rammusøga (tý. Rahmenerzählung, en. frame [story])

Ein frásøgusnild, har sum ein ella fleiri søgur eru feldar inn í eina rammu. Ramman kann antin vera ein fullfíggjað søga ella eitt leysligt umhvarv. Ramman sigur ofta frá, hvussu søgan ella søgurnar inni í rammuni vórðu sagdar ella hvussu frásøgufólkið fekk hendur á henni/teimum. Ramman kann geva innansøguni/-søgunum eitt serligt trúvirði og skapa eitt fruktagott umhvørvið fyri at søgan/søgurnar verða væl móttiknar.
Eitt kent dømi um rammusøgu við nógvum innansøgum er Decameron eftir Boccaccio, sum gjørdist fyrimynd fyri Canterbury Tales eftir Chaucer; somuleiðis Túsund nætur og ein, eftir at tær vóru týddar til franskt og gjørdust kendar í Evropa.
Men ramman kann eins væl vera galdandi fyri bara eina søgu, og her er frásøgufólkið ofta eitt eg, sum sigur frá tí, tað sjálvt hevur upplivað. Tó kann eg‘ið eisini siga frá hendingum tað hevur hoyrt men ikki upplivað.
Tey føroysku *kvæðini eru frásøguskaldskapur við dramatiskum og lýriskum vefti, og viðhvørt er høvuðssøgan sett inn í eina lítla men greiða rammu, sum tá ið kvæðið byrjar við orðunum: „Vilja tit nú lýða á..” og endar við at frásøgufólkið kvøður „eg kann ikki kvøða meir, tí yrkt er ikki longur.” Í „Brúsajøkilskvæði” kemur ein vallari til garðs og verður biðin siga frá. Hann sigur seg einki vita um tað, sum spyrjarin vil hoyra, men fer so undir at siga frá søguni, ið er evnið í kvæðinum; her vantar tó seinna helvt av rammuni.
R. hevur serstakliga verið brúkt í klassiskum og eldri stuttsøgum. Dømi um føroyskar rammusøgur innan fyri tekstslagið stuttsøgu eru mong og ymislig. „Eyðun” eftir Regin í Líð er dømi um eina stuttsøgu við sera samansettari rammusøgu. „Duruta” eftir Hans Andrias Djurhuus hevur rammusøgu, sum sigur frá, at frásøgufólkið sum smádrongur hevur vitjað eina bygd saman við mammu síni og upplivað Durutu, og at hann sum vaksin vitjar aftur í bygdini. Innansøgan er søgan um Durutu, søgd av einum øðrum frásøgufólki, nevniliga bóndanum, sum hitt fyrra frásøgufólkið nú gistir hjá. Seinna helvt av rammuni sigur frá, tá ið ferðamaðurin fer til songar og áðrenn hann sovnar hugsar um tað, hann hevur hoyrt.
Bæði í „Halgiri” eftir Heðin Brú og „Aymée” eftir Hanus Kamban [áður: Andreassen] er ein rammusøga við fyrstapersóns frásøgumanni, sum eisini er høvuðspersónur í innansøguni. – Í „Halgiri” fevnir rammusøgan um ta løtuna, frásøgumaðurin vitjar á kirkjugarðinum og sigur farvæl við leiðið hjá Halgiri, áðrenn hann rýmir av bygdini, meðan innansøgan sigur frá barnaárum hansara, tá ið Halgir var týðandi partur av lívi hansara. – Í „Aymée” sigur rammusøgan frá einum fyrstapersóni, sum ikki kann torga fornminnissøvn, partvíst tí at harra Persson og hansara húski eru so hugtikin av sovorðnum søvnum, og lýsir til endans harra Persson og yngstu dóttur hansara Aymée, har tey koma út úr einum fornminnissavni. Í innansøguni sigur sami frásøgumaður frá sambandi sínum við Aymée gjøgnum barndóm, ungdóm og til hann er vaksin. – Í hesum báðum seinastu søgunum gevur spælið millum rammusøguna og innansøguna høvi til at varpa ljós á hendingar og tulking av teimum úr ymiskum tíðarvíddum.
Kirsten Brix: „Eyðun”, bls. 132-147 í: Regin í Líð: Glámlýsi, Stuttsøgur. Føroya Skúlabókagrunnur 2003.
Wolfgang Kayser: Das sprachliche Kunstwerk 1973.

rationalisma (lat. ratio, skil, skynsemi), skynsemisstevna

Ein heimspekistevna, sum legði høvuðsdentin á, at menniskjans vit og skil er støðið undir vitan og kunnleika okkara. Slóðbrótari fyri r. var René Descartes (1596-1650). Hann setti fyri, at evni og andi vóru grundleggjandi tættir í tilveruni og ávísar grundhugmyndir vóru menniskjanum í holdið bornar; tað skilti við sjálvum sær, at tær vóru sannar. Frá hesum grundreglum bar síðan til at leiða alla vitan um evnisheimin við skilvísari úrleiðslu. Spinoza (1632-77) og Leibniz (1646- 1716) løgdu nógv aftrat hugmyndunum hjá Descartes, og saman við nýfinningum í náttúruvísindunum varð r. støðið undir *upplýsingarstevnuni í Fraklandi og Týsklandi; í Onglandi harafturímóti hevði empirisman (royndarvísindi) størri ávirkan, og hugsanir hennara náddu til evropeiska meginlandið í 18. øld.

