BÓKMENTASØGUSKRIVING

Bókmentasøgan kannar menningina hjá bókmentunum gjøgnum longri og styttri tíðarskeið. Í hesi grein verður sagt frá fyribrigdinum bókmentasøga, føroyskari bókmentasøguskriving og fortreytum hennara. Greitt verður eisini frá, hvussu henda vísindagrein tók seg upp og seinni broyttist av ymsum granskingarrákum

Bókmentasøga er ein táttur í tí frøðiliga ella vísindaliga arbeiðinum við bókmentum. Aðrir tættir eru t.d. greining og tulking av einstøkum verkum, kanning av ymsum tekstsløgum, av hugmyndaheimi og fagurfrøði hjá ymsum rithøvundum.

Bókmentasøga sum fyribrigdi

Bókmentasøga sum søgan um menningina hjá bókmentum gjøgnum tíðina tók seg upp í Evropa um aldamótið 1800, tá ið hugtakið søgulig menning, evolutión, varð til. Knýttar at menningarhugtakinum vóru tær sterku rørslurnar romantikkur og tjóðskaparrørsla í sama tíðarskeiði. Hugtakið søgulig menning hevði við sær skifti frá statiskari til dýnamiska heimsfatan, og saman við hesum skiftinum hongur hugmyndin um áhaldandi framburð, vísindaliga eins væl og mentanarliga og moralskt.

Úr hesum hugmyndajørðildi spruttu í 19. øld evropeiskar bókmentasøgur, sum vístu á tað serstaka í bókmentunum hvør í sínum landi. Stóran týdning fyri skapanina av tí nýggja søguhugtakinum hevði týski hugsarin Gottfried Herder (1744-1803); fyri honum var skaldskapur av manna munni vitnisburður um instu veran og samleika tjóðarinnar og tjóðarbókmentasøgan eitt stig fram móti alheimsbókmentasøguni; tí romantikkurin hugsaði sær ein alheimsligan andligan felagsskap millum manna.

Áðrenn søguliga menningarhugtakið og romantikkurin kyknaðu upp, høvdu bókmentir verið mettar eftir, hvussu væl tær uppfyltu tey sonevndu klassisku krøvini, t.e. hvussu væl tær fylgdu teimum fornu griksk-rómversku fyrimyndunum. Hetta broyttist nú til, at tjóðarbókmentir vórðu›u mettar út frá sínum søguligu fortreytum.

Í seinnu helvt av 19. øld stóð bókmentasøga í blóma í Evropa, og alla fyrru helvt av 20. øld var hon høvuðsinnihaldið í universitetsgreinini, sum fekst við bókmentir. Kanning av einstøkum verkum, høvundum og tekstsløgum – og í sambandi við eldri bókmentir tekstrannsóknir (filologi) – alt var hetta fyrireiking til ta samansjóðandi bókmentasøguna. Rúgvismiklar og virðiligar bókmentasøgur í fleiri bindum vórðu skrivaðar á universitetunum. Hesi verkini fingu ávirkan ikki bara í tí akademiska umhvørvinum, men eisini úti millum manna, tí tað var partur av almennari mentan og góðari uppaling at kenna bókmentasøguna. Greinin, sum fekst við bókmentir á universitetunum, æt „bókmentasøga,“ summastaðni „samanberandi bókmentir“ í samsvari við tað rákið í granskingini, ið legði størstan dent á samanburð sum bókmentafrøðiligt háttalag.

Smátt um smátt fór ivi at taka seg upp um tað positivistiska støðið, henda bókmentasøguskriving bygdi á. Hon rendi seg fasta í strembanini eftir bara at taka tað við, sum kundi prógvast. Og í 1920-árunum tóku nýggj granskingarrák seg upp: formalisma, strukturalisma og nýkritikkur. Í Norðurlondum gjørdu tey av álvara vart við seg um 1960. Øll hesi rákini beindu, hvørt á sín hátt, bókmentagranskingina á annan bógv, burtur frá tí søguligu og samfelagsligu granskingini, sum kannaði orsakir, ávirkan og umhvørvi bókmentanna meira enn bókmentirnar sjálvar, og til teir skaldsligu tekstirnar sjálvar.

Meðan bókmentasøgan í stóran mun hevði granskað høvundarnar og alt, sum var uttan um bókmentirnar, settu tey nýggju rákini kanning av tí málsliga bygnaðinum, sum var bókmentaverkið sjálvt, í brennidepil. Bókmentasøga misti ráðandi støðu sína á universitetunum. Ein avleiðing var, at á ymsum universitetum var heitið á greinini „bókmentasøga“ broytt til „bókmentavísindi“ ella „bókmentafrøði.“ Í undirvísingini vuksu nýggir tættir fram sum eitt nú bókmentagreining, ið strembaði eftir at vera objektiv og at fínka og menna greiningarhugtøk og -amboð til at kanna skaldverkið sum skaldverk, tekstin sum tekst. Kravd varð størri samsvaran í háttalagi, at tesur vórðu›u settar fram og ástøði nýtt. At lesa bókmentir við vanligum viti og skili og innlivan til hjálpar var ikki longur nóg mikið. Vísindaligt háttalag varð eitt krav.

Gjøgnum 1960-árini og 70-árini øktist „vísindaliggeringin“ av bókmentaviðgerðini á strukturalistiskum støði. Tað positivistiska støðið, sum bókmentasøguskriving spratt upp úr í 19. øld var ikki nøktandi longur. Menningin í hugvísindum, málvísindum, sálarfrøði og samfelagsfrøði gjørdi, at endurnýggjan av bókmentafrøðini varð bráðneyðug. Í hesum viðfanginum fánaði bókmentasøgan sum granskingarevni, hóast hon livdi við sítt fríska lív sum væl umtókt tekstslag hjá lesarum alment. Men lítið varð í 1970-árunum gjørt av at skriva nýggjar víðfevndar bókmentasøgur í Norðurlondum. Í staðin vórðu nágreiniligar kanningar gjørdar av avmarkaðum evnum.

