Niels R. Finsen

Vit fegnast um nýggja studentabýlið í miðbýnum í Havn og minnast við tøkk Nobel-vinnaran, sum tað eitur eftir. Hann vaks upp her og kendi seg altíð sum føroying.

Røða um Niels R. Finsen eftir Símun av Skarði, 1938

Niels R. Finsen

Hvat sólin við ljósi og varma sínum er ment at útrætta, kenna vit øll. Vit vita, hvussu hon kann umskapa Føroya land. Alt lív ýður fram í summarsólini. Hagi og bøur grønkast, blómur breiða út bløð síni. Fuglurin leitar sær aftur at landinum og fuglasjongurin ljóðar um heiðar.

Vitskapurin hevur leingi vitað mangt og hvat at siga um sólarljósið. Teir vistu, at ljósið er ein bylgjugongd, ið kemur sum ljós- og varmastrálur. Teir vistu eisini, at tær heitu strálurnar vóru reyðgular, meðan hinar blá-violettu vóru kaldari og høvdu kemiskan virkning á ymisk evni.

Tann vitskapsmaður, sum hevur verið slóðbrótari í kannanini um, hví ljósins ávirkan á menniskjuni skapaði vælveru, er føroyingurin Niels Rydberg Finsen. Sjálvur var hann sjúkligur frá ungum árum, og hann hevði lagt til merkis, at hann livdi betur, tá hann var í sólarljósinum; hetta fekk hann at hugsa um, at ljósið kundi brúkast til at grøða sjúku við.

Barndómur í Havn

Niels R. Finsen var føddur í Tórshavn 15. desember 1860. Faðir hansara var amtmaður í Føroyum. Ætt hansara er komin úr Íslandi og vóru viðgitnir menn. Ættin gongur líka til landnámsmenn.

Pápi Niels Finsen var Hannes Finsen, hann var juristur og var fúti í Føroyum frá 1858 og gjørdist amtmaður 1871. Tvær ferðir var hann giftur, og báðar konurnar høvdu eftirnavnið Forman og vóru danskar. Fyrra kona hansara var Johanna Finsen, hon doyði 1864 í Havn. Í hjúnabandinum vóru fýra børn.

Barnaár hansara gingu sum hjá børnum flest, hann var kanska meir stillfarandi og innisælur, bar alt inni við seg sjálvan. Hann ferðaðist tó nógv úti, var við í grindaferðum og fjallgongu og øllum tílíkum, sum børnum dámar væl at koma í.

Í skúla á Herlufsholm

Tá hann var nakað tilkomin, sendi pápin hann til Danmarkar á kostskúlan Herlufsholm.

Hetta tyktist ikki at eydnast væl. Hann kendi seg ikki heima her. Her var alt so bundið og trongt. Eingin ítróttur var tá við skúlan, og útilívið var ikki nógv. Hugur hansara kundi ikki takast av hesum. Hartil kom, at honum gekst serliga illa at læra uttanat. Tað sum hann hevði hug at læra, gekst honum væl við; men tað hann ikki hevði hug til, tað læt hann liggja; tí gekst henda royndin illa, og hann fylgdi ikki við í skúlanum. Tað er ikki altíð lætt í einum stórum skúla at siga, hvat býr í hvørjum einstøkum næmingi. Tá tað so er ein næmingur, sum ber alt inni við seg sjálvan og ikki er lættur at koma at kenna, tá er tað ikki lætt at siga nakað um hann. Skúlin gav honum henda dóm: “Hann er ein hjartans góður drongur, men hevur lítil evnir og púra onga arbeiðsmegi.”

Men Niels Finsen hevði hug til nógv av tí, hann lærdi her, og tað tók hann væl ímóti; men ein næmingur, ið soleiðis gongur sínar egnu vegir, hevur ilt við at ganga til examiu, uttan so hann tvingar seg at taka tað við, sum hann ikki hevur hug til. Hann fekk tí at vita frá skúlanum, at hann mátti ganga umaftur.

Í skúla í Íslandi

Pápin tók nú drongin úr skúlanum og sendi hann – 15 ára gamlan – til Íslands at ganga í skúla í Reykjavík.

Niels Finsen kom nú at búgva hjá ommu síni og var her í seks ár.

Hetta hóskaði betur fyri hann, hetta landið líktist meira heimlandinum, her vóru fløtur og fjøll størri og prúðari enn í Føroyum.

Íslendingar eru ofta sjálvlærdir menn við trúgv á egna kraft, og hetta hevur ofta hjálpt teimum at vinna fram á tað mál, teir hava sett sær. Íslendingar høvdu ikki ígjøgnum allar tíðir havt verið tann mentatjóð teir eru og hava verið, um ikki teir høvdu átt álit á egna megi.

