edda

Hevur síðan í 17. øld verið nýtt um tvey íslendsk fornrit, *Snorra-Eddu og Sæmundar-Eddu (*eddukvæði). Upprunaliga sipaði heitið bara til ritið hjá Snorra Sturlusyni; men í 17. øld var tað av misfatan hongt upp í kvæðini, sum nú kallast eddukvæði, og navnið á Sæmundi fróða presti.
Síðan í 14. øld hevur orðið e. verið nýtt um skaldskaparfrøði, men uppruni tess er óvissur. E. kemur fyri í eddukvæðinum Rígsþulu og merkir har langomma, og summi hava hildið, at heitið á bókini hjá Snorra stavar frá teirri merkingini.

eddukvæði

Fornnorrøn *guda- og *hetjukvæði eftir ókendar høvundar, varðveitt í Íslandi. Ørindisløg teirra eru *fornyrðislag, *ljóðaháttur og *málaháttur. Meginparturin av eddukvæðum er varðveittur í skinnbókini Konungsbók frá seinnu helvt av 13. øld, sum nú er goymd í Stofnun Árna Magnússonar í Íslandi. Nøkur eddukvæði eru varðveitt í øðrum, yngri handritum.
*Gudakvæðini, teirra millum Vøluspá og Hávamál, eru 13 umframt nøkur brot. Ongar heimildir eru um tílík kvæði í skaldskapi hjá øðrum germonskum tjóðum enn norrønum. Gudakvæðini eru ikki trúarkvæði í trongari merking, men gudasøgulig frásagnarkvæði og lærdómskvæði.
*Hetjukvæðini hava flestøll røtur í suðurgermonskum hetjusøgum, sum tíðliga bórust til Norðurlanda í bundnum ella óbundnum máli. Eddukvæðini siga í stóran mun eina samfelda søgu. Í teimum hómast søguligir persónar sum vóru á døgum í 4.-5. øld millum gotar, húnar og gjúkungar. Í eddukvæðunum liva hesir pesónar samstundis, og teirra millum eru bond, sum eru reinur skaldskapur. Høvuðshetjukvæðini eru Helgakvæði, sum geva høvuðspersóninum Helga Hundingsbana sama faðir sum Sjúrði Fávnisbana, og tey um Sigurð, Sigurðarkvæði, hin sama sum Sjúrð í Sjúrðarkvæðunum. Tey eru so knýtt saman við Guðrunarkvæði.
Tey flestu eddukvæðini eru frásagnarkvæði við dramatiskum eyðkennum; tey hava bæði frásøgn og samrøður. Hendingagondin er knøpp, gongur skjótt fram og loypur frá einari stórhending til aðra. Grundhugburðurin er tann tragiski, at ráðagerðir menniskjans mótvegis miskunnarleysari lagnu eru til fánýtis. Hetjan kemur ofta í slíkt óføri, at “tveir eru kostirnir, hvørgin mjúkur”. Reystleiki og vápnaleikur eru ikki tað, sum mest umræður,men andligt treysti til at velja tann kost, sum kann bjarga heiðrinum, um enn hann hevur við sær óbótagerðir, og síðst men ikki minst at møta deyðanum óttaleysur og ósigraður. Í summum hetjukvæðum, sum vanliga verða hildin at vera yngri, er meira gjørt burtur úr persónligum kenslum, lyndislýsingum og harmaljóði, ikki minst í kvæðum, sum eru um konur (t.d. Oddrúnargrátur, Guðrúnarhvöt, t.e. eggjan).
Stílurin í eddukvæðum er oftast knappur og samantrýstur, magnmiklar myndir settar fram í fáum orðum. Afturímóti hava tey næstan ongantíð episka breidd í frásøgn síni. Kenningar eru sjáldsamar, uttan í einstøkum kvæðum, sum helst eru ung. Heiti og forn orð eru harafturímóti sera vanlig.
Ymiskar áskoðanir eru um aldurin á eddukvæðum og uppruna teirra. Elst verða nøkur hetjukvæði hildin at vera, teirra millum Atlakviða og Völundarkviða, og at kjarni teirra er kanska úr 9. øld. Tað ber eisini sjáldan til við vissu at siga, hvar kvæðini eru yrkt. Er tað rætt, at suðurgermonsk kvæði liggja aftan fyri tey elstu hetjukvæðini, er trúligt, at tey vóru yrkt um á norrønummáli undan landnáminum í Íslandi, men tað verður altíð ivasamt, hvussu nógv tey vóru broytt, áðrenn tey vórðu uppskrivað í Íslandi. Lítið hald er í royndum, sum hava verið gjørdar at býta eddukvæði sundur í norsk og íslendsk; tey flestu halda, at tey yngstu munnu vera yrkt í Íslandi, men ósemja er um, hvørji tey eru.
Snorri Sturluson nýtti mong Eddukvæði í riti sínum Snorra-Eddu, sum hann skrivaði stutt eftir 1220, og hildið verður, at eddukvæði vórðu uppskrivað stutt eftir tað. Ávirkan frá teimum kemur fram í summum íslendingasøgum, t.d. Laxdølu og Gísla søgu. Í seinnu helvt á 13. øld varð Vølsungasøga yrkt burtur úr hetjukvæðunum og hevur m.a. varðveitt evni úr teimum kvæðum, sum eru burtur í Kongungsbók Eddukvæða.
Bjarne Fidjestøl: “Munnleg periode – eddadikt, skaldedikt og munnleg saga” Norsk litteratur i tusen år 1996. Helga Kress: “Hvad en kvinde kvæder. Kultur og køn på Island i den norrøne middelalder” Nordisk kvindelitteraturhistorie bd. 1 1993, bls. 22- 81. Vésteinn Ólason: “Eddukvæði” Íslensk bókmenntasaga I 1992, bls. 175- 190.