Tørvurin fyri søguligum yvirlitum yvir gongdina innan bókmentir var tó ikki horvin, og bókmentasøgur vórðu og verða skrivaðar. Frá seinnu helvt av 1980-árunum eru fleiri stórar norðurlendskar bókmentasøgur, sum spegla tað nýggja landnámið í bókmentagranskingini. Tað ævisøguliga tilfarið um høvundarnar, sum fyllir so nógv í gomlu bókmentasøgunum, er minkað burtur. Strukturalisma og nýkritikkur síggjast aftur í, at einstøk verk verða greinað bygnaðarliga og fagurfrøðiliga. Tey marxistisku søguligu og politisku vísindini, sum blómaðu á universitetum í 1970-árunum, síggjast aftur í tilvitinum um, at bókmentir eru sprotnar úr og liva í einum ítøkiligum, stættabundnum veruleika og hava ymiskan týdning fyri ymiskar stættir. Sálargreiningin (psýkoanalýsan) hevur dýpt fatanina av skaldsligum myndamáli og sýmbolum. Kvinnugranskingin hevur gjørt, at støðan hjá kynunum er vorðin ein viðkomandi táttur í bókmentasøguskriving. Og frásagnarfrøðin – narratologiin – minnir bókmentasøguskrivaran á, at tann tekstur, hann skapar, eins og annar tekstur skal tulkast og er bundin av frásagnarfrøðiligum fortreytum.

Tær norðurlendsku bókmentasøgurnar frá 1980-árunum eru tjóðarbókmentasøgur: donsk, svensk, norsk og íslendsk bókmentasøga. Tað hava tær felags við flestar bókmentasøgur, eins og eg komi nærri inn á seinni. Ein bókmentasøga, ið brýtur frá í hesum, er tann norðurlendska kvinnubókmentasøgan, sum nýliga var liðug og sum eisini rúmar føroyskum kvinnuligum rithøvundum. Hesar nevndu bókmentasøgur, sum eru ógvuliga ymiskar sínámillum, eru allar fleiri høvunda verk. Í hesum síggja vit ta víðgongdu serfrøðina, arbeiðsbýtið, í nútíðargransking, har tann einstaki granskarin sjáldan ger sær vónir um heildarvitan innan sína grein, men leggur síni úrslit saman við úrslitunum hjá starvsfeløgunum sínum. Hóast verkið eitur bókmentasøga, er dámurin yvir verkunum tí ofta meira av einum ritgerðasavni enn av einari samfeldari søgu, sum tú lesur úr enda í annan. Eldri bókmentasøgur, harafturímóti, vóru ofta eins mans ella tveggja manna verk. Tó verða framvegis skrivaðar bókmentasøgur, sum eru einsmansverk.

Niðurstøðan av hesum inngangsorðum verður, at fyribrigdið bókmentasøga, ið blómaði tíðliga í tjúgundu øld, enn er eitt óundansleppandi tekstslag hjá bókmentagranskingini. Hon hevur gingið ígjøgnum stórar samleikakreppur í seinnu helvt av 20. øldini, og sjálvrannsakan hennara er neyvan liðug enn.

Nakrar fyritreytir fyri føroyskari bókmentasøguskriving

Nýføroyskt skriftmál og skriftmentan tóku seg upp í 19. øld: kvæðatekstir og týðingar komu á prent, og so við og við vuksu fjølbroyttari bókmentir fram. Søgan um tær er partvíst skrivað.

Fyrsta treyt fyri at skriva bókmentasøgu er, at heimildir eru um hana. Onnur treyt er, at heimildirnar eru granskaðar og viðgjørdar, soleiðis at tað ber til at nýta tær í arbeiðinum at skriva álítandi bókmentasøgu. Tá ið vit hugsa um, at aðrastaðni hevur akademisk gransking staðið fyri at skriva bókmentasøgu og skapa bókmentasøguhevd, og at føroyskt skriftmál og skrivaðar bókmentir eru ikki meira enn hálva aðra øld gamlar, undrar tað okkum ikki, at føroysk bókmentasøguskriving hvørki er gomul ella rúgvismikil. Fyrsta bókmentasøgan kom út í 1935, og høvundurin Chr. Matras, hevði hægstu akademisku útbúgving, var doktari í málfrøði; eingin akademisk próvritgerð var tá skrivað um føroyskar bókmentir. Nýføroyskar bókmentir vóru sanniliga nýggjar – elsta skaldsøgan var ikki meira enn 26 ára gomul; men tað forðaði ikki fyri, at tørvur var á, at søgan um føroyskar bókmentir frá elstu tíð til samtíðina varð søgd; fyrsta bókmentasøgan er skrivað eftir áheitan frá føroyskum mentafólki.

Verk, sum kunnu kallast føroyskar bókmentasøgur, eru: Føroysk bókmentasøga eftir Chr. Matras frá 1935, 104 smáar síður; Bókmentasøga I, II og III eftir Árna Dahl frá 1980-83, góðar 400 síður í vanligari stødd við nógvum myndum; Færøsk litteratur – udvikling og vilkår eftir Martin Næs frá 1981, 100 síður; og Færøsk litteratur eftir Jógvan Isaksen frá 1993, 336 síður við nøkrum myndum; henda seinasta tekur í undirheitinum, Introduktion og punktnedslag, fyrivarni fyri, at hon ikki er ein heilskapað, samanhangandi bókmentasøga men stakar viðgerðir um ávís evni.

Útgávur, ið løgdu støði undir føroyska bókmentasøguskriving

Nøkur ávís eldri verk eiga sín serliga lut í at skilmarka føroyskar bókmentir og eiga á tann hátt sín serliga lut í at leggja støði undir føroyska bókmentasøguskriving. Her er um elstu úrvalsritini við føroyskum bókmentum at røða: Færøsk Anthologi eftir Hammershaimb (1891), Smásangir og Sálmar (1899), Lesibók A. C. Evensens (1911) og Songbók Føroya Fólks (1913).