realisma

Alment nýtt merkir r. (fr. réalisme, av lat. res lutur) lívsáskoðan, ið heldur seg til tað, sum ber til at sannroyna, mótsett idealismu.
Um bókmentir og listir verður r. nýtt í tvinnanda merkingum:
1) r. sum ein ávísur hugburður og háttalag, ikki bundið at ávísum tíðarskeiði ella mentanarøki, nevniliga tann hugburður at bókmentaverkini skulu lýsa tann ytra veruleikan, lívið hjá bókmentapersónunum og fyribrigdi í lívi teirra á eftirfarandi hátt uttan at fríðka ella gera av. Høvuðshugmyndin í r. er tí nær skyld tí klassiska hugtakinummimesis ( *herming), t.e. at listafólkið roynir at endurskapa ella herma eftir veruligum lívi í verki sínum, soleiðis at tað, sum sagt er frá í einum skaldverki, kundi hent í veruleikanum. Á henda hátt verður hugtakið r. nýtt um t.d. íslendingasøgur, meðan ævintýrini í Túsund og einari nátt mótsett verða kallað órealistisk.
2) r. sum heiti á einum týðandi ráki í evropeiskum bókmentum í 19. øld. R. tók seg upp í fronskum bókmentum í fyrru helvt á 19. øld, fyrst og fremst sum andsvar og uppreistur móti *romantikkinum. Sí eisini *naturalisma.
Í staðin fyri hugsjónastevnuna ella idealismuna hjá romantikkinum settu høvundar nú royndskygni ella realismu. Leiklutur skaldsins var ikki at vera tann djúpskygdi, ið sá inn í tann andliga heimin hjá gudabornum vakurleika men at lýsa tað, sum var í roynd og veru. Realistiskir høvundar mettu ikki, at skaldsligir dreymar og hugflog vóru vegurin til loyndarfullar sannleikar; rættari var at hyggja beint í andlitið á tí ósnákaða veruleikanum. Í staðin fyri at dyrka tað fjarskotna í tíð og rúmd løgdu realistiskir høvundar áherðslu á at skriva um sína samtíð. Í staðin fyri sum romantikkurin at seta einstaklingin í brennidepil beindu høvundar nú áhuga sín at menniskjanum sum samfelagsveru.
R. mentist í kjalarvørrinum á samfelagsbroytingunum, sum fóru fram í Fraklandi eftir julikollveltingina í 1830, tá aðalin misti valdið til tann múgvandi partin av borgarastættini.
Stór framstig í náttúruvísindum og tøkni stuðlaðu upp undir realistiskan hugburð. T.d. verður mett, at tað, at fotomyndatøknin varð uppfunnin stutt eftir 1830, styrkti kravið um sannlíkar og objektivar lýsingar, bæði í málaralist og skaldskapi.
Tey royndskygdu og náttúruvísindaligu sjónarmiðini, sum vunnu alt meira fram, bygdu á tað sterka støðið, sum *upplýsingarstevnan í 18. øld legði í Fraklandi.
Tann sum avgerandi setti dám á hugmyndirnar í r. var umframt skald og rithøvundar franski heimspekingurin August Comte (1798-1857). Viðvíkjandi hugsanum sínum um samfelagið var Comte nógv ávirkaður av frum-sosialismuni hjá Saint-Simon (1760-1825), og tað gevur at bíta, at samhugur við lágstættunum var alla tíðina eitt týðandi eyðkenni á r. Heimspekistevnan hjá Comte er *positivisma. Sambært henni ogna vit okkum vitan gjøgnum royndir og rannsóknir av fyribrigdum og kunnu seta fram lógir um orsakasamanhangið millum teirra. Við objektivari rannsókn av fortíðini metti hann, at tað bar til at finna orsakasambandið, sum so gjørdi okkum før fyri at benda á sannlíka gongd í framtíðini. Menniskjað sum samfelagsvera var eitt úrslit av umstøðum og ávirkan frá umhvørvinum. Frælsi hjá tí var v.ø.o. avmarkað. Í staðin fyri gud setti Comte menniskjað sum hægstu veru.
Bókmentafrøðingarnir Charles-Augustin Sainte-Beuve (1804-69) og Hippolyte Taine (1828-93), sum báðir fylgdu positivistisku sjónarmiðunum hjá Comte, høvdu stóra ávirkan á hugmyndir um bókmentir og um bókmentaligt háttalag í r. og *naturalismu. Sainte-Beuve sá skaldverk sum fyrst og fremst úrslit av persónligum eginleikum hjá høvundinum og teimum árinum, sum hann hevði verið fyri. Taine hevði somu hugsanir, men hann setti tær í eina víðfevndari og fastari skipan. Hann helt, at eitt og hvørt bókmentaverk var ávøkstur av av trimum táttum: 1) “la race” (t.e. mentanararvinum hjá rasuni), 2) “le milieu” (t.e. umhvørvinum) og 3) “le moment” (t.e. umstøðunum umupprunamundið). Við at greina hesar høvuðstættirnar helt hann, at tað bar til at finna “høvuðseginleika verksins” (“faculté maitresse”). Eitt viðgitið dømi um determinismuna í positivismuni eru orðini hjá Taine um, at lastir og dygdir eru úrdráttir eins og sukur og svávilsýra.
Stóra ávirkan høvdu samfelagshugsanirnar hjá Karl Marx (1818-83). Kommunistiska manifestið eftir Marx og Engels kom út 1848 (á føroyskum 1969). Hugmyndirnar hjá John Stuart Mill (1806-73) um rættindini og støðuna hjá kvinnum fingu avgerandi týdning fyri norðurlendskar bókmentir. Bók hansara The Subjection of Women týddi Georg Brandes til danskt 1869 ( Kvindernes Underkuelse), sama ár, sum hon kom út.
Nýggjar viðrakingar og hugsanir í náttúruvísindum og læknavísindum rinu stórliga við mannahugsan og harvið eisini bókmentirnar, serstakliga ritini hjá enska náttúruvísindamanninum Charles Darwin (1809-82), The Origin of Species (1859) og The Descent of Man (1871), sum eina mest brutu niður valdið hjá kirkjuni tey seinastu áratíggjuni av 19. øld.