eftirgerð

*herming.

eftiryrking

Fátækslig herming eftir dygdargóðum skaldskapi

eftiryrkjari

Ein ið yrkir eftiryrking, epigonur.

eindirnar, tær tríggjar

Sipar til kravið til leikrit um eind í hendingagongdini (at eingir partar víkja frá høvuðsevninum), eind í tíð (at leikritið fer fram innan fyri eitt samdøgur) og eind í stað (at alt leikritið fer fram á sama stað). Hetta kravið varð fyrst sett fram í 16. øld og styðjaði seg við skaldskaparfrøði Aristotelesar (384-322 f.Kr), sum legði dent á eina samfelda hendingagongd og metti tað heppið, at hendingarnar í einum harmleiki ikki tóku longri tíð enn eitt samdøgur. Kravið um eind í stað bygdi hin vegin á griksku harmleikirnar, tí teir fóru yvirhøvur fram á sama stað, sum rímiligt var, tí kórið var støðugt á opnum palli uttan leiktjøld. Leikrit vórðu skrivað sambært hesum kravi í 16. øld í Italia og Fraklandi, og tað gjørdist regla í leikritunum hjá Pierre Corneille (1606-1684) og øðrum høvundum í *klassisismuni í 17. øld. Nicolas Boileau (1636-1711) gjørdi tað til meginkravið í L’art poétique (Yrkingarlistin, 1674). Yvirhøvur var tó ósemja um kravið, og mong skald virdu tað ikki, t.d. William Shakespeare (1564-1616). Skaldini í *Sturm und Drang-tíðini og tey romantisku skaldini vrakaðu kravið fullkomiliga. Summir realistiskir høvundar hava kortini virt tað í einstøkum verkum, t.d. Henrik Ibsen (1828-1906) í Dukkuheiminum (1879) og August Strindberg (1849-1912) í Fröken Julie (1888) ; *harmleikur, *leikbókmentir.

einevnisrit

Rit um eitt einstakt evni (monografi), t.d. um lív og verk hjá einum rithøvundi. Dømi: Hanus Andreassen (f. 1942) : J. H. O. Djurhuus – Ein bókmentalig ævisøga I-ÌI, 1994-97.

