panteisma (e. pantheism, av gr. pan, ‘alt’ og theos, ‘gud’)

Heitið p. fevnir um ymisk trúar- og heimspekiástøði, sum hava tað í felag, at gud og alheimurin eru eitt, ein vera ella ein sál, og verða ikki sundurskild á sama hátt sum orsøk og avleiðing; tað ber ikki til at skilja skaparan frá skapanini, heldur er hesin alheimsandi sjálvur hin skapandi máttur. P. roynir sostatt at sleppa frá tvíhyggjuni ella dualismuni, t.e. sundurskiljingini av evni og anda, sum hon metir vera sjónhvørving, ið stavar av, at evni menniskjans at skyna á eru avmarkað. Skilningur av tilveruni má tí byggja á hugskygni ella intuitión og kenslum heldur enn á skynsemi og objektivum kanningum. P. var kjarnin í heimspekini hjá elstu umboðunum fyri *romantikkin og kom fram á ymsan hátt hjá lærisveinum Kants, eitt nú J.G.Fichte (1762-1814), F.W.J. Schelling (1775-1854) og A. Schopenhauer (1788-1860). Sambært teimum og fleiri øðrum vóru skapanarmegin í náttúruni og skapanartørvur og skapanardugur listamansins samanbundin; undirstøðulógin var orðingartørvurin, sum breyt sær slóð burtur úr øllum bondumog hevdum. Ávirkan frá p. kom ikki bara fram hjá teimum romantisku skaldunum, men eisini hjá ymsum í seinni tíð. Millum føroyskar yrkjarar finna vit skilliga panteismu hjá nógvum, t.d. H.A. Djurhuus og Karsten Hoydal.

paradoks

*figurur, mótsetningsfigurar, *tvørsøgn.

parafrasa (gr. para við liðina á, phrasis orðing)

parallellisma

paratekstur (gr. para ‘við síðuna av’)

Franski bókmentafrøðingurin Gérard Genette (1930- ) myndaði heitið “paratekstur” í verkinum Seuils (fr. seuil ‘gátt’) frá 1987. Parateksturin, sigur Genette, er neyðugur fyri at skapa tekst um til bók og almenna útgávu. Eingin útgáva uttan paratekst. Parateksturin virkar sum sambindingarliður ímillum útgevara, høvund, verk, lesara og almenna rúmið. Hann kunnar eitt nú um sendara/høvund og setir verkið inn í sjangruhøpi. 

Genette býtir paratekstin í peritekst og epitekst.

Periteksturin (gr. peri ‘nær við, nær at’) er alt tað, sum vísir seg í sjálvari útgávuni – alt frá kravdum ásetingum til meira privatar viðmerkingar, sjangrueyðmerking og sølufremjandi snildir á kápuni.

Periteksturin hevur fleiri funktiónir og kann býtast sundur tann  ritstjórnarliga og tann skaldsliga peritekstin.

Tann ritstjórnarligi periteksturin fevnir um tey formligu og sannroyndarligu viðurskiftini, ið mynda bókina sum framleiðslu og vøru á bókamarknaðinum. Tað eru t.d. sannroyndir um høvund, prentstavir og -stað, forlag, útgávuár, upplag, ISBN, upphavsrættindi, t.e. alt tað, ið er sannroyndarligur karmur um tekstin.

Tann skaldsligi periteksturin harafturímóti er alt tað, ið peikar inn í tekstin. Hann kann vera kunnandi, leiðbeinandi ella samanfatandi. Her er talan fyrst og fremst um tittul, tittulblað, undirheiti, formæli, tekstslag og aðrar upplýsingar, ið høvundurin vanliga hevur avgerandi ávirkan á. Hesin parturin av peritekstinum er “gáttin” ímillum lesaran og tekstin.