Tey skaldverkini, sum komu fram í fyrstuni eftir, at r. gjørdi vart við seg, eru merkt av romantiskum hugburði, men ólíkt romantikkinum viðgera tey gerandislívið og stremba eftir at seta fram sannlíkar lívsmyndir úr samtíðini. R. hevði serstakliga týdning fyri skaldsøgur, stuttsøgur og leikrit men minni fyri skaldskap í bundnum máli. Ymsir av teimum høvundunum í 19. øld, sum gjørdu skaldsøguna til tað stórveldi í bókmentunum, sum hon hevur verið síðani, skrivaðu innan fyri ta realistisku hevdina.
Fransmaðurin Honoré de Balzac (1799-1850) var hann, ið fremst myndaði ta realistisku skaldsøguna við samfelagsligari sjón av mannalívinum í verki sínum La comédie humaine (Skemtileikur mannalívsins), mongum skaldsøgum, ið einstakir søgupersónar knýta saman; við tí var ætlanin at kortleggja og greina tað franska samfelagið í samtíðini. Balzac kallaði seg sjálvan “samfelagsfrøðiligan lækna”. Merktur av somu hugsan um menniskjað sum samfelagsveru, av positivismu og humanismu, sum Balzac var eisini skaldsøguhøvundurin Stendhal (1783-1842). Viðvíkjandi hugsanum um bókmentir sum list hevði franski rithøvundurin Flaubert (1821-80) stóran týdning fyri r. Skaldsøga hansara Madame Bovary (1857) verður stundum nevnd besta dømið um realistiska skaldsøgu. Í brøvum, har sum Flaubert hevur sett fram hugsanir sínar um list, setur hann fram meginregluna um fullkomnan objektivitet. Høvundurin skuldi lýsa veruleikan, sum hann sá hann, ikki lata sínar egnu áskoðanir koma fram men standa uttan fyri verkið og bara skráseta tað sædda og hoyrda. Skaldsøguhøvundurin Emile Zola (1840-1902) umboðar *naturalismu, sum við hvørt verður bólkað undir r. sum eitt seint stig av henni. Aðrir franskir høvundar í r. eru brøðurnir Edmond (1822-96) og Jules de Goncourt (1830-70), Guy de Maupassant (1850-93) og Alphonse Daudet (1840-97).
Í enskum bókmentum hoyra til r. høvundar sum Charles Dickens (1812- 70), William M.Thackeray (1811-63), George Eliot (1819-80), Arnold Bennet (1867-1931) og John Galsworthy (1867- 1933).
Í Týsklandi hevði r. minni ávirkan. Har telst til stevnuna høvundurin Gottfried Keller (1819-90).
Í Russlandi setti r. dám á ættarliðið av miklum skaldsøguhøvundum: Gogol (1809-52), Turgenjev (1818-83), Dostojevski (1821-81) og Tolstoj (1828-1910).
Byrjanin til r. Norðurlondum verður vanliga søgd at vera fyrilestrarnir hjá Georg Brandes við Keypmannahavnar Lærda háskúla. Í inngangsfyrilestrinum legði hann fram sína orðing av einari stevnuskrá fyri r. Umframt krav um eftirfarandi lýsing av veruleikanum legði hann áherðslu , at høvundar skulu taka vandamál til umrøðu (“sætte problemer under debat”), nærri tilskilað samfelagslig vandamál. Av norðurlendskum høvundum, sum lýddu á kall Brandesar, kunnu verða nevndir danirnir I.P. Jacobsen (1847-85), Herman Bang (1857-1912) og Henrik Pontoppidan 1857-1943); norðmenninir Jonas Lie (1833-1908), Alexander Kielland (1849-1906) og Henrik Ibsen (1828- 1906) og í Svøríki August Strindberg (1849-1912). Summi leikrit eftir Ibsen, eitt nú Gengangere, og Strindberg, eitt nú Frøken Julie, verða ofta nevnd sum dømi um naturalistisk leikrit.
Føroyskar prosabókmentir tóku seg upp, tá ið r. hevði staðið sterk í Norðurlondum eina væna tíð, og tað var ikki minst realisma og partvíst naturalisma, sum settu sín dám á tær fyrstu føroysku stuttsøgurnar og skaldsøgurnar. Her eru at nevna stuttsøgur eftir M.A. Winther (1871-1923) og Regin í Líð (Rasmus Rasmussen; 1871-1962), Maurentius S. Viðstein (1892-1971); fyrsta føroyska skaldsøgan, Bábelstornið (1909) eftir Regin í Líð er ávirkað av naturalismu. Her sum aðrastaðni hava sjónarmiðini hjá r. staðið við í skaldsøguskriving fyrru helvt av 20. øld og eru sjónsk í skaldsøgum eftir stóru skaldsøguhøvundar okkara frá teirri tíðini: Martin Joensen, Heðin Brú og William Heinesen. – Allir hesir nevndu høvundar høvdu samhug við sosialistiskum sjónarmiðum.
Eftir 1930 gjørdist sonevnd *sosialistisk realisma almenn bókmentastevna í Sovjettsamveldinum, men undirstøðusjónarmiðini í henni eru onnur enn í r. í 19. øld ella teimum rákum, sum eru frá henni komin.
Eftir seinna heimsbardaga minkaði undirtøkan við realistiskum sjónarmiðum í bókmentum, og ymsar formroyndir settu dám á skaldsøguskrivingina. Men í 1960- og -70-árunum gjørdi sonevnd nýrealisma stórliga vart við seg, eyðkend av sannlíkari lýsing av gerandisveruleikanum í samtíðini og handfaring av samfelagsligum vandamálum, sum minnir nógv um sjónarmið og háttalag hjá høvundum hjá r. í 19. øld.
G. Brandes: Hovedstrømninger i det 19 Aarhundredes Litteratur 1872-90. R. Wellek: “The Concept of Realism in Literary Scholarship” Concepts of Criticism 1963. John Chr. Jørgensen: Realisme 1972. Pil Dahlerup: Det moderne gennembruds kvinder 1983.