einrøða (d. monolog; av gr. monos, ‘ein’, og logos ‘røða’)

Røða borin fram av einum, antin fyri øðrum, ella sum um hann var einsamallur. Týðandi tilbrigdi: einrøðuyrking, har røðarin vendir sær til ímyndaðar, tigandi lurtarar; e., har sum røðarin heldur seg vera einsamallan, men onkur hoyrir hann, uttan at hann veit av; summi nútíðarleikrit, ið eru einsmansleikir, eru e. Í frásøgubókmentum er *innaneinrøðaumboðandi fyri ósagdar hugsanir hjá persóni.

einsnevning

eksistentialisma

Heimspekistevna, sum varð formað av serliga týskum og fronskum heimspekingum eftir 1920 og fram til miðja øldina. Kendastir eru Martin Heidegger (1889-1976), Karl Jaspers (1883-1969), Gabriel Marcel (1889-1973) og Jean-Paul Sartre (1905- 1980). E. hevur, serliga í hondunum á Sartre, havt munandi ávirkan á bókmentir, bæði tí at evnið, sum hon snýr seg um – tilveruvandamál einstaklingsins – er bókmentum sera viðkomandi, og tí at franskir eksistentialistar ofta settu áskoðanir sínar fram í bókmentaligum formi. Týdningarmesti undanmaðurin hjá eksistentialismuni verður mettur at vera Søren Kierkegaard (1813-1855), sum nýtti hugtakið ‘eksistere’ (lat. koma fram, vera til) til at eyðkenna tilveru menniskjans mótvegis tilveru lutanna. Kierkegaard metti, at hvørki tilvit ella persónligar royndir hjá einstaklinginum kunnu fatast við nøkrum hugsanabygnaði. Tað er bara mótvegis Gudi, hinum fullgjørda persóni, at menniskjað varnast seg sjálvt sum frælsa veru og veru, sum er eindømi og livir ta angist, sum fylgir við tí at liva tað ævintýr til fulnar at vera til. Men hugsanir Kierkegaards breiddust ikki út fyrr enn fyrst í 20. øldini, tá tær vóru týddar til týskt. Saman við ritunum hjá Friedrich Nietzsche (1844-1900) og teirri sonevndu fyribrigdafrøðini (fenomenologiini) hjá Edmund Husserl (1858-1938), sum burturav fæst við fyribrigdini, sum tey birtast í tilviti menniskjans, høvdu tær stóra ávirkan á slóðbrótararnar fyri nútíðar e.
Ástøðini hjá eksistentialistum hava havt týdning fyri heimspekiliga hugsan í okkara tíð. Antin teir rokna við tilveru Guds ella ikki, fáast eksistentialistar við vandamál einstaklingsins at finnamerking og satt endamál í tilveru, sum hann er “varpaður inn í” og sum er honum óskiljandi. Heimsbardagar og kreppur í Vesturheiminum góvu hugmyndunum hjá e. góðan byr. Av teimum áður nevndu heimspekingunum hevur Sartre verið virknastur í bókmentunum. Hann er helst tann fyrsti, sum nýtti orðið e.; tað ger hann í heimspekiriti sínum L’Etre et le néant (Veran og ikkiveran), 1943; men nógvar meginhugmyndir sínar setur hann eisini framí skaldsøgum ( La nausée, 1938, Les chemins de la liberté, 1946-49) og leikritum ( Les mouches, 1943, Huis-clos, 1944, Les mains sales, 1949). Støðið er tann áskoðanin, at einstaklingurin er fullkomiliga “latin upp í hendurnar á” frælsinum og eingin forsjón er til, sum forðar honum í at kjósa sær lut sín sjálvur við gerðum sínum. Vísir hann teirri ábyrgdini frá sær og leggur hana á herðarnar á øðrum, verður hann sekur í “óhollari trúgv” (mauvaise foi). Slíka óholla trúgv helt Sartre eyðkenna lívið í borgaraliga samfelagnum; hann er víðgongdur í samfelagsmálum, skapti hugtakið littérature engagée (t.e. bókmentir sum taka støðu), sum hann nýtti í bókmentaligari stevnuskrá í tíðarritinum Les temps modernes, 1946. Móttsett bókmentunum í *realismuni legði Sartre dent á, at rithøvundar áttu ikki bara at vera áskoðarar og ikki bara taka lut í umrøðu um teoretiskar spurningar, men viðurkenna ábyrgd sína fyri vandamálum í samtíðini við at taka virkna støðu; henda stevnuskrá skapti mikla umrøðu og kjak um leiklutin hjá rithøvundum.
Sjónarmið skyld teimum hjá Sartre koma til sjóndar í verkum eftir Simone de Beauvoir (1908-1986), Jean Anouilh (1910-1987) og lutvíst hjá Albert Camus (1913-1960). Ávirkan frá e. røkkur eisini til høvundar, sum ikki taka undir við niðurstøðunum hjá Sartre. Tulking av støðu menniskjans í tilveruni, sum líkist hesari, er at finna ímongum *absurdum leikritum (har sum hon, ólíkt tí sum er hjá Sartre, hevur við sær djúptøkna endurnýggjan av forminum), og í *nýskaldsøguni.
Jean-Paul Sartre: L’existentialisme est un humanisme 1964 (týdd m.a. til danskt og enskt); A. Camus: Le mythe de Sisyphe 1942 (týdd til danskt og enskt); Johs. Sløk: Eksistentialisme 1964.