Epiteksturin er hinvegin alt tað, ið er tongt at verkinum, t.d. samrøður við høvundin ella onnur um verkið, ummæli, umrøður, lýsingar, metingar o.a., sum er staðsett uttan fyri verkið. Genette ger vart við, at epitekstur kann broytast til peritekst í seinni uppløgum og útgávum, sum t.d. tá ið brot úr ummælum ella upplýsingar um virðislønir verða partur av bókarkápuni sum lýsingarátak. Dømi um hetta sæst á bakpermuni á 2. upplagi á Sig at du lyver eftir Silviu Henriksdóttur (2011), har brot úr ummælum úr donskum dagbløðum eru sett inn. Nýggi periteksturin av umskapaðum epiteksti tænir sum virðishækking, ið roynir at skapa trúvirði ígjøgnum metingar hjá serfrøðingum og virkar sølufremjandi og sum brellbiti til lesaran.

Genette vísir eisini á, at neyðugt er at vera varin, tá ið peritekstur verður greinaður og viðgjørdur, tí hann kann hava onnur endamál enn at kunna og eyðmerkja sum t.d. at villleiða. Dømi um hetta sæst í útgávuni Skugga-Baldur (uppr. 2003, fø. 2006) eftir íslendska høvundin Sjón. Í forsatsinum í upprunaútgávuni stendur navnið á høvundinum og heitið Skugga-Baldur , og undir tí stendur “þjóðsaga”, sum merkir søgn (Í føroysku útgávuni er “þjóðsaga” tó týtt til “eitt fólkaævintýr”). Á bakpermuni byrjar teksturin við dagfesting og frásøgn um stórt farmaskip, ið rendi á land á Reykjanesi. Upplýsingarnar peika hvør í sína ætt: Søgnin hoyrir til munnborna skaldskapin og hevur ongan høvund, meðan bakpermuteksturin við neyvu ásetingunum bendir á ein skrivligan søguligan tekst eftir ein ávísan høvund. Hetta er dømi um, at høvundurin roynir at undirgrava møguleikarnar at flokka tekstin sum tekstslag við ymiskligu upplýsingunum í peritekstinum. Sama sæst við eyðmerkingini av Sig at du lyver eftir Silviu Henriksdóttur (2011), tí har peika upplýsingarnar eisini hvør í sína ætt. Samstundis sum tekstslagið er eyðmerkt sum “roman” framman á permuni, verður upplýst á bakpermuni, at søgan er sjálvupplivaður.

G. Genette 2001 (1987) . Paratexts Thresholds of interpretation. (Uppr. á fronskum: Seuils, Editions du Seuil 1987). Á enskum 1997, Cambridge University Press. Talgild útg. 2001. Ensk týð.: Jane E. Lewin.

M. Marnersdóttir. 2000. “Paratekstleiki”, bls. 311-329. Hvør av øðrum. Samanseting, frásøgn og millumtekstleiki í føroyskari skaldsøgu eftir 1970. Føroya Fróðskaparfelag.

L. Søndergaard. 2003. “Paratekst”. Om litteratur – metoder og perspektiver. 2003. Ritstj. L. Søndergaard. Århus C. Systime.

Lydia Didriksen

 

parodi

Spottandi avbronglan, herming, keipumynd av bókmentaverki ella verkum. Keipa av stíleyðkennum ella øðrum hjá einum høvundi ella bókmentaráki við at nýta tey við óhógv. Tóroddur Poulsen er dømi um høvund, ið nýtir p.

patos (gr. pathos líðing, sterk kensla)

Innilig, ovurhugað og hátíðarlig framseting. P. er fastur innihaldstáttur í t.d. harmleiki.

patriarkat

Samfelagsskipan, har elsti maður í ættini er høvur hennara. Í kvennbókmentafrøði verður hugtakið p. nýtt í lýsing og greining av kvinnuligari umboðan í bókmentunum.

