tanka

Hevdbundin japanskur yrkingarformur, lýrisk yrking við 31 stavilsum, sum eru skipað í reglur við 5, 7, 5, 7 og 5 stavilsum. Tað eru færri vesturlendskir yrkjarar, sum herma eftir hesum forminum enn eftir *haiku. Í Blóðroyndum eftir Tórodd Poulsen (2000) eru nakrar tankur, t.d.:

Fjart nevndarkvendi
og teldutøka ástin
bera sólina
á einum bleytum spegli
yvir øll verðandi mørk.

tautologia (gr. tauto tað sama)

Stílbrigdi, sí *tvísøgn. T. er eitt slag av *endurtøku, t.e. sama hugtak ella hugsan verður endurtikið við samheiti ella øðrum orðalagi; dømi: ‘ofta og títt’.

táttur (fl. tættir el. táttar)

1) ein partur av fleiri í innaru byggingini í einum einstøkum kvæði, sum viðhvørt verður skildur frá tí, sum kemur aftaná við orðunum “nú skal eg taka upp annan tátt/ og betur leggja í minni.” 2) hvørt einstakt kvæði í einum kvæðabólki. Í Sjúrðarkvæðum eru fleiri tættir, høvuðstættirnir eru “Regin smiður, “Brynhildar táttur” og “Høgna táttur”. 3) stutt kvæði við skemtandi, speirekandi ella niðrandi innihaldi. Slík speiyrking í kvæðastíli er eitt serføroysk tekstslag; vit vita ikki vist, hvussu gomul táttayrking er, men tættir vóru í hvussu er yrktir um ár 1700. “Tættirnir líkjast gomlu kvæðunum í sniði, men innihaldsliga víkja teir frá: Meðan kvæðið er hátíðarligt og aloftast sigur frá hendingum burtur í øðrum londum, so er tátturin er speiríma um onkran láturligan persón, sum yrkjarin hevur kent, og um býttu gerðir hansara. Stundum kenna vit navnið á yrkjaranum, men ikki altíð” (Árni Dahl: Bókmentasøga I). Tættirnir hava siðsøguligt virði, tí teir hava varðveitt myndir av bygdarlívinum í tíðini, tá ið teir vórðu yrktir. Tað skaldsliga virðið er misjavnt, summir eru stuttliga og fynduga yrktir, aðrir eru deydligir og grovir. Størst skaldskaparvirði hava tættirnir eftir Nólsoyar-Páll, t.d. “Fuglakvæði”, “Fruntatáttur” og “Jákup á Møn”. Sí *broysa.
Chr.Matras: Føroysk bókmentasøga 1935. Árni Dahl: Bókmentasøga I 1980.

tekn (da. tegn, en. sign, fr. signe)

T. merkir bókstavliga okkurt, sum stendur í staðin fyri okkurt annað, sum tað er t. fyri. Heitið t. verður serliga nýtt í vísindagreinum sum støddfrøði, *málvísindum og logikki, og slík t. eru yvirhøvur tilvildarlig, einki skilvíst samband er millum t. sjálvt og tað, sum t. vísir til (øðrvísi við tí slagnum av teknum, sum eru bókmentalig *sýmbol). Ferdinand de *Saussurelegði stutt eftir aldaskiftið støði undir eina serliga *teknfrøði við hugsanum sínum um t. og sundurbýting tess í teknmynd og teknmið. Hesar hugsanir hava havt alstóra ávirkan á bókmentafrøði í nútíðini. Sí *strukturalisma.

teknfrøði (fr. sémiologie, en. semiotics)