ekspansiónlýrikkur

ekspressionisma

Alment hugtak fyri skaldskap og myndlist, ið lýsir ein heim, sum er margháttliga avskeplaður av inniligari persónligari hugsan, persónligum hýri og sterkum kenslum, t.d. málningurin “Skríggið” (1893) eftir Edvard Munch (1863-1944). E. var sterk serliga í týskmæltum pørtum av Evropa millum 1910 og 1925, og hon sprettur av mótstøðu móti borgaraliga samfelagnum og uppliving av teirri innankreppu, sum elvdi til fyrra heimsbardaga. Listarliga var e. eitt aftursvar til sálarloysið í *naturalismuni og óvirknu *impressionismuni. Í staðin heldur hon upp á treytaleysu veran “eg”-einstaklingsins, eg-sins, og tørvin hjá honum at siga frá hugsanum, kenslum og hýri uttan tamarhald. E. góðtekur ongar fastar formar ella føst mynstur hvørki í náttúruni ella málinum: skaldskapurin sigur frá einum sera subjektivum innanveruleika og sigur frá tí alment menniskjaliga, sum samfelagið hevur skúgvað til viks. Hetta sæst í yrkingum hjá Chr. Matras (1900-1988), t.d. “Eg sigi tær satt” ( Varðin bd 4, 1924). E. lýsir bæði tunglyndið, ið stendst av undirgongd hjá tí sum er, og uppøstar sjónir av alheimsligari semju millum fólk, sum hava loyst seg frá kúgan, eitt nú sum í “Ver sterk mín sál”, 1905, eftir Janus Djurhuus (1881-1948). Evnisliga vísir uppreisturin – samfelagsuppreisturin – seg ofta í trupulleikum millum feðgar; stílsliga vendir uppreisturin sær móti *realismu og *naturalismu á tann hátt, at gomul snið verða syndrað, og gjørt verður tilvitað upp við vanliga vakurleikafatan: liðir í setningi verða lagdir burturúr, ógvisligt orðasmíð og óvanligar orðasamansetingar verða nýttar. Ofta verður nútímans menniskjan lýst einsamøll og bangin í samfelagi, sum er á veg út í ruðuleika og har ídnaður, tøkni og býarlív valda. Tað eru tvær leiðir í e., sum tó ikki altíð eru sundurskildar hjá listafólkum: onnur ein sosialkritisk leið, ið ger upp við tað, sum er; hin ein mýstisk-átrúnaðarlig leið, sum heldur boðar nýggju menniskjuna, ið skal spretta úr rørsluni. Summir høvundar vóru so avgjørdir í andstygd síni fyri verandi mentanini, at teir enda við at avnokta alla mentan. Tað gjørdi, at summir ekspressionistar máttu rýma úr Týsklandi eftir 1933, og aðrir tóku undir við nazismuni av trá eftir loysn ella bjarging.
MM
 