pentametur (úr gr. pentametros fimmmáldur), fimmliðalag

Forngrikst ørindislag, stavar frá lagnum *hexametur; reglan býtist í tvær helvtir við *regluhvíld ímillum; í hvørjari helvt eru tveir rættir tríliðir og eitt langt stavilsi (stývdur tríliður); hvør helvtin varð tí mett sum 2½ ørindisfótur. Í fyrru helvt kundi spondaios (*ørindisføtur) koma í staðin fyri trílið, men ikki í seinnu helvt. Pentametur var bara seinna regla av tveimum og fylgdi aftan á hexametur og myndaði tá *distikon.

perifrasa

persónsgerð

Stílfyribrigdi, ið lýsir hugtøk sum livandi verur, gevur teimum menniskjansligar eginleikar, t.d. “lógarinnar langi armur” (deyður myndburður), “ein armóðin rættir aðrari hondina” (orðatak), “Deyðin við líggjanum kom her til jarðar” (Pól F).

persónslýsing

Mannlýsing, lýsing av persóni í skaldverki, bæði gjøgnum frásøgn frásøgufólksins, t.e. sonevnd beinleiðis persónslýsing , og gjøgnum eitt nú atburð og talu persónsins, t.e. sonevnd óbeinleiðis persónslýsing.
Í beinleiðis lýsing av persónum sigur høvundurin ella frásøgufólkið frá útsjóndini hjá persónunum, eginleikum teirra, atburði og kanska eisini muru og sinnalagi, soleiðis at ein siðalagslig meting liggur í lýsingini.
Óbeinleiðis persónslýsingar eru harafturímóti gjørdar á ymsan hátt. Í objektivari frásøgn liggja tær fyrst og fremst í medferðini og atburðinum hjá persónunum; í orðum og gerðum teirra, samsvari ella ósamsvari millum tað, sum teir siga og gera – hetta er vituliga ein megintáttur í leikritum og dramatiskari frásøgn. Í øðrum lagi kunnu óbeinleiðis lýsingar liggja í hugburðinum og umrøðuni hjá øðrum um persónar. Og í triðja lagi kunnu tær koma fram í tí, hvussu ytri hendingar ella árin virka á persónin; tað kemur serliga fram, tá ið hugarenslið hjá persóninum verður lýst (í einarøðum, innari einarøðum, *hugstroymi).
Høvuðsmunurin millum beinleiðis og óbeinleiðis lýsingar er sostatt, at tær beinleiðis eru ætlaðar til, at lesarin skal taka tær sum veruleika; um tær óbeinleiðis kann hann harafturímóti sjálvur gera niðurstøður og skapa sær eina heildarmynd av persóninum, sum høvundurin ongastaðni hevur orðað bart út og beinleiðis. Men ofta eru báðir mátarnir blandaðir saman, t.d. við beinleiðis lýsingum av útsjónd og dugna, men óbeinleiðis av medferð og muru.
Ofta verður talað um tveir høvuðsmátar at kunna um høvuðspersónar í einum skaldverki:
1) felags kunning, har sum beinanvegin í byrjanini á verkinum verður kunnað um høvuðspersónarnar, og tá er ofta talan um beinleiðis lýsingar. Persónskunningin t.d. í nógvum íslendingasøgum er uppreksan av nøvnum, ætt og øðrum eyðkennum á høvuðspersónum fremst í søguni, áðrenn sagt verður frá hendingum; í Fiskimonnum eftir Martin Joensen verður í fyrsta kapitli kunnað um persónarnar, men ikki sum uppreksan, heldur felt inn í sjálva frásøgnina.
2) ketukunning, har sum persónarnir birtast smátt um smátt samsvarandi leikluti sínum í verkinum; tá kann vera talan um bæði beinleiðis og óbeinleiðis lýsing.
P. eru eyðvitað sera ymisligar, einfaldar ella margfaldar. Summir persónar eru kanska bara lýstir frá einari síðu, teir eru ósamansettir ella flatir persónar; aðrir eru umboð fyri eitt ávíst slag av menniskja og samfelagsbólki ( *týpa), summir broytast ikki, hvat so teimum er fyri. Persónarnir, sum størstan týdning hava, eru tó oftast samansettari enn so, teir eru lýstir frá fleiri síðum og teir kunnu broytast og mennast við teimum lívsroyndum, sum teimum eru fyri í verkinum.
E. M.