regluhvíld (lat. caesura skurður)

Steðgur, sum býtir ørindisreglu í tveir partar, tá ið hon verður lisin. Í fornklassiskum ørindisløgum var regluhvíld vanliga bundin at ávísum støðum í ørindisregluni (*hexametur, *pentametur, trimetur). Í summum ørindisløgum frá seinni øldum er føst regluhvíld (t.d. í *alexandrinskum hátti), men í flestum ørindisløgum á nútíðarmálum verður regluhvíld við setningafrøðiligt mark, og hon hevur tí ikki fastan stað í ørindisregluni.

renessansa

resumé

retorikkur (gr. rhetorike (tekhne) røðulist)

retoriskur spurningur

*figurur > leikfigurar.

riddarasøgur

Ein grein av fornnorrønu prosabókmentunum, ævintýrligar søgur um riddarar og hetjur í fremmandum londum, t.e. uttan fyri Norðurlond.
R. hava tvinnanda uppruna: 1) týddar søgur, 2) søgur skrivaðar í Íslandi. 1) Elstu týðingarnar vórðu gjørdar í Noregi fyri Hákun Hákunarson (1217-63) og vóru týðandi táttur í at laga hirð hansara til evropeiskan sið. Elsta týðingin er Tristrams søga frá 1226, og yvirhøvur munnu týðingarnar vera frá 13. øld. Upprunatekstirnir vóru fronsk hetjukvæði, sokallaðir chansons de gestes, t.e. kvæði um Karlamagnus og aðrar hetjur, *frásøgukvæði eftir fronsk riddaraskald og úr latínskum ritum í bundnum sum óbundnum máli. Fáar r. eru varðveittar í norskum handritum, flestallar í íslendskum, ofta nógv broyttum og øktum, soleiðis at torført er at gera sær mynd av upprunatekstinum. Evnið í søgunum er yvirhøvur av trinnanda slag: klassiskt, týtt úr latíni, franskt og keltiskt. Týðingarnar eru trúgvar móti høvuðsevninum í upprunatekstunum, uttan tað at lýsingar av sálarlívinum hjá teimum elskandi eru nógv styttar ella lagdar burturúr; høvuðsáherðslan er løgd á at fáa hendingagondini við. 2) Um 1300 fóru íslendingar at skriva r. við fyrimynd í teimum týddu og hildu fram við tí í minsta lagi í tvær øldir. Við tíðini gjørdust tær alt ævintýrligari, alt meira varð gjørt av í lýsingini av persónum, bardøgum, treytum og trongdum. Tær líkjast teimum yngru *fornaldarsøgunum, og summar hava verið flokkaðar saman við teimum.
Marianne Kalinke: “Norse Romance (Riddarasögur)” Old Norse-Icelandic Literature. A Critical Guide, ritstj. Carol J. Clover & John Lindow 1985. Torfi H. Tulinius: “ÌI Kynjasögur úr fortíð og framandi löndum” Íslensk bókmenntasaga Ì, ritstj. Böðvar Guðmundsson o.o. 1993.

rit

Tað ið er ritað; skrift, lítil bók.

ritdómari

Ein ið gagnmetir bókmentir, ummælari, kritikari.

ritdómur

Meting av riti, ummæli.

ritroynd (fr. essai, en. essay)

Stutt, eyðlisin ritgerð ella grein við persónligum, ofta skemtiligum, dámi, sum viðger eitt evni ella setir fram eina próvførslu uttan at vilja vera fullfíggjað ella fara út í æsir. Sum tekstslag hoyrir r. til yrkisbókmentir, so at skilja, at frásøgufólkið ella røddin í tekstinum og rithøvundurin, sum er skrivaður fyri tekstinum, eru sami persónur. Viðvíkjandi formi leggur ritroyndin seg aftrat teimum skaldsligu tekstsløgunum, tí hon brúkar nógv av somu listfrøðiligu snildum.
R. er ikki so hátíðarlig í formi sum tann vísindaliga ritgerðin. At kalla hetta tekstslagið r. stavar frá franska høvundinum Montaigne, sum gav út bók við heitinum Essais, t.e. ‘royndir’, í 1580, fyrsta dømið um hetta tekstslagið. Við heitinum gjørdi hann vart við, at hann ikki gjørdi krav um at hava loyst teir spurningar, sum hann viðgjørdi, ella at hava sett fram nakra lidna heimspekihugsan. Í Onglandi legði Francis Bacon við Essays (1597) støði undir eina ríka enska ritroyndahevd við nøvnum sum Addison, Steele, og úr 20. øld D. H. Lawrence og Virginiu Woolf. Í eldri tíð fevndi r., serliga á enskum, stundum um heimspekiligar yrkingar, t.d. A. Pope: Essay on Man 1732-34. R. er eitt fjølbroytt, opið tekstslag, sum tekur skiftandi tíðarrák upp í seg. Í Norðurlondum setti Holberg hugsanir sínar um upplýsing og siðalag fram í r. Í 19. øld vóru bókmentir og mentamál yvirhøvur evni, sum nógvir viðgitnir høvundar skrivaðu r. um, t.d. Sainte-Beuve, Heine, Nietzsche, Brandes. Eisini í 20. øld blómaði r. Eitt eyðkenni, sum fylgir r. yvirhøvur, er, at hon tekur støði í tí persónliga og leitar haðani út í almennari hugleiðingar og útsagnir; umframt tann persónliga dámin eyðkennist r. ofta av óhátíðarligum, skemtandi ella speiskum huglagi. – Føroyskir høvundar at r. eru eitt nú Sverri Patursson, Maria Mikkelsen, Tróndur Olsen, Sigurð Joensen, Jens Pauli Heinesen, Oddvør Johansen, Gunnar Hoydal, Hanus Andreassen [nú: Kamban] og Carl Jóhan Jensen.

ritsavn

Savn av ritum ella ritverkum, t.d. savn av tí ein ávísur høvundur hevur latið úr hondum. Ritsavn 1-7 eftir Hans Andrias Djurhuus kom út 1952. Streingir, ið tóna 1-7, ritsavn eftir Símun av Skarði kom út 1998-2004.

ritverk

Eitt r. er øll tey verk, ið eru kannað einum høvundi. Ein táttur í bókmentagransking er at kanna, hvussu tey einstøku verkini í ritverkinum hanga saman, bæði í tíðarrøð og viðvíkjandi innari høpi og menning.
John Chr. Jørgensen: At læse forfatterskab.