Á›renn Antologiin kom út, vóru Sjúrðarkvæðini útkomin og nøgd av føroyskum munnligum skaldskapi, sum Hammershaimb setti á prent í donskum vísindatíðarritum í 1840-árunum (1846,-47) og 1850-árunum (1852, 1854). Anthologiin, fyrsta sýnisbókin av føroyskum bókmentum, gjørdist fyrimynd, tá ið talan var um føroyskar bókmentir. Tekstparturin í Anthologiini býtir tilfarið sundur eftir formligum eyðkennum í bundið og óbundið mál: Kvæder og Prosa. – Í kvæðapartinum eru dømi um tey ymsu sløgini av kvæðum: gomul kvæði, nýggjari kvæði og tættir eftir nevndar høvundar. Seinast í hesum partinum standa undir yvirskriftini „Nye Digte“ tríggir av teimum elstu sangunum til málið, landið og fólkið: „Hvat kann røra hjartastreingir,“ „Føroyingar, sum her nú koma saman,“ og „Úr øllum ættum koma vindar.“ – Prosaparturin í Anthologiini goymir orðatøk, gátur og einamest sagnir av ymsum slag – skaldskap av manna munni, sum Hammershaimb sjálvur hevði savnað dastið av. Men aftast í hesum partinum standa onnur, skrivlig sløg av prosa: í fyrra lagi týðing av bíbliutekstum, í øðrum lagi fólkalívsmyndirnar, sum Hammershaimb sjálvur skrivaði og sum eru elsta føroyska stuttprosa. Samanumtikið leggur Anthologiin fram bókmentaúrval frá elstu tíð til samtíðina; hóast tann stóra nøgdin hoyrir til ta aldagomlu munnligu hevdina, er tann nýggja tíðin eisini umboðað við dømum um tær skrivligu bókmentir, ið vóru farnar at næla og vóru komnar á prent í Dimmalætting og Føringatíðindi.

Vit eru von við, at Hammershaimb verður nevndur faðir at føroyskum skriftmáli; A.C. Evensen kallaði hann faðir at føroyskum bókmentum. Vit mugu síggja hesa meting í ljósi av, at Anthologiin bar fram føroyskar bókmentir frá elstu tíð til samtíðina; vit mugu eisini síggja hana í ljósi av teirri bókmentafatan, sum ráddi í tíðini: meting av føroyskum bókmentum úr at kalla reint málsligum sjónarhorni. Tað síggja vit í Lesibók A.C. Evensens 20 ár seinni.

Lesibók var ætlað Læraraskúlanum. Hon kom út 1911. Føroyskt, munnligt og skrivligt, varð kravd lærugrein í Læraraskúlanum í 1907. Men í 1912 samtykti sambandsmeirilutin á Løgtingi, at undirvísingarmálið í føroyskum skúlum skuldi vera danskt. Hetta var ein smeitur fyri støðuna hjá føroyskum og fyri menningina av føroyskum sum yrkismáli.

Lesibók er fjølbroyttasta úrval av føroyskum bókmentum, sum er útkomið. Hon er 461 tættar tekstsíður, býttar sundur í tríggjar partar: 1. Norrønar bókmentir, 2. Elstu føroysku bókmentir, serliga kvæði, og 3. Frá Hammershaimb til H. A. Djurhuus. Janus Djurhuus er tann yrkjari, ið flestar yrkingar eigur í bókini, nevniliga tíggju.

Evensen kallar í greinini aftast í bókini, „Um føroyskt mál“, Anthologiina „varðaverk“ (Evensen 1911: 461) og sigur, at „frá Hammershaimb mugu nútíðar føroyskar bókmentir telja sín uppruna; hann kveikti tann huga, ið nú finnst til at reisa tað fallna mál aftur á føtur, hann lærdi okkum at brúka tað og skapti virðing fyri tí í okkara eygum og fremmanda manna“. Vit síggja her, hvussu mál og bókmentir eru óloysandi samanknýtt í umrøðu Evensens, og eyðvitað er søgan um føroyskar bókmentir samantvinnað við søguna um menningina av føroyskum skriftmáli.

Lesibók tekur sær støði í Anthologiini, soleiðis at miðkurilin, 2. partur, í henni er átøkur tekstpartinum í Anthologiini: har eru gott 30 kvæði, av teimum 20 úr Anthologiini, hini eru Sjúrðarkvæði; stór nøgd av sagnum og ævintýrum í Lesibók er úr Anthologiini og Sagnum og ævintýrum (1898-1901) hjá Dr. Jakobsen.

1. partur av Lesibók er 100 síður av norrønum bókmentum í bundnum og óbundnum máli, sumt í føroyskari týðing, annað á norrønum og uppaftur annað á bæði føroyskum og norrønum. Fyrsti partur endar við dømum um føroyskar miðaldarlógir og -brøv. Hetta breiða norrøna úrvalið er støðið undir øðrum parti, ið sum nevnt er tann føroyski skaldskapurin av mannamunni, og hann fyllir knapt 200 síður.

Triði partur er nýføroyskar skrivaðar bókmentir frá Hammershaimb og úteftir, tilsamans um 140 síður í bundnum og óbundnum máli; hesin parturin byrjar við trimum fólkalívsmyndum og einum essay, „Samljóð og misljóð“, eftir Hammershaimb. Har er eitt brot úr fyrstu føroysku skaldsøguni, brot úr føroyskum sjónleikum, upprunaligar og týddar yrkingar – ein tekstur eftir kvinnu, nevniliga týðing hjá Mariu Mikkelsen eftir Heine – og bíbliutekstir umframt ein lógartekst og yrkistekstir, bæði søguligar og náttúrufrøðiligar. Tann málsliga menningin, skriftmálskynstrið á ymsum økjum, ikki bara í skaldskapi, er umboðað.