Tann vísindagreinin, sum granskar menniskjanslig samskifti í ymiskum teknskipanum; slík *tekn kunnu vera málslig ella ikki-málslig, alt frá orðum, keipum, klædnaburði, mati, kykmyndum til sølulýsingar, ferðslumerki og bókstavaraðið. T. gongur aftur til aldaskiftið, tá ið amerikanski heimspekingurin C. S. Peirce (1839-1914) og sveitsiski málfrøðingurin *Saussure hvør í sínum lagi komu fram til, at *málvísindi fóru at verða partur av meira almennari t. T. fæst ikki við viðurskiftini millum tekn og lutir: í staðin fyri at hava áhuga fyri, hvat okkurt merkir, hevur hon áhuga fyri hvussu merking verður til. Tess vegna fæst t. við sínámillum viðurskiftini millum teknini sjálv innan fyri teirra skipaða kervi ( *málvísindi).
Mótsett eldri fatan, sum metti sambandið millum lut og navn vera eintýtt, er teknið hjá Saussure tvíbýtt: *teknmyndin ella tað lýsandi (fr. le signifiant), hamurin so at siga, og *teknmiðið ella tað lýsta (fr. le signifié), innihaldið. Í tungumálum er sambandið millum teknmynd og teknmið tilvildarligt, tað er eingin verulig orsøk til, at t.d. ‘seyður’ eitur júst so, tað er einki vit runnið samband millum skapið á kríatúrinum og navnið á tí. Sambandið millum teknmynd og teknmið er siðbundið: tað er almenn viðtøka í okkara mentan, hvat orðið ‘seyður’ stendur fyri.
Peirce var kortini tann fyrsti, ið talaði yri t. sum sjálvstøðugari frøðigrein. Peirce vil vera við, at merking verður framleidd í samspæli millum tríggjar tættir. Hann skilmarkar tekn sum “okkurt, ið stendur fyri onkrum”; og tað, sum teknið stendur fyri er objektið; í triðja lagi er interpretanturin “tann sálarliga ávirkanin”, sum sambandið millum teknið og objektið skapar.
Peirce skilir ímillum tríggjar bólkar av teknum, sum hann skilmarkar út frá sambandinum millum teknið ( *teknmyndina) og objektið ( *teknmiðið): 1) Eitt ikon er eitt tekn, sum líkist tí tað stendur fyri, t.d. ein mynd av einum persóni, sum líkist persóninum. 2) Eitt indeks er eitt tekn við orsakasambandi við tað, sum tað vísir til, t.d. er fepur indeks fyri sjúku. 3) Í sýmbolinum, tí “veruliga tekninum”, er sambandið millum tekn og objekt harafturímóti treytað av samfelagsligari siðvenju, sum broytist gjøgnum tíðina og er misjøvn eftir londum og umhvørvum. Vanligastu og samansettastu dømini um hevdbundin tekn eru orðini, sum eitt og hvørt mál er uppbygt av.
Teknfrøðiligt arbeiðslag verður nýtt á nógvum økjum. Kendir teknfrøðingar í mál- og bókmentafrøði eru Roland Barthes, Umberto Eco, Per Aage Brandt; í alisfrøði Peder Voetman Christiansen; í lívfrøði Claus Emmeche; í lívevnafrøði Jesper Hoffmeyer. Tá ið sjónarmið úr t. verða nýtt í bókmentafrøði, verður dentur lagdur á, at bókmentalig merking verður skapt gjøgnum felags siðvenjur og kotur.
R. Barthes: Le degré zero de l’écriture 1953. T. Hawkes: Structuralism and Semiotics 1977. R. Jakobson: Language in Literature 1987. Keld Gall Jørgensen: Semiotik. En introduktion 1993. P. Madsen: Semiotik og dialektik 1971.

teknmið (fr. signefié)

T. er tann hugtaksligi tátturin av einum *tekni, har hin tátturin er *teknmyndin. Teknmiðið fyri teknið ‘kvinna’ er = ‘menniskja av kvennkyni’.

teknmynd (fr. signefiant)

T. er tann ítøkiligi tátturin av einum *tekni, har hin tátturin er *teknmiðið. Í máli kann t. vera eitt merkingarberandi ljóð ella eitt skrivað merki sum ein bókstavur ella eitt orð. Teknmynd fyri teknið ‘kvinna’ er t.d. ‘kvinna’, ‘kona’, ‘konufólk’.

tekstslag (fr. genre)