rím

R. er endurtøka av ljóðum við frábrigdum innan fyri eina ørindisreglu ella eitt ørindi, við tað at einstøk ljóð ella ljóðsambond verða tikin uppaftur. Rím er annaðhvørt alrím (heilrím) ella hálvrím.
Alrím er tað, tá ið sjálvljóð og fylgjandi samljóð eru tey somu í rímorðunum: hjarta – bjarta, ala – vala, guvandi – froðandi, goysandi -froysandi. Er rímorðið einstavilsisorð, nevnist tað kallrím: ver – fer, men kvinnurím, um tað er tvey- ella fleirstavilsisorð: staður – maður. Hjáljóð undan sjálvljóði í áherðslustavilsi eiga ikki at vera tey somu í rímorðum: ráð – frá ríma; men veit – veip ríma ikki.
Hálvrím eru tvinnanda: 1) sjálvljóðini í rímstavilsinum eru ymisk, men tey fylgjandi hjáljóðini eru tey somu: vald – øld. 2) sjálvljóðini í rímstavilsinum eru tey somu, men tey fylgjandi hjáljóðini eru ymisk ( sí *assonansur); slíkt hálvrím vanligt í skaldskapi í nógvum londum, t. d. í kvæðunum: … eftir bjørgnunum fram – … rann.
Rím býtist eftir støðu í endarím og innrím. Endarím er í endanum á ørindisreglu. Tá ið tvær ella fleiri reglur á rað hava sama endarím nevnist tað raðrím (t.d. aaaa, aa, bb); rímar onnurhvør regla saman, nevnist tað flættirím ella krossrím (abab); herumframt koma alskyns rímflættur fyri í ymsum ørindisløgum, t.d. kringrím (abba) og fleiri. – Innrím er øðrumegin rím innan fyri somu ørindisreglu, hinumegin rímorð, sum knýta saman ørindisreglur á líkan hátt og endarím men standa ikki í endanum á regluni. Innrím í somu reglu er kent í skaldskapi víðahvar (*hexametur) úr miðøld. Í norrønum skaldskapi gjørdist innrím millum reglur tíðliga eitt av krøvunum í *dróttkvæðalagi og síðani í fleiri fornum ørindisløgum; har verður skift ímillum alrím og hálvrím. Rímið fevndi oftast bara um orðstovnin, ikki endingina.
Rím er kent hjá mongum óskyldum tjóðum og í ymsum tíðum. Í fornklassiskum skaldskapi var tað aldrin regla, men í grikskari og rómverskari røðusnild (retorikki) kom eitt slag av rími fyri í endanum á setningi sum eitt slag av stílbrigdi, og líkt tí kemur eisini fyri í skaldskapi. Regluligt rím í skaldskapi kemur fyrst fyri í Vesturheiminum í latínskum kristnum skaldskapi í 3. øld, vindur upp á seg tær næstu øldirnar og verður ráðandi frá 10. øld. Í germonskum skaldskapi kemur rím fyri frá seint í 9. øld. Í norrønum skaldskapi er raðrím tað elsta endarímið, yrkingin Hofuðlausn eftir Egil Skallagrímsson er elsta dømið, og tað er óivað runnið av útlendskari ávirkan.
Rím kann vera bert spæl við ljóðum; men tað kann eisini vera ein formandi táttur, vera við til at forma málið rýtmiskt og serliga til at styrkja skemað í rýtmiskari yrking, til at gera vart við skipanina, rammurnar. Tað er ikki av tilvild, at regluligt endarím ikki slær ígjøgnum fyrr enn í teirri løtu, at skaldskapurin skal standa á egnum fótum, óstuddur av formandi megi tónleiksins.
Rím er ein formtáttur hjá ørindislagnum, endarím avmarkar ørindisreglur, knýtir tær saman á ymsan hátt og verður tí ein høvuðstáttur í forminum á mongum ørindisløgum. Stílfrøðiliga er rím eitt slag av *endurtøku og kann hava tann leiklutin at leggja serliga áherðslu á týdningarmikil orð við at gera tey til rímorð. Rím hevur eisini tann eginleika at økja um ljómin í einari yrking við endurtøku av somu ljóðsambondunum, og við tí skapast fastari rýtma. Men tað eru mong dømi um, at ov kynstrugt rím er einki uttan ein tómur formur, og rímneyð hevur ofta fingið skald at nýta magnlítil rímorð. Men um yrkjarar nýta rím og hvussu, er treytað bæði av skaldsligum rákum og persónliga stíli teirra.

rímbræv

Veruligt ella skaldligt bræv í bundnum máli. R. er eitt klassiskt tekstslag, ið gongur aftur til Horats. Hann skrivaði síni brøv, Epistulae, 2. áratíggju f.Kr., í hexametri. R. blómaðu í klassisku fornøldini og aftur í endurreisnini. Umleið 1900 var r. at kalla burturdottið.

robinsonada

robinsonsga

R. er ein søga um fólk, sum av onkrum orsøkum eru strandað oyðioyggj, har tey bjarga sær í eitt tíðarskeið við at nýta síni evni til tað ítasta. Ofta búnast tey væl sum menniskju av hesari avbjóðingini. Heitið stavar frá skaldsøguni Robinson Crusoe (1719), sum gjørdist víðagitin beinanvegin, hon kom út, og gjørdist fyrimynd fyri eina ørgrynnu av bókum. T.d. kom í 1756 ein týsk bók um ein føroyskan Robinson. Søgnin um mannin, ið varð einsamallur í Lítlu Dímun hevur givið bæði Heðin Brú og Hans Andrias Djuhussu íblástur til at skriva søgur við robinson-motivinum sum høvuðsmotivi. Nógvar barnabøkur nýta r. sum motiv.
Turið Sigurðardóttir: “Robinsonssøgur”, bls. 192-94 í: Daniel Defoe: Robinson Kruso Føroya Lærarafelag 1990.

