Røða á fólkafundi á Doktaragrund ólavsøkukvøld 2017

Góðu ólavsøkubørn, ólavsøkumenn og ólavsøkukvinnur!

Fyrst av øllum fari eg at ynskja politisku ungmannafeløgunum hjartaliga til lukku við LGBT-viðurkenningini. Tykkara partur liggur ikki eftir, og tað er sum tað eigur at vera, at ungmannafeløgini ganga á odda í tí framhaldandi stríðnum fyri samfelagsligum rættvísi.

Hóast eg havi fingið heiðurin at røða her um sjálvvalt evni, kenni eg tað ikki sørt sum eina bundna uppgávu. Tí á Doktaragrund hava brennandi spurningar verið havdir á lofti. Hvussu skal eg brúka míni her tillutaðu 420 lívssekund?

Evnir troka seg fram: hvussu vit handfara okkara sjóvartilfeingi rætt, hvussu vit fara um náttúruna yvirhøvur soleiðis, at vit kunnu handa eftirkomarum hana í ikki verri standi, enn vit fingu hana. Tættir av sama heita evni, sum ómetaliga nógv loðar uppivið – spurningar, sum vit mugu loysa her og í samvinnu við onnur lond.

Hvat er grundarlagið og fyritreytirnar, vit byggja á, tá ið vit kýta okkum fyri at loysa slík ovurstór mál? Hvussu finna vit semjur tvørtur um ósemjurnar?

Jú, tá ið samanum kemur eru tað mál og mentan, sum eru avgerandi grundarlagið og fyritreytirnar.

Um aldamótið 1900 kom ein rørsla í her á landi til at sannføra føroyskar og danskar myndugleikar um, at føroyskt mál átti at vera tað almenna stovnamálið í Føroyum. Logikkur, kenslur, agitatión, lógarbrot og politisk pøsing vórðu brúkt í hesum harða stríði, sum umsíðir gjørdi, at rættindi vórðu vunnin føroyskum máli. Tað var als ikki fittligt ella praktiskt burturav úr stutttíðarsjónarhorni at geva føroyskum hetta plássið; tí tað gekk ímóti tí aldagamla tvíbýtinum, at talumálið var føroyskt, skriftmálið og almenna stovnamálið danskt. Men tað var tað rætta at gera í framtíðarperspektivi. Tað kravdi ósigiliga stórt arbeiði at fáa til vega tey amboð, sum skuldu til; og tað er eitt arbeiði, sum ikki verður liðugt.

Nú vita vit, at hetta var – á nútíðarmáli - burðardygg umsiting av tí mentanartilfeingi, sum ætt eftir ætt hevði skapað. Tí soleiðis varð mentanararvurin lyftur inn í ta nýggju øldina, inn í 20. øld. Um 1900 var prentmiðilin vorðin tann týdningarmesti miðilin. Talumálið kundi nú ikki longur einsamalt bera mentanina, og tað var avgerandi, at vit tá fingu ein føroyskmæltan prentmiðil. Tað gjørdi, at vit gjøgnum 20. øld høvdu ein tíðarbæran miðil í støðugari menning, sum vit nýttu til at umrøða og viðgera bæði samtíðina og søguna. Við føroyska prentmiðlinum í bløðum, bókum, skúla og kirkju fingu vit fatur á tráðnum, sum vit høvdu mist. Við honum kunnaðu vit okkum um tað, sum hendi heima og uttanlands, vit kannaðu føroyska søgu, mál og skaldskap, evnir, sum høvdu verið okkum ókend. Og harvið stóðu vit tryggari, tá ið vit skuldu fóta okkum inn í ein alt samansettari veruleika.

Eingin sigur, at tað hevur verið ella er lætt at menna føroyskt til at taka plássið og myndugleikan, sum danskt átti í øldir.

Eingin kann heldur siga, at vit tveittu danskt út á streymasjógv. Tað hevur trivist her til í dag. Sum eitt dømi kann nevnast, at biskupur vísti til eitt danskt ritual at brúka, til føroyskt ritual, sum samsvarar við nýggja lóg, er klárt.

Tað var okkum til eydnu lagað, at undanfarnu landsmenn okkara skaptu og mentu føroyskan prentmiðil. Men í dag er prentmiðilin ikki einsamallur høvuðsmiðil, ja, neyvan er hann høvuðsmiðil longur. Tí tað eru teir talgildu miðlarnir, sum nú hava tað plássið, og teir hava longu umskipað og broytt mentanina. Teir hava strikað mørk, sum vit hildu lógu føst.