Framman fyri 1. part er inngangur um norrønar bókmentir og framman fyri 2. part inngangur um kvæðaskaldskap. 3. partur hevur ongan inngang, men aftast í bókini er grein eftir Evensen, „Um føroyskt mál. Ein eftirskrift;“ har sigur høvundurin frá ætlan síni við bókini: at geva dømi um tað tungumál, sum føroyingar hava talað frá víkingaøld til samtíðina og av skaldskapi og bókmentum á hesum máli. Eyðsæð er, at tað søguliga samanhangið liggur høvundinum á hjarta. Síðan verður nærri grundgivið fyri norrønu tekstunum í 1. parti: tað forna íslendska málið, fram til 1200, var sama mál sum fornføroyskt í sama tíðarskeiði. Greitt verður frá, at miðaldarlógir og -brøv vísa, hvussu føroyskt so við og við verður eitt serligt mál, men at so at siga einki er varðveitt á føroyskum úr miðøld, at danskt gjørdist skriftmálið. So greiðir hann frá uppskrivingini av kvæðum frá Svabo til Hammershaimb. Evensen tekur til hesi orð Hammershaimbs í Ársbók Førja Bóka-felags (1900) um menningina av føroyskum: „Tann føroyska tungan, sum var bundin, tá ið nakað álvarsamt skuldi sigast, er nú losnað og kann í móðurmálinum tala og skriva um alt, hvat til hugs kemur og hjarta rørir,“ men Evensen heldur, at vit mugu „kortini siga, at tað enn vantar nógv. Á mongum andans umhvørvum er okkara mál enn ónýtandi. Tað krevir enn at mýkjast undir mongum hondum, áðrenn tað er vorðið eitt kulturmál...“ (Evensen 1911:461). Hann leggur dent á, at tað er neyðugt at halda málið reint og byggja tað upp av egnari grund. Framgongd hevur verið í málinum, t.d. frá yrkingini „Málstrev“ til tær bestu yrkingarnar hjá Jóannesi bónda; kortini finst hann at Janusi Djurhuus fyri at yrkja „málskeivt“ og nýta hjáorðsformar sum „treystligt,“ „mjúkligt“ í staðin fyri „treystliga,“ „mjúkliga,“ og yvirhøvur heldur Evensen, at helst í yrkingum verður føroyskt javnan nýtt skaðiliga formleyst. Um prosa sigur hann, at tað besta, sum eftir hansara tykki er komið fram tey seinastu tjúgu árini, er ein frásøgn eftir Símun av Skarði, „Eftir jólagóða,“ sum er skrivað næstan orðarætt eftir gamla manna frásøgn og er sum ein lítil íslendingasøga, heldur hann fyri. Eftir Evensens tykki vísir henda søgan bæði aftur á okkara norrøna grundarlag og á leiðina frameftir: hvar vit skulu leita til at „lyfta okkara tungumál.“

Lesibók røkkur frá norrønari tíð til samtíðina, fevnir um bæði skaldslig og yrkislig tekstsløg og setur tilfarið í søguligan samanhang. Endamálið er í skúlahøpi at vísa á søguligu gongdina hjá føroyskum skriftmáli og harumframt at styrkja menningina av føroyskum skriftmáli á norrønum botni frameftir. Lítið er av bókmentaligari ella fagurfrøðiligari meting uttan, at „Eftir jólagóða“ verður róst fyri at líkjast einari íslendingasøgu, „her er einki orð ov mikið, einki ov lítið“ (s. 462). Men hóast inngangir til 1. og 2. part og samanfatandi grein aftast í bókini er hetta fyrst og fremst ein lesibók, ikki bókmentaviðgerð. Bókmentalig virðismeting kann bara lesast óbeinleiðis í, hvat úrvalið fevnir um, t.d. at Hammershaimb er umboðaður ikki bara við tekstum, sum hann hevur savnað inn og givið út, men eisini tekstum hann sjálvur hevur skrivað; og at Janus Djurhuus er tað skald, ið er best umboðað.

Ein bókmentafrøðilig ævisøga

Eitt høvuðsverk í føroyskari bókmentasøguligari gransking er Poul Nolsøe. Lívssøga og irkingar eftir dr. Jakobsen. Tað kom út í átta heftum árini 1908-1912. Viðgerðin av skaldskapi Nólsoyar Páls er rættiliga fjølbroytt. J. Jakobsen var doktari í norrønari málfrøði, men hevði eisini lisið franskt mál og bókmentir og týtt dømi um franskar samtíðarbókmentir ( Tvärsmásøvur av Guy de Maupassant, sættar út uppá førist, 1892).

Í samsvari við tey søguligu, ævisøguligu og samanberandi sjónarmiðini, sum vóru frammi í evropeiskari bókmentagransking, setur dr. Jakobsen yrking Páls í samband við samtíð hansara, hansara egnu lívssøgu og ber verk hansara saman við heimskend skaldverk. Tann bókmentaliga metingin er ikki við sviðusoð. Jákup doktari mælir ímóti uppfatanini av yrking Páls sum heimilda- ella lykilbókmentum. Sostatt nevnir hann, at tátturin um Jákup á Møn hevur verið hildin yrktur um onkun sambiðil og kappingarneyta Páls, men Jákup doktari heldur ikki, at tað man vera. Um Jákup á Møn millum hinar tættirnar hjá Nólsoyar Pálli sigur dr. Jakobsen: „Í einum luti ber tó „Jákup á Møn“ yvir hinar til samanlíkningar nevndu táttarnar og yvir aðrar við: hann gongur djúpari, fer meira út í at vísa skaplyndi og skaplyndisbrek og brek í uppfostran. Er hann enn ein gamanstáttur, sum hinir, so er hann tó ikki til beran stuttleika. Jákup er ein ræðumynd, sum Nólsoyar-Páll hevur drigið fram, eins og Holberg dregur fram í sínum skemtandi og spottandi sjónleikum mannafívlar sum Erasmus Montanus og Per dekn og Jacob von Thybo, Herman von Bremenfeld, Jeppe „á berginum“ og fleiri. Jákup á Møn hevur verið ætlaður til siðingar fyri Føroya ungdóm: sum hesin fívilin, Jákup, má Føroya ungdómur ikki vera.“ – Um Fuglakvæðið sum skaldskap sigur dr. Jakobsen m.a., at lýsingarnar av fuglunum eru livandi sum fuglalýsingar. Fuglaheimurin og tann søguligi mannaheimurin, sum í veruleikanum er lýstur, falla væl saman. Alt er so snúgvað og tilskapað, at „kvæðisins umgirðing („ramma“) verður ikki brotin, tann umgirðing sum krefst til at halda teirri vidlingarsjón fast, at tað er fuglar, sum ein eigir við at gera og ikki beinanvegin fólk, tóat meint er við fólk“ (Jakob Jakobsen 1966:169).