Slag av teksti. Tey klassisku t. eru trý: frásøgn (tað episka), leikur (tað dramatiska) og yrking (tað lýriska; skaldskapur, sum upprunaliga hoyrdi saman við tónleikafylgispæli). T. eru bundin at søguligu menningini hjá bókmentum, og nógv nýggj t. eru íkomin gjøgnum tíðina, samstundis sum tey klassisku t. liva í broyttum líki. T.d. gjørdu ymsar umstøður, eitt nú stórliga økt lesing og framgongd í prentvirksemi, at skaldsøgan gjørdist týdningarmesta t. í Evropa í 19. øld.

tema (gr. thema uppstilling, uppáhald)

Undirstøðuhugmyndin í bókmentaverki ella teir hugmyndaligu mótsetningarnir í bókmentaverki sambært tulkingini hjá ávísum lesara ella lesarum. T. er óheft av søgugongd, ólíkt *motivi og *fábli. T. verður orðað í stuttum, sum eitt orð, ein ella fáir setningar, t.d. kann t. í Feðgum á ferð kann sigast at vera mótsetningurin millum gamalt og nýtt. Eitt sera vanligt tema er kærleiki, og undir tí kunnu nógv onnur temur flokkast, t.d. móðurkærleiki, svikin kærleiki o.o.

tersett (it. terzetto av lat. tertius triði)

Tríregluørindið í endanum á *sonnettu.

tetralogia

thriller

tilburðagongd

Hendingagongd, *søgugongd í frásøgubókmentum.

tilburðaryrking

Yrking til ávíst høvi; í ávísum tíðarskeiðum, t.d. í einaveldistíðini, vóru tilburðaryrkingar eitt týðandi yrkingaslag; yrkjarar yrktu til merkisdagar í lívi kongs, aðalsmanna og kirkjuhøvdinga og fingu løn, vælvild og onnur lunnindi afturfyri. Yrkingarnar vóru ofta ovfyltar við lovprísan og rósi. Í okkara tíð roknast føðingardags- og brúdleypsangir o.a.tíl. til t., ofta løtubornar yrkingar og ikki altíð fulltikin skaldskapur. Nevnist eisini høvisyrking.

tilburðayrkjari

Yrkjari ið yrkir um ávísar veruligar tilburðir, høvisyrkjari.

tilverufrøði (en. ontology; gr. on = verandi)

Læran um tilveruna og hennara innastu eyðkenni, tann greinin av heimspeki, sum fæst við teir grundleggjandi mátarnar, sum okkurt kann vera til uppá.

tingbók

Í gamlari tíð gerðarbøkur hjá løgtingi (ið var dómsting) og vártingi. Elsta varðveitta føroyska t. er frá 1615. Tær gomlu tingbøkurnar eru týðandi søguligar heimildir. Hóast skrivaðar á donskum, sum gjørdist skriftmál í Føroyum uml. siðaskiftið, eru tær eisini málsligar heimildir um nøvn og onnur fyribrigdi.

tíðargrein (da. kronik, fr. chronique, lat. chronica, gr. chronikos viðvíkjandi tíðini; av gr. chronos tíð)

Grein um mentan, politikk o.tíl. við føstum plássi í tíðarriti ella blaði.

tíðarrit

Rit við føstum heiti, ið kemur út (sum bók ella hefti) við jøvnum millumbili (t.d. mánaðarliga), ofta umboðandi okkurt ávíst yrkis- ella áhugaøki. Tekstslagið t. er sprottið í *upplýsingartíðini. Varðin er tað føroyska t., sum hevur komið longst út.

