru londini í Evropa, aftaná at friður hevði valdað teirra millum í yvir 40 ár ella longur enn nakrantíð fyrr. Tað er neyvan beinleiðis samband millum hesar hendingarnar í 1914; men kortini ber illa til annað enn at meta saman tað vónbrot, hvøkk og svartskygni men eisini villskapin, sum kríggið hevði við sær, og tað vónloysi og dapurleikan men eisini øðina, sum ganga ígjøgnum savnið Yrkingar; men at tílíkar kenslur longu gjørdu vart við seg eftir aldaskiftið, vísir eitt nú í „Ódn“ frá 1902:

Eg hoyrdi teg storm, havfostraða trøll,
og tíni tey túsundtalsljóð:
deydningadans yvir kirkjugarðsvøll,
neyðarróp sjólátna manna so snjøll,
ravnaskríggj, tá hann sær blóð –
men – hjarta mítt titar í øði
av reystleika, dirvi og frøi,

Í Føroyum høvdu samfelagsligir, tjóðskaparligir, politiskir mótsetningar funnið sær fastar rásir við flokkastovnanini í 1906. Í Evropa gjørdist við stórbardaganum drúgt skotgravakríggj millum valdaleysar hermenn; í tí valdaleysa løgtinginum førdist pøsingarkríggj millum sjálvstýrisflokk og sambandsflokk. Tann tvídráttur, sum leingi hevði verið í føroyingafelagsrørsluni, gjørdist við flokkunum opin klovningur.

Janus sær henda tvíningin uttanífrá. Hann hevur samhuga við sjálvstýrisrørsluni, men hann er ikki virkin uppi í rørsluni. Hálvvaksin fór hann heimanífrá, og kanska er rætta heimland hansara hitt forna Hellas, hvørs mentan hann var vorðin kunnigur við, og sum hann leitaði sær andliga føði í. Rætta heim hansara er eisini yrkingin, ið setur fram sjón hansara av Føroyum sum eina stórfingna hugasjón, nørda av hugflogi og tráan. „Veruleikin“ svíkur hesa skaldasjónina, men skaldið svíkur ikki hugasjón sína. Janus yrkti í 1904 Jóannesi bónda takkarkvæði, sum honum, ið endurreisti málið, soleiðis at Janus kann siga um tað í yrking síni: „ein norðlanda drotning í skínandi skrúð,/ sárt elskaða móðurmál, tú!“ Men henda stórfingna takkaryrkingin endar við varhuganum av einari djúpari gjógv millum ta sjónina, sum lýst er í yrkingini og so „veruleikan“ uttan fyri hana:

Og stendst tað, tú sýndi mær, sjónhvørving følsk,
eg takki tær túsundfalt tó,
fyri hárføgru huldu, ið dragandi trølsk
á summarnátt streingirnar sló,
tí ríkur roynst róður á mið, ið ei er
á miðleysu frystandi ferð.

V.ø.o., veruleikin svíkur, hann stendur ikki mát; tað miðið, sum stevnt var á, er ikki til. Tað, sum eftir stendur, er yrkingin sum veruliggjørd vakurleikahugsjón. Á – og við – sínum elskaða móðurmáli elur skaldið fram tann eftirtráaða heim, sum ikki er møguligur í lutveruleikanum. Í hesari víðgongdu idealismuni gekk Janus somu leið sum ymisk onnur stórskald í samtíðini, t.d. íslendski yrkjarin og sjónleikaskaldið Jóhann Sigurjónsson (1880-1919), men ikki minni undanfarnu týsku stórskaldini Goethe, Schiller og Heine.

Eg taki hetta fram sum eitt aðaleyðkenni hjá Janusi samanborið við teir eggjandi, bjartskygdu sangirnar frammanundan: at hjá honum er veruleikin andstyggiligur og falskur, tí hann svarar ikki til mynd listamansins, sum er vøkur – og sonn tí hon er vøkur – og bara til í huganum og listaverkinum – yrkingini.

Henda lýsingin er við vilja nógv einfaldað til at fáa fram tær stóru linjurnar í menningargongdini í føroyskari yrking. Eg haldi tað ber til at siga, nettupp tá ið vit tosa um tær stóru linjurnar, at í skaldskapi Janusar sæst, at álvarsligur løstur er komin á ta bjørtu framburðsheimspekina, sum var runnin frá teimum fronsku heimspekingunum í 18. øld og hevði verið leiðarljós fyri politisku umskipanunum og tøkniframburðinum í Evropa.

Í 1926 læt Christian Matras úr hondum sítt fyrsta yrkingasavn, Grátt, kátt og hátt, og 1933 kom Heimur og heima. Tá var aftur nakað hent í føroyskum skaldskapi.

Tað kemur m.a. fram í einum nýggjum máta at síggja nátt-úruna. Hon var nú ikki sum í kvæðunum bert skreyt, sbr. t.d. „meðan rósur og liljur tær grógva væl“, hon var ikki sum í fosturlandssongunum likamliggerð fyri tjóðskaparligu hugmyndirnar; hon var heldur ikki sum hjá Janusi umboð ella spegilsmynd av persónligum kenslum og mentanarliga treytaðu vakurleikatrá skaldsins.

Samanborið við hesi nevndu sjónarhornini, sum heilir hug-myndaheimar hanga uppií, liggja náttúrulýsingar í yrkingum Christians Matras nærri teirri naknu sansanini, uttan framm-anundan givnar hugmyndir um, hvat sansanin ella viðraking-arnar møguliga „merkja“; í hesum hava yrkingarnar nakað felags við abstrakta málningin – tær eins og leita eftir einum nullpunkti handan hugmyndafrøðina 1).

Í yrkingini „Undir hesum øgis-eggjum“ (Chr. Matras 1933) er settur fram ein náttúrunnar veruleiki, ónervaður av menniskjans virksemi og hugmyndum, men sum er tær eksistentiellu frumtreytirnar, eisini fyri menniskjalívinum. Tað fyrra ørindi dregur upp eitt rúm í endaloysinum:

Undir hesum øgis-eggjum
stendur land við meitil-veggjum
skapandi úr tómum lofti
ørskurúmd.
Streymbrátt hav í víðum fløtum
andar undir mannagøtum
– sum ein fyrndar-jøtuns ond.

Tað seinna ørindið stýrir ímóti og endar á blettinum, leik-pallinum, fyri menniskjalívinum:

Her er oyggjar ytsti endi.
– Leingi sólin bergið brendi,
áðrenn hon um eggjatremur
reis á síni mildu ferð
sum ein himinrúmsins fuglur
siglandi um alla verð
– áðrenn barn í eiðis-túnum
sær av nýggjum skapast verð.

Tann kosmiski sjónleikurin fer fram óheftur av menniskjanum, sum ikki fær sín leiklut fyrr enn í seinastu akt; menniskjað í sínum leiki er heilt í valdinum á náttúrumáttunum uttan um tað.

Myndin er sera føroysk, og ikki bara tað: tá ið vit kenna uppruna skaldsins, kunnu vit staðseta hana á ávísum stað í Føroyum. Men samstundis er hon alment um menniskjað og kor tess í alheiminum.

Eins og hjá Janusi eru orð og rýtma tætt samangroypt, hvørt av teimum báðum ørindunum hevur sín form; har sum meitilbergið møtir tómrúminum, har møtast eisini í rýtmuni orðaáherðsla og tøgn: („...skapandi úr tómum lofti/ ørsku-rúmd./). – Málið i yrkingini er skapað burtur úr føroyskum bygdarmáli við víðkan av gerandismálinum, eitt nú í teimum fjølbroyttu heitunum á landslagsfyribrigdum : øgis-eggjum, meitil-veggjum, ørskurúmd, streymbrátt, o.s.fr. – Afturímóti skapaði Janus eitt mál, sum hevði røtur í skaldskapinum og hugflognum, orð sum havfostraður, hindløtt, sólsvangur, favn-hollur, skeljasungin.

Henda yrkingin er um grundkor menniskjans, mest sum uttan atlit at samfelagsligum, søguligum, tjóðskaparligum ella øðrum serligum umstøðum. Kanska sigur yrkingin, at alt slíkt menniskjaverk er smátt undir liðini á sólini, rúmdini, havinum, berginum.

Ein onnur væl kend yrking hjá Christiani Matras, „Eg sigi tær satt“, prentað í Varðanum (1921), setur fram eina samansettari støðu hjá menniskjanum: Ikki menniskjað yvir av náttúrumáttum rundan um tað, sum seta tí lívstreytirnar; men menniskjað yvir av sínum egnu innaru máttum. Yrkingin er um tað, at fortíðin fylgir okkum, hóast vit við skili og vilja okkara hava gjørt upp við hana og lagt hana afturum; tað óskilbundna og ómedvitaða, sum vit vilja men ikki fáa kvittað við:

Eg sigi tær satt, at enn henda dag hanga sóttrøll í tróðri,
roykstovu-sóttrøll,
kvæmri enn gróttrøll,
ið doyggja á degi og nørast á nátt.

Tú lært, tí eg bar hasar minnisins spjarrar
saman við sóttrøll,
kvæmri enn gróttrøll.
– Sópa úr sinni sóttrølla-minni, sigur tú,
ikki kann spøkja har einki er til.

At steingja heilt fyri hesum máttum, sum vit ikki hava ræði á, er kortini at tippa lívgevandi keldur í okkum sjálvum; eisini er tað ógjørligt til longdar. Yrkingin heldur fram:

Jú, eg tváddi tróðrið, skræddi burt sóttrøll,
og leki kom á,
eg tetti aftur, traman og tættur
var skálin mær tá.
Men aftur komu sóttrøll,
kvæmri enn gróttrøll,
ið doyggja á degi og nørast á nátt.

Og yrkingin endar:

Eg sigi tær satt, at enn henda dag stendur roykstovan eftir.
Roykstovu-sóttrøll,
kvæmri enn gróttrøll, vaksa í skugga, regni og sól.

Yrkingin talar skemtandi, við suggererandi endurtøkum, um, at tað er trupult at frígera seg. Tað kann galda einstaklingin í hugsan og gerð – tað kann galda bólkar í samfelagsligum og politiskum virki, og hugmyndir. Tað røkkur ikki til at vilja sleppa skeivum ella ónýtiligum hugsanum, kenslum ella fatanar-mynstrum, um tey hava djúpar røtur í tí ómedvitaða. Tað umber seg ikki, at okkum verður hugsandi um Freud og teoriir hansara um hitt ómedvitaða sálarlívið, sum høvdu ómetaliga ávirkan á rithøvundar fyrra partin av 20. øld og seinni. Sálargreiningin ella psýkoanalýsan dýpti innlitið í menniskjað, men gjørdi ikki veruleikan einfaldari ella eintýddari, heldur tvørturímóti. Hon er ein tulkandi vísindagrein; hon kannar ikki tann ítøkiliga ,veruleikan‘, men umboðan hansara í tí ómedvitaða sálarlívinum, sum er stýrt av frumkendum, sjálvsøknum girndum. Kríggj varð sæð sum úrslit av hesum blindu kreftum. Samstundis sum sálargreiningin var ein háttur at lekja sálarmein, fekk tann einfalda framburðsbarnatrúgvin við henni enn ein løst.

Tá ið yrkingin gjørdist leys av frásøgukvæði dansins, lov-prísanini og eggjanini í fundarsanginum, fekk sítt egna pláss fyrst í tíðarritinum og so yrkingarsavninum, meira og meira í einrúmi við lesaranum, tá gjørdist „arbeiðsøki“ hennara eisini meira og meira specialiserað til tilverutulking og grundkor menniskjans; tað var meira og meira tílíkt, sum gjørdist hitt eginliga evni fyri modernaða yrking – hóast yrkingar vissuliga kunnu vera um snøgt sagt alt møguligt! Samstundis varð gingið burtur frá hevdbundnum rími og ljóðfalli.

Dømini frá Janusi, Christiani Matras og Karsteni Hoydal vísa stig í hesari gongdini. Næsta avgerandi sporið varð stigið í 1960-unum við tí flokkinum av ungum yrkjarum, sum tá komu fram – tað vóru í hvussu er sjey: 1963 Guðrið Helmsdal, fyrsta kvinnan, sum gav út yrkingasavn á føroyskum; 1964 Líggjas í Bø; 1966 Arnbjørn Danielsen og Steinbjørn B. Jacobsen; 1968 Alexandur Kristiansen; og 1969 Rói Patursson og Heðin M. Klein.

Til at lýsa streymskiftið, sum kom við 1960-árunum, skal eg nema eitt sindur við tey bæði fyrstu nøvnini, Guðrið og Líggjas.

Ein yrking hjá Guðrið er „Undran“ (Guðrið Helmsdal 1963):

Skal tær vera fyri
at leingjast,
at finna altíð,
kærleikan endurgivnan
í kámum spegli?

Skal hørpuhjarta títt
við sama sorgblíða
undirspæli
leika
gjøgnum komandi tíðir?

Ella skal lagið
stíga upp
sameint við øðrum
sum yndissprund
í villini dansi?

Tríggir spyrjandi setningar, settir upp sum ørindi, men við prosarýtmu og uttan endarím, á máli sum heldur seg innan fyri skaldmálshevdina, men nýtir hana á persónligan hátt: hørpuhjarta; yndissprund.

Spurningurin, sum yrkingin setur, er um tað lýriska eg’ið fer at finna samsvar við sín innara heim í hinum ytra. Í hesum síggja vit ávísan líkskap við Janusar tvíbýti millum ein glæsiligan hugsjónaheim og ein óglæsiligan veruleikaheim, sum ikki sameinast. Tað er kortini stórur munur á yrkingunum; í yrkingini hjá Guðrið er tað ikki spurningurin um, at annar heimurin er betri enn hin, men um at hennara kenslur tráa eftir at gerast partur av stórari heild. Hetta er ein kærleikautopi, sum ikki er bundin at parsambandshugsjónini, men røkkur longri og leggur seg á sín egna hátt upp at uppreistrinum í 1960-árunum móti fastlæstum lívsmynstrum og medmenniskjasambondum. Í hesum fyrsta føroyska kvinnuliga yrkingasavninum er eingin konventionell kærleiksyrking, beinleiðis vend til ein mann t.d. – í so máta er Guðrið ikki eitt kvinnuligt svar til Regin Dahl, sum hon annars tykist at vera inspirerað av –. Tað lýriska eg’ið í savninum er fyrst og síðst sítt egna subjekt og objekt. Undangongukvinnan í norðurlendskari modernismu, Edith Södergran, hevur verið nevnd sum ein fyrimynd hjá Guðrið, og vissuliga ber til at síggja líkskap eitt nú í sterkari sjálvkenslu, sum t.d. í „Ókenda lív“:

Ókenda lív,
sál í holdi mínum,
eg girnist at eiga teg,
duldarfulla.
Tú, ið einans ert
eymleikans fløvandi glóð.

- - -

Átti eg bert teg –
tín eyma limamjúka ugga,
sakleystreina hita tín
í fangi mínum,
tá ið longsul okkara
ferðast
um blásvørtu stjørnuhøv.

Ikki eru hesar yrkingar Guðriðar tað, sum kallað verður bein-leiðis politiskar; men kanska standa tær kortini sum eitt tað fínasta umboðið fyri rembingarnar í 1960-árunum við ynski og kravi sínum um tað ektaða, um intensitet, um frælsi: „Ókenda lív,/ sál í holdi mínum,/ eg girnist at eiga teg...“ og: „sameind við øðrum“.

Í útsjónd er savnið Lýtt lot eitt verk, sum livir upp til innihaldið, fínligt prent og full av stílreinum træskurðarmyndum eftir Zacharias Heinesen. Hitt føroyska studentafelagið í Keyp-mannahavn var útgevari. Tað er stuttligt at bera hana saman við savnið Til lívið eftir Líggjas í Bø, sum kom árið eftir, í 1964. Til lívið er merkt av stílblanding, bæði í útsjónd og innihaldi. Uttaná er ein expressionistisk tekning eftir listamálaran Jack Kampmann av naknum smádreingi og sól í sterkum litum; tá ið bókin kom út, fekk permumyndin atfinning fyri at vera ósømilig. Innan eru bæði tekningar í kollveltingarromantiskum stíli og politiskt aktuellar fotomyndir. Útgevari er ta nýstovnaða sosialistiska útisetafelagið Oyggjaframi. Prentið er nýmótans offsett við skriv-maskinuskrift. Umleið helvtin av yrkingunum eru kritiskar og speiskar móti aktuellum stórveldapolitikki, hernaði og kapitalismu, og onkur dregur Føroyar og herdubbingina her inn sum part av heimspolitikkinum, t.d. tann sum eitur „Atomøldin“:

/.../

Í Føroyum gongur alt sína vanligu gongd.
Moralurin er góður í vandans stund:
fólkið hevur týðiliga sagt frá,
at tað vil offra lívið
fyri hina dýru frælsishugsjón,
og tí heldur hermálsliga útbyggingin fram.

Og alt er lagt til rættis
á besta hátt.
Soleiðis fáa prestarnir lønina
regluliga útgoldna frá státinum.

Nei tað er eingin kinkur á tráðnum
og vísiliga er fyriskipað.

Hugnalig øld, atomøldin

Karsten Hoydal og Tummas Djurhuus høvdu áður yrkt um „bumbuna“. Karsten Hoydal við ironi og óhugna, rímleyst; nevnir saman vísmenninar í jólaboðskapinum og vísinda-menninar í nútíðini og endar við, at mamman og barnið sova trygg „djúpt undir kvirrari øsku“ (Karsten Hoydal 1951). Tummas Djurhuus (T.N. Djurhuus 1958) við patos og rími, endar við at heita á lesaran um at biðja fyri heiminum sum einastu vón.

Hjá Líggjasi í Bø verður við speisemi („fólkið hevur týðiliga sagt frá...; Hugnalig øld...“) sum stílamboð sett fram kritisk hugsan um politisku støðuna í heiminum og harvið eisini Før-oyum í yrkingum, sum vóru eins og koncentrat av politiskum viðmerkingum. Tær virkaðu sterkt, tí tær snúðu seg um aktu-ellar hendingar og viðkomu Føroyum, sum við Natostøðini frá 1959 vóru drignar upp í kalda kríggið. Í hesari tíðini, tá ið ein og hvør var tvingaður til at „halda við“ annað hvørt USA ella Sovjett, vóru sovorðnar viðmerkingar í yrkingarformi nakað nýtt – tann politiska viðmerkingin átti sítt pláss í táttunum, ikki minst kabaretttáttunum. Við forminum hjá prosayrkingini fekk hon meiri vekt, hon eins og setti krav um meiri varandi áhuga.

– Tað, sum eg nú havi drigið fram um 1960-árini, er øðrumgin at innanlív einstaklingsins, kenslurnar koma til orða, insistera í stoltum medviti og nýskapandi orðing upp á seg sjálvar. Har er eitt lýriskt „eg“ og har eru „onnur“; har er sannkenning av, at „eg“ má bera mín dag í mær, eins og „tey“ mugu fara við sínum degi í sær. – Hinumegin opnar yrkingin seg fyri tí politiska veruleikanum í løtuni, ella vit kunnu siga, at hesin veruleikin gjørdist so nærstaddur í gerandisdegnum, m.a. vegna teir nýggju fjølmiðlarnar, at hann trokaði seg inn í yrkingina uttan altíð at fara ígjøgnum stórvegis umskapan. 60-árini løgdu ta ,óskaldsligu‘ nútíðina inn í skaldsskapin. Arnbjørn Danielsen sigur í yrkingini „Meðan eg tyggi norðlýsi“:

betongveggir av ljósi
plankar av ljóðum
soleiðis búgvi eg av og á
meðan eg tyggi eitt sindur
av norðlýsi

Tann politiska viðmerkingin, tann tjóðskaparliga og stætta-politiskt boðandi og eggjandi yrkingin endurnýggjar seg í 1960- og 70-árunum, eitt nú við Steinbjørn B. Jacobsen, og stendur sterk í 1980-árunum fyrst og fremst við Jóanesi Nielsen, sum steig fram í 1978 við savninum Trettandi mánaðin.

Sjeytiárini høvdu við sær framhald av 1960-árunum og búning av nógvum av yrkjarunum, sum tá vóru komnir fram. Men ikki allar nálir mentust so skjótt – kvinnuligar yrkjarar sóu vit ongar nýggjar í 1970-árunum.

Mál og kyn

Uppgerð við arvin

Í 1980-árunum gera nýggjar áherðslur vart við seg. Tað er ikki longur bara hin trupli veruleikin uttan um og innan í yrkjaranum, sum er í brennidepli. Tað snýr seg nú meira enn fyrr um málið og veruleika tess – sum slíkan og í mun til veruleikan uttan fyri málið. Um málið sum tekn fyri veruleikan; spurningin um hvussu málið og ,veruleikin‘ hanga saman – tey gera tað jú ikki frá náttúrunnar hond; hvussu skapast merkingin í málinum?

Eitt annað eyðkenni við 80-árunum er, at kynið er komið inn sum ein greiningartáttur í gransking og kjaki um mentan og list. Sum fylgja av feministiskum kritikki er kyn vorðið viðurkent sum ein avgerandi táttur í bókmentaskapan og –nýtslu. Tað ber ikki til at umrøða Goethe, Janus, Chr. Matras ella Byron, elizabethanska leikpallin ella Katrin Ottarsdóttur uttan at tosa um kyn. Eins og fólkaslag og stætt er kynið ein táttur, ið formar lív og tekstir okkara. Her meinast ikki fyrst og fremst við kyn sum lívfrøði- ella náttúrufyribrigdi, men við ta samfelagsligu, mentanarligu og sálarfrøðiligu merkingina, sum kynsidentiteturin er løddur við.

Hvussu setur kynsidentiteturin ígjøgnum í málinum – og í skaldskapinum? Tað er skjótt at siga frá, at málið er altíð kynsbundið, og kallkynið er tann málsligi normurin. Hagfrøði-liga kemur kynsidentiteturin m.a. fram á tann hátt, at yrkinga-søvn eftir føroyskar kvinnur kunnu teljast á aðrari hond. Av teimum er størri parturin – 3 – útkomin seinast í 80-árunum. Og hvussu finna tær sær pláss á skaldatingi, parnassinum?

Astrid Joensen (1987) heldur seg til H.A. Djurhuusar seinromantisku rás við náttúruni gjøgnumseyraðari av kenslum; umhvørvið er nú uppaftur meira enn hjá H. A. D. vorðið spegling av huganum. Myndamálið savnar seg serliga um vatn, plantur og fuglar, mest í rímleysum fríum ørindum og prosayrking.

Eisini Malan Poulsen finnur eitt spor hjá H. A. Djurhuus. Hon setur fremst í bók sína orð hansara „Hygg, ein látipípa, sum kann láta,/ hana eg úr sóljukoppi skar“, og ger soleiðis vart við týdningin hann hevur fyri hana; hon hevur sjálv eina yrking, „Látipípan“ (Malan Poulsen 1989), um at skapa; seinna ørindi er so:

Frøin at eiga lut í
skapanarinnar markleysa nú
fær fortíðar agg
og framtíðarræðslu
at hvørva
í barnsins kenslu
látið er mítt.

Skapan er eisini lýst í yrkingini fremst í savninum hjá Maluni Poulsen, „Føðing“. Her gongur hon út frá royndum úr kvinnu-lívi og víðkar tær til at galda eitt alment menniskjansligt fyri-brigdi. Tað vanliga í mentan og bókmentum er annars, at tær mannligu royndirnar ganga fyri at galda alment og tær kvinnuligu fyri at vera undantøk.

Malan Poulsen hevur eina yrking, sum er stevnuskrá fyri føroyskar yrkjarinnur. Hon endar so:

Í dag taka vit
døtur av Anniku Beintu
og øðrum Føroya kvinnum
pennin
ið so leingi hevur verið hansara øki
hansara falliska megi
og vit brúka hann
at finna egnan kærleika
og livihátt
úr hurlinum í huga okkara
har okkara sjálvsmynd sum ein farri
er fløkt inn í myndina
hann sá av okkum
og vit so bindandi fyltust av

Málið í líki skrivaða orðsins skal vera amboð hjá føroyskum kvinnum til at tulka seg sjálvar og tilveruna av nýggjum, út frá egnum fortreytum í staðin fyri tær verandi patriarkalsku, valdsskipaðu (hierarkisku) fortreytirnar, sigur yrkingin.

Samrøða við arvin

Men málið er sjálvt gjøgnumsúrgað av teirri patriarkalsku mentanini, sum tað er partur av 1). At virka fyri djúptøkum mentanarligum nývørri krevur tí eisini málsligt kollbrot. Í føroyskum skaldskapi tey seinastu árini finna vit tað heim-spekiliga, málmedvitaða og málsliga leitandi og roynandi rákið fyrst og fremst hjá Róa Paturssyni og Carl Johan Jensen.

Serliga í seinni verkum sínum hava teir verið upptiknir av vandamálinum við tulking; veruleiki málsins mótvegis veruleikanum uttan fyri málið er evni, sum teir hvør á sín hátt eru hugfangaðir av.

Hjá Róa Paturssyni er fráfaringarstaðið talumálið, orða-tilfarið tað væl kenda gerandisliga – tak t.d. bókarheitið Líka-sum, so nógv brúkt í dagsins framhaldandi samrøðu – men endurnýggjað við at vera tikið burtur úr sínum vanliga høpi.

Heilt frá fyrstu bók síni førir Rói samrøðu við bókmenta- og mentanarhevd okkara yvirhøvur. Yrkingar hansara eru m.a. kjak við hevdina, eitt nú náttúrudyrkan hennara á tjóðskap-arligum grundarlagi: „fjøllini standa ljót har ongin sær“ (Rói Patursson 1989) – soleiðis ger yrkjarin vart við, at náttúru-áskoðan okkara er ikki ,natúrlig‘ men eitt mentanarligt fyri-brigdi. Hann setur traditiónini spurningar, roynir tæri í henni. Hann finnur haldgóð virði, t.d. hjá Hans Andriasi Djurhuus – leiðarorðini hjá Róa fremst í Líkasum eru orð Hans Andriasar „Grøs og allar urtir tiga,/ gleða seg men einki siga“; vit hóma træðrir hiðani til yrkingina „Grasið og hin seinasti mohikanin“ í fyrsta yrkingasavninum:

/.../

Grasið var tigandi eins og hann,
smádrongurin, frælsishetjan og indianarin. 


/.../

men eisini til ta stóru yrkingina „sólareygað“ í seinasta savn-inum (Rói Patursson 1985):

kenna dagin sum hann er
eiga heimin uttan orð

tá onki troystir
rørslurnar eru sjálvsagdar
og myndirnar glærar

/.../

Men tað snýr seg altíð um málið: í tøgn og orðleysari veran eru orðini til staðar sum frávera ella noktan. Rói arbeiðir innan fyri ta føroysku bókmentahevdina, og burtur úr kjaki hansara við hana spyrst fruktagóð víðkan og landnám.

Yrkingin „Heimkoma“ hevur tað gerandisliga orðið „líka-sum“ sum ein lykil, ið letur upp fyri nýggjari upplivan og fatan. Soleiðis at gera samanberingina til upplivingar- og tulkingarás, tað hevur samsvar í ávísingini hjá poststrukturalismuni av, at ikki bara er málteknið hissini; sambandið millum teknið og tað sum teknið stendur fyri er eisini hissini; tað broytist og liggur als ikki fast. Teknið, sum fær týdning sín bara ígjøgnum at vera ólíkt øllum øðrum teknum, rúmar ikki uttan víðari merkingini, sum altíð er, í hvussu er partvíst, fjarstødd:

tað er líkasum eg ikki eri komin
tí eg aldrin eri farin
tað er líkasum eg nústani fari
fyri aldrin at koma aftur

líkasum tá eg seti meg
við tað gamla vindeygað
og síggi at fjallagreinin
ikki sær soleiðis út
sum eg síggi hana

Við at taka upp í saman „líkasum“ loysir yrkingin upp teir viðurkendu mótsetningarnar millum hjáveru og fráveru og millum tað subjektiva og objektiva.

Rói er býarskald, hann sær fjallagreinina gjøgnum vind-eygað. Ein av býaryrkingum hansara er „Rustaður morgun“ (Rói Patursson 1989):

Tað gráliga følvið er vovið um
brimgarðin og goymsluhúsini.

Teir gulu veggirnir við rustaðum
rípum frá skrædnaðum blikktekjum.

Tey svørtu sporini enda í tí bláa
glerinum sum veksur upp úr tí illreyða
píkatráðnum.

Einglabarnið hevur skrivað fuck you
á tað samansjunkaða portrið. Einaferð
var her lystiligt. So hvurvu andlitini.

Teir lærdu granska søguna. Teir eru
ósamdir um hvussu slóðin skal tolkast.

Tað sigst at politiið stendur á berum.
Ongi orð eru í málinum. Alt er rustað fast.

Tey 3 fyrstu ørindini og fyrra helvt av fjórða lýsa eitt órøkt kaiøki við svørtum sporum, sum enda í bláum gleri. Á einum portri er eitt altjóða grafitti, skrivað av einglabarninum, t.e. einum unglingi, tí ungdómurin hoyrir eins og einglarnir til tað, sum ikki er viðurkent, men skúgvað til viks. – Eftir hesa lýs-ingina verður ein søga í tveimum reglum søgd:

/.../

Einaferð
var her lystiligt. So hvurvu andlitini.

Tað sum eftir er av yrkingini er ein tvíbýtt frágreiðing um avdúkanina av hesi gátuføru hvørvanini: øðrumegin granska teir (gev gætur: teir) lærdu søguna – hesa ávísu søguna og søguna yvirhøvur – og eru ósamdir um tulkingina; hinumegin er talan um eitt politimál, sum eingin loysn hómast á:

/.../

Ongi orð eru í málinum. /.../

Setningurin er ein umskriving av orðalagnum „eingi spor í málinum“ í tíðindaflutningi um politimál. Tað tvítýdda „mál“ knýtir samband millum „teir lærdu“ og „politiið“ – báðir partar autoritetir, sum avdúka og tulka.

Við spælinum millum „spor“, „orð“ og „mál“, sum knýta seg til „rustað“ og tað fallkomna kaiumhvørvið fyrr í yrkingini, verður yrkisevnið tulkingarvandamálið viðgjørt frá tveimum síðum: øðrumegin snýr tað seg um at finna og tulka sporini eftir hendingarnar, sum fram eru farnar; hinumegin um tað at seta tær í orð; og tær tvær síðurnar hanga óloysandi saman. Tað snýr seg um samspælið millum tað málsliga og tað sum er uttan fyri málið, og hetta samspælið virkar ikki, „alt er rustað fast“. – Tað at yrkingin ,fer fram‘ júst á einum kaiøki, t.e. samferðslu-, samskiftismiðdepli, strikar undir, at saman við høvuðsevnið í yrkingini, tulkingarspurningin, er flættaður spurningurin um samskifti okkara yvirhøvur.

Málhugburður og -nýtsla hjá Carl Jóhan Jensen er næstan beint tvørturímóti tí hjá Róa Paturssyni. Carl Jóhan Jensen fer ikki bara langt frá vanligum setningalagi, men tekur orð úr norrønum og ger sjálvur orð, sum ikki altíð eru eyðskild. Navnið á seinasta yrkingasavninum, Hvørkiskyn (1990), er dømi um tað. Yrkingarnar eru á tremur av tilsipingum til norrønan fornskaldskap, føroyskan skaldskap av manna munni og, síðst men ikki minst, fullar av tilvísanum til kristnan miðaldarlærdóm. Sum onnur yrkingasøvn í hesum árum, hevur Hvørkiskyn leiðarorð, og eyðkennandi fyri yrkjaran er, at hann setur hesi bíbliuorð fremst í bókina: „Hví krevur henda tíðin eitt tekin? Sanniliga sigi eg tykkum: Ikki skal nakað tekin verða givið hesi slekt“ (Mark. 8,12).

Tað sum yrkjarin tekur fyri við at nýta hesi bíbliuorð og eisini í yrkingum sínum, er at uppfylla krav um eintýtt samband millum teknið (,málið‘) og tað sum teknið stendur fyri (,veruleikan‘). Hjá yrkjaranum er tað tann málsligi veruleikin, sum leikar á (C.J. Jensen 1987):

tað er ikki tað
at sólarlagið breyt seg
Í gjøgnum ein kúving
Ið sløddist
Á lónni

/.../

Fýra ørindi eru afturat og byrja øll við „tað er ikki tað“. Yrkingin endar:

/.../

men tað er
At eg
Sigi
At tað er

Yrkjarin avnoktar ikki veruleikan uttan fyri málið, men fyri honum er hann ráevni.

Í Hvørkiskyni eru 22 yrkingar, onnur hvør hevur navn, onnur hvør er navnleys. Tær seinnu standa sum eitt slag av viðmerking til tær fyrru. Yrkingarnar eru torskiltar. Aftast í bókini eru viðmerkingar og frágreiðingar eins og í yrkingasøvnunum hjá T.S. Eliot.

Yrkingin „Hvørkiskyn“ er eitt ørindi:

tað er sum fjørblomstrið fer
    at slíðrast um dreymin
tað er sum hvessist inn
    ið tægrarnar slitna
tað er sum málinum sárkast
    at hvørki er til

Gjøgnum tríggjar javnsettar setningar orðar yrkjarin eina trí-býtta hugsan ella upplivan. „Fjørblomstrið“ er eitt orð, sum hann hevur gjørt; fyrri parturin, „fjør“, er gamalt fyri ,lív‘. Eisini sagnorðið „slíðrast“ er hansara, gjørt av navnorðinum ,slíðri‘. – Tvey av sagnorðunum standa í miðalsøgn (slíðrast, hvessist), eitt er óávirkandi (slitna), eitt stendur ópersónligt og í tolsøgn (sárkast). Av hesum sagnorðaformunum stendst, at tað sum hendir, tykist at henda uttan at tann/tey, sum tað hendir við, hava nakra ávirkan.

Tann navnleysa yrkingin, sum fylgir, og sum eg lesi sum útlegging ella framhald av teirri fyrru, ljóðar so:

í myndini
samvendist
teknið
við teg
áðrenn
vatnið
loysir
fræið
aftur
úr myrkrinum

„Í myndini“ vísir til ta fyrru yrkingina sum eina mynd. Har høvdu vit „fjørblomstrið“ og „dreymin“ í einari samlegu- ella gitnaðarmynd; her hava vit úrslitið, „fræið“, sum vatnið loysir, eftir at „teknið“ „samvendist“ „við teg“. – Av tveimum negativ-um í fyrru yrkingini („hvørki er til“) kyknar eitt positivt – fræið – og „tú“ er medvirkandi í, at tað hendir. Plantu- og gitnaðar-myndirnar eru knýttar at málinum sum einum sjálvstøðugum fyribrigdi; eitt „tú“ er uppií uttan, at tað er greitt júst hvussu.

Sovorðið yrkingarlag er sprottið úr jørðildi ávirkaðum av tí ómetaliga áhuganum fyri málinum sum teknskipan og loynd-armálum tess, sum hevur sett so sterkan dám á heimspekiliga hugsan í okkara tíð.

Men er slík postmodernistisk yrking ikki flótti frá øllum veruleika og spælir hon ikki við orð og meinar einki við tí? Tað kann tykjast so við hvørt. Men hon verður til í hand-anídnaðarsamfelagnum, samskiftissamfelagnum og teldu-samfelagnum, har ið tað, sum menniskjuni senda sínámillum, meira og meira eru abstraktar kotur og tekn.

Tískil er skaldskapur, sum fæst við at opna nýggja sjón og fatan av málinum og merkingaframleiðslu tess, staddur mitt í fløkta veruleika okkara og kann vera eitt tól til at skilja hann við.

… so vakurt og ókent

Í tí skaldskaparrákinum, sum hesir báðir seinast umrøddu yrkjararnir umboða og sum er útbreitt í Norðurlondum í dag, er yrkingin ógvuliga medvitað um seg sjálva sum mál-verk og sum bókmentir; hon er eitt tól at hugsa og uppliva við, ikki eitt facitt; og hon er ein viðmerking til bókmentaarvin og til sín sjálvs.

hetta gamla træið
er sum eitt blað so
ungt og undarligt í
hvørjum skugga er tað
so vakurt og ókent

Orðini eigur Rói Patursson (1987)

Á einum heilt øðrum støði ger Malan Poulsen viðmerkingar til bókmentaarvin. Hon fegnast sjálvsmedvitað um at hoyra málið í sær sjálvari; smíðar burtur úr rímu Hans Andriasar um stórusystur, sum uggar lítlabeiggja – tó hjá Maluni er sjálvið í yrkingini ikki tað uggandi men tað skapandi: „látið er mítt“; ger upp við kvinnulýsingina í manstraditiónini og vil brúka skrivingina út frá sínum egnu fortreytum; í fyrsta umfari til at finna seg sjálva, frígera sjálvsmynd sína frá kvinnumyndini hjá manstraditiónini, mansskaldskapinum. Hóast annað fráfaringarstað og aðra grundgeving hevur Malan tað felags við hinar báðar seinast nevndu yrkjararnar at vilja nýtulka og sleppa av við vanaorðalag og -fatan av bæði nútíðini og søguni. Tað yvirskriftarleysa ørindið hjá Róa her omanfyri kann standa sum umboð fyri tað rákið, sum í hesum árum leitar eftir nýggjari fatan og orðing og setur spurnartekin við heimakunnigar útsagnir, mótsetningar og samanberingar.