elegiskt lag

Forngrikst ørindislag, samansett av tvíreglum (*distikon), men ikki býtt í ørindi; vanligt frá elstu tíð í grikskum og latínskum skaldskapi. Á nýggjari málum vanligt frá tíðarskeiði humanismunnar.

endarím

Rím í endanum á ørindisreglu, sbr. *innrím; *rím.

endurminningar (fr.mémoires)

Frásagnir, ið fyrst og fremst byggja á tað, sum høvundur minnist. Ofta standa e. so nær *sjálvsævisøgu, at tað skilst ikki ímillum. E. eru tó sjáldan heildarlýsing av lívinum ella persónligu menningini hjá høvundi eins og sjálvsævisøgur, men lýsa ávís tíðarskeið ella einstakar hendingar, søguligar tilburðir, sum høvundur hevur verið fyri ella tikið lut í. Mangar e. eru merkisverdar heimildir um mentan og siðsøgu og summar hava bókmentaligt virði, hóast virði teirra sum sannsøguligar heimildir má metast við varsemi.
E. eru kendar heilt aftur í klassiska fornøld, t.d. rit Xenofons og lýsingar Cæsars av herferðum sínum. Heðin Brú hevur skrivað e., sum eru útgivnar undir hesum heiti. Bókin Tættir úr Kirkjubøar søgu er partvíst e. Ferðasøgan hjá Sigert Paturssyni, Sibirien i vore dage (1901; før. týð. Á ferð í Sibiria, 1994) er í høvuðsheitum e.

endurreisn (fr. renaissance, endurføðing)

Ein rørsla ella stevna í list, bókmentum og vísindum, sum tók seg upp í Italia uml. 1400 og stóð við til uml. 1600. E. umskapaði evropeiska mentan, djúpt ávirkað av, at kunnleiki til klassiskar grikskar og latínskar bókmentir kom afturíaftur og mentist, og stimbrað av, at prentkynstrið tók seg upp og breiddist um Evropa. Vanligt hevur verið at meta, at evropeiska miðøldin endar við e., og at nýtíðin – modernaða tíðin – í vesturheiminum tekur við tá. Men trupult er at tíðarseta hesa gongdina, og nógv kjak hevur staðið umhana. Tað er nú viðurkent, at í 12. øld var mikil menning í evropeiskari lærdómsmentan; *upplýsingarstevnan í sínum lagi var beinleiðis framhald av rákum í e. Men hvussu er og ikki, so sipar heitið e. til kollveltingarnar í lærdómi og list í 15. og 16. øld, íroknað tað, at *humanisma tók seg upp og protestantisk uppfatan av einstaklinginum, stjørnufrøðiligu nýfinningarnar hjá Kopernikus og at Amerika varð funnið. Nýtt lív birtist í skaldskapi á móðurmálinum, serliga í romanskum londum og í Onglandi. Í Týsklandi og Norðurlondum minkaði trúbótin um ávirkanina frá e., men afturfyri fekk humanisman eitt serligt snið har. Í Italia varð yrkingarlist á móðurmálinum sett á hásæti; har bera av riddarakvæðið Orlando furioso (Hin vitleysi Rólant) eftir Ariosto (1474-1533) og Gerusaleme libertata (Fríaða Jerusalem) eftir Tasso (1544-95). Í Fraklandi vóru høvuðsumboð fyri e. Pierre de Ronsard (1524-1585), Joachim du Bellay (um 1522-1560) (*Pléjade), François Rabelais (um 1494-1553) og Michel de Montaigne (1533-1592). Í Onglandi bera skaldini Edmund Spenser (um 1552- 1599) og Philip Sidney (1554-1586) av og at enda William Shakespeare (1564- 1616).