pléiade-skald ([ple ‘jad] fr., úr gr. pleias, sjeystjørna)

Felag av sjey fronskum skaldum um miðja 16. øld, sum yrktu í andanum hjá*endurreisnini (renessansuni) og strembaðu eftir at føra franskt mál fram til heiðurs í skaldskapi. Høvuðsmenn vóru P. Ronsard og J. du Bellay. Stevnuskrá teirra kom út árið 1549: La défense et illustration de la langue francaise (Til verju og frama fyri franskt mál).

poesiur (gr. poiesis av potein at skapa)

1) bundið mál, yrkingar. 2) tað skaldsliga, poetiska í einum bókmentaverki, tónlistaverki ella øðrum listaverki.

polýsemi

Tað at orð kunnu hava ymiska merking í ymiskari støðu, t.d. “krúna” = 1) ovasti partur á træ, 2) kongligt høvuðprýði, 3) næstytsti blaðkringur á blomstri. Sí *merkingarfrøði.

positivisma (av lat. ponere seta, seta fram)

Vísindalig og heimspekilig rørsla í 19. og 20. øld, sum vrakaði alla metafýsiska ella óvísindaliga grundan. Sambært p. fekst nýggj vitan bara gjøgnum at byggja á tann givna (positiva) veruleikan. Rørslan varð kveikt av fransmanninum August Comte og hon fekk týdning fyri bókmentafrøðina frá o.u. 1860. Positivistisk bókmentafrøði royndi at nærkast nátturuvísindaligum háttalag. Størri krøv vórðu t.d. sett til objektivitet, og roynt varð at finna orsakasambond í bókmentunum og menning teirra. Møguleikarnir vórðu kannaðar fyri at seta fram lógir fyri bókmentamenning. Sambandið millum høvund, verk og samfelag varð kannað. *Ævisøguligt háttalag og *samanburðarhátturin hava fingið íblástur frá p. – P. er ikki eitt rák í bókmentafrøði, men hevur givið íblástur til ymisk rák í bókmentagransking. Ígjøgnum 20. øld komu atfinningar frá *formalismu, *marxistiskari bókmentagransking, *nýkritikki og *strukturalismu móti at nýta positivistiskt háttalag í bókmentafrøðiligari gransking.

postmodernisma

Um kjakað hugtak, sum síðan einaferð í 1980-árunum hevur verið havt um nútíðarmentanina. Í einfaldari merking sipar heitið til tað stigið í vesturlendskari mentan í 20. øld, sum kom aftan á hámodernismuna. Oftari verður tað tó nýtt um mentanina í framkomnum kapitalistiskum samfeløgum síðan 1960-árini við eyðkennum sum yvirflóð av ímyndum og stílum – sjónskast í sjónvarpi, lýsingum og poppsjónbandi; soleiðis hevur t.d. Baudrillard nýtt hugtakið p. um eina mentan, har brotkend sansan ræður; fortíðartrá ella nostalgi, sum dyrkar pettir av fortíðini, tikin úr samanhangi sínum; einnýtis eftirgerðir ella kopi av øllum handa slag, og ruðuleikakent grunnskygni, har sum tey áður hámettu virðini dýpd, samsvaran, merking, originalitetur og trúskapur hvørva ella loysast upp í tí tilvildarliga hurlinum av tómum teknum.
Brúkt um bókmentir og aðra list er heitið p. tvítýtt og sipar øðrumegin til, at modernisman er avoldað og avloyst; hinumegin at modernisman stendur við einum nýggjum stigi. Tað ber til at síggja p. sum framhald av tí *fremmandagjørda huglagnum og tí torskilta og villandi í teknikkinum hjá modernismuni; men meðan modernisman helt fast við kravið um listarliga heild í brotkendum heimi, so hevur p. slept tí kravinum. Einfalt sagt, so vildi tann modernistiski yrkjarin tvinga eina merking frá heiminum gjøgnum *mýtu, *smbol ella formkynstur; men tann postmodernaði yrkjarin heilsar tí merkingarleysa hurlivasanum modernaðu tilveruni við ávísari lofnaðari líkasælu og dyrkar skaldskap, sum er uttan dýpt, fullur av tilvild og ósamanhangandi.
Mong eru ivasom um virðið í hugtakinum og halda tað vera eitt tekin um akademiskt ábyrgdarloysi, sum fagnar glitrinum í brúkarakapitalismuni og hennara moralska tómleika. Tey sum brúka orðið jaliga, síggja “tað postmodernaða” sum frígering frá valdaskipanini millum “høgar” og “lágar” mentanir.
JohnMcGowan: Postmodernism and its Critics 1991. Jean-François Lyotard: The Postmodern Condition 1986. Vár í Ólavsstovu: “Postmodernisma – lýst við støði í skaldskapi Magnus Dam Jacobsen” Brá 19, 1992.