Bókmentatíðarrit, yvirlitsgreinir – og listfrøðilig meting

Varðin

Við Anthologiini (1891) og Lesibók (1911) vóru føroyskar bókmentir vorðnar sjónligar í tveimum trivaligum søvnum. Og Jakob Jakobsen vísti í bókini um Nólsoyar Páll (1912) við gjølligari greining á ta skaldsligu styrkina hjá einum føroyskum skaldi. – Við Varðanum 1921 kom fram bókmentalig, listfrøðilig viðgerð av bókmentum, so tað munti. Í fyrsta bindi ummælir Chr. Matras Arktiske elegier og andre digte eftir William Heinesen og Úr bókmentasøgu okkara eftir M.A. Jacobsen. Í teimum fylgjandi heftunum av Varðanum eru ummæli um verk eftir H. A. Djurhuus, Victor Danielsen, William Heinesen og Janus Djurhuus. Í 1924 skrivar W. Heinesen grein í Varðan: „Nýføroysk yrking. Eitt yvirlit.“ Her skrivar W. Heinesen um skaldskap í bundnum máli og byrjar við fosturlandssangunum. Av yrkjarum yngri enn Janus og H. A. Djurhuus viðger hann Rikard Long og nevnir Poul F., Petur Mohr Dam og Hans Dalsgarð. Tann yngsti, hann nevnir, er Chr. Matras, sum hann metir at vera sermerktan. Greinin endar við, at teir ungu føroysku yrkjararnir kunnu læra nógv av føroysku undanmonnum sínum, men eisini av donskum, norskum og svenskum skaldskapi og ikki minst av norskum landsmálsskaldskapi. Umrøðan er merkt av samanberandi háttinum, sum var frammi í tíðini.

M.A. Jacobsen

M.A. Jacobsen tekur í greinasavninum Úr bókmentasøgu okkara (1921) saman um eldri føroyskar bókmentir. Viðgerðin fevnir um tíðarskeiðið, tá ið kvæðini vórðu uppskrivað – frá Svabo – fram til Corpus Carminum Færoensium, sum var liðugt skrivað í 1876. M.A. Jacobsen endar soleiðis: „Skal tí andligt lív spretta á føroyskum botni, ber illa til at gloyma hin forna skaldskapin. Tí málið verður ikki liðiligt amboð uttan at tað hevur røtur sínar í fólksins søguligum minnum. Tað ræður tí um, at hin forni skaldskapurin verður ikki gloymdur, men at málið kann vinna sær megi og treystleika úr honum. Tó at tað torførasta arbeiði er gjørt fyri at goyma fornminni okkara, er eftir at gera at fáa prentað kvæði okkara og orðabók. Tí almannaogn verður hetta ikki uttan at prentað verður. Tær tíðir eru horvnar, tá hin munnliga frásøgnin var trúgvur boðberi ættanna millum. Tað er hitt prentaða orðið, ið flytur søgn og søgu á okkara døgum“ (M.A. Jacobsen 1921:57). – Høvuðsgrundgevingin hjá M.A. Jacobsen fyri virðinum í arbeiðinum við kvæðaskaldskapinum er, at tað stimbur, sum málinum stendur í boði haðani, er treytin fyri føroyskari andligari menning – og harvið eisini treytin fyri bókmentaligari menning.

Í 1925 skrivaði M.A. Jacobsen greinina „Nútíðaryrking í Føroyum“ (pr. 1925 á týskum í blaðnum Ostsee Rundshau; 1926 á føroyskum sum framhaldsgrein í Tingakrossi). Hon er ikki long, men tekur tó saman um føroyskar bókmentir fram til tíðina, tá hon varð skrivað. Hon metir um kvæðini innihaldsliga og stílsliga, at tey hava blómað og nú eru stirðnað sum skaldskapur; at tættirnir eru eitt føroyskt skaldskaparslag, sum í nýggjari tíð hevur fingið nýtt mið í tí politisku agitatiónini. Sligið verður fast, at „ikki fyrr enn hitt grundleggjandi arbeiði fyri føroyskum bókmentum,“ t.e. kvæðasavningin, var gjørt, kundi verða talað um „nútíðar føroyskan skaldskap í nýmótans fatan.“ Um tann byrjandi nýføroyska skaldskapin sigur M.A. Jacobsen, at høvuðsendamálið við honum var at vekja fólkið tjóðskaparliga, og at tær bestu av hesum yrkingum hava havt vekjandi og mennandi ávirkan á hitt yngra ættarliðið. Av øðrum ættarliði verða Jóannes Patursson og Mikkjal á Ryggi tiknir fram.

Síðan verður sagt, at føroyskt prosa er vanrøkt, tí tað hevur valla verið kent í fleiri hundrað ár, men nú er stuttprosað komið fram, og Smáskriftir Var›ans (1914-1919) geva frálíka mynd av føroyskum prosa. Av prosahøvundum er Regin í Líð nevndur.

Her kemur høvundurin inn á støðuna hjá málinum: skriftmálið er ungt og skaldskapurin tí ikki rúgvismikil. Bert yngsta ættarliðið hevur fingið undirvísing í føroyskum í skúlanum, men kortini er tað mesta, sum kemur fram, væl úr hondum greitt málsliga.

Teir seinastu høvundarnir, sum M.A. Jacobsen nevnir í greinini, eru Janus og H. A. Djurhuus, tann seinna sum tann, ið mest hevur avrikað og lættast formar føroyskt mál; serliga tekur hann fram Barnarímur, men eisini at H. A. Djurhuus hevur roynt seg við góðari eydnu í teirri politisku táttayrkingini. Harafturímóti er Janus størsta nútíðarføroyska skaldið, bræðir best saman form og innihald; hjá honum verður føroyskt mál nýtt á kynstrigasta hátt, og samstundis sýnir hann eina víðfevnda alment menniskjaliga áskoðan. Hetta, sigur M.A. Jacobsen, skal síggjast í ljósi av, at skaldini fyrst og fremst hava vígt sína orku til at fremja fólksins tjóðskaparligu nýføðslu. M.A. Jacobsen sigur at enda, at føroysk nútíðaryrking ber eyðkenni av einum fámentum fólki og prógvar tess tráan eftir og vilja til at liva sítt egna sjálvbjargna lív.