romantikkur

Orðið r. kemur av fornfr. roman, sum upprunaliga varð nýtt um skriv á móðurmálinum, mótsett latíni, men seinni um frásagnir í bundnum og óbundnum máli, serliga riddarasøgur og aðrar ævintýrligar søgur. Frá 16. øld hevur orðið eisini verið nýtt í merkingini ævintýrligur, loyndarfullur, og varð tá eisini nýtt um annað enn bókmentir, oftast niðrandi.
Orðið r. hevur verið nýtt á sera ymiskan hátt um bókmentir. Skilmerkingarnar hava verið sera víðar, og algild skilmarking er ikki til. R. hevur ymisk eyðkenni í ymsum londum og tekur seg ikki upp samtíðis í teim ymsu londunum. Men kortini verður hildið fast við hugtakið, og bókmentafrøðingar halda seg síggja felags eyðkenni innan fyri tað, sum ber heitið r. Sigast kann, at við undirstøðueyðkennum sínum stóð r. í andstøðu til *klassisismu eins væl og *rationalismu og *upplýsing. Flogvitið, tann frumskapandi listamaðurin, verður settur upp ímóti teirri lærdu, regluføstu hermingini í *klassismuni.
R. kom fyrst fram í Týsklandi og Onglandi síðst í 18. øld.Men rørslan átti røtur í 18. aldar andstøðu móti skynsemisdyrkanini hjá rationalismuni og klassisismuni. Í Onglandi hevði útgáva av kvæðum av mannamunni stóran týdning, og Ossians-kvæði Macphersons 1760-65 fingu stóra ávirkan á romantiskar yrkjarar í nógvum londum. Í Fraklandi hevði serliga Rousseau stóran týdning fyri romantikkin, og skriv hansara vórðu skjótt kend í Týsklandi og Bretlandi.
Fyrireiking til týskan r. var tað sonevnda *Sturm und Drang-skeiðið (1770-85), ein rørsla sum boðaði uppreistur einstaklingsins móti arvaðum samfelagssiðum, kenslur og náttúrudyrkan. Stóran týdning hevði hugsan Herders um søguna sum eina lívrunna gongd; hann metti, at tjóðir livdu gjøgnum barndóm, manndóm og aldurdóm og at ‘tjóðarsálin’ kom fram í skaldskapi av mannamunni. Hann gav út kvæði av mannamunni úr ymsum londum 1778-79, sum gjørdust fyrimynd fyri seinni søvn í Týsklandi. Í heimspeki átti týskur r. røtur í idealismuni hjá Kant og Fichte og gudfrøðini hjá Schleiermacher.
Men vísindaliga støðið undir r. kom greiðast fram í tí nýplatonsku náttúruheimspekini hjá Schelling; hann helt, at í øllum veruleika búði sami andi, andi náttúrunnar, sum “svav í steininum, droymdi í urtini, vaknaði í djórinum, gjørdist tilvitaður í menniskjuni og rakk hægsta fullkomileika í listamanninum”.
Tann “bláa blóman”, romantiska teknið fyri loyndarfulla trá eftir tí óendaliga, er komin frá týska skaldinum Novalis (1772-1801). Miðdepilin fyri týskan r. var í Jena fram til 1806. Hugmyndirnar hjá yrkjarunum í Jena vóru merktar av øðrumegin, at teir dyrkaðu flogvitið, trúnni á at tann hægsti sannleikin alt í einum opinberaðist tí flogvituga skaldinum; hinumegin av frælsishugmyndunum hjá fronsku kollveltingini og hugmyndunum hjá tí nýggju borgarastættini, sum reisti seg móti tí steinrunna lensveldinum. Hugmyndirnar og rørslurnar vóru roknaðar sum almennar og ikki bundnar at einstøkum tjóðum. Men Napoleonskríggini gjørdu, at tjóðskaparhugsanin vann fram. Og tíðin aftan á kríggini, tá ið frælsishugsjónirnar høvdu verið við undirlutan, hevði við sær vaksandi áhuga fyri tjóðminni, miðaldarmýstikki og kristindómi. Ævintýrasøvn komu út; yrkjarar leitaðu sær fyrimyndir í tjóðminnum bæði til evni og stíl, settu sínar romantisku hugmyndir fram í einføldum kvæðamáli; men politiskt gjørdust teir flestu afturhaldssamir.
R. kom tíðliga til Norðurlond úr Týsklandi. Fyrilestrarnir hjá H. Steffens í Keypmannahavn elvdu til fyrstu romantisku yrkingar Oehlenschlägers, sum gjørdist høvuðsskaldið í donskum r. longu við fyrstu bókum sínum (1803 og 1805). N. F. S. Grundtvig var eisini ávirkaður av r. í áhuga sínum fyri norrønari gudalæru.
Tá ið talan er um føroyskar bókmentir, mugu vit halda, at tey nýføroysku kvæðini tíðliga í 19. øld eftir navnnevndar høvundar, eitt nú Sjóvarbóndan, í ávísan mun eru kveikt av romantiskari dyrkan av “fólkinum”, dyrkan av skaldskapi á mannamunni og norrønari fornøld. Aðrastaðni hermdu skaldini eftir skaldskapi av mannamunni og kallaðu yrkingar sínar vísur ella kvæði (Lieder, Balladen); kortini var hetta bóklig listyrking, men hon lænti nakað av dáminum úr tí fólksliga skaldskapinum. Í Føroyum vóru kvæði – og tættir – einasta skaldskaparslagið á móðurmálinum. Tann romantiska virðingin fyri og undranin um henda fólksliga skaldskap var óivað føroyskum skaldum eggjan til at yrkja nýggj kvæði í gomlum stíli. Savningararbeiðið hjá V.U. Hammershaimb, Jakob Jakobsen og øðrum er eisini sprottið av romantiskum hugsjónum.
Tað fyrsta skeiðið í nýføroyskum skaldskapi, sum byrjaði 1876, varð í stóran mun borið av romantiska streyminum, sum enn átti megi, hóast aðrir streymar høvdu tikið seg upp. Hesin skaldskapur, sum spratt millum lesandi føroyingar í Keypmannahavn, breyt upp úr nýggjum í føroyskum høpi og er óloysandi knýttur at tjóðskaparrørsluni. Høvuðsskaldini vóru í fyrstu atløgu Fríðrik Petersen og Rasmus Effersøe. 1892 kom fyrsta føroyska sangbókin ella yrkingasavnið Føroyskar vísur við sangum eftir 14 høvundar. Allar yrkingarnar í hesum fyrsta tíðarskeiðinum vóru ætlaðar at syngja og tískil á sín hátt framhald av kvæðayrkingini. Men tað nýggja var, at yrkingarnar vóru lovprísan av føðilandinum, tí stórbæra, villa og hugtakandi í náttúruni eins væl og tí blíða; av fólkinum, søgu og máli tess. V. ø. o. søgdu hesar yrkingar ikki, eins og kvæðini, fyrst og fremst eina góða søgu; heldur vóru tað kenslur, sum yrkingarnar snúðu seg um, kærleika til føðilandið, føroyingar, føroyskt mál, søgu og mentan. Í 1888 tók Jóannes Patursson tráðin upp í Føroyum og hereftir vórðu fosturlandssangir yrktir í Føroyum. Í staðin fyri heimlongsilin hjá útisetunum kom hjá Jóannesi Paturssyni ein miðvís eggjan til framburð og tjóðarfrælsi. Teir fyrstu fosturlandssangirnir vóru stórliga ávirkaðir av norðurlendskum fosturlandsskaldskapi; men Jóannes Patursson leitaði sær kveik í kvæðunum. Nógvir av størstu føroysku yrkjarunum hava yrkt romantiskar fosturlandsyrkingar heilt fram til 1946.Men sjálvsagt broyttist yrkingarlagið nógv gjøgnum tíðina frá Fríðriki Petersen til H.A. Djurhuus og Mikkjal á Ryggi.
Tjóðskaparskaldskapurin bygdi á tær grundleggjandi romantisku hugmyndirnar um søgu, um tjóðina og um frælsið. Men ikki minni avgerandi í romantisku rørsluni var, at hon hevði við sær nýggja fatan av listamanninum sum tí úrmælinginum, ið hevði atgongd til fjalda lívssannleikan, sum tann jarðbundni borgarin var útistongdur frá. Gjøgnum dreymar og longsil hevur listamaðurin samband við tað guddómliga, sum býr í alheiminum og øllum, sum í honum er. Romantiski átrúnaðurin er *panteisma (t.e. “Gud er í øllum”). Men hóast serstøðu sína er listamaðurin kropsliga og sum samfelagsvera bundin at tí lægra heiminum; og hann nívist av fremmandakenslu í samfelagnum og samtíðini, innlit hansara í tað fullkomna ger, at hann kennir seg heimleysan millum vanligar borgarar. Tí hann fær ikki gjørt sínar guddómligu sjónir til veruleika uttan í dreymi – og í listini:

