Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Søgubókin

Í søgubókini eru: Søgur og ævintýr fyri børn - yrkingar - og søgur fyri vaksin. Hetta er fyrstu ferð at bók við sovorðnum blandaðum innihaldi kemur út í Føroyum.
Andrea Reinert úr Norðadali hevur havt yrkingar í Varðanum. Hon skrivaði í Búgvan í Keypmannahavn; hon hevði lovað at skriva meria í Búgvan, men tað varð tíverri av ongum. Hetta var um várið í 1941, sum hon doyði seinast í august mánaði sama árið. Dreymurin er søga, sum ikki hevur verið prentað fyrr.
Indverska skaldið Raindranath Tagore skrivaði síni verk seinast í 19. og fyrst í 20. øld. Hann hevur verið og er víða kendur í Europu; sjálvur var hann fullkønur í enskum máli og týddi summar av sínum bókum úr bengalskum til enskt, summar eru týddar av enskum rithøvundum. Eisini eru nógvar av hansara bókum týddar til norðurlendskt mál.
Her skulu bert sigast hesu fáu orð um nevndu rithøvundar, ið kanska ikki eru øllum, ið lesa, kunnigir.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Sigrið av Skarði
  • Útgávurár | 1949
  • Tøk | Bókin er útseld
  • Bólkur | Barnabøkur