Eitt forvitnisligt ummæli er eftir M.A. Jacobsen í Varðanum 1930:188-189 av úrvalinum Nýføroyskur skaldskapur, sum W. Heinesen hevði greitt úr hondum og sum røkkur frá Janusi Djurhuus til Chr. Matras. Ummælarin nýtir høvið til at strika undir tað, sum hann skrivaði um Janus í grein síni frá 1925: „Tað er ivaleyst so, at J. H. O. Djurhuus er slóðbrótarin í føroyskum nútíðarskaldskapi. Við honum verður nýføroyskur skaldskapur sjálvstøðulig list uttan at tæna øðrum. Hann verður alment menniskjaligur og minni bundin av tíðini og staðnum, og við sínum tjóðskapligu eyðkennum gevur hann okkum sess millum mentaðar tjóðir. Hesin skaldskapurin er tí inngangurin til ta nýggju tíðina, ið gevur okkum Føroyingum, ið hava livað innistongdir og burturgloymdir, part í tí almenna europeiska mentanarlívinum eins og í miðøldini.“

Tvær áhugaverdar atfinningar ger M.A. Jacobsen móti greinini hjá William Heinesen; aðra móti navninum á úrvalinum: Nýføroyskur skaldskapur. Hann sigur: „Útgevarin hevur ikki gáað eftir, at orðið „Nýføroyskur skaldskapur“ fatar um allan føroyskan skaldskap frá og við Nólsoyar Pálli", tí hóast føroyskur skaldskapur frá fyrru helvt av 19. øld liggur kvæðaskaldskapinum næstur í sniði og innihaldi, ber hann eisini merki av tíðarstreymum í útheiminum og er tí "ikki bert ein endurnýggjan av kvæðaskaldskapinum, men eisini ein nýggjur føroyskur skaldskapur, ið er inngangurin til okkara tíð.“

Í teirri seinnu atfinningini sigur M.A. Jacobsen, at tað er ikki beint, tá ið W. Heinesen skrivar í formálanum, at tað er lættari at vinna sær yvirlit yvir hin eitt sindur eldra skaldskapin enn yvir skaldskapin frá 1900 og uppeftir. Tí einki yvirlit er yvir skaldskapin frá fyrru helvt av 19. øld og ei heldur seinnu helvt. Og útgávur saknast av Jens Christian Djurhuus og Jens Hendrik Djurhuus – umframt útgávu dr. Jakobsens av Nólsoyar Pálli er einki savn til frá hesum tíðarskeiðinum, sum er eitt tað merkisverdasta í søgu okkara, sigur M.A. Jacobsen.

Áhugavert er her at síggja ein feril av kjaki um føroysk bókmentasøgutíðarskeið.

Bókmentasøgur

Hetta, sum frammanfyri er umrøtt, var støðið, sum Chr. Matras hevði at byggja á, tá ið hann skrivaði Føroyska bókmentasøgu (1935). Í innganginum greiðir hann frá fornnorrønum bókmentum, at føroyingar ivaleyst hava átt sín tátt í teimum, hóast tær ikki eru varðveittar; v.ø.o., hetta eru ikki føroyskar bókmentir, men støðið undir teimum. – Harnæst verður greitt stutt frá elstu føroysku skriftminnum, t.e. rúnasteinum, miðaldalógum og -brøvum; greitt verður frá uppruna og eyðkennum kvæðanna; frá trúbótini til Svabo, Svabo og Nicolai Mohr, Nólsoyar-Páll og Sjóvarbóndin, kvæðasavningin, Schrøter, Jákup Nolsøe og Jens Davidson; Tjóðskaparkenslan mennist; Hammershaimb og samtíðarmenn hansara; Corpus Carminum Færoensium og Lexicon Færoense – og so frameftir til yvirskriftina Nýggjastu bókmentirnar – ein hálv síða, ið nevnir H. M. Eidesgaard og Heðin Brú. Bókin er hundrað smáar síður, fyrsta føroyska bókmentasøga eftir granskara við hægstu útbúgving. Hon er merkt av at vera skrivað í skundi. Best sigur hon frá kvæðaskaldskapinum og innsavningini. Tað, sum hon sigur frá nýggjari bókmentum, er soltið.

M.A. Jacobsen ummælir bókina og nevnir onkrar villur og ymist, sum saknast; tað er áhugavert, at hann krevur nútíðarliga viðgerð av bókmentunum sum bókmentum og bókmentaligan samanburð, ikki bara viðgerð av umstøðum og uppruna teirra: „Sjálvur skaldskapurin við sínum hugsjónarinnihaldi hevur ikki fingið ta viðgerð, sum hann av røttum eigur at fáa í eini bókmentasøgu. Tað, ið útvortis er, og sum kann hava týdning, hevur fingið alt ov stórt rúm. ... Heldur ikki er gjølla greitt frá sambandinum millum føroyskan nútíðarskaldskap og skaldskapin í hinum norðurlondum“ (M.A. Jacobsen:1936). Hann fagnar bókini og vónar, at hon verður bøtt í 2. útgávu. Nú vita vit, at 2. útgáva kom ongantíð.

Eitt annað ummæli av bókmentasøguni hjá Chr. Matras skrivaði norski professarin, fyrrverandi ráðharri, Knut Liestøl. At ein norðurlendskur granskari skrivar um bókina, skal skiljast úr frá tí veruleika, at Chr. Matras hevði tikið doktaraprógv í norrønari málfrøði í 1933 og hevði fingið lektarastøðu við Keypmannahavnar universitet í 1936. Áhugavert er, at Knut Liestøl váttar ta hugsan, sum liggur aftan fyri alla føroyska innsavning, kanning og tulking av kvæðunum: at tey eru „Føroya andliga frælsisbræv:“

Desse visone er som eit magna charta for Færøyane, deira kulturelle fridomsbrev, eit vitnemål samstundes om åndeleg liv og sjølvstende, um evne til nyskaping og om kulturelt samband med utanverdi.

Knut Liestøl:1936.

Annars ber hann bókini alt gott, men ger greitt, at hon er ógvuliga avmarkað.

Nú var langt glopp, til nøkur bók kom um føroyska bókmentasøgu. Í 1981 kom Færøsk literatur – udvikling og vilkår eftir Martin Næs, fyrst og fremst kanning av ytru umstøðunum hjá føroyskari bókaframleiðslu og slóðbrótandi á tí økinum; hon greiðir frá umstøðunum hjá høvundum – útgávuvirksemi, týðingum, handverksliga partinum av bókaframleiðsluni, ummælum, søluleiðum og bókasavnsskipan o.ø.