endursøgn (da. parafrase; gr. paraphrasis, av: para við liðina á, graphein skriva)

E. ella aftursøgn av einum teksti við øðrum orðum, ið ger merking hansara týðuligari. E. hevur verið nógv brúkt í bókmentaundirvísing og tekstgreining sum eitt amboð til at nærkast boðskapinum í tekstinum. *Nýkritikkur vrakaði e. út frá hugsanini, at bókmentaverkið er ein eind, sum ikki kann orðast við øðrum orðum enn teimum, sum mynda verkið. Nú er e. aftur viðurkend sum eitt stig á leiðini til at fata eitt verk, men e. kann ikki koma í staðin fyri tekstgreining. *Samandráttur.

endurtøka

Eitt tað vanligasta stílbrigdið í bókmentum, bundnum sum óbundnum máli. E. kann vera á ymsum stigum; endurtiknar kunnu verða smærri ella størri eindir.
Í bundnum máli er vanlig ljóðendurtøka í rími og stavrími, t.d. “Fagra, fríða, vársól blíða...”; men eisini orð ella setningar kunnu vera endurtikin, t.d. “Hvat kann røra hjartastreingir, hvat kann reystar gera dreingir...”; “Grani bar gullið av heiði,/ brá hann sínum brandi av reiði,/ Sjúrður vann á orminum, Grani bar gullið av heiði“; “Eg saðlaði mær ein hvítan hest – /móti vári...” – hesi tvey orðini eru uppafturtikin í 2. reglu í øllum ørindunum.
Í bókmentum í óbundnum máli verða leiðarmotiv til gjøgnum e.; tað kunnu t.d. vera náttúrulýsingar, sum eru endurtiknar til at vísa, at høvuðspersónurin upplivir okkurt týdningarmikið, sum nemur við kjarnan í søguni; í Lognbrá (1930) eftir Heðin Brú (1901- 1987) er lýsing av einum fossi endurtikin nakrar ferðir í sambandi við kenslurnar hjá høvuðspersóninum: “Mylnarfossurin kvað...” o.s.fr. Í Bábelstorninum (1909) eftir Regin í Líð (1871-1962) er Sjúrðaríðan nevnd tríggjar ferðir, og hvørja ferð er høvuðspersónurin í vanda. Í Villdunnuni (1884) eftir Henrik Ibsen (1828-1906) verður tann lamna villdunnan so við og við gjøgnum endurtøkur við frábrigdum til eitt sýmbol.
Í skaldskapi av manna munni eru endurtøkur við frábrigdum fastur táttur, t.d. tað episka 3-talið: tríggir brøður, tríggjar royndir o.s.fr.
E. verður nýtt við ymiskari ætlan og ávirkan. Til styrkjandi áherðslu, t.d. “Móðurlandið, móðurlandið Føroyar, ert tú mær...”. Væntan kann verða skapt av rími, rýtmu, parallellismu (*anafora), leiðarmotivi ella sýmboli. Lesarin ella lurtarin er til reiðar at góðtaka tað, hann hevur sæð ella hoyrt fyrr, og tann partvísa endurtøkan fær hann til lættari at góðtaka eisini tað nýggja.

enduryrking

1) Tað at enduryrkja, umyrking. 2) *Týðing.