Hetta hevur eisini gjørt, at teir við kraft hava kastað seg yvir tær uppgávur, sum lívið gav teimum.

Kammiratskapurin í skúlanum var sterkur. Tað var siður, at teir eldru næmingarnir seinnapartarnar komu saman í skúlastovunum at dyrka serstudium. Her var lívligt, og tala teir saman um ymisk mál og leita sær kunnleika um tey.

Tær greinirnar, sum ein næmingur ikki hevði hug til, vóru terpaðar í hann av einum kammirati, so hann ikki var sørur í tímunum.

Hin íslendski veturin er kaldur og myrkur, og hetta veðurlagið var sera ringt fyri Niels Finsen. Men um summarið var hann “uppi í sveit”, og tað var heilsuberandi og gav nýggjar kreftir. Honum dámti væl at ferðast í fjallalendinum. Tað gevur trúgv á egnan mátt at ganga upp á eitt høgt fjall, men áræði skal til.

Hann elskaði ítrótt, var altíð millum teir fremstu, men meðan hann var studentur, mátti hann gevast við hesum, tí ein gátufør sníkjandi sjúka kom yvir hann og forðaði honum.

Kammiratskapur hansara var eitt eyðkenni fyri hann; hetta hevði hann lært í Íslandi, fyrst og fremst frá skúlanum har, og hetta fylgdi honum alt lívið. Tá hann seinni var leiðari og hevði hjálparar undir sær, var tað altíð eins og hann var kammiratur við teir.

Læknanám í Keypmannahavn

Í 1882 kom hann til Keypmannahavnar sum studentur. Hann kom inn í Regensen – Garð.

Hann var væl umtóktur av øllum næmingunum har. Hann tók lut í kjaki um ymisk evni, men var enn meira stillfarandi enn flestir hinir.

Hann var frílyntur. Hann hevði síni mið og mið og trúði ikki, at ein og hvør meining var røtt fyri tað, at fleiri søgdu tað. Hann ivaðist um flestu ting, til hann hevði funnið prógv fyri teimum. Tað ráddi um fyri hann at finna sannleikan í einum og hvørjum, hann hevðist at.

Hann las medisin, og longu nú gjørdi hann ta roynd, at tað gekst betur hjá honum at arbeiða inni á kamarinum hjá kammirati sínum, tí har kom sólin inn. Hann gav sær enn ikki so nógv far um hetta, hann helt tað koma av, at hann so lættliga fekk skjálvta. Hann tók nú fyrsta part av doktaraprógvi 1889.

Faðir hansara var fluttur til Ribe í 1884, og Niels Finsen kom har saman við tey hjá bispinum, og trúlovaði hann seg einari dóttur bispin, Ingeborg Balslev.

Í 1890 tók hann annan partin av prógvi sínum. Men tá var hann ógvuliga sjúkur, hann helt tað koma frá maganum og gav sær einki far um tað. Men hetta var ein hjartasjúka, sum harðliga hevði tikið í hann.

Gransking av ljósi til lekingar

Nú kemur meir og meir hugsan hansara at ferðast um ljósið og um ikki tað kann nýtast beinleiðis at grøða fólk við. Meðan hann er í bispagarðinum og ferðast, ger han nakrar royndir. Hann málar eina 2 tummar breiða striku av tussji upp á armin og letur sólina í tríggjar tímar skína á armin. Tá tussjið er vaskað av, er holdið á arminum har hvítt, meðan tað har sólin hevur sæð, er reytt og eymt. Nakrar dagar seinni royndi hann aftur, tá var armurin sólbrendur allastaðni uttan har, sum tussj hevði verið. Hann helt armin aftur í sólina, og nú bleiv hitt hvíta holdið eymt og reytt, men hitt sólbrenda óávirkað.

Hann hugsaði nú, at tá sólin fór so illa við frískari húð, hvussu so við koppasjúkari húð.

Leking av koppasjúku

Eftir koppasjúkuni koma ræðulig arr, og henda sjúkan hevur ofta farið harðliga fram og gjørt stóran skaða.

Ein eingilskmaður hevði í 1867 roynt at lata sjúklingarnar liggja í myrkri, og teir, sum vóru frískir aftur, sluppu frá merkjum í húðini; men hetta var hildið at vera harðlig framferð at lata sjúklingar liggja í myrkri, so hetta fall burtur.

Niels Finsen helt nú, at tað var nokk at hava reytt ljós inni hjá teimum sjúku, tí at tá vildu strálurnar ongan skaða gera.