poststrukturalisma

Rák, sum kom fram partvíst innan fyri fronsku *strukturalismuna í 1960-árunum. Heitið røkkur um ta heimspekiligu *dekonstruktiónina hjá Jaques Derrida og feløgum hansara umframt seinni verk eftir kritikaran Roland Barthes, sálargreinandi ástøðini hjá Jaques Lacan og Juliu Kristeva, tann søguliga kritikkin hjá Michael Foucault og mentanarpolitisku ritini eftir Jean- François Lyotard og Gilles Deleuze. Hesir frøðingarnir løgdu dent á óstøðugleikan hjá merkingum og vit runnum evnisbólkum (harímillum eisini hjá menniskjansliga ‘subjektinum’) og royndu at grava undan einari og hvørjari hugsanaskipan, sum kravdi at vera viðurkend sum havandi algilt virði – slíkt krav var mett sum alræðisligt. Teir settu sær fyri at loysa upp tey føstu mótsetningapørini í strukturalistiskari hugsan, haruppí roknað eisini mótsetningin millum mál og “meta”-mál (t.e. mál sum snýr seg um mál) – og sostatt millum bókmentir og bókmentafrøði. Í staðin vildu teir seta margfeldi uttan valdsstigaskipan ella hitt ‘frælsa spæl’ merkinganna, tað opna og óavgjørda í tekstunum. Í fronskum høpi fánaði p. ímóti endanum á 1970-árunum, men í enskmælta heiminum og Norðurlondum var p. frammarlaga í 1980- og 90- árunum.
Jacques Derrida: “Structure, Sign, and Play in the Discourse of the Human Sciences” The Language of Criticism and the Sciences of Man , ritstj. R. Macksey & E. Donato, 1970.

primertilgongd

prologur (gr. prologos)

*formáli.

prosa

prosayrking (fr. poème en prose)

Yrking í óbundnum máli men við nógvum eyðkennum av yrkingarmáli eins og skaldsligt orðaval, myndir, tættleiki, ljómur og rýtma. Prosayrking er ikki býtt sundur í ørindi men sett upp sum prosa. Undan romantikkinum í Fraklandi í 18. øld varð skrivað lýriskt, skaldsligt prosa sum mótmæli móti teirri áskoðan, at allur lýriskur skaldskapur mátti fylgja føstum ørindislagi. Í romantikkinum yrktu nógv lýrisk skald skaldsligt prosa. Millum gitnar yrkjarar, ið hava yndað prosayrking, er Baudelaire, t.d. “Farið um miðnátt” (Regin Dahl týddi, Brá 1 1982). Av poststrukturalisma føroyskum prosayrkingum ber til at nevna ta romantisku “Føroyar” (1901) eftir Sverra Patursson, og tær modernistisku “Fráfaringarløta” (1971) eftir Arnbjørn Danielsen og “Reflex” (1976) eftir Róa Patursson

psýkoanalýsa, sálargreining