enduryrkja

1) At umskriva ella týða skaldverk listarliga. 2) at týða

enjambement

epifora

Endurtøka í endanum á tveimum ella fleiri fylgjandi liðum. Ikki vanligt stílbrigdi í yrkingum, m.a. tí at endin á reglunum vanliga ikki má vera eins í rímaðum ørindum. Eitt dømi er hesar reglurnar í “Tormóði Kolbrúnarskaldi. Inngangi” eftir Hans Andrias Djurhuus: “Áirnar kvóðu tað – lotini bóru tað…”. Í størri høpi er epifora væl kend, t.d. sum stev, niðurlag. Sbr. *anafora.
Ulla Albeck: Dansk stilistik Gyldendal 1965

epigramm

Sí hittinorð, *dism.

epikkur (gr. epos, uppr. merk.: ‘tað sum sagt er’; samsvarandi er før. søga, sbr. siga)

Frásagnarskaldskapur.

episkt leikhús

Bertolt Brecht (1898- 1956) skapti hetta hugtakið í 1920-árunum. Episkir tættir eru tó kendir frá leikritum úr elstu tíð, t.d. frásagnirnar hjá sendiboðum í grikskum leikritum. Brecht nýtti hugtakið fyrst og fremst til at lýsa síni egnu leikrit. Tað fevnir ikki bara um formtættir í leikritinum, men eisini teir tøkniligu tættirnar í pallsetingini. Brecht kallaði e.l. óaristoteliskt, tí hann skúgvaði regluna um tær tríggjar *eindirnar til viks og somuleiðis ta ráðandi hugmyndina um, at leikarar eiga at liva seg inn í leiklutir sínar. Hendingagongdin í leikritinum átti eftir hansara hugsan ikki at vera ein ósvitandi røð av orsøkum og avleiðingum, men samansett av leysliga samanbundnum pørtum sambæriligt við episk skaldverk. Upprunin hjá slíkum formi á leikriti gongur heilt aftur til *halgileikir í seinmiðøldum, *søguleikir Shakespeares og ungdómsverkini hjá Goethe og Schiller (*Sturm und Drang). Støðishugtak sítt, *fremmandagerð, tók hann úr ritum hjá Karl Marx (1818-1883). Við fremmandagerð í tulkingini hjá leikaranum skuldi persónurin gerast gerast skilligari sum táttur í søguligu menning menniskjans. Allur útbúnaður á leiksýning átti at gera greiðar mótsetningarnar í tí lívi, sum hon vísti, soleiðis at áskoðarin varð eggjaður til at taka støðu við skili sínum heldur enn við kenslunum. Brecht setti hugsanir sínar um leikhús fram í mongum greinum og ritgerðum, serliga í Kleines Organon für das Theater, 1948, og tær hava havt ávirkan á bæði *leikbókmentir og pallseting gjøgnum árini.

epitet (gr. epitheton)