Um hesa tíðina vóru ongir koppar í Keypmannahavn, men hann helt, at tað kundi vera roynt, um koppar komu. Hann snakkaði við sjúkrahúsini, men teir hildu, at hetta einki hevði upp á seg, ja, teir gjørdu gjøldur burtur úr hesum, so hann noyddist at svara einum yvirlækna:”Tygum kunna tó lata vera at læa at mær”.

Í 1893 komu koppar í Bergen, og doktararnir har høvdu lagt merki til Niels Finsens royndir. Hetta eydnaðist væl, allir sjúklingarnir komu seg. Reytt ljós virkar sum myrkur, meðan bláviolett virkar sum dagsljós. Hetta var hansara fyrsti stóri sigur, og hann fekk givið mannaættini hjálp móti einari ræðuligari sjúku.

Hann hevði nú víst veg at fyribyrgja tað skaðiliga, sum ljósið kann virka, men hann vildi finna, um ikki ljósið kundi lekja sjúkur. Ljós drepur farligar bakteriur.

Hann royndi seg fram við sólarljósinum, men hann vildi fegin royna elsktiskt ljós, tí sólarljósið var ikki tøkt.

Leking av lupus - húðtuberklum

Tað var serliga ein sjúka hann hugsaði um, og tað var lupus – húðtuberklar -; henda sjúka situr so uttarlaga í húðini, at hon møguliga kundi lekjast við teim sterku ljósstrálunum.

Lupus er ein ræðulig sjúka. Hon skemmir mannaandlitið soleiðis, at hon fyri tann, ið fær hana, er ein sonn sálarpínsla. Vit vamlast við tann, ið hevur hana, tí andlitið er ofta fult av skruvum ella flótandi sárum. Hetta pínir sjúklingin, so hann skýggjar fólk. Alt var roynt at lina og lekja hesa sjúku. Sárini blivu brend út við veskum, og ljót brandarr vóru eftir. Ikki var hetta gott, men pínan var ræðulig.

20. november 1895 byrjar hann við fyrsta lupussjúklinginum. Hann læt hann hvønn dag til í mars 1896 sita ein ella tveir tímar undir ljósinum. Hann bleiv púra frískur.

Nú var kongstanki hansara vorðin ein veruleiki, og frá nú av komu nógvir sjúklingar til hansara, og nú fekk hann frá vinum og øðrum góðan stuðul. Men vit skulu nú venda aftur til hann sjálvan.

Finsen-stovnurin í Keypmannahavn

Í honum brann ein heilagur eldur. Hann hevði áræði, og hann hevði eina aldri ivandi trúgv, at verkið skuldi eydnast.

Við hjálp frá góðum vinum og øðrum varð ljósinstituttið stovnað. Honum var vístur stórur heiður, tá hann fyrst hevði vunnið, men heiðurin ráddi honum minni um, meira at hetta arbeiðið skuldi fremjast.

Nobel-virðisløn 1903

10. desember 1903 fekk Niels Finsen Nobelprísin. Men hann læt 50.000 krónur til ljósinstituttið. Hann doyði 24. september 1904. Undir øllum arbeiðinum var tað gingið aftur á hondina við heilsuni hjá Niels Finsen. Men hann hevði so høgt eitt mál, at hann vildi gera alt fyri at liva, til at hann hevði vunnið so langt sum møguligt. Hann mátti viga tað at mati, hann skuldi hava og bert eta so, at hann kundi halda lívinum uppi.

Men hann hevði nátt langt, tó at hann hevði møtt bæði mótstøðu og spotti. Hann hevði vunnið yvir tveim av mannaættarinnar fíggindum. Grøðan av koppum við at forða ljósstrálum atgongd. Hann vísti, at lupus kundi lekjast við sólstrálum.

Tá eg á hesi ungmannastevnu havi sagt nøkur orð um Niels Finsen, so er tað tí, at vit í honum finna mannin við teim høgu málunum, við einum sterkum vilja til at fremja tað góða og við áræði og trúgv á, at verkið skal eydnast.

Niels Finsen visti av royndum, at tað er strævið at náa upp á ein fjallatopp; men hann sum heldur á, hann vinnur, og lønin er ein ógloymandi vakurleiki. Hvussu nógv størri og vakrari er tað ikki at náa á mál við nøkrum, sum kann lina pínu og sálarsorg hjá sjúklingum. Tí tað var drívkraftin hjá honum.

Røða á ungmannastevnu hjá N.I.O.G.T., 25.05.1938.

img
  • Skrivað hevur | Símun av Skarði
  • Dagfesting | 04.11.2017
  • Bólkur | Røður