jamba (gr. iambos, lat. jambus)

jarðarbók

Skrá um kongsjørð. Elsta føroyska j. er frá 1584. Týðandi søgulig heimild um jarðarviðurskifti. Hon er skrivað á donskum, sum varð skriftmál í Føroyum frá siðaskiftinum og fram móti 20. øld, men hon goymir kortini ymiskt føroyskt máltilfar, serliga nøvn, umenn í danskaðum sniði.

javnseting

J. er tann stílstíldin, at tveir liðskipaðir setningar, ørindisreglur ella útsagnir, eru eins uppbygdir (øvugt við *krossbrigdi) men hava meir ella minni ymisligt innihald. Setningar við somu uppbygging og somu merking eru endurtøka; dømi:

“Eg sovi mær megi, eg sovi mær mátt”(J.H.O.D.),

“Hetta landið er mítt,
hetta landið er títt” (H.A. Djurh.)
 
Markið millum j. og endurtøku er ógreitt, tí merking broytist ofta við endurtøku.

“Harmur og gleði, í felag tey reika
eydna, óeydna tey ganga á rað.
Viðrák ogmótrák, tey skiftandi leika,
sólskin og ský ferðast saman í lag”
(Kingo/Chr. Matr).