Inn í hugans halgu, stillu salar
mást tú flýggja burt frá lívsins strok’ –
bert í dreymi frælsi til tín talar –
bara í sangi bert tú einki ok.


Friedrich Schiller, J.H.O.Djurhuus týddi.

Tað romantiska tvískygnið – munurin millum dreym og veruleika – hevði við sær svartskygni og at skaldini vendu sær burtur frá samtíðini og nýmótans samfelagsmenningini, sum í teirra eygum gekk sína skeivu gongd; men hinvegin kundi hetta eisini hava við sær ta sonevndu romantisku ironiina; tá setur yrkjarin fram eina romantiskt idealiseraða mynd og ógildir hana við beint aftaná at benda á, hvussu ófullkomin veruleikin veruliga er.
Almennari og víðfevndari romantisk eyðkenni enn tjóðskaparkenslan, so sum tann nýggja fatanin av listamanninum, tvískygnið og tað, at einstaklingurin og hansara kenslur verða settar í hásæti, gera so smátt vart við seg í føroyskum skaldskapi beint fyri aldaskifti í sangbókini Smásangir og Sálmar, 1899, ið er væl fjølbroyttari í evni og formi enn bókin frá 1892.
Men r. sum ein máttmikil skaldsligur strongur kom fyrst og best inn í føroyska yrking við Janusi Djurhuus frá aldaskiftinum og frameftir. Heitini á yrkingum hansara eru talandi: “Ódn”, “Mín Sorg” og “Dreymar”, allar frá 1902, og yrkingarnar eru góð dømi um romantiskar kenslur, sjálvsfatan og náttúrufatan.
Formliga er tað yrkingin heldur enn óbundið mál, sum hevur eyðkent romantikkin; kortini vórðu eisini skrivaðar skaldsøgur og leikrit, og romantiskir yrkjarar hermu eftir teimum ymsu sløgunum av skaldskapi á mannamunni, t.d. kvæðum og ævintýrum. Evnini eru náttúra og kærleiki heldur enn nýtíðar býarlív, samfelags- og arbeiðslív. H.A. romantikkur Djurhuus, fjølbroyttasta romantiska skald okkara, yrkti at kalla øll tekstsløg, eisini eina romantiska skaldsøgu ( Beinta 1927).
R. hevur verið ein ómetaliga sterk og týdningarmikil rørsla í evropeiskari heimspeki, vísindum og list. Frá um 1850 tóku nýggj rák seg upp í andstøðu móti r., fremst *realisma og *naturalisma, sum vóru kveiktar av framburðinum í náttúruvísindunum. Men hóast tað hevur ávirkanin frá r. verið varandi í mongum lutum: almennu søgufatan okkara, náttúru- og skaldskaparfatan. Tað var tjóðskaparromantikkurin, sum aldi fram fyrsta skeiðið í nýføroyskum bókmentum, og r. helt á fram til 1946. Bæði H.A. Djurhuus og Mikkjal á Ryggi eru romantiskir yrkjarar; men teir eru eyðvitað eisini væl og virðiliga ávirkaðir av øðrum rákum, ikki minst realismuni. Viðhvørt verður “Áttamannafarið” eftir Mikkjal á Ryggi sett sum dømi um romantiskan hugburð afturímóti yrkingini “Motorar” eftir H.A. Djurhuus.

romantisma

Hugtak, ið stundum verður brúkt um bókmentir seint í romantikkinum, tíðini 1830-50. R. er hugtikin av tí forkunnuga, ræðandi yvirnatúrligum dámi, tí erotiska og tí kloyvda, ið sæst hjá Lord Byron, H. Heine, og í Danmark E. Aarestrup, H. C. Andersen og Kierkegaard.