tíðarskeið

Í bókmentasøgu er t. eitt søguligt tíðarbil, ið skilur seg frá tí, sum er undan og aftaná viðvíkjandi formi, hugsanarhátti, hugmyndum. Nógv av teimum t., sum bókmentasøgan vanliga verður býtt sundur í, eru skilmarkað í bókmentasøguskrivingini í 19. øld, t.d. romantikkur, ella 20. øld., t.d. modernisma. Summi tíðarskeið í bókmentasøguni eru skilmarkað av almennum søguligum fyribrigdum, t.d. endurreisn, humanisma, upplýsing, ella av listasøguligum hugtøkum, t.d. barokkur. Samstundis sum tosað verður um romantikkin í evropeiskum bókmentum, verður munur gjørdur á tíðarseting og innihaldi í romantikki í teimum ymsu londunum. Bókmentirnar hjá einum landi verða ikki endiliga býttar í somu tíðarskeið sum bókmentirnar hjá einum øðrum landi. Hóast spurningurin um skilmarking og tíðarseting av teimum ymsu bókmentasøguligu tíðarskeiðunum ikki verður svaraður endaliga ella út í æsir, er t. eitt neyðugt hugtak, tá ið arbeitt verður við bókmentasøgu.

tíðarvilla

Eisini nevnt anakronisma (ana + gr. chronos). Tað at eitt fyribrigdi, hending, persónur ella lutur er settur inn í søguliga skeiva tíð.

tjóðarbygging (en. nation building)

Hugtakið t. er sprottið úr einari fatan av tjóðskapi og tjóðskaparhugmyndafrøði, sum stendur í mótsetningi til romantiska fatan. Høvuðsnøvn í tí nýggju granskingini eru materialistiski søgufrøðingin Gellner og mannfrøðingurin og fjølfrøðinguirn Benedict Anderson, ið komu fram við sínum hugsanum í 1980-árunum. Romantikkurin skilti tjóðirnar sum upprunaligar ella í hvussu er elligamlar eindir, ið kanska høvdu verið fyri afturgongd og mist seg sjálvar burtur og máttu “vekjast”. Men Gellner og B. Anderson eru samdir um, at tjóðarhugtakið er nýtt í søguni og at tað var ikki til undan modernitetinum. Tað sum ‘hoyrir til’ eina tjóð, sum t.d. tjóðsangur, føst landamørk, einsháttað skúlaskipan fyri øll børn og einsháttað skriftmál, varð bygt upp frá 18. øld og frameftir.

tjóðskaparromantikkur

Mentanarrák og bókmentarák í Norðurlondum í seinnu helvt av 19. øld við serligum við áhuga fyri tjóðarsøguni og fólksins mentan. Við tjóðskaparromantikkinum kom byrjanin til nýføroyskar bókmentir, tá ið fosturlandsskaldskapurin spratt frá 1876 og frameftir. Sí eisini *romantikkur.
Turið Sigurðardóttir: “Nýggjar tíðir – nýggjur sangur” Bókmentasøgur 2004, bls. 124-144..

tmesis

tolka

*tulka.

tolking

tragedia

triðjapersóns frásøgn

trilogi (gr.)

tríleikur (gr. trilogia)

Forngrikkar nýtu orðið um tríggjar samfeldar harmleikir við evni úr sama søgubólki, sum vóru sýndir sama dag við uppískoyttum *satýrleiki, og tá spurdist ein *fjórleikur (gr. tetralogia) burturúr. Bara ein forngrikskur tríleikur er varðveittur heilur: Oresteia eftir Aiskýlos, men tilhoyrandi satýrleikur er horvin. Seinni hava leikritahøvundar yrkt tríleikir, t.d. Schiller (Wallenstein) og O’Neill (Mourning becomes Electra). Tónaverk í trimum lidnum pørtum, ið saman mynda eina heild nevnast eisini tríleikir, og somuleiðis skaldsøgur í trimum sjálvstøðugum pørtum hjá nýggjari høvundum, t.d. skaldsøgan USA eftir J. Dos Passos og Íslandsklokkan eftir Halldór Laxness.

tríliður

Ørindisfótur við einum herðingarsterkum stavilsi og tveimum herðingarveikum stavilsum, antin *rættur tríliður t.e. (gr. daktylos): –∪∪, ella *øvutur tríliður (gr. anapaistos): ∪∪–.

troka (gr. trokhaios)

trokhaios

tropa (gr. tropos snaring)

