Ungu Føroyar 2009

Hugtøk í bókmentafrøði er eitt savn av vanligum hugtøkum í bókmentafrøði, ætlað næmingum og lærarum í hægri skúlum og øðrum áhugaðum. Umleið 80 nýggjar greinir eru komnar aftrat síðan fyrstu útgávu, og eg takki teimum starvsfeløgum og øðrum fakfólkum, ið hava dugnað. Ómerktum greinum ber ritstjórin ábyrgd av. Aftast í bókini er skrá yvir heimildir. Av teimum er Hugtök og heiti í bókmenntafræði høvuðsheimildin, nógvar greinir eru, meira ella minni broyttar og styttar, runnar beinleiðis frá henni og høvundum hennara skyldi eg tøkk.

Turið Sigurðardóttir

Her liggur ein netútgáva av bókini.

SLÁ UPP

Styttingar:

  • BavS = Bergljót av Skarði
  • EA = Eyðun Andreassen
  • FG = Firouz Gaini
  • JíL = Jógvan í Lon Jacobsen
  • HPP = Hjalmar P. Petersen
  • MM = Malan Marnersdóttir
  • MS = Marjun Arge Simonsen
  • SH = Sólfinn Hansen