Bókmentasøga I, II, III eftir Árna Dahl kom út 1980-83. Hetta er fyrst og fremst ein handbók, sum gevur upplýsingar um nøvn, árstøl og titlar, stutt æviyvirlit og styttri lýsingar av bókmentaverkum og rákum. Harumframt eru umhvørvi, sum bókmentir í ávísum skeiðum eru sprotnar úr, lýst eins og t.d. umhvørvið, sum Føroyingafelag í Keypmannahavn og Føringafelag í Føroyum spruttu úr, stovnanin av háskúlanum, Felagið Varðin o.fl. Triðja. bind er býtt sundur í 10-ára skeið: 1940-árini o.s.fr. fram til áttatiárini við stuttum inngangi til hvørt. Persónsnavnaskráir og titlaskráir við síðutilvísingum gera upplýsingarnar høgligar og økja um nýtsluvirðið. Bøkurnar eru roynd at bøta um tann stóra saknin í skúlabók, sum ger tað møguligt at geva skipaða frálæru í føroyskari bókmentasøgu í tíðarrøð. Hetta bøta hesar bøkurnar, sum røkka fram til 1979, um.

At taka samanum

Bókmentasøga sum vísindalig gransking av søguligu menningini hjá ávísum bókmentum krevur, at grundgransking er gjørd, grundleggjandi heimildir tøkar og skipaðar. Álítandi útgávur av tekstum, upplýsingar um høvundar, kanningar av einstøkum tekstum og ritverkum hjá einstøkum høvundum, kanningar av tíðarskeiðum og tekstsløgum, støðuni hjá bókmentum í samfelagnum o.a.

Oskar Bandle, professari í Sveis, sum hevur skrivað um nýggjari føroyska bókmentasøgu, gramdi seg í 1982: nýføroysk bókmentafrøði var á byrjanarstigi. Nakrar yvirlitsgreinar vóru, sum vóru sera almennar og ikki vísindaligar. Av serligum kanningum vóru næstan ongar uttan nakrar greinar í Varðanum, sum ein vísindalig framløga kundi styðja seg til. Samrøður við rithøvundar komu í staðin og tilfarsmappurnar „Merkis-kvinnur og -menn“ á Landsbókasavninum (Bandle 1982:110). Skoytast kann uppí, at tá tað snýr seg um núlivandi høvundar, nøvn, titlar og árstøl, er Rithøvundabókin (1995) nú ein hjálp.

Fróðskaparsetrið fekk fyri góðum tjúgu árum síðan rúmd fyri gransking og undirvísing í nýggjari bókmentum. Á Fróðskaparsetrinum men eisini millum einstaklingar og á stovnum aðrastaðni hevur gransking og viðgerð av føroyskum bókmentum vundið upp á seg hesi árini.

Tá ið soleiðis er, kann føroysk bókmentasøga, skrivað nú, vera bæði nágreiniligari og djúptøknari enn tær eldru bókmentasøgurnar og -yvirlitini. Hon hevur stutt sagt fleiri kanningar at byggja á.

Fortíðin verður longri og longri. Føroyskar bókmentir fevna um longri tíð og eru rúgvismeiri enn fyrr. Lutfallið millum tær eldru bókmentirnar og tær nýggjaru er tí eisini broytt. Tað sum hjá Chr. Matras er nýggjastu bókmentir – Heðin Brú og H.M. Ejdesgaard – kundi Árni Dahl síggja sum part av „stóru skaldsøgutíðini“, o.s.fr.

Ein bókmentasøga má hava støði í hugtøkum og uppfatanum, sum eru tíðarbær. Sjálvt hugtakið bókmentir hevur ikki altíð verið tað sama, og tað má skilmarkast við fyriliti fyri gransking í tíðini. Støða má takast til, ella í hvussu er spurningurin verða settur: hvat eru bókmentir? Í Evropa skilti hugtakið fagurbókmentir seg burturúr sum eitt serligt øki um aldaskiftið 1800. Ein orsøk var, at náttúruvísindi tóku seg stórliga fram, endurnýggjaðu seg. Tann tíðin, at skaldskapur og náttúruvísindi gingu upp í eina hægri eind, var farin. Tað, sum nú varð „bókmentir“, umfataði ikki longur ritgerðir um stjørnufrøði ella alisfrøði o.a.tíl.; tað var „fagurbókmentir.“ Tá ið náttúruvísindini skiltu seg burturúr, var tørvur á at skilmarka bókmentahugtakið av nýggjum. Bókmentirnar høvdu longu frammanundan gjørt seg leysar av gudfrøðiligu heimsmyndini. Bókmentahugtakið varð nú endurnýggjað við, at serligur dentur varð lagdur á bókmentir sum sjálvstøðugt fyribrigdi, sum list í nútíðarmerking. Eitt nýtt, smalkað bókmentahugtak varð til, knýtt at romantikkinum, og hevur havt gildi fram ímóti degnum í dag.

Í 1970-árunum fór fram ein nýggj endurskoðan av bókmentahugtakinum. Tað var aftur víðkað, og hesa ferð á tann hátt, at nýggj samfelagslig metingarstøði komu aftrat: minnilutabókmentir gjørdust virðilig rannsóknarevni, t.d. barnabókmentir, kvinnubókmentir, lættisoppabókmentir o.a.m., sum nú eru sjálvsagdur partur av bókmentagranskingini – í hvussu er í orði.