1) hugtak í klassiskari *tungulist ella retorikki . Tropur býtast í hesar formar: allegori, antonomasi, sálarkveiking, emfasu (gr. emfasis megi í orðing, av emfainein vísa), eufemismu, hýperbel, ironi, katakresu, litotu, myndburð, metonými, perifrasu, persónsgerð, samanbering, sýmbol og sýnekdoku. 2) Skaldslig mynd, tað at eitt orð ella orðing brúkt myndarliga, í fluttari merking, sí *myndamál. Í klassiskari tungulist og stílfrøði verður skilt millum tropur og *figurar sum tvey snið av kynstrigari málnýtslu í røðu og riti.

trubadurur (úr provansalskum trobador, tann sum finnur uppá, av trobar, finna)

Suðurfronsk riddaraskald í 11. – 13. øld, sum yrktu lýrisk kvæði, nær knýtt at tónleiki. Í Norður-Fraklandi nevndust riddaraskald trouvères, sum merkir tað sama sum t. Summi teirra yrktu eisini *frásøgukvæði, chansons de geste. Kendastur av teimum er Chrétien de Troyes.

tulka

1) greiða frá merking, innihaldi, boðskapi í teksti eftir at hava greinað hann. 2) útleggja, t. lógina, skriftina. 3) týða munnliga til annað tungumál ella t.d. deyvamál.

tulking

Tað at tulka.

tungulist (gr. rhetorike (tekhne) røðulist)

Frøðigrein, sum snýr seg um, hvussu ein best ber fram mál sítt, soleiðis at ein røkkur ætlaðum úrsliti.
H. Lundberg: Handbuch der literarischen Rhetorik 1-2, 1960. Richard Harvey Brown: Society as Text: Essays on Rhetoric, Reason and Society 1992.

tungusnild

tvíflættað niðurlag

Niðurlag í tveimum pørtum, mitt í ørindi og aftaná; dømi (skákskrivaðu reglurnar eru niðurlagið):

Tað komu tveir biðlar í ein garð
– eg biði tygur enn

bóðu moy ið yngri var
– rúnarmenn, geri tað mín jomfrú,
– eg biði tygur enn –
– talið varliga við teir rúnarmenn.

tvíliður

Slag av ørindisfóti, í fornari tíð samansettur av einum stuttum og einum longum stavilsi; seinni av einum herðingarveikum og einum herðingarsterkum stavilsi, *rættur tvíliður (gr. trokhaios): –∪; *øvutur tvíliður (gr. iambos): ∪–.

tvíreglaður

Við tveimum reglum.

tvíregluørindi

Ørindi í tveimum reglum, t.d. “Torkils døtur”, “Hvørjum man tykja vakurt hjá sær”.

tvísøgn ( gr. tauto tað sama, sbr. da. tautologi)

Eitt stílbrigdi, slag av *endurtøku, t.e. sama hugtak ella hugsan verður endurtikin við samheiti ella øðrum orðalagi. T. er vanlig í talaðum máli (t.d. ‘glað og fró’). Í bókmentum verður t. ofta nýtt til áherðslu ella til at greiða gjøllari frá einhvørjum. T. er vanlig í bíbliumáli.

tvørsøgn (gr. para við síðuna av, doxa merking)

Orðing, ofta stutt og fyndug, ið tykist sjálvmótsigandi ella høpisleys. Men tá ið betur er athugt, sæst at skilvís hugsan er aftanfyri. Endamálið við t. er at fáa fólk at hugsa við at koma á óvart og á óvæntaðan hátt. Hátturin er tann sami sum í oxýmoron, sí *figurur >mótsetningsfigurar. T. er vanlig í átrúnaðarligum bókmentum, t.d. í evangeliunum (“Tí tann, sum vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld, skal finna tað”). Nógvir høvundar nýta t. sum stílsnild. T. er ikki vanlig hjá realistiskum høvundum. T. er algongd í modernistiskum og postmodernistiskum skaldskapi.