epiteton ornans

epos

erotiskar bókmentir

Opinskáraðar lýsingar av ástarlívi, t.e. kynsligum sambandi millum einstaklingar, antin av sama ella av mótsettum kyni. Skilmarkingin av hugtakinum er ógreið; øðrumegin eru ástarbókmentir av ymsum slag, hinumegin eru pornografiskar bókmentir; tað veldst um ytri umstøður, hvat metist sum e.b. í hvørjum føri: siðalag, átrúnað, hugburðin hjá myndugleikum, siðvenjur í samfelagnum; og harumframt ta bókmentahevd, sum bygt verður á. E.b. hava fornar røtur; tær hava helst verið týðandi táttur í forngrikskum bókmentum; ein orsøk til tað kann hava verið, at tær vóru ikki í andstøðu til grikskan átrúnað, tvørturímóti var ymiskt, sum stuðlaði upp undir tær, sbr. dionýsosardyrkan. Lítið er varðveitt í óbundnum máli, men hin vegin í bundnum máli. Grikskar bókmentir høvdu stóra ávirkan á tær rómversku. Yrkingar eftir summi rómversk skald í 1. øld f.Kr. kunnu teljast millum e.b., t.d. yrkingar eftir Catullus og Ovidius, men serliga Ars amoris eftir hin seinna. Hesin skaldskapur hevði drúgva ávirkan á evropeiskan miðaldarskaldskap.
E.b. stóðu í miklum blóma í *endurreisnini: skaldini leitaðu sær evni í eldri skaldskapi: í rómverskum bókmentum, skemtisøgum og ymsum ferðaskaldskapi. Stór søgusøvn komu fram í 14. øld: Decamerone (1353) eftir italska skaldið Giovanni Boccaccio (1313- 1375), og eitt sindur seinni Canterbury Tales (skrivað frá 1380’unum til seinast í 1390’unum) eftir enska skaldið Geoffrey Chaucer (um 1343-1400). Í Onglandi stóðu e.b. í blóma í seinna parti av 17. øld og fyrra parti av 18.; men vegna harðnandi mótstøðu frá kirkjuni flutti miðstøð teirra seg til Fraklands, og har eiga tær fastan sess framí 20. øld. Navnfromfronsk skald, sumhava skrivað e.b., eru t.d. Denis Diderot (1713-1784), Pierre Choderlos de Laclos (1741-1803), ið skrivaði Les Liaisons dangereuses (1782, gjørd til film 1959, 1988 og 1989), ogMarquis de Sade (1740-1814), sum sadisman eitur eftir. Masokisman er hinvegin yngri og hevur navn av eysturríkaranum Leopold von Sacher- Masoch (1836-1895), sum skrivaði Venus im Pelz (1870) og sum Lou Reed (f.1942) sipar til í sanginum Venus in Furs (1967). Í sjálvsævisøguformi eru endurminningarnar hjá Giacomo Casanova (1725-1798), sum ikki vórðu givnar út í fullari longd fyrr enn í 1960.
Í 19. øld fordømdi borgaraligt siðalag, serliga í germonsku londunum, e.b.; hinvegin trivust tær framvegis sum eitt slag av undirgrundarbókmentum, vórðu prentaðar í loynd ella uttanlands.
Í 20. øld vinda e.b. upp á seg. Millum undangongumenn í Bretlandi eru D.H. Lawrence (1885-1930) ( Sons and Lovers 1913, Lady Chatterley’s Lover 1928), men verk hansara vóru leingi bannað í heimlandinum. Eftir seinna stríð hava e.b. vunnið fram víða um lond, lógarbann móti teimum eru eisini linkað nógvastaðni. Nevndir kunnu verðu høvundar sum Henry Miller (1891- 1980), Vladimir Nabokov (1899-1977), Norman Mailer (1923-2007) í Amerika; í Norðurlondum Agnar Mykle (1915- 1994) og Chr. Kampmann (1939-1988). Nógvir yngri føroyskir høvundar eru nú eisini nógv bersøgnari í ástarlívslýsingum, enn vanligt hevur verið. Nevnast kunnu Høgni av Heiði (f.1962) Tað heita summarið (1987), savnið Ein varligur dráttur í tara og aðrar stuttsøgur (1996) og Jóanes Nielsen (f.1953) Glansbílætasamlararnir (2005). Gongdin tey seinastu áratíggjuni hevur yvirhøvur verið, at alskyns tabu viðvíkjandi lýsingum av kynslívi eru upployst, og tískil er minkandi orsøk til at skilja e.b. frá øðrum fagurbókmentum.
Kate Millet: Sexual Politics 1969. Hug (da. tíðarrit)

essay

eufemisma (gr. eufemismos eydnuberandi tala)

Fagurheiti, fríðkanarorð, t.d. “sovna” í staðin fyri “doyggja,” “blunda” í staðin fyri at “sova.”

eykamerking (da. konnotation)

Tann ella tær eykamerkingar, sum loða upp við denotatiónina hjá einum orði (sambandið millum eitt navn og tað sum ber navnið). T.d. hava ‘sigla av’ og ‘andast’ somu denotatión, nevniliga ‘doyggja’, men ymiskar eykamerkingar. Sí *merkingarfrøði.

eykapersónur

Persónur ið ikki hevur avgerandi leiklut í skaldverki (t.d. skaldsøgu, leikriti). *Høvuðspersónur.