Ein annar spurningur at taka støðu til hjá føroyskari bókmentasøgu er, hvat eru føroyskar bókmentir? Her kemur inn spurningurin t.d. um støðuna hjá bókmentum eftir føroyingar á donskum í nýggjari tíð; støðan hjá týddum bókmentum er ein annar spurningur. – Í bókmentasøguni hjá Chr. Matras frá eini tíð, tá ið føroyskt enn stóð upp undir hendur í stríðnum fyri rættindum sínum, er eingin høvundurin í nýggjari tíð, sum skrivar á donskum, nevndur. William Heinesen hevði tá longu skrivað fleiri yrkingasøvn og eina skaldsøgu, verk, sum Chr. Matras sjálvur og aðrir við høvdu ummælt í Varðanum; men tey verða ikki tald upp í føroyskar bókmentir, heldur danskar. Hetta er broytt hjá Árna Dahl. Hann viðger William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen í 2. bindi undir yvirskriftini „Føroyingar, ið skriva á donskum,“ og har er eisini greitt frá føroysku týðingunum av verkum teirra. Í 3. bindi er Richard B. Thomsen viðgjørdur undir somu yvirskrift, „Føroyingur, ið skrivar á donskum.“ – Sum Malan Marnersdóttir hevur bent á, heldur menningin av føroyskum skriftmáli smátt um smátt uppat við at vera einasti mátistokkurin, sum nýføroyskar bókmentir verða mettar út frá.

Ein høvuðsspurningur í bókmentasøguskriving er, hvussu tú býtir tilfarið sundur í tíðarskeið. Lítið finst av hugleiðingum um tíðarskeið í føroyskari bókmentasøgu. Eg nevndi, at M.A. Jacobsen vil hava „nýføroyskan skaldskap“ at ganga aftur til Nólsoyar Páll og feðgarnar við Sjógv, t.e. til um 1800, og metir, at ein vend fer fram tá, sum er ov lítið kannað. Tað er framvegis tørvur á at greiða betur frá samanheinginum í gongdini út gjøgnum 19. øld: millum skaldsligu endurnýggjanina fyrst í 19. øld, skrift- og prentmálsmenningina fram til Hammershaimb og tjóðskaparliga gjøgnumbrotið við Hammershaimb og sangskaldskapinum. Oskar Bandle er tann, sum eina mest hevur hugsað um, hvussu best er at býta føroyska bókmentasøgu í skeið. Hann hevur gjørt eitt yvirlit yvir skeiðini í norðurlendskari bókmentasøgu fram til 1965. Føroysku gongdina býtir Bandle sundur í fýra høvuðsskeið:

1: -1876. Skaldskapur av manna munni. Hetta skeiðið er síðani býtt í tvey: a) skaldskapur av manna munni, b) fyrireiking til nútíðarbókmentir.

2: 1876-1914. Tjóðskaparliga gjøgnumbrotið (tjóðskaparromantikkur og tjóðskaparrealisma).

3: 1914-1950. Skifti til (ný)romantiskar og nýrealistiskar formar.

4: 1950- . Millum modernismu og hevd.

Til samanburðar býtir hann svenskar og danskar bókmentir í 14 skeið, norskar í 11 (4 tey fyrstu skeiðini eru felags fyri danskar og norskar bókmentir) og íslendskar bókmentir í 7 skeið.

Bókmentasøguskriving kann ikki seta seg uttan fyri bókmentafrøðiligu granskingina. Eitt innlit, sum tann greinin av bókmentafrøði, ið nevnist frásagnarfrøði (narratologi) er komin til, er, at tá ið tú arbeiðir innan fyri søgulig tekstsløg sum t.d. bókmentasøgu, so eru ávís eyðkenni og mørk fyri hetta tekstslagið. Einfalt sagt, so eyðkennir tað sambært frásagnarfrøðini flestar frásagnir, at tær eru á 3 stigum. Á 1. stigi er ein upprunalig javnvág, sum verður órógvað; á 2. stigi verður roynt at endurskapa javnvágina ella skapa nýggja javnvág; á 3. stigi er okkurt slag av javnvág komið á aftur. Frásagnarfrøðin hevur víst á, at tílík og skyld mynstur mynda eisini yrkistekstir, bæði hugvísindaligar og aðrar. Í føroyskari bókmentasøgu kunnu vit benda á henda tríbýtta bygnaðin við føroyskum skriftmáli sum „hetju“ ella „høvuðspersóni.“ Grundbygnaðurin er tá: 1) Um siðaskiftið kom ójavnvág/afturgongd, tí danskt skriftmál trokaði miðaldarføroyskt burtur, 2) stríð fyri at endurreisa javnvágina gjøgnum kvæðasavning og skapan av nýggjum skriftmáli á gomlum botni, og 3) nýføroyskur skaldskapur vaks fram og nýggj javnvág kom á. Malan Marnersdóttir nýtir frásagnarfrøðiligt sjónarhorn í nýggjari grein um føroyska bókmentafrøði og vísir á, at í yvirlitsgrein um nýggjari føroyskar bókmentir frá 1958 eftir Ole Jacobsen, bókmentafrøðing, er føroyskt mál ikki „høvuðspersónur;“ metingarstøðið hjá Ole Jacobsen er listfrøðiligt, ikki tjóðarbyggjandi, og hetjurnar í greinini eru William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen.

Við at vísa á frásagnarmynstur í bókmentasøguskrivingini verður ikki sagt, at talan er um óálítandi uppspunnar søgur; heldur verður harvið bent á nakrar grundtreytir, sum galda, tá ið søguligar gongdir skulu lýsast, tulkast, metast – og skiljast.

Aristoteles krevur av grikska harmleikinum, at hann skal vera ein heild, tí hann skal vera herming eftir einari gerð, sum er fullfíggjað og heil. Tað sama krevst í veruleikanum av einari frásøgn. Hvat merkir so tað at vera ein heild? Aristoteles sigur, at heild er tað, sum hevur byrjan, miðju og enda. Ein byrjan er tað, sum ikki í sjálvum sær fylgir aftan á nøkrum, men okkurt natúrliga sprettur av. Ein endi, hinvegin, er tað, sum natúrliga fylgir aftan á onkrum øðrum, men sum einki fylgir aftaná. Og ein miðja er tað, sum kemur aftan á okkurt og sum okkurt fylgir aftaná. Út frá okkara søguliga menningarhugtaki mugu vit dýpa hesar skilmarkingarnar og siga, at ein byrjan er tað, sum goymir í sær ein menningarmøguleika av onkrum nýggjum, og ein miðja er tað, sum grør fram av eini byrjan og hevur í sær kveikið til endan; sagt á annan hátt, at sambandið millum partarnar er annað og meira enn bara tíðarrað, kronologi. Hóast modernismu og postmodernismu, so man hugtakið søgulig menning hóast alt vera álitið, tá ið føroysk bókmentasøga skal skrivast.