týðing

Trý ymisk grundsjónarmið hava í øldir rátt viðvíkjandi, hvussu týtt eigur at verða. Tað fyrsta er, at ein týðing eigur at flyta verkið til lesara sín. Tað annað er tvørturímoti, at týðingin eigur at flyta lesaran til verkið. Og tað triðja at týðingin eigur at flyta verkið til týðaran. Eitt hugtak í týðingarfrøði er javngildi (en. equivalence) millum frumtekst og týddan tekst. Javngildi kann býtast sundur í a: formligt javngildi (en. formal equivalence) og árins-javngildi (en. dynamic equivalence).
Málið er felagsogn, eingin eigur tað einsamallur. Tað er altíð onkur “annar”, sum tekur ímóti tí máli, sum frá okkum fer og ger okkurt við tað. Eftir ta viðferðina er tað ongantíð “tað sama” sum áður, júst eins og ein týðing ongantíð kann siga nágreiniliga “tað sama“ sum upprunateksturin. Men ein týðing kann tó á mangan hátt vísa upprunateksti trúskap. At týða er at taka lut í tí endaleysa stríðnum fyri fatan og merking.
At týða er ein fólkaræðisfremjandi gerð. Hon verður altíð gjørd fyri onnur. Men týðarar hava vald og tí eisini ábyrgd. Góðar týðingar kunnu gerast eftir týðingum, t.d. Dostojevski á føroyskum.
Hugtakið heimsbókmentir byggir á týðingum burturav. Men bókmentasøguskrivingin hevur verið sera lítið ávirkað av hesum.
Tað er ein royndur lutur, at verk verða ofta týdd av nýggjum, klassisk bókmentaverk verða týdd aftur og aftur. Tðingum er ikki ævigt lv lagað, hvørt ættarlið má týða umaftur. Werther er t.d. týddur til danskt 78 ferðir, Shakespeare nakrar ferðir. *Føroyingsøga er týdd fleiri ferðir til føroyskt, síðan hon kom út í 1832 í týðing Schrøters. Men summar týðingar fáa støðu sum klassiskar og verða útgivnar aftur og aftur, tær fáa støðu sum upprunatekstir.
Tað verður ofta sagt, at orsøkin til, at týðingar ikki halda, er, at ein týðing altíð er barnið hjá sínari tíð, hon lagar seg eftir løtubundnum eginleikum í tungumálinum, hon er føst í samtíð síni og røkkur ikki út um hana, týðarar royna at gera verk síni atkomulig fyri ein ávísan lesaraflokk. Tí má altíð týðast av nýggjum. Hetta er tó ikki beinleiðis nøkur próvgrund, tí upprunaverkini eru eisini børn hjá sínari tíð, og tó er summum teirra langt lív lagað. Tað eru ei heldur allir týðarar, sum venda sær beinleiðis til ein avmarkaðan lesaraflokk.
Íslendski týðingarfrøðingurin Ástráður Eysteinsson heldur, at munurin millum haldgóðskuna hjá týðingum og ávísum upprunaverkum kemst eisini av muninum, sum er á teirri bókmentasøguligu umfjálgan, sum teimum fellur í lut. Upprunaverkini, ella eitt úrval av teimum, verða tulkað og umrødd. Teirra søguliga virði verður staðfest í ymiskari skriving og í undirvísing og verður samstundis lagað eftir teimum broyttu sjónarmiðunum í hvørjum tíðarskeiði. Tann hevdbundna bókmentasøgan, sum ikki bara hevur mentanarligan leiklut men eisini tjóðskaparligan, snýr seg um upprunaverk. Tað er lítið trúligt, at tað bara eru innari eginleikar í ávísum verkum, sum gera tey klassisk. Heldur verður virði teirra endurframleitt í tulkingini, hvørja ferð tey verða lisin ella viðgjørd skrivliga ella munnliga, antin tað er í undirvísing, í bókmentafrøðiligari tulking, bókmentasøgu ella á annan hátt. Slíkum verkum verður langt lív lagað, tí tey verða lisin og endurtulkað, í víðari merking “týdd” aftur og aftur.