russisk formalisma

Ein stevna í bókmentagransking, sum kyknaði í Russlandi um 1915. Fylgismenn hennara vildu fyrst og fremst rannsaka skaldverkið sjálvt sum skaldverk, t.e. heildarnøgdina av einstøkum ‘snildum’, sum skilja skaldsligt mál frá vanligum máli. Í andstøðu móti tí leysliga í eldri bókmentaástøði royndu teir at fremja eina vísindaliga lýsing av skaldskapi (serliga skaldskapi í bundnum máli) sum einari serligari málnýtslu við eyðkennistáttum, sum tað bar til at eygleiða. Henda granskingin skúgvaði innihaldið í bókmentaverkunum til viks og kallaði sostatt fram harða atfinning frá marxistiskum kritikki, ið nýtti heitið *formalismu sum ábreiðsluorð. Tá ið Stalin hevði tryggjað sær valdið um1929, varð formalistiska stevnan bannað í Sovjettsamveldinum og granskingarmiðdepil hennara flutti seg til Prag í 1930-árunum. Umframt ta serligu ‘skaldsligu málnýtsluna’ (literaritet) var tað týdningarmesta hugtakið hjá stevnuni ‘undarliggerð’: í staðin fyri at síggja bókmentirnar sum ‘endurspegling’ av heiminum sóu Victor Shklovsky og fylgismenn hansara í formalismuni tær sum málsliga ‘avlaging’ ella ‘undarliggerð’ – Shklovsky nýtti russiska orðið ‘ostranenie’ (tað at gera fremmant). Í tíðarskeiðinum hjá kekkisku formalismuni fór Jan Mukarovsky longri við hesum hugtakinum og kom til hugtakið at ‘seta í forgrundina’; hervið meinast, at serlig áherðsla verður løgd á ein tátt ella eginleika í tekstinum mótvegis øðrum minni sjónskum táttum. Sambært russisku formalismuni eru skaldverk serstøk av teirri orsøk, at tey seta sín málsliga status í forgrundina og beina á tann hátt áhugan at, hvussu tey siga okkurt, heldur enn hvat tey siga: skaldskapur í bundnum máli víkur frá gerandistalu og frá prosa við at nýta *ørindislag, óvæntaðar *myndburðir, *stavrím og aðrar snildir til at beina áhugan at málinum sjálvum. Í rannsóknum sínum av frásøgn ( *frásagnarfrøði) greindu formalistarnir eisini munin á *søgugongd og *fábli. Umframt Shklovsky og samstarvsfelaga hansara Boris Eikhenbaum var Roman Jakobson fremstur millum russisku formalistarnar. Hann var virkin bæði í Moskva og Prag, áðrenn hann kunnaði um formalistisku teoriirnar í Amerika. Ein serligur russiskur bólkur er Bakthin-skúlin, sum teir hoyra til Mikhail Bakthin, Pavlev Medvedev og Valentin Voloshinov; hesir hugsararnir knýttu saman tættir úr formalismu og marxismu í sínum frágreiðslum um málsliga *margáherðslu og *dialogiskan tekst. Í 1960-árunum varnaðist Vesturheimurin av nýggjumavrikið hjá russisku formalistunum og teir fingu munandi ávirkan á hugsanirnar í *strukturalismuni um bókmentir og á summi av teimum nýggjari frbrigdunum av marxistiskari bókmentagransking.
V. Erlich: Russian Formalism, History – Doctrine 1980. R. Jakobson: Poetik och lingvistik 1974. MBakhtin: Probleme der Poetik Dostoevskijs 1971 (tý. til en. og fr.), sami: Rabelais and his World 1968 (tý. til sv). K. Aspelin & B. A. Lundberg: Form och struktur 1971.

rýtma

Skilmarkingin av r. er trítáttað: 1) streymandi rørsla, 2) *endurtøka, og 3) frábrigdi í endurtøkuni, spælið millum reglufestu og frábrigdi. Flestalt prosa lýkur tað fyrsta kravið, men munur vil ofta vera á munnliga skapaðum prosa, sum andadrátturin hevur stóra ávirkan á, og tí skrivliga skapaða, sum tað likamliga hevur minni ávirkan á; 2), endurtøkan, er ikki reglulig í prosa sum í bundnum skaldskapi, men ofta er ein frí, óreglulig endurtøka í prosa, ið kennist sum ein reglulig, framhaldandi rørsla, og sum serliga í upplestri virkar rýtmiskt. Triði tátturin, spenningur millum tað regluliga og frábrigdi frá tí, er ikki at finna í prosa eins og í bundnum skaldskapi, tí tað óregluliga er við yvirlutan í prosanum, og spenningur millum regluligt og óregluligt tí lítil og eingin. Markið millum bundnan og óbundnan stíl er ónágreiniligt, men í høvuðsheitum ber til at skilmarka munin á teimum soleiðis: prosa eigur bara tann rýtmiska streymin, men bundin skaldskapur eigur bæði tann rýtmiska streymin og tann rýtmiska spenningin.
Hvønn týdning hevur rýtman? Í stuttum sagt svarar hon til tveir grundleggjandi tørvir okkara: tørvin fyri rørslu og tørvin fyri reglufestu. Aftrat hesum almennu grundleggjandi funktiónum hevur rýtman í øðrum lagi týdning í tann mun, sum hon styðjar merkingartættir í skaldskapinum gjøgnum analogiska virkan: ein rólig rørsla kann draga fram tað virðiliga í orðunum, tvísporandi anapestir, øvutir tríliðir, eru frálíkir til lýsa okkurt skundmikið. Slík virkan av rýtmuni má tó als ikki tulkast ov avgjørt.

rættur tríliður (gr. daktylos)

Ørindisfóturin –∪∪. Tað forngrikska ørindislagið hexametur, sum kvæði Homers eru yrkt á, er bygt upp av røttum tríliðum: “Vreiðina/ kvøð um gud/inna hjá/ Peleusar/ soni A/killeus” (byrjanin á Ilionskvæði í týðing Janusar Djurhuus). Sí *ørindislag.

rættur tvíliður

Ørindisfótur sum er eitt áherðslusterkt stavilsi og eitt áherðsluveikt stavilsi: –∪. Sí *ørindislag.

røðusnild

*tungulist, retorikkur.