Teir eru ein fongur og ein forðing. Teir eru frælsi og fjøtur. Google hevur uttan kostnað gjørt øgiligar nøgdir av føroyskum teksti atkomuligar á netinum. Men tann talgilda mentanin dugir ikki føroyskt, hon sigur “til Óli”. Hon brýtur føroyskt og nógv onnur mál. Eins og vit í síni tíð skaptu stavrað og stavseting, mugu vit nú gera forrit, sum duga føroyskt. Ein ágrýtin kjakari suffaði ein dagin og vildi hava andlitsbókina at halda fingrarnar burtur frá føroyskum sagnorðum. Eitt árið valdi ein næmingur á Setrinum sær til próvtøkuevni at týða tekstin á fartelefonini til føroyskt. Teksturin var jú á ymsum málum, so hví ikki á føroyskum. Hon ráðførdi seg við øll, sum hildin vórðu at kunna vegleiða, m.a. Føroya Tele, men rendi seg í ein múr og mátti velja sær annað evni. Eitt annað ár skrivaði ein næmingur um, hvussu tað fer fram, tá ið teksturin á andlitsbókini verður týddur, nevniliga soleiðis, at tað er ikki ein miðsavnað tilgongd, men einstaklingar, sum hvør í sínum lagi týða. Tær týðingarnar, sum flestir brúkarar velja, verða við yvirlutan. Nú eins og fyri stórthundrað árum síðan ganga eldhugað áhugafólk á odda. Men fyritreytirnar eru aðrar í nýtíðartøknini, og ikki ber til at klaga um danskar myndugleikar.

Tað er eitt alment loyndarmál, at nú tey spæla á enskum, tippommu- og tippabbabørnini hjá teimum, sum ruddu føroyskum prentmiðli slóð um 1900. Spølini, sangirnir og søgurnar eru talgildar, til tænastu alt samdøgrið alt árið, á enskum og donskum. Skal tað - má tað vera so?

Tá ið prentmiðilin var í vælmaktini, kendi Lærarafelagið sína vitjanartíð og fór at geva út barnabøkur á føroyskum. Týdningurin sum forlagið hevur havt, kann ikki mátast; gekk m.a. á odda við fyrstu litmyndabókum á føroyskum um 1960.

Men nú er onnur øld. Hondin á vøggustabbanum. Nær fáa føroysk børn talgild føroysk spøl, søgur, leikir? Einstaklingar hava víst at tað ber til. Nú er evsta løta, at landið tekur ódnartak at bjarga børnunum frá fremmandgeringini, frá at vera heimleys í landi sínum, í søguni, málinum og bókmentunum. Ein lítil drongur, hann hevði ikki verið av Føroya jørð, var við mær á bygd og visti at siga, at lunnarnir á lendingini vóru tok-skinnarar úr gomlum døgum. Stuttligt, ja, men bara stuttligt?

Okkara listafólk vita tað: Livandi barnamentan má til fyri at skapa búnar einstaklingar, sum duga at taka støðu til torførar spurningar og eiga førleikar til at finna gongda leið í ótøkjum. Listafólkini spenna seg út, vísa tveir barnasjónleikir á ólavsøku! Men ólavsøka er eina ferð um árið í Havn, og talgilda mentanin kennir hvørki tíðar- ella landamørk. Tað má ikki henda, sum vit síggia ein farra av longu, at vit fáa tað gamla tvíbýtið aftur, men í øvugtum líki: føroyskt sum eitt sjáldsamt hátíðarmál og enskt við einum sløði av donskum sum gerandismál. Her er okkara stóra avbjóðing, men hon ikki størri enn avbjóðingin var fyri stórthundrað árum síðan.

Takk fyri at tit lýddu á.

*Jonathan Wylie skrivar um málsliga og mentanarliga arbeiðsbýtið millum føroyskt og danskt, sum kom í við siðaskiftið, og hann vísir, at tvíbýtið heldur fram í nýggjari tíð í øðrum sniði. Sí J. Wylie: “The Faroese Reformation and its Consequences”. No. 10. Papers on European and Mediterranean Societies. Antropologisch-Sociologisch Centrum Universiteit van Amsterdam, 1978.

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 30-10-2017
  • Bólkur | Røður