Týðingar verða sjáldan endurtulkaðar á slíkan hátt, heldur ikki tær týðingar, sum hava ta styrki, at tær tola tað. Tað er kanska tí, at tær metast ikki at hava tjóðskaparligt virði, sum er vert at “endurframleiða”, ella hildið verður, at meginvirði teirra stavar frá upprunatekstinum. Tann tjóðskaparliga áherðslan, sum liggur í bókmentasøguskriving, hevur tað við sær, at tann serstaka søguliga endurskoðanin, sum týðingar bera við sær, sjáldan verður mett, sum hon er verd.
Hin vegin ber til at siga, at hvørja ferð upprunatekstur verður lisin av nýggjum, og ikki minst kritiskt umrøddur, at hann tá verður “týddur” yvir í eitt nýtt samheingi, nýggja tíð, og at verkið harvið verður endurnýggjað. Slíkir tekstir um verkið eru um-røða; teir eru kring um verkið, eisini tann lesturin, sum miðar eftir at loysa verkið upp, avbyggja tað. Men eingin lesingarháttur ber av týðingini í so máta; eingin annar lestur hyggur so nágreiniliga at upprunatekstinum, og kortini broytir eingin hann so nógv. Eingin annar lestur er so bundin og kortini so frælsur sum týðingin.
Bókmentaligar týðingar hava lítið pláss í bókmentaumrøðu og viðgerð. Men týðingarfrøði er vorðin eitt av teimum stóru evnunum í undirvísing og gransking á universitetunum. Í postkolonialismugransking kann týðingarhugtakið lata nýggjan sjónarring upp. Stundum verður hugtakið “týðing” nýtt sum myndburður fyri tað fyrrverandi hjálandið, ið skapar sína mentan og samleika sum eina “týðing” av mentanini hjá hjálandaveldinum. Týðingar kunnu vera politiskt fyribrigdi, sum á ymsan hátt nema við kúgan og frælsisstríð. Nevnast kann blaðkríggið í 1913 um útgávuna av Robinson Kruso í føroyskari týðing.
Summir týðingarfrøðingar vilja avbyggja munin millum týðingar og frumtekstir.
Í fámentum bókmentum eru summi øki í stóran mun takt av týðingum. Á føroyskum t.d. barnabókmentir. Á donskum og íslendskum eru t.d. lættisoppar fyri ein stóran part týðingar.
Ástráður Eysteinsson: Tvímæli 1996.
Elsa Funding: Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir. Setursrit 4, 2007.
Turið Sigurðardóttir: “Translation in Faroese Children’s Literature” Northern Lights. Translation in the Nordic Countries. Peter Lang 2009, bls. 181-190.
Turið Sigurðardóttir: “Eftirmæli”. Um útgávuna av Robinson Kruso á føroyskum. Robinson Kruso 1990, bls. 179-230.

týpa (gr. typos formur, ímynd)

Persónur í skaldverki, ið stendur sum eyðkenniligt umboð fyri ávísar eginleikar ella serstøðu, t.d. lyndiseyðkenni ella samfelagsstøðu. Slíkar t. í einføldum sniði eru vanligar í ævintýrum og øðrum skaldskapi av mannamunni. Grikkar og rómverjar skaptu ymsar t. í leikritum sínum, sum nógvar t. í leikritum í seinni tíð eru sprotnar av. Leikritaskald eins og Molière og Holberg tóku klassiskar t. til fyrimynd og skaptu nýggjar; ávirkan frá teimum sæst í nýggjari leikritum. Skaldsøguhøvundar, ikki minst í eldri tíð, nýttu t. (sbr. ‘flatir persónar’, *persónslýsing). Føroysk dømi eru t.d. í teimum elstu sjónleikunum og í eitt nú skaldsøgum sum Lognbrá (1930) og Tí stóra takinum (1970) eftir Heðin Brú. Av øðrum slag eru tey eyðkenniligu umboðini fyri stættir ella samfelagsbólkar, sum eru vanlig í realistiskum bókmentum, serstakliga hjá høvundum, sum hava verið settir í samband við *sosialistiska realismu.