Føroysk skaldsøguhetja úr 18. øld

Tá ið Robinson Crusoe eftir Daniel Defoe (1659-1731)
kom út í 1719, gjørdist hon beinanvegin gitin og ómetaliga væl umtókt víða um lond. Hon gjørdist eisini skjótt íbirtari og fyrimynd fyri einum nýggjum søguslag: spenningssøgum um tað at stranda og liva á oyðioyggj eftir hendingaríkar vandaferðir á fjarløgdum, ókannaðum slóðum. Men hon fekk eisini stóran týdning fyri menningina í skaldsøguskriving yvirhøvur, ikki minst gjøgnum sína neyvu frásøgn um gerandisligastu lutir, sum tað hvussu Robinson innrættar hús síni, ger sær amboð, mat, býtir dagin sundur o.s.fr., soleiðis at frásøgnin fær ein sterkan veruleikadám ella dám av skjalfestu. Hetta var ein nýgerð, sum fekk ógvuliga sterka ávirkan á seinni skaldsøguskriving.

Ein floymur av søgum, sum prýddu seg við navninum Robinson, fór skjótt at koma út, og heilt fram á okkara dagar hava høvundar nýtt navnið til at knýta samband við hesa siðvenjuna; eg minnist eina gentubók, Frk. Robinson æt hon, um eina dreingjaliga gentu sum brennandi ynskti sær at búgva á eini oyðioyggj. Millum teir elstu eftirkomararnar hjá Robinson Crusoe eru m.a. ein hollendskur frá 1721, ein saksiskur frá 1722, ein franskur frá 1723 og ein svenskur frá 1723.

Við Die Insel Felsenburg, 1731, eftir J.G. Schnabel fekk evnið eina nýggja snaring, tí har er tað einsliga lívið á oyðioyggj ikki ein hørð lagna, sum rakar høvuðspersónin; tvørturímóti hevur hann sjálvur valt tað við tí endamáli at skapa eitt gøvigt samfelag í náttúruni, fjart frá teirri spiltu siðmenningini. Ymisk frábrigdi av hesari snaringini komu fram í romantikkinum og seinni, og vit eiga t.d. søguna „Einsamallur á Lítlu Dímun“ eftir Heðin Brú (Purkhús 1966).

Robinson Crusoe fekk nýggjan týdning, tá ið J.J. Rousseau í Emile (1762) rósti henni sum ómetaliga virðismiklari í barnauppalingini.

Í 1779-1780 umskrivaði J.H. Campe Robinson Crusoe í fyri børn við uppalandi og siðbøtandi endamáli, og dúgliga varð síðan hermt eftir hesari umskrivingini, m.a. í Der schweizerische Robinson eftir J.D. Wyss, sum er nevnd í Ett drömspel eftir August Strindberg í samrøðu millum móður og vaksnan son: „Modern: Javäl! Men gå nu til skåpet där.../ Officern: (blyges) Du vet det då! Det är.../ Modern: Den Schweiziske Robinson... Som.../ Officern: Säg inte mer!.../ Modern: Som din bror blev straffad för... och som du rivit sönder och gömt!“

Campe meira enn Defoe er støðið undir barnabókini Robinson Crusoe.

Millum allar Robinsons-søgurnar, sum komu í hølunum áRobinson Crusoe hjá Daniel Defoe 1719, var eisini Der färöische Robinson, Hin føroyski Robinson. Bókin, sum er skrivað á týskum, kom út í Keypmannahavn og Leipzig árið 1756. Nøkur fá ár frammanundan vóru tvær aðrar týskar bøkur um norðurlendskar robinsonar útkomnar: Í 1741 var útkomin Der nordische (t.e. norski)Robinson, og í 1555 Der isländische Robinson, henda seinna við sama útgávustað sum tann 'føroyski' Robinson.

Á tittulblaðnum í føroyska Robinson stendur:

HIN
føroyski
ROBINSON
ella
strídnu
FERÐIR
og
HØPP OG ÓHØPP
AXELS AXELSSONAR
Føroyings

Heruppií um hvussu hann dvaldist einsamallur á einum føroyskum skeri og somuleiðis hvussu hann strandaði á einum afrikskum forbergi og um undursomu
bjarging hansara.

Við innsettum
KÆRLEIKS- OG LÍVSTILBURÐUM
og harumframt við

stuttligum søgum
UM ONNUR FÓLK

xxxxxxxxxxxxx

Keypmannahavn og Leipzig
eftir Friedrich Christian Pelt, 1756

Frásøgnin, sum er í 1. persóni og á tann hátt skapar í hvussu er formligan møguleika fyri trúvirði – frásøgumanninum sjálvum hevur tað verið fyri, sum sagt er frá – byrjar soleiðis:

Ljós heimsins sá eg á teirri bestu av føroysku oyggjunum, hon eitur Streymoy, og á henni í Tórshavn, sum hóast hon ikki er serliga stór, er tað liviligasta plássið í oynni, tí hon hevur góða havn og ein skansa til at verja havnina. Annars eru oyggjarnar 25 í tali, men bara 17 teirra eru bygdar, hinar eru óbygdar. Hóast hetta fedraland mítt er sera fjarskotið og ungdómurin tessvegna ikki hevur høvi til at hyggja seg um í heiminum og harvið bøta siðir sínar eins væl og ogna sær alskyns gagnligt kynstur og kunnleika, og tískil má hjálpast við ta undirvísing, sum teimum býðst øðrumegin frá nøkrum rættiliga royndum monnum, sum geva frálæru, hinumegin frá foreldrunum, og av tí sama eingir møguleikar eru fyri at fáa framúrskarandi lærdóm; so eru kortini nógv, sum eiga eitt gott natúrligt skil og duga sera væl at liva eftir tí, sum har á landi er siður, og ikki so fá eru víðfarin og hava ferðast einsamøll, serliga á sjónum, og harvið hava tey roynt ta svikaligu, ymisligu eydnuna, og tað eins og vísir teimum fáfongd heimsins í spegli, og tað hevur ofta leitt tey av hálari gøtu á dygdarbreyt.

Týðing: TS

Um hesa sjáldsomu bókina, sum er til skjals á kongliga bókasavninum í Keypmannahavn, stóð ein grein í Dimmalætting 14. mars 1914, sama vár sum Robinson Kruso kom á føroyskum um heystið. Greinskrivarin er Chr. Heilskov, bókavørður við Statsbiblioteket í Aarhus.

Hann hevði verið lærari í Realskúlanum í Havn og blaðstjóri á Dimmalætting (sbr. Dimmal. 27. des. 1913).

Chr. Heilskov greiðir frá teirri 840 síður drúgvu bókini um hin føroyska Robinson, Axel Axelsson, sum hann metir er frítt uppfunnin. Bókin er illa skrivað, sigur hann, tað krevur stórt tol at lesa hana. Høvuðshendingarnar eru hesar: Hin ungi Axel Axelsson vaks upp í Havn, abbi hansara var lærari hansara…

...ich übete mich des Vormittages im Dänischen lesen und auswendig lernen, des Nachmittages aber im schreiben und rechnen, und hielte deranstalt an, dass in Zeit von zwey Jahren, mich geschickt befande, jedermann auf Befragen deswegen hinlängliche Antwort zu ertheilen. Hierüber liess mein Grossvater nicht nur ein grosses Vergnügen blicken, sondern wurde auch dadurch um so mehr angefeuert, seinem Versprechen nachzukommen, und mich im Teutschen lesen und schreiben zu unterweisen, welches eine unglaubliche Freude bey mir erweckte, denn war ich vorhern emsig gewesen, das Dänische zu begreifen, so sparete von da an gar keine Mühe dem Teutschen obzuliegen, und kan mit Wahrheit versichern, dass es mir gar nicht schwer angekommen, sondern solches gleichsam spielend begriffen, davon zur Probe dienen kan, dass ich bloss von Zuhören ein Lied welches mein Grossvater alle Abend zu singen pflegete, ohne den geringsten Anstoss nach zu singen auswendig wusste, dennoch aber hielte mich eine unzeitige Scham ab, solches jemand mercken zu lassen, die hörigte Meinung hegende, dass man mich deswegen verlachen würde...

Der Färöische Robinson s. 5-6

Abbin hevði ferðast nógv og átti nógvar bøkur, og av at lesa tær fekk Axel brennandi hug at síggja stóru verð. Einaferð hann var til útróðrar saman við øðrum monnum, kom illveður, báturin holvdist og allir druknaðu uttan Axel, sum slapp upp á ein hólm so langt úti á havi, at einki land sást. – Chr. Heilskov bendir á, at henda landalæran er skeiv, tí eingin hólmur ella sker er við Føroyar, sum ikki sæst úr landi. Hvussu er og ikki, eitt helli er á hólminum, sum Axel fær sær tilhald í. Tað eydnast honum at gera eld, hann brennir turran tara og hevur egg og fisk til matna. Eina náttina sum hann liggur í andvekri, kemur ein lítil hundur, sum onkursvegna er komin í land. Tá ið Axel hevur verið í hólminum í tríggjar mánaðir, kemur ein útróðrarbátur, sum hevur ansað eftir roykinum frá bálinum. Á bátinum eru abbi og pápi Axels og aðrir. Seinni fer Axel til Danmarkar, er í ymsum plássum har og fer so longri burtur. Tað endar við, at hann heldur brúdleyp í Amsterdam. Annars er bókin full av kærleikabrøvum og longum rímaðum ørindum.

Útgevarin fylgir bókini á leið við góðum orðum og setur fram rættvísgeringar fyri, at hon kemur út. Sovorðnir formálar vóru vanligir, ikki minst tí at skrift- og prentloyvi hoyrdu kongi og kirkju til, og bara tað, sum samtykti við teirra vilja, fekst prentað. Útgevarin sigur, at hann eins og so nógv onnur loyvir sær at nýta Robinson-navnið til søgu sína. Hann viðgongur, at ungdómsbrek Axels, sum standast av ástmikla lyndi hansara, eru sera frítt lýst – soleiðis lumpar hann snildisliga eina sølulýsing inn– og viðgongur eisini, at ikki fyrr enn seint sæst, hvussu stríðið hjá Axeli móti girndunum partvíst eydnast. Men, heldur hann, vísir hetta okkum ikki skilliga, hvussu varin ungur maður eigur at vera í levnaði sínum? Tað, sum sagt er frá óvandalívi, er bara til ávaringar! Hetta skuldi teppa siðaprædikaran, so bókin skuldi fáa frítt at fara gjøgnum